týsdagur 27. august 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 162 - 27. august 2002
Nr. 162 - 27. august 2002
9
Mánamorgunin fór
Norröna av Havnini á
sín seinasta
harmonikutúr. Við
vóru 730 fólk, og yvir
helmingurin av
teimum vóru við bara
til harmonikutúrin
FERÐAVINNA
Ingrid Bjarnastein
Hetta er 10. árið Smyril
Line skipar fyri harmon-
ikutúri við Norrönu, og
seinasti túrurin við hesi
Norrönu byrjaði í gjár.
Seinasti túrurin varð sostatt
eisini ein jubileumstúrur.
– Norröna fór avstað við
730 fólkum, og harav vóru
470 av teimum við fyri at
sleppa á Harmonikutúr,
sigur Áki Jespersen, ferða-
fólkaleiðari á Smyril Line.
Sum tað liggur í orðin-
um, so er nógvur harmon-
ikutónleikur á skránni. Við
á túrinum eru eini 40 har-
monikuspælarar,
sum
spæla frá morgni til myrk-
urs runt um á skipinum.
Spælt verður í cocktailbarr-
ini, í náttklubbanum, í mat-
stovuni og aðrastaðni.
Í
gjárkvøldið,
mána-
kvøldið, var eitt stórt
syngið við tiltak í kafeteria,
og á midnátt í kvøld er
ætlanin at harmonikuspæl-
ararnir fáa eitt diplom, sum
sigur, at teir hava verið við,
umframt gávur og annað
gott.
– Áhugin fyri harmon-
ikutúrinum vísir seg at vera
ógvuliga stórur, sigur Áki
Jespersen.
– Tey bestu kømurini fara
beinanvegin, og hesuferð
høvdu vit bara couchettir
eftir at bjóða fólki. Í ár
byrjaðu vit við at lýsa tann
4. apríl, og vit plaga at seta
eitt ávíst dato á nær tað ber
til hjá fólki at bíleggja
ferðaseðlar. Hetta verður
gjørt fyri, at tað ikki skal
bera til at leggja seg á
ferðaseðlarnar
eitt
ár
frammanundan.
Áki Jespersen vísir á, at
tað eru tey somu fólkini,
sum venda aftur á harmon-
ikutúrarnar. Hetta er jú eitt
upplagt høvi at hitta gamlar
vinir, og eisini er ein slíkur
túrur ógvuliga hugnaligur.
Ein harmonikutúrur við
Norrönu
kostar
annars
millum 750 og 1195 krón-
ur.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Ein ungur maður hevði
fríggjakvøldið
knúst
tvær knallertir á Toftum.
Hann var frá sær sjálv-
um, og hevði brotið hes-
ar báðar knallertirnar.
Annars hevur viku-
skiftið í Eysturoynni
verið stak friðarligt,
verður sagt frá politi-
støðini í Runavík.
Eitt lítið harðskaps-
mál í sambandi við
Túnadansin á Glyvrum
var leygarkvøldið, tá ein
maður
fekk
nevan
framman á.
Politistøðin
við
Sandin í Klaksvík letur
eisini væl at. Klaksvík-
ingar hava skikkað sær
stak væl um vikuskiftið.
Einasta løgreglan hevur
havt um hendi, vóru
tveir fullir menn og ein
leysur hestur.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin kom ein
maður inn á politistøð-
ina í Havn fyri at melda
eitt ferðsluóhapp. Mað-
urin hevði koyrt útav í
Oyndafirði, og var kom-
in allan tann langa vegin
til Havnar fyri at melda
óhappið ístaðin fyri at
fara inn á politistøðina í
Runavík. Politiið hevði
mistanka um, at maður-
in møguliga var ávirk-
aður, og tí varð blóð-
roynd tikin av honum.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Leygarkvøldið var Árs-
ins DJ-show í Badmin-
tonhøllini í Havn, og aft-
ur hesuferð varð klagað
um ófrið. Frá politistøð-
ini í Havn frætta vit, at
talan var um nakrar
fløskur, sum ungdómur-
in knústi uttanfyri høll-
ina. Og hetta hevði við
sær, at grannarnir fingu
ikki náttarfrið.
Annars hevur viku-
skiftið verið ógvuliga
friðarligt, og væl verður
latið at á politistøðini í
Havn.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Fríggjakvøldið ætlaðu
nakrar ungar gentur í
Porkeri at seta eld á eini
hús. Tær høvdu sett eld á
nakrar tómar sigarett-
pakkar, sum tær síðani
høvdu stungið í eitt hol í
eini kiosk. Nógvur royk-
ur kom frá, og eldur eis-
ini, men tær sløktu sjálv-
ar eldin aftur.
Frá politistøðini á
Tvøroyri verður sagt, at
tosað hevur við foreldr-
ini, og sum skilst, so er
málið meira ella minni
slept.
Genturnar vóru 14 –
15 ára gamlar.
Knústi knallertir
Koyrdi útav í Oyndafirði
Ætlaðu at seta eld á hús
Ófriður við
Badmintonhøllina
Seinasti harmonikutúrurin
við gomlu Norrönu
Norröna fór mánadagin sín síðsta harmonikutúr. Næstu ferð verður tað nýggja og stásiliga Norröna, sum fór av bakkastokki
leygardagin, sum fer at hýsa harmonikuspælarum og gestum
Savnsmynd
Hóast Clickhaze
seinastu vikurnar
hevur trivist væl á
føroyska hitlistanum,
ætla tey ikki at leggja
seg á tann meira
popputa bógvin fyri
at fáa fleiri hitt
TÓNLEIKUR
pop.fo
Seinastu 9 vikurnar hava
ungfólk í Føroyum atkvøtt
sangin Daylight hjá Click-
haze inn á fremsta plássið á
15 teimum bestu, sum er
hitlistin hjá ÚF.
Tað er sjáldan, at nakar
bólkur klárar at liggja so
leingi á ovastu rók á hesum
lista, og hetta er eisini
fyrstu ferð, at Clickhaze
hevur slíka eydnu á hitlist-
anum.
Men hóast Clickhaze,
sum spælir sín serstaka og
øðrvísi rocktónleik, nú í
nakrar vikur hevur stórtriv-
ist á 15 teimum bestu, so
ætla tey ikki at broyta tón-
leikin hjá sær fyri at fáa
fleiri hitt í tráð við Day-
light, sum telist millum teir
meira
mainstream-
sangunum hjá bólkinum.
– Vit høvdu ikki væntað,
at Daylight fór at liggja
nummar 1 á 15 teimum
bestu. Tað er eitt sindur
løgið, men sangurin er
rættiliga popputur, segði
Jón Tyril við Vikuskiftis-
sendingina hjá Útvarpinum
fríggjadagin.
– Vit ætla ikki at leggja
okkum eftir nøkrum bara
fyri at selja. Vit gera løgini,
sum vit vilja hava tey at
vera, og um tey so eisini
kunnu selja, so er tað bara
betur, segði Jón Tyril.
Clickhaze heldur fast um sín tónleik
Vit prenta í dag brot
úr sáttmálanum
millum Føroyar og
Grønland um konga-
fiskiskapin í Irm-
ingarhavinum.
Akraberg liggur
framvegis í Reykjavík,
og øll manningin er
heimkomin.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sosialurin hevur nú fingið
avrit av sáttmálanum, sum
er galdandi millum lands-
stýrið
og
grønlendska
heimastýrið um konga-
fiskiskapin í Irmingarhav-
inum.
DFG-kvotan (Danmark,
Føroyar og Grønland), sum
talan er um, er ein kvota,
sum NEAFC letur konga-
ríkinum.
Av hesi kvotu, sum er
góð 24.000 tons, fær Grøn-
land sum strandaland til Ir-
mingarhavið meginpartin,
men eftir eru 3.400 tons til
Føroyar.
Aftrat hesum 3.400 tons-
unum, stendur í avtaluni, at
– “Har fiskeriet på kvoten
den 10. august 2002 result-
eret i fangster på 8.000 tons
eller der under, udløses en
additionel allokering til
Færøerne på 500 tons”.
Tað sama stendur um
dagin, 15. juli 2002; tá fáa
føroyingar
eisini
eina
eykakvotu, um fiskiskapur-
in hevur verið 5.000 tons
ella minni.
Men í fyrra førinum
vórðu meira enn 5.000 tons
veidd, og tí kom eingin
eykakvota
til
Føroyar.
Eingin togan var um tað.
Men nú 10. august kom,
vóru bara stívliga 7.300
tons fiskaði, og tað eigur
sambært sáttmálanum at
geva eina eykakvotu uppá
500 tons til Føroyar.
Og tí var tað, at Akraberg
kom heim úr Barentshav-
inum og fór í Irmingarhav-
ið at royna eftir kongafiski.
Men teir vóru bert komn-
ir á fiskileið, tá ið lands-
stýrið gav skipinum boð
um, at kvotan var uppi, og
at loyvið tískil varð tikið frá
skipinum at veiða konga-
fisk á leiðini.
Reiðarin veit ikki
sjálvur
Sosialurin hevur roynt at
funnið fram til, hvør veru-
liga orsøkin til ósemjuna
millum Føroyar og Grøn-
land er, men tað hevur ikki
eydnast til fulnar.
Vit høvdu Jørgen Nicla-
sen í telefonini mánamorg-
unin. Tá var hann staddur í
Grønlandi, so hetta var
rættiliga tíðliga! Vit avtalu
at tosa aftur, tá ið hann er
komin heimaftur.
Anfinn Olsen, reiðari á
Akraberg, heldur ikki, at
stríðið snýr seg um, hvørt
fiskaði eru meiri enn tey
stívliga 7.300 tonsini, 10.
august.
Hann sigur, at málið er
ein
spurningur
millum
landsstýrið og grønlendsku
myndugleikarnar, men dug-
ir ikki at skilja, hví konga-
fiskiskapurin í Irmingar-
havinum skuldi steðgast, tá
ið avtalan er so greið, sum
hon í veruleikanum er.
– Eg veit ikki, hvat hend-
an toganin snýr seg um.
Eins og tú ringir til mynd-
ugleikarnar, so ringi eg
eisini og royni at finna út
av, hvar málið er strandað,
og hvussu verður. Men líkt
er ikki til, at her hendir
nakað, sigur reiðarin.
Nú ella ikki
Akraberg liggur framvegis
í Reykjavík, men øll mann-
ingin er heimkomin. Skipið
hevur kvotu eftir í Barents-
havinum, men vildi helst
sloppið á kongafiskaveiði
sambært teirri avtalu, vit
hava við Grønland.
– Skulu vit í Irmingar-
havið, er neyðugt at fara,
áðrenn vetrarveðrið kemur.
Har er ikki roynandi um
veturin, tí lágtrýstini koma
tann vegin.
Anfinn Olsen leggur aftr-
at, at reiðaríið noyðist heilt
skjótt at taka eina støðu,
hvat gerast skal.
– Hetta er ikki besta tíðin
til kongafisk í Irmingarhav-
inum, men tá ið november
mánaði er komin, nyttar
einki at fara tann vegin, sig-
ur hann.
Sáttmálin sigur, at 500 tons eru eftir
Akraberg liggur framvegis í Reykjavík og bíðar eftir svari úr landsstýrinum.
- Vit eiga kvotu eftir í Barentshavinum, men skulu vit í Irmingarhavið at royna, nyttar einki
at fara hagar, tá ið vit eru komin út í november, tí veðrið er so ringt á leiðini, sigur Anfinn
Olsen, reiðari.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Løgmaður og grøn-
lendski landsstýris-
formaðurin hava
tosað saman um
kongafiskakvotuna í
Irmingarhavinum.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Beint áðrenn Sosialurin fór
til prentingar í gjár, hittu vit
Anfinn Kallsberg, løg-
mann, sum í síðstu viku var
á ríkisfundi saman við
danska forsætisráðharran-
um og grønlendska lands-
stýrisformanninum.
Meðan Jonathan Motz-
feld var í Føroyum, nýtti
løgmaður høvi at reisa
málið um kongafiskakvot-
una í Irmingarhavinum
yvirfyri
grønlendska
starvsbróðrinum.
– Vit tosaðu um málið,
og Motzfeld lovaði at taka
málið upp, tá ið hann
kemur yvir aftur til Grøn-
lands.
Løgmaður veit eisini at
siga, at nú Jørgen Niclasen
hevur verið í Grønlandi,
hevur hann eisini reist mál-
ið um kongafiskakvotuna
har yviri.
– Men eg havi ikki tosað
við Jørgen enn og veit tí
ikki, hvat er komið burtur
úr hesum, sigur løgmaður.
Togan um tulking
Anfinn veit at siga, at
toganin millum føroyskar
og grønlendskar myndug-
leikar snýr seg um tulk-
ingar av sáttmálanum mill-
um londini.
– Vit halda, at vit eiga
hasi 500 tonsini aftrat, tí
veiðan hjá føroyskum og
grønlendskum skipum var
minni enn 8.000 tons, 10.
august. Men her hanga
grønlendingar seg nú í, at
samlaða veiðan er nógv
størri, tá ið veiðan hjá øðr-
um skipum, sum eisini
fiska
av
grønlendskari
kvotu, er íroknað.
Anfinn dugir tó ikki í
løtuni at siga, hvat hevur
verið praksis onnur ár og
vísir til, at tað veit fiski-
málaráðharrin, tá ið hann
kemur heimaftur úr Grøn-
landi.
Løgmaður vónar tó, at
ein loysn fæst á hesum mál-
inum, soleiðis at Akraberg
sleppur avstað aftur.
– Tað er so ógvuliga um-
ráðandi, at vit eru samdir
um tulkingarnar, tí hetta
hevur so stóran týdning fyri
samstarvið millum londini,
sigur Anfinn Kallsberg at
enda.
Toganin snýr seg um
tulkingar
Løgmaður, Anfinn
Kallsberg, sigur, at
grønlendski lands-
stýrisformaðurin
lovaði at taka
málið um konga-
fiskakvotuna í
Irmingarhavinum
upp, tá ið hann
kemur yvir aftur til
Grønlands.
- Tað er ógvuliga
umráðandi fyri
samstarvið millum
londini, at semja er
um tulkingarnar,
sigur hann.
NOREG
Vilmund Jacobsen
Talið av húsagangum í
Troms og Nordland í
Norðurnoregi er økt við
meira enn 45% higartil í
ár. Við endan av juni
mánaða høvdu ikki fyrri
enn 257 húsagangir verið
í hesum báðum norsku
økjunum ella fylkjunum,
sum norðmenn rópa tað;
tað eru 80 fleiri enn somu
tíð síðsta ár.
Í Finnmørkini fara har-
afturímóti
færri
á
húsagang.
– Mín størsti ótti er, at
bankarnir ikki tora at taka
váðan, tí tá fara vit veru-
liga
at
merkja
niðurgangstíðir,
sigur
stjórin í NHO-Troms,
Arne Eidsmo, við blaðið,
Nordlys.
Prosentvísa økingin av
virkjum, sum fara av
knóranum, er størst í
Troms. Fyrra hálvár í ár
vóru 115 húsagangir í
økinum. Síðsta ár var
talið 79. Nordland hevur
havt
142
húsagangir
higartil í ár móti 98 somu
tíð í fjør.
Í Finnmørkini er støðan
sum sagt ein onnur. Hig-
artil í ár eru 37 fyritøkur
farnar av knóranum ella
tríggjar færri enn somu
tíð í fjør.
Í Noregi siga tey, at tað
er náttúrligt, at støðan í
Finnmørkini ikki er,sum í
Troms og Nordland, tí
nógvir húsagangir hava
verið innan KT-vinnuna
og tænastuvinnuna, og
her eru færri fyritøkur av
slíkum slagi.
– Vit hava ikki lagt til
merkis, at okkara limir
mugu arbeiða so hart,
undantikið
teir,
sum
starvast í fiskivinnuni.
Flestu húsagangirnir eru í
smávinnuni, har fá fólk
eru til arbeiðis, sigur
Arne Eidsmo.
Sum skilst, hevur ein
partur av norsku fiski-
vinnuni
tað
rættiliga
strævið, og heldur norska
krónan sær, har hon er í
dag, rokna norðmenn við,
at hetta fer at ganga
ú
t
y
v
i
r
útflutningsvinnuna.
Nógvir húsa-
gangir í
Norðurnoregi
C
M
Y
K
9
8