Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-04-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jon Hestoy: Ynskir at umboðað Føroyar í heims- meistarakappingunum Jon Hestoy hevur nú avgjørt at hann vil — um hetta verður møguligt — umboðað Føroyar í HM-kappingunum Næstu ferð tá kappast verður um heimsmeistaraheit- ini í svimjing, er meguleiki fyri at føroyska Merkið kemur at veitra millum øll hini tjóð- arfløggini. Jon Føroyski svimjarin Hestoy, id er busitandi i Århus og har svimur fyri felagið AGF, hevur nú gjørt av, at hann vil um- boðað Feroyar í kapping- unum um HM — um Svimjisamband Feroya vil hetta. Kappingarnar um heimsmeistaraheitini ver- ða í Equador seinast í juli mánað. Um tað mundi tá Jon Hestoy vann tvey donsk meistaraheitið og sam- stundis setti trý donsk met, varð talan um at Jon meguliga skuldi umboðað Feroyar í kappingunum í Equador, men varð tá sagt av Kai Holm, for- manni í danska svimji- sambandinum, at hetta møguliga kom at orskaa, at Jon ikki fekk loyvi at luttaka í kappingum um DM meira og als ikki loyvi at luttaka á nekrum donskum svimjilandsliði, men at meguleikar tó vóru fyri at fáa undantaksloyvi frå DIF — Dansk Idræts- Forbund. Hetta vóru harðir kostir hjá Jon, tí um hann ikki fekk undantaksloyvi, og so luttók fyri Føroyar, vildi hetta merkja, at hann aftaná HM einki hevði at venja til — hann slapp jú ikki at luttaka í DM-kappingunum. Men nú hevur tað víst seg at tað er komin onkur misskiljing í. Onki skuldi verið til hin- durs fyri at Jon kann luttaka i DM- kappingunum fyri felag sitt sjålvt um hann um- bodar Føroyar. Men um Jon verður út- tikin til danskt landslið aftur, so verður neyðugt at fáa undantaksloyvi frá altjóða svimjisambond- Nr. 28 — 6. apríl 1982 unum FINA og LEN, sum bæði Svimjisamband Foroya og danska svimji- sambandi eru limir í. Nú hevur Jon so gjørt av, at hann vil umboðað Føroyar í kappingunum i Equador — og Svimjisam- bandið ynskir tað, og dylir Jon ikki, at hansara stóri dreymur er at sleppa at umboðað Feroyar í olym- pisku summarleikunum í Los Angeles í 1984. Ætlar at seta heimsmet inn- an svimjing Jon Hestoy ætlar nu at seta heimsmet innan svimjing — hann ætlar at svimja i 24 timar út í eitt Jon Hestoy hevur stórar ætlanir um at seta heimsmet. Seinast, tá Jon varð settur í samband við nakað, ið líktist einum heimsmeti, var tá hann varð kendur um alt Danmark sum tann átufreki unglingin, ið megnaði at eta 50 »nek- arakyss< uppá 10 min. Um talan var at eta tey ella kroysta tey niður í seg lata við tó verða ósagt. Men nú er ætlan hans- ara um at seta heimsmet meira álvarsom — hóast hon kanska eisini kann tykjast mongum heldur login. Hesa ferð ætlar Jon at seta met innan svimj- ing. Jon hevur jú fleiri ferðir sett donsk met í ymsum svimjigreinum, t.d. butterfly, crawl og medley, men hesi strekki, ið hann tá hevur svomið, hava tó oll verið rættuliga stutt longst 1500 m crawl. Men nú vil hann seta heimsmet í 24-tíma svimj- ing. Heimsmetið, ið varð einum fronskum 1978, er 87,5 sett av svimjara í km. og er ætlanin hjá Jon at sláa hetta met við umleið 8,5 km. Tað vil siga, at Jon ætlar at svimja 96 km. uppá teir 24 tímarnar. Royndin at seta heims- metið verður væntandi í Árhus seinast í mei mánað, og greiður Jon frá, at honum verður loyvt at hvíla seg fimm min. hvønn tíma. — »Frammanundan metroyndini hava vit gjørt av, hvussu eg skal svimja«, sigur Jon. »Ætlanin er, at eg skal svimja javnt og roligt alla tíðina og royna at svimja í meðan umleið fýra km. hvønn tima«. — „Meðan eg svimji verið eg undir stødugum læknaeftirliti, so at einki óhapp skal henda, og hava vit frammanundan rokna út hvussu flótandi evni eg skal drekka meðan eg svimji, hvussu nógva nógv glucose o.a. eg skal hava fyri at dekka ta »vesku«, id eg missi« sigur Jon Spennandi verdur nu at síggja um hesin ungi ítróttamaðurin, ið hevur umboðað føroyska ítrótt á besa hátt, eisini fer at fáa eitt heimsmet ifturat teimum donsku fø oysku ið hí anundan hevur Fidindabladid SOSI ALURIN vnskir Jon góða eydnu ø enma ítróttarklæðir ÍTRÓTTARÚTGERÐ Bokjarabrekka TIf. 129 38