Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 162 - 27. august 2002 Nr. 162 - 27. august 2002 11 Ein 10. Flokkur í høvuðsstaðar-kommununi noyðist í eina veitsluhøll hjá einum róðrarfelag. Hetta vóru yvirskriftirnar í fjølmiðlunum í síðstu viku. Hetta er ein lítil lokalur trupulleiki, men er kanska eitt tekin um eina áhugaverda gongd í føroyska samfelagnum. Skúlarnir eru ikki bygdir út fyri at nøgta tørvin, og íløgur fyri einar 200-250 mió.kr. í nýggjar skúlar í Tórshavnar kommunu standa fyri framman. 500 børn eru á bíðilista til dagstovnar. Hús fara lættliga fyri hálvaaðru mió.kr., og íbúðir, sum eru 40-50 fermetrar, kosta 800.000 kr.Hundraðtals fólk bíða eftir at sleppa á ellisheim. O.s.fr.v. Hetta eru veruleikar í Tórshavnar kommunu! So kunnu vit spyrja, um talan er um vánaliga tilrætta- legging, ella um ein so esplosivan vøkstur, at eingin, sjálvt ikki Tórshavnar býráð, hevur kunnað mett um, hvussu samfelasliga gongdin fór at verða. Og serliga kunnu vit spyrja, um tað er gott fyri føroyska sam- felagið, at høvuðsstaðurin veksur við nógvari ferð, samstundis sum stórir partar av landinum minka, standa í stað ella bara merkja lítið til vøksturin. Tað sást beinanvegin, tá kreppan fór at hæsa av, at fólk, sum komu aftur til Føroya, eins og fólk á bygd, fluttu til Havnar, tí har var vøkstur, arbeiði og trivn- aður. Alt hetta tilsamans elvir til upp aftur størri vøkstur. Á hesum stað er ávarað um gongdina, men tað tóktist sum at leiðslan í Tórshavnar býráð bara hugsaði um at fáa fleiri fólk til komununa, og hugsaði ikki um, at eftir fáum árum fór trýstið á dagstovnar, skúlar, húsamarknaðin, elliseim o.s.fr.v. at gerast so stórt, at tað endaði galið. Vit eru ikki komin til nakran enda - vit eru bara mið- skeiðis í tilgongdini - men trupulleikarnir eru stórir. Teir eru truplir at loysa, tí mark er fyri, hvussu nógv kommunan hevur ráð at gera íløgur fyri. Harafturat kann hon ikki gera tær íløgur, tørvur er á, tí so er vandi á ferð búskaparliga, og kommunan rennur seg í íløguloftið. Vit eru í eini gongd, har høvuðsstaðurin árliga veks- ur í húsatali, sum kanska kann sammetast við vøkst- urin í fólkatali í restin av landinum! Vit kunnu tí einaferð afturat spyrja um, tað er rætt, at vit bara lata høvuðsstaðin vaksa og vaksa, soleiðis at helvtin av fólkinum býr i høvuðsstaðnum um nøkur 10 ár? Hetta hevur verið gongdin í Íslandi, har tað nú búgva tveir triðingar av fólkatalinum í Reykjavík. Íslendingar - bæði leik og lærd - halda, at gongdin er óheppin. Síðsta landsstýrið legði nakrar smærri stovnar út kring landið. Alt ger mun, men tað munar ov lítið, tá privata vinnan samstundis leggur deildir niður á bygd og flytur virksemið til Havnar. Hóast álit um útjaðara- og útoyggjamenning, viðgera okk- ara fólkavaldu og landsstýrið ov lítið henda spurn- ingin, sum í løtuni tykist vera ein høvuðsstaðartrup- ulleiki - ella eitt luxusproblem? DAGSINS MEINING Sosialurin Høvuðsstaðartrupulleiki - ella luxusproblem? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jean Dimon Heimkomin eftir at hava verið 1 viku á sjúklingahot- ellinum Tórshavn sum av- varðandi, má eg fáa luft. Fyrst er at siga, at starvs- fólkini tey á ganginum, tey í køkinum og sjúkrasystrar- nar vóru fitt, blíð og runnu fyri fleiri. Tøkk skulu tey hava fyri tað. Skelkur 1 Fyrst skelkurin fekk eg, tá eg kom til hotellið har eitt uppslag vísti, at Hotel Tórs- havn lá á 5. hædd. Eg fór inn í eina av lyftunum har vóru og her gjørdist greitt, at klaustrofobi mást tú ikki líða av, um tú ætlar at nýta lyftirnar, sum ikki eru stórt meir enn 1,5 ferðmetur til støddar. Hvussu ætlanin er at fáa sjúkling á børu í hes- ar lyftirnar dugi eg ikki at ímynda mær. Skelkur 2 Fleiri av sjúklingunum og teirra avvarðandi hava verið á hotellinum í fleiri mánaðir, og koma at vera har rúma tíð aftrat. Inni á kømurunum eru eingi klæðiskáp. Eitt ilt av einum gardurobuskápi stendur við ongum hurum í lítlu for- gongini. Onkur av gestun- um hevur verið og keypt sær eitt klæðiskáp og gold- ið hetta sjálvur. Onnur høvdu klæðini liggjandi í taskum og kuffertum. Skelkur 3 Ventilatiónin er eingin. Vit høvdu vindeyga standandi víðopið alt samdøgrið. Tá vit komu upp á morgni, varð hurðin út á gangin latin upp og vindeyga yvir av á gongini latið fyri at fáa gjøgnumtrekk. Vinmaður mín hevði sjálvur keypt eina viftu at seta á borðið fyri at hjálpa um luftsirk- ulatiónina. Var sólin frammi, mátti ansast eftir, at gardinurnar vóru fyri seinnapartstímarnar, tá sól- in stóð á, tí annars var ikki livandi har inni. Skelkur 4 Útvarp Føroya hoyrdist hvønn dag, men bert í felags- rúminum. Hví kann hetta ikki leggjast út í hvørt kamar? Onkur sjúklingur hevði fyri neyðini at liggja í songini, og hevði tí ongan møguleika at hoyra útvarpið. Skelkur 5 Tveir altanar vóru, har sjúklingarnir kundu fara út á. Á minna var pláss fyri 3- 4 fólkum, men her vóru bert tómir plast kassar at sita á. Á størra var pláss fyri fleiri, og her vóru plaststólar at sita á. Felags fyri báðar var, at teir eru so smalir, so um tú situr við rygginum móti vegginum, er ikki gongt millum teg og girðingina. Útsýnið av alt- anunum var niður á eitt parkeringsøkið og ein bakgarð. Skelkur 6 Fríggjakvøldið 9. august 2002 var fundur, sum em- bedslægeinstitutionen við lækna Anne Fabricius hevði biðið um. Orsøkin var, at legionellabakterian var staðfest í heittvatnsskipan- ini á hotellinum. Hetta er vandamikið fyri fólk hvørs immunverja ikki er opti- mal, eitt nú sjúklingum við hjarta- og lungnasjúkum. Viku seinni var einki gjørt við málið, og sjúklingarnir høvdu fingið at vita, at einki bleiv gjørt fyrr enn í komandi viku. Samanumtikið má stað- festast, at Sjúklingahotellið Tórshavn er ikki fyri lang- tíðar sjúklingar og teirra avvarðandi. Hesi hava einki privatlív, har er einki at stytta sær stundir við, so væl er skiljandi um okkurt gleps fellur sjúkling og starvsfólk ímillum. Størsta skelkin fekk eg tá eg hoyrdi, at leigusáttmálið var undirskrivaður fyri 20 ár fyri nakrar 50 mill. Krónur. Hetta er nakað politiski mynduleikin má taka sær av. Hvussu skjótt annað EGNAÐ høli til sjúklingar er til taks má hesin leigu- sáttmálin uppsigast. Hvussu nógv betri var tað ikki fyri sjúklingin um hotellið lá nakað uttan fyri Keypmanna- havn við útsýni yvir Oyra- sund, so skip og hav var at síggja hvønn dag heldur enn eitt asfaltera parkeringsøki og ein bakgarður? Støðan, sum er í dag á Hotel Tórshavn, er stór skomm fyri Føroyar. At enda ynski eg sjúk- lingum, avvarðandi og starvsfólki alt gott í kom- andi tíðum. Hotel Tórshavn – ein skomm fyri Føroyar TÍÐINDASKRIV Unga Tjóðveldið Leygardagin 24. august hevði Unga Tjóðveldið landsfund. Nógv fólk møttu á fundinum, og niðurstøðan á landsfundinum var greið. Tað er meira neyðugt enn nakrantíð áður, at vit halda frælsiskósina. Tað er meira neyðugt enn nakrantíð áður, at tað eru vit ungu, sum mynda fræls- isstríðið. Tað er meira neyðugt enn nakrantíð áður, at politiska skipanin ikki sleppur at dusa sær í heimastýrinum. Tað er í Føroyum, tøkini skulu takast. Avgerðin er okkara. Nóg mikið er grulvað, nú fara vit til gongu. Á landsfundinum varð landsnevnd vald. Lands- fundurin sýndi, at áhugin at luttaka í arbeiðinum hjá Unga Tjóðveldinum er ovurhonds stórur. Hetta er størsta landsnevndin, Unga Tjóðveldið nakrantíð hevur havt. Ellivu fólk sita í landsnevndini. Jóannes Vitalis Hansen hevur seinasta árið verið formaður í Unga Tjóðveld- inum, men av teirri orsøk at hann fer til Wales í lestrar- ørindum, tók hann ikki við afturvali leygardagin. Katrin Bech og Jógvan Philbrow hava verið við í nøkur ár og halda, at nú er tíðin komin til, at yngri nýskapandi fólk taka við. Landsnevndin skipaði seg beint eftir, at hon var vald. Hon skipaði seg so- leiðis: Rúni Nielsen; formaður, Lív Patursson; næstformaður, Ivan Eginsson; peningarøkil, Herfinnur Árnafjall; skrivari, Jógvan Jacobsen, Herit Helgadóttir, Hergeir Eldevig, Tórgerð Hentze Olsen, Torfinnur Jákupsson, Belinda í Haraldsstovu og Gilli Arnfinsson í Skála. Unga Tjóðveldið brynjar seg út til frælsisstríð VIÐMERKINGAR Ivan Eginsson Mikudagin í farnu viku spældi føroyska landsliðið á Tórsvølli ímóti einari aðr- ari pinkutjóð, Liktinstein. Nógv tann besti og kendasti leikarin hjá Liktinstein, ið hevur sáttmala í Italia, var uppi í dystinum, eftir at hann hevði verið burtur frá landsliðnum í hálvt annað ár. Sum skilst, var hasin Mario Frick óklarur við leiðsluna hjá fótbóltssam- bandinum. Nú er tann trupulleikin loystur, og Mario, ið fær hægri løn enn allir hinir leikararnir á landsliði hansara tilsamans, meldaði út: “Doch die Länderspiele sind einzigar- tige Erlebnisse, ich bin Patriot und will auch ein Vorbild für Liechtensteins Jugend sein“ (“Landsdystir eru ein einastandandi upp- living, eg eri tjóðskapar- sinnaður og vil vera ein fyrimynd hjá ungdómi Liktinsteins“). Mario Frick vil vera fyri- mynd hjá teimum ungu leik- arunum í pinkulítla landi sínum, ikki minst teimum á landsliðnum, ið bæði fáa gleði og læra nógv av at venja saman við stjørnuni úr tí kenda italska felagnum Hellas Verona. Hann er ikki ov stórur til at koma hendan vegin fyri at leika ein vinardyst fyri Liktinstein. Heldur ei íslendski Chelsea- áleyparin, Eiður Smári Guðjohnsen, ið skoraði fyri land sítt ímóti Andorra sama kvøldið. Størsta stjørna okkara, Todi Jónsson, var ikki at finna millum teir leikarar- nar, ið umboðaðu Føroyar í dystinum ímóti Liktinstein - tíverri fyri Jón Róa Jacob- sen, Hjalgrím Elttør og hin- ar ungar leikarar, ið kundu fingið so nógv búrturúr av at vera saman við einum spælara úr serflokki, ið allir dreingir, ið sparka bólt her heima, síggja upp til. Sum skiltist á Henriki Larsen, landsliðvenjaran- um í útvarpssamrøðuni við Suna Merkistein, kunnu vit neyvan rokna við nakrari afturkomu hjá Toda til fyrsta dystin í komandi undankapping - ímóti Skot- landi á Svangaskarði. Vit vita jú øll - tað er sjálvboðið at leika fyri land sítt. Tað kemur onkuntíð fyri, at onkur leikari tekur avgerð at gevast á landsliði sínum - av einari ella aðrari orsøk. Hetta er ein erlig støða, sum eingin kann lastast fyri. Men í Todasa’ føri er alt eitt sindur øðr- vísi. Hann hevur jú ongan- tíð meldað út - ikki alment í hvussu er - at hann var givin á føroyska landsliðn- um. Tað einasta, sum vit higartil hava fingið at vita frá Toda, er tað, at hann gav avboð til teir írestandi dyst- irnar í HM-2002 undan- kappingini. Tann kappingin er langt síðani farin aftur um bak. Leygardagin næst- komandi fara føroyingar undir eina nýggja kapping. Men Todi er ikki at finna á landsliðnum, hóast hann javnan leikar og skorar fyri FCK, tað vil siga, hann er hvørki skaddur ella er í ringari venjingarstøðu. Er hann so givin á landsliðn- um ella ikki? Er hann givin, so skal hann siga Føroya fólki frá hesum beiska sannleikanum. Er Todi ikki givin, so eigur hann at vera tøkur til landsdystin ímóti Skotlandi, eins og til hinar dystir í bólkinum, tá ið hann er skaðafríur. Hetta hoyrir ikki heima á nøkrum landsliði í verðini, at frískir leikarar (og ikki venjarar) sjálvir gera av, um teir eru við næstu ferð ella ikki, og taka ein landsdyst á gangi. Antin ert tú fullkomin part- ur av liðnum, ella ert tú als ikki við. Hvat skuldu vit hildið, um Todi knappliga segði: “Veitst tú hvat, ímóti Týsklandi vil eg gjárna spæla, men til Litava fari eg ikki - bangin fyri at gerast skaddur”. Tað hevði ikki undrað meg, at Todi fór at leika ímóti júst Týsklandi. Vónandi er hetta ein av- bjóðing hjá honum. Størri enn tær í Slovakia í 1996, Bosnia í 1998, ella Sveits í 2000, sum Todi bar seg undan at leika ímóti, hóast skaðafríur. Eg haldi stóra trupulleik- an hjá Toda vera tann, at ambitiónsstøði hjá honum í fótbólti ikki er í nánd við leikarastøði. Todi er ein sjáldsama evnaríkur spæl- ari. Hann hevði kunnað leikt fyri so at siga eitt og hvørt felag í Evropa. Men tað sær út, sum at Todi trív- ist stak væl í Keypmanna- havn, har hann hevur bú- leikast í skjótt tíggju ár. Eg ivist sera nógv, um Todi yvirhøvur vil røkka nakað longri, sum yrkisleikari. Hann er 30, etableraður niðri, fær góða løn frá ar- beiðsgevara sínum í FCK. Hví skal hann fara nakra aðrastaðni, har alt er hon- um nýtt og ókent? Veruleikin er annars tann, at 95% av teimum uttanfyri Danska kongaríkið, sum nakrantíð hava hoyrt navnið “Todi Jónsson”, fara at seta hann í samband við før- oyska landsliðið, og als ikki FCK ella nakað annað fel- ag, ið Todi hevur umboðað. Tað kann gott vera, at FCK ljóðar av nøkrum í oyrum á einum føroyingi. Men vita tey í Italia, Onglandi, Russ- landi ella Spania nakað sum helst um FCK? Eitt felag úr einari anonymari landskapping, ið ein ikki sær til dagligt á sjónvarps- skýggja? Føroyingar fara at minn- ast Toda Jónsson fyri teir 43 dystirnar og tey 9 málini á landsliðnum. Málini til 2- 1 ímóti Russlandi, til 1-1 ímóti Spania, sigursperlan niðri á Malta verða ongan- tíð gloymd her heima. Men hvør fer at minnast um nakrar mánaðir, at Todi skoraði ímóti Lokomotiv Tbilisi, Køge, ella FC Mid- jylland? Føroyar missa sera nógv við ikki at hava Toda á landsliðnum. Men tann, ið missir mest av øllum, er Todi sjálvur. Hann setur eitt sjálvboðið leikbann á seg sjálvan, ístaðin fyri at tráa eftir nýggjum og sera spennandi avbjóðingum á fótbóltsvølli. Tað nyttar lítið at siga “Kanska komi eg aftur einaferð”. Vit hava ikki brúk fyri einum 40 ára gomlum manni á landsliðn- um. Føroyar hava brúk fyri Toda her og nú. Tí meini eg, at Todi eigur at melda út - ongantíð ov skjótt - um hann er fyrrverandi ella virkandi landsliðsleikari. Er hann givin, so skal hann boða okkum frá hesum, og vit fara víðari og rokna ikki við Toda meira. Er hann virkin, so kemur hann heim at leika ímóti skotum. Nú- verandi støðan er pínlig fyri okkum, ið fylgja og halda við føroyska landsliðnum. Hetta eigur besti fótbólts- leikari, ið hendan tjóðin nakrantið hevur fostrað, at skilja. Hevur hann virðing fyri okkum áskoðarum, tekur hann hetta til eftirtektar. Ver nú erligur, Todi. Tú veitst - vit bíða eftir tær í Føroyum. Todi Jónsson: Spennandi avbjóðingar ella sjálvboðið leikbann? – ynski eg, at gjaldið verður sum um Brúnna við Streymin: Marjus Dam, løgtingsmaður Fyrstu ferð koyrandi var ímillum oyggjar var, tá brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu - uttan bumm- pening. 26 nov í ár kann so fyri aðru fer koyrast ímill- um oyggjar, nevniliga til og frá Vágunum - við bumm- peningi?. Vit gleðast um, at koyrandi verður. Men ... hvat fer tað at kosta? Er tað rætt at gjald- ast skal her?. Hví skal gjaldast her, tá onki skal gjaldast um Streymin. Fíggjarliga er støðan batn- að nógv síðan 1998-99 tá uppskotið varð samtykt. Vit hava nú ráð at gjalda tunn- ilin. Og tí er ikki neyðugt at krevja bummpening. Men hóast argumenterast kann fyri og ímóti, so kann ikki góðtakast, at nú minni enn tríggir mánaðar eru eftir, so veit enn ongin, um prís- legu og avsláttarskipanir fyri fólk, bilar, vørubilar, lastbilar og trailarar, um Vágatunnilin. Onki politiskt kjak hevur verið um prís og príspolitikk, hvørki um Vestmannasund ella onnur sund. Og júst hesi viðurskiftir eru politikkur, so tað stendur eftir. Tað er ódámligt, at hetta verður hildið loyniligt, til tað verður smoygt niður ivir høvdi á brúkaranum. Seinastu árini hevur t.d. Sambandsflokkurin lagt upp- skot um at lækka ferða- seðlaprís á Suðurloyarleiðini til støði aðrar staðir. Sam- gongan (núsitandi, undan- tikið Jenis) atkvøddu nei, við tí grundgeving, at "SL var við at gera eitt uppskot til ein nýggjan prísbygnað". Hóast long tíð er liðin, so er prísbygnaðurin enn tann sami - og alt ov høgur. Sjálvur eri eg av tí hugsan, at tað er ein politiskur spurn- ingur, hvør prísbygnaðurin skal verða við okkara Strandferðsluskipum. Somuleiðis er tað ein politiskur spurningur, hvør kostnaðurin skal verða um Vestmannasund. Tí um t.d. 20 milliónir politiskt vórðu játtaðar í 4 -5 ár afturat nú- verandi, so var óneyðugt við bummpeningagjaldi. Og ikki er tað nógv at játta afturat, av 8 milliardum í BTÚ. Eysturoyggin og Streymoyggin eru ein oyggj. Hví ikki gera allar Føroyar til eina oyggj við at taka firðir og sund uppí landsvegakervið. Eg fari at seta B. Djur- holmi fyrispurning um hesi viðurskiftir, serliga viðvíkj- andi gjaldinum um Vága- tunnilin. Sjálvur vildi eg ynskt, at gjaldi er tað sama sum um brúnna við Streymin. Um 89 dagar kl 11 TÍÐINDASKRIV SMS Fyrr í manaðinum skipaði SMS fyri einari tekni- kapping. Talan var um eina teknikapping, ið skuldi hjálpa teimum í SMS at finna fram til sniðið á heilt serliga føðingardagsposan- um, ið verður gjørdur í sambandi við 25 ára føð- ingardagin 2. novembur í ár. Frammanundan var avgjørt, at posarnir skulu ímynda eitthvørt, ið hevur við ávíkavist SMS og føðingar- dagar at gera. Longu nú eru nógvar tekningar innkomn- ar; sjálvt um freistin at senda inn, var eitt sindur knøpp. Men nú er avgjørt at leingja freistina til mána- dagin 2 septembur. Hetta er fyri at eisini skúlabørnini, og kanska enntá skúla- flokkarnir eisini skulu hava ein møguleika at senda eina tekning inn. Mannagongdin er tann sama sum fyrr, tá ið jóla- posarnir í SMS á hvørjum ári skuldu finnast. Ein dómsnevnd, ið hvørki veit navn ella búðstað á inn- sendarunum, avger, hvørjir vinnararnir verða. Evsta mark at senda eina tekning inn, verður sum sagt 2. septembur Og tað eru ikki smávegis av vinn- ingum at heinta, um tú luttekur í teknikappingini hjá SMS. Vinnarin fær sjálvandi høvi at kalla seg “Posa- sniðgevari”, men harum- framt vinnur hann eisini eina Playstation2 frá 3´ar- anum í SMS. Og helt upp til nummar 10 eru smærri vinnigar at heinta frá handl- unum í SMS. Um tú hevur hug at luttaka í teknikappingini, er framferðarhátturin soleiðis: Tekningin skal verða á einum A4 pappíri. Tekningin skal verða í góðum standi, og skal tí sendast okkum í einum A4- brævbjálva. Navnið á inn- sendaranum skal ikki skrivast á sjálva tekningina, men leggjast í ein bræv- bjálva fyri seg. Brævbjálvi skal sendast til: SMF, Postrúm 1059, 110 Tórshavn. Og sum sagt: tekningar skulu verða teimum í SMS í hendi innan 3. august 2002. Teknikappingin í SMS heldur fram C M Y K 11 10