Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-04-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 17. apríl 1982 tekningina gjørdi Valdemar Dalsgaard helt fram, hon snúði seg nú um út- grevstrar á Gotlandi, um tað frísiska málið, um Linear B. Men onkursvegna, á onkran ógvuliga subtilan hátt, var sam- spælið í stovuni broytt. Orð, bros og eygnakøst førkadu seg frá menniskja til menniskja eftir kakuskálunum, har stór mánagosop nú talaðu sítt týðiliga mál um bakikynstrið í húsinum. Men eingin hypotenusa endaði hjá mær. Og royndi eg at tekna eina, var eingin móttakari til hennara. Eg var, á ein hátt, eg ikki uppdagaði beinan vegin, settur út um samspælið í stovuni. Royndi eg at siga okkurt, var tað, sum talaði eg út í tóman heim. Henda steðan ávirkaði meg reint kropsliga. Eg kendi tað, sum eg lætnaði. Til endans kendi eg meg lættan sum eina fjødur og — ósjónligan. Eg sat milum heimsins blíðastu og mest hevisku og prátingarsomu fólk og kendi tað, sum var eg ikki til. Av tí at mín leikpartur nú var áhoyra- rans og áskoðarans, fór eg aftur at eyg- leiða Aymée. Hon sýntist ikki at hava ansað eftir teimum ósjónligu skuggum, sum eitt bil hevdu sveimað yvir stovuni. Hon luttók, við einum kunnleika og einum ídni, ið vóru henni til heiðurs, í samreðuni. Mín vitan um kosmetikk og hárfríðkan er ógvuliga avmarkað. Kor- tini sat eg og gjørdi nakrar broytingar í frisurini og útsjóndini hjá Aymée, og fram í mínum huga steig ein onnur Aymée, við longum, leysum purlum og klárum, ómóðum eygum og eitt sindur av reyðum á kjálkunum, og knappliga varnaðist eg, at hetta var ikki nekur dreymamynd, hetta var ikki ein hvervi- sjón, hetta var tann gentan, eg hevði hitt á eini veitslu ta triðju ferðina, eg var heima og ferðaðist, og vit vóru tá bæði 25, og tá ið tónleikurin fór at brúsa, og eg bað Aymée upp at dansa, ansaði eg eftir, at hon enn hevði floyaleygu og kyk- silvurmál, og vit hvurvu inn í ein myrkan krók, og hvussu kann eg nakrantíð gloyma orðini í hátalaranum...deine Heimat ist das Meer, deine Freunde sind die Sterne, úber Rio und Shanghai, úber Bali und Hawai...? Eg vaknaði upp úr mínum dreymum, tá ið Petrina fastir helt fyri við Aymée, við eini redd, ið gnaddaði móti mínum sansum, sum ein gaffil, ið gleppir eftir einum tallerki — Hevur tú nú aftur fingið høvudpinu, Aymée? Eg hugdi at Aymée. Hon sat netupp tá og toygdi seg, lurtandi, yvir ímóti harra Persson. Sjóðið var nógv beint tá, og hon hevði lyndi til líkasum at kroysta sítt vakra andlit fyri at fáa fatur á tí, sum harra Persson segði. Varrarnar á henni sýntust mær at vera tynri, enn tær plagdu. Og í pannuni sóust tvær foyrur, sum gingu vinkulrætt inn á hverja aðra og mettust beint yvir eygnabrúnum. — Tað bilar ikki, segði Aymée, tað fer nokk at javna seg. Í hesi letu royndi ein rødd aftur at fáa orðið í mær, men tað var til fánýtis, og tað var bara eg, sum hoyrdi neyðarrópið: Aymée, Aymée, tak teg saman, áðrenn tað er ov seint, ger uppreistur, bið tey halda kjaft, endavend borðinum, sprong húsini í luftina... —...tað er nakað, eg fái viðhvert, tað plagar at javna seg, eg fari inn í kamarið og leggi meg eina letu Og Aymée hvarv inn i kamarið. Borðhaldið var av. Stundin var komin til sigarirnar og kortini. Konufólkini fóru inn í eitt annað rúm at spæla kort, og harrarnir settust í hver sín djúpa stól við sigarunum. Tá ið onkuntíð steðgur kom í ta heldur treku samreðuna, hoyrdist ein hugsunarsom murran, hvers upphav var tann stóri ruggistólurin, har harra Persson nú sat og minti um drottin á hásæti sínum. Eg var sitandi so leingi, eg fyri kur- teisis sakir helt tað bera til. Aymée sá eg einki til. Tað var sama veðrið uttanfyri, tá ið eg nakað seinni segði farvæl og slept: mær út gjøgnum dyrnar hjá harra Persson. Myrk skýggj jagstraðu hvert annað eftir himmalhválvinum, tað díkti niður, og treini í urtagarðinum hjá harra Persson sveiggjaðu aftur og fram og ristu slettir av vætu burtur úr sær. Tað var frískligt og svalandi uttanfyri. Eg fekk eitt merkiligt hugskot. 1 staðin fyri at skunda mær heim fór eg ein langan túr. Eg hevði hverki frakka ella húgvu. Eg gekk hattleysur igjøgnum regnið og stormin. Líðandi setti vætan inn at mær, inn igjøgnum klæðini, inn at kroppinum. Eg kom at stiga i ein hyl, og brátt dýggjaði vatnið í skónum. Tað var- di ikki leingi, so hevði eg fingið karm. Ég neyt hesa kensluna at ganga úti í regn- inum og storminum og verða tvigin frá innast til uttast. Spakuliga feldi eg, hvussu tilvitið seyraði inn í kroppin og hugan, samstundis sum kenslan av vekt- loysi líðandi regnaði og vættist burtur úr kroppinum. Nakað seinni fór eg aftur til útlondini. Aymeée havi eg ikki skift orð við síðani. Men fyri stuttum, tá eg var heima í erindum eitt stutt skifti, bar eg eyga við hana. Eg hevði verið og svomið. Tá eg nærkaðist Forngrípasavninum, sá eg tvey fólk koma út haðani og lata portrið væl aftur eftir sær. Eg kom nærri og sá, at tað vóru harra Persson og konan. Longu teir gomlu grikkar..., hoyrdi eg harra Persson siga, við hesi djúpu, monumentalu reddini, og eg hóm- aði ein professoralan peikifingur, lagandi í luftini ein varða av fornfreðiligari vitan, men so kom eitt vindblak og fór avstað við restini av orðum hansara. Frú Persson vendi sær ímóti honum, við lurt- andi eygnabrá, eins og spílaði hon seg út fyri at fáa fatur á øllum, hann segði, og tá Síða 11 sá eg, at tað var ikki frú Persson men Aymée. Hon var í svertum turriklædi, ax sama slag, sum frú Persson plagdi at ganga í, tað tað, hevði gjort, at eg mistók meg. Men kanska var tað eisini nakað annað. Aymée plagdi at hava eitt yndisligt og lidiligt gongulag Nú gekk hon skjótt og mest at kalla takt fast, næstan sum ein sunnudagsskúla helst var sum lærarinna, ið er ov sein í skúlan, ivaleyst var tað neyðugt fyri at kunna fylgja við harra Persson. Eg helt, hon var aftur farin, hvokkin. Harra Persson tosaði vid- ari, og gåvumildar hvirlur bóru orð sum katakomburnar og Cerveteri nidan imoti mær. Eg hevði ikki hug at skifta orð við nakran beint tá, men gekk spakuliga aftan á harra Persson og dóttrini. Ax onkrari legnari grund hefti eg meg knappliga við oyruni á harra Persson Tey stóðu út ur høvdinum á honum, bleik og vælskapt, sum sjálvsteðugir skap- ningar, sum ófatiliga klekkar og varugar antennur. Vakin og varug sum oyrum á einum varðhundi