Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-04-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 6. apríl 1982 Venjingarlega á Kambsdali: Video, ludo og fótbóltsvenjing B36 skipaði síðsta vikuskifti fyri venjingarlegu á Kambsdali. Hovuðsdenturin var lagdur á ta sosialu samveruna, og so kom sjálv venjingin í aðru rød Síðsta vikuskifti skipaði B36 fyri venjingarlegu á Kambsdali. Tilsamans vóru 33 luttakarar úr dreingjadeildini hjá fel- agnum — íroknað leiðarar- nar. Ætlanin var eisini at unglingarnir skuldu vera við, men av tí at tað ikki lá fyri hjá teimum hetta vikuskifti, var teirra lega utsett. Sosialurin hitti ein av leiðarunum, Anfinn Dani- elsen, sunnukveldið, tá legan var enda. Anfinn greiðir okkum frá, at teir fóru úr Havn fríggjakveldið við Trónda, og síðani við bilum til Kambsdals. Tað kveldið var tó einki gjert við nakra venjing. Tá teir vóru komnir til høldar, hugnaðu teir sær við m.a. videofilmum, sum teir hevdu við sær. Har var hugt eftir bæði fótbólts- filmum og eðrum undir- haldsfilmum. Venjingardystir Leygarmorgunin var farið tíðliga upp. Fyrrapartin vóru teir í Runavík, har m.a. ein venjingardystur var leiktur. Dysturin var ímillum NSI og B36 á, og henda dystin vann NSI 2—1, eftir at hálvleik- steðan var 2—0 til runa- víkingar. Aftan á degurða var aftur ein venjingardystur leiktur. Hesin var leiktur í Gøtu, og var ímillum LÍF og B36 b. Lorvikingar vunnu dystin 4—2 eftir javnleik 2—2 í hálvleik- inum. Um kveldið var skipað fyri ymsum undirhaldi, so sum spurnarkappingum o.t. Eisini fingu tveir leik- arar handað teknikkmerk ir fyri royndina, sum var hildin í december mánað í tjør Etlanin var eisini at hava náttarvenjing, henda var avlýst. Í staðin var farið ein túr inn til Fuglafjarðar leygarkvold ið. men Útferð Arla sunnumorgunin var farið ein túr til gongu. Æt- lanin var at fara niðan á Kamb, men so langt var tó ikki farið Seinnapartin vóru tveir venjingardystir leiktir í Fuglafirði. Annar var ímillum ÍF a og B36a, sum B36 vann 4—1 eftir 2—0 í hálvleikinum. Hin var ímillum ÍFb og B36b, og vunnu fuglfirðingar henda dystin 3—1 eftir 2—0 í hál- vleikinum. Kl. 4 seinnapartin sunnudagin var farid aftur til Kambsdals, og sidani var farid at pakka og gera seg til at fara aftur til Havnar. Væl nøgdir Hvussu eru tit nøgdir vid hesa leguna? — Vit kunnu ikki siga annað enn, at vit eru væl nøgdir, sigur Anfinn Danielsen. — Dystirnir vóru ikki so galnir, og vit fingu tað burtur úr, sum vit ætlaðu. Hvat var endamálið vid leguni? — Hevuðsendamálið við leguni var at samla liðini áðrenn kappingina, so- leiðis at teir koma at læra hvenn annan betri at kenna, og samanhaldið gerst betri. Undir venjing- unum koma og fara spæl- ararnir beint áðrenn og aftan á dystirnar, so at teir síggjast ikki so nógv uttan fyri vøllin. — So var tað sjálvandi eisini tann leikligi part- urin av leguni. Vit leiktu fleiri venjingardystir, og royndu harvið at spæla liðið saman. Men samanumtikið var tað fremsta tann sosi- ala síðan, sum var tíkin við, men sjálvandi var tað ítróttarliga heldur ikki gloymt Á Kambsdali ella á Sandi á hesi leguni men Ðnjaá teimum lá ikki fyri at fara Istadin er ætlanin at skipa fyri einari serstakari legu fyri teir. Henda lega verður antin á Kambsdali ella á Sandi Nær hon verður, er ikki fastlagt enn, men hon verður áðrenn kappingin byrjar, verður sagt 17. og 18. apríl verður aftur ein lega á Kambs- dali. Tá verða tað tey yngru liðini, sum skulu á venjingarlegu. Tilsamans umleið 80 pinkulingar, piltar og smádreingir hava teknað seg til hesa leguna, sum hevur somu skrá sum tann, ið var síðsta viku- skifti. Annars skoytir Anfinn upp í, at hini feløgini i Eysturoynni hjálptu væl til at gera leguna hjá teimum so góða sum meguligt. Tey vóru ógvu- liga hjålpsom at læna teimum vellir og dómarar umframt aðra hjálp. Hver luttakari rindar 35 kr. fyri leguna, men tað er ikki nóg mikið at rindað útreiðslurnar. Ein tílík lega kostar umleið 4—5.000 kr., men B36 er so væl fyri, at teir hava eitt áhugafelag, sum rindar restina av kost- naðinum av leguni. Flogbóltslandsdystir Foroyar leika tríggjar dystir móti Íslandi Føroya leika í hesum degum tríggjar kvinnu- og tríggjar | mansunglinga- landsdystir i flogbólti móti Íslandi. Fyrstu dystirnir vórðu leiktir á Selfossi í gjár, men ikki eydnaðist okkum at frætta úrslitini áðrenn blaðið fór til prentingar. Í kveld verður leikt á Akra- nesi meðan liðini leika í Reykjavík í morgin. Hetta er á eðrum sinni at mansunglingalandslið- ini hjá Íslandi = og Feroyum leika landsdyst. Fyrstu ferð var í 1981, og vunnu Feroyar báðar dystirnar 3—0 tå. Kvinnulandslidini hava leikt 8 landsdystir mót hvørjum ødrum, og hava íslendingar vunnið allar. Munurin hevur verið held- ur stórur, men nevnast kann tó at í 1981, var munurin minnið enn nakrantíð áður, so vónirnar eru — kanska — ikki ferð. Kvinnulandsdystirnir í ár eru ikki við í festu av- taluni um landsdystir um Føroyar og Ísland hava gjørt og sum rekkur fram til 1985. Kvinnulandsdystirnir eru ein liður í fyrireiking ini til landsliðið komandi ár, sum skal luttaka í einari millumtjóða kapping, sum verður í Is- landi í samband við at BLI, Blaksamband Is- lands, íslendska flogbólts- sambandið verður 10 ár. tær ringastu hesa Svimjikapping Vågs svimjifelag skipadi fyri svimjikapping i Vågi sunnudagin. Luttakandi feløgini vóru Ægir úr Klaksvík, Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Tveroyrar Svimjifelag og Vågs Svimjifelag. Vinnarar gjørdust 100 m butterfly, dreingir: Johan Muller, VS, I m. 22,2 sek., 100 m ryggcrawl, gentur, bólkur 1: Petra Gardar, Æ, 1 m. 21,3 sek., 100 m rygg- crawl, gentur, bólkur 2: Ella Petersen, Æ, 1 m 35,7 sek., 100 m ryggcrawl, dreingir, bólkur 1: Suni Mortensen, VS, 1 m. 20,5 sek., 100 m ryggcrawl, dreingir, bólkur 2: Heri Mortensen, VS, 1 m. 15,0 sek., 100 m. bringusvimj- ing, gentur, opin bølkur: Petra Gardar, Æ, I m. 29,2 sek., 100 m bringu- svimjing, dreingir, bølkur i: Elmar Oså, Æ, I m. 25,7 sek., 100 m bringu- svimjing, dreingir, bølkur 2: Dånjal Jacobsen, Æ, 1 m. 17,4 sek., 100 m. crawl, gentur, bølkur 1: Petra Gardar, Æ, Í m. 7,1 sek., 100 m crawl, gentur, bólk- ur 2: Ella Petersen, Æ, I 7 k., 100 m crawi, m. 17,5 sek dreingir, bólkur 1: Martin Venned, Æ, I m. 7,8 sek., 100 m. dreingir, bólkur 2: Heri Mortensen, VS, I m. 1,2 sek., 100 m medley, gentur, opin bólk ur: Petra Gardar, Æ, I m 19,9 sek., 100 m. medlev, dreingir, bólkur 1: Elmar Ósá, Æ, 1 m. 19,3 sek., 100 m. medley, dreingir, bólk- ur 2: Heri Mortensen, VS, Í m. 16,5 sek., 200 m ryggcrawl, gentur, bólkur 1: Eydna Joensen, VS, 3 m. 26 sek., 200 m. bringu- svimjing, gentur. bólkur 1: Turid Weihe, HS, 3 m 34 sek. 200 m. crawl, dreingir, bólkur 2: Her Mortensen, VS, 4 x 50 i stafett, dreingir: Ægi m. 15 sek 100 crawl, vimjing: 1. Jon Hesto AGF, 1 m Mortensen, I m 0,6 sek., 2. H 10 sek Simun Oså, I m. 10,1 sek Uni sek Petersen, 1 m. 10,6