leygardagur 17. apríl 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Eg orki ikki fyri fornminnissøvnum. Og
heldur ikki fyri stavkirkjum, glyptotek-
um, gomlum borgum, øllum hesum hús-
unum, sum fólk halda tað vera sína
skyldu at vitja av og á, og sum tey gera
langar og dýrar ferðir til onnur lond fyri
at síggja. Eg orki ikki fyri teimum, og eg
geri alt eg kann fyri at sleppa undan at
fara inn í tey.
Hendir tað seg kortini onkuntíð, at eg
noyðist at fara inn í eitt slíkt hús, so ber
tað næstan altíð soleiðis á, at eg endi úti
við eitt vindeyga, starandi við langtan at
einum blomstri, sum veksur í grasinum
uttanfyri, ella at nøkrum børnum, sum
spæla í sólini uttanfyri. Ég fái eina
undarliga kenslu av, at eg gangi og spilli
tíðina burtur. og at eg geri tað av fríum
vilja.
Lat meg beinan vegin skoyta uppí, at
um eg brúki mítt vit, dugi eg ikki at
síggja, hví ein skal hava nakað ímóti
fornum lutum. Tverturímóti. Kunnleiki
til fornar siðmenningar eigur at vera ein
neyðugur partur av tí andiligu útgerðini
hjá nútíðarmenniskjanum.
Men mítt stikni byggir ikki á skila-
góðar grundir. Tað byggir á kenslurnar.
Og viðhvert havi eg roynt at hugsa
um, hver tann kensluligi upprunin til
hetta stikni er.
Ein partur av hesum uppruna sýnist at
vera huldur í einum mjørka, sum
ongantíð lættir.
Men ein part kenni eg.
Ein grund til mína steðu er tann ein-
falda, at harra Persson elskar forn-
minnissevn. Og ikki bara harra Persson,
eisini frú Persson-og versynirnir hjá
harra og frú Persson og breðurnir hjá frú
Persson og systrarnar hjá harra Persson.
Er ein framsýning av fornum lutum latin
upp í býnum, so er harra Persson altíð
fyrsta dagin tann fremsti millum áskoða-
rarnar — harra Persson og húski hansara
og hirð hansara. Ert tú inni hjá harra
Persson, so snýr samreðan seg altíð um
tær kirkjur og tey slott og teir skansar
og tey gravhelli, sum harra og frú Pers-
son hava sæð á sínum ferðum, og um tey
søvn, tey hava vitjað. Og um tær fornu
tjóðir og tær horvnu siðmenningar, sum
hesi sevn og hesi hús siga frá, um pikt-
arar og keltarar, um samnittar og etrus-
karar. Yvirhøvur dámar harra og frú
Persson ógvuliga væl at tosa um tað,
sum farið er.
Mínar kenslur mótvegis fornminnis-
sevnum hava altíð verið rættiliga greið-
ar. Heilt greiðar gjørdust tær ikki fyrr
enn hetta kveldið, eg var í feðingardegi
hjá Aymée.
Aymée er yngsta dóttir harra Persson.
Aymeée og eg hava kenst og verið vinfólk
frá barnsbeini av. Aymée hevði gilt av
vinum tá, í barndóminum og ungdóm-
inum. Men fólk giftast, fáa bern, finna
sær mál at rekka í tilveruni, tíðin tærir
ungdómsins vinarbond.
Eg man hava verið ein av hennara góðu
vinum. Tí nú hon fylti 35, var eg tann
einasti, ið var boðin við.
Ég fór út til harra Persson um áttatíð-
ina. Tað var eitt vindsamt heystkveld.
Regnið oysti niður. Vindurin sang og sús-
aði í trækrúnunum í urtagarðinum hjá
harra Persson og fekk teir ramligu bul-
arnar at sveiggja seigliga aftur og fram.
Eg læt portrið upp og gekk niðan móti
húsunum og fyri vindeyganum sá eg
skuggarnar á harra og frú Persson og
longur inni hómaði eg skuggarnar á
hinum gestunum.
Eg før inn.
Leygardagur 17. april 1982
Nógv ár vóru liðin, síðan eg seinast var
inni hjá harra Persson, og nógv var
broytt síðani tá. Harra Persson og konan
vóru blivin eldri, og somuleiðis breðurnir
hjá frú Persson og systrarnar hjá harra
Persson. Í hárið á Petrinu fastur var
komin ein farri av silvuri, sum gjerdi tað
myndiga arnabráið, ið altíð hevur eyð-
kent hana, sjónskari enn áður. Tær
tríggjar eldru deturnar hjá harra Persson
vóru allar giftar, og versynirnir vóru allir
við í fødingardegnum, úrvaldir menn,
tann fyrsti skipari, tann næsti handils-
maður, hin triði tannlækni. Ein familja í
trivnaði og vekstri. Eitt prýði fyri landið.
Eitt fyridømi fyri fólkið.
Sumt var, ið ikki var broytt inni hjá
harra Persson. Tað hevur altíð eyðkent
samspælið millum harra Persson og um-
verðina, at hansara uppbyggiligu vanar
og mennandi medferð hava rinið við tey
menniskju, ið hava staðið honum næst.
Hetta var ikki broytt. Tú veitst, hvussu
tað er at blaka ein stein út á eitt vatn —
brátt sært tú ringarnar breiða seg sum
smáar drabbur, ið at enda bróta og
skvatla ímóti jarðanum allan vegin runt.
Nú sá eg hesar ringarnar breiða seg inni í
stovuni hjá harra Persson. Harra Pers-
son hevði t.d. til vana at sita í einum stóli
og murra fyri seg sjálvan upp á ein máta,
sum viðhvert kundi minna um fjart
omanlop. Versynirnir høvdu ivaleyst
gáað eftir hesum, tí nú var tað ikki bara
ein, men fýra, sum sótu hver í sínum stóli
og murraðu. Harra Persson hevði ein
annan vana: hann plagdi at ganga og
mala aftur og fram í stovuni, meðan hann
umaftur og umaftur tók um hekuna og sá
ógvuliga hugsunarsamur út. Nú var
hesin vanin margfaldaður, og brátt sóust
fýra menn spáka aftur og fram eftir gólv-
inum, meðan teir struku sær um hekuna
og sóu ógvuliga hugsunarsamir út.
Tað hevði verið skeivt í hesum sam-
bandi ikki at nevnt ein annan vana, sum
harra Persson hevði gróðursett so væl og
virðiliga millum tað yngra ættarliðið, at
sjálvt eg hevði ansað eftir honum tað
stutta skiftið, eg hesu ferð var heima.
Hesin sidurin hevði samband við
ferðirnar til handils hjá harra Persson og
konuni. Tá ið hjunini høvdu verið og
keypt, kom frú Persson altíð fyrst út úr
handlinum, berandi ein tungan posa í
hverjari hond, bogin eitt sindur framá av
vektini. Aftaná kom harra Persson, rank-
ur og hábærsligur, við leysum hondum,
hann minti mest um ein general, starandi
beint frameftir, sum rak hann hundrað-
tals ósæddar hermenn undan sær. Henda
sjónin var vanlig í býnum, cg fólk tóku
til, hvussu bæriligur og lættgongdur
harra Persson var hóast aldurin: Eisini
hesin vanin hjá harra Persson bar frukt.
Tað vardi ikki leingi, so sóust versynirnir
hjá harra Persson koma út úr handlum á
sama hátt, lættgongdir og stimaligir,
rekandi tær meira tungfettu konurnar
undan sær.
Tað bar so á, at eg kom at sita millum
tvær av fastrunum hjá Aymée. Sjálv sat
hon hinumegin borðið, á skák yvir av
mær. Meðan sjokulåtan varð skonkt og
eitt fat fyri og annað eftir av kakum
borið inn, sat eg og eygleiddi hana. Sum
eg sat og hugdi at henni, rann eitt minni
fram fyri meg. Eg kom at hugsa um eitt
orð. sum Aymée heyði lært meg einaferð
tíðliga í barndóminum.
. Orðið var bládýpi. Eg gloymi tað
ongantíð, hvussu hon stóð og peikaði, fús
og tíðindafróð, niður í ein djúpan hyl í
eini á, sum ein fossur rann niður í. Hatta
er blådypi, segði hon, har er eingin botn-
ur. Eg hugdi niður í tað myrka, blágrena
dýpið og øtadist, kundi tað veruliga vera
satt? Hetta lítla minnið rann fram fyri
meg, onkursvegna segði tað mær alt um
Aymée, hennara hugflog, hennara stutt-
ligu hugskot, hvussu hon altíð var drigin
at tí litfagra og øviliga. Og nú sat eg her
og eygleiddi hana og undraðist á, hvussu
menniskju kunnu skifta persón alt eftir
umsteðunum. Harra Persson segði
okkurt um etruskararnar, og Aymée kom
við einum skilagóðum uppískoyti til tað,
sum hann segði. Harra Persson umreddi
útgrevstrarnar í Paestum, og Aymée
skoytti eina fótnotu uppí, sum týðiliga
vísti, at hon hevði ein meira enn bara
grunnan kunnleika til hetta evnið.
Meðan eg sat og lurtaði eftir teimum,
kom eg knappliga at hugsa um, hvussu
tú vidhvørt, tá id tú sært ung fólk í sam-
rødu við eldri fólk, upp á ein máta, sum
ger teg syrgnan, kann síggja tey líkasum
bregða seg í gamlamannaham, av einum
slag av misfataðum samhuga begynna at
brúka hetta tunga og álvarsama og suff-
andi tosingarlagið hjá teimum eldru,
leggja á sínar ungu herðar vektina av
lívsroyndum, sum ikki eru teirra. Og eina
ferð enn var eg burtur í eðrum heimi,
tjaldið út ímóti sjokulåtakannuni og
teimum rokaðu kakuskálunum varð drig-
ið fyri, og eg mintist ta fyrstu ferðina, eg
hevði fylgt Aymée heim aftaná dansin,
hvussu vit stóðu og prátaðu uttan fyri
tann høga garðin rundan um húsini hjá
harra Persson, tann glaða láturin, ta kátu
sjarmuna, tey vekru eyguni (við hesum
lívshækkandi dreymabránum, sum eg
ikki hevði ansað eftir fyrr enn hetta
kvøldid), og eg mintist, hvussu eg segði
við hana, áðrenn vit skiltust (eg heyði
ætlað at sloppið við inn, men tað varð av
ongum, eingin slapp nakrantíð inn við
Aymée): Aymée, Aymée, tú mást fara
burtur, tú mást ríva teg leysa, og hvussu
hon svaraði, við einum kátum treysti í
røddini, sum eingin ávaring beit á: Hvi
skal eg tað? Tey hava brúk fyri mær her.
Far tú burtur, um tú vilt...
Vit vóru tá bæði átjan ár. Aymée fór
ongan veg. Men eg gjørdi eftir boðum
hennara. Eg flutti burtur í onnur lond.
Eg fekk mær eina útbúgving, sum gjørdi,
at eg flutti uppaftur longur burtur. Ég
var burturi í nógv ár...
Fortíðin kámaðist burtur, og eg rakn-
aði við. og eg var mitt í nútíðini, og
rundan um meg surraði og suðaði av lov-
orðum um sjokolåtuna og kaffið og boll-
arnar og góðaráðini og kokusmakrón-
urnar og lagkakurnar, sum alt varð borið
inn, til næstan roki var á borðinum.
— Tey eru praktfull! segði Petrina
fastir um góðaráðini.
— Praktfull! tóku ell hini uppaftur.
Prátið helt fram. Men tá ið vit høvdu
sitið eina góða løtu, hendi eitt lítið óhapp.
Eitt misljóð kom í, sum — lat meg
skunda mær at siga tað — var av einum
slag, sum var heilt óvaniligt inni hjá harra
Persson. Harra Persson er, sum eg iva-
leyst havi nevnt, politikari. Men ert tú
inni hjá harra Persson, tosar hann at
kalla ongantíð um politikk. Harra
Persson er ein heviskur maður og dugir
væl at halda seg frá teimum evnum, sum
kunnu skammfila eina samveru, sum
ósemja, enntá klandur, kann standast av.
Samstundis er harra Persson ein ment-
aður og upplýstur maður, og tað er ein
frøi at hoyra, hvussu nógv rúmast innan
fyri hansara sjónarring — skald-
skapur, list, nýggir orkumeguleikar,
,
stuttsøga eftir Hanus Andreassen Aymee
fornfrødi, hetta eru bara nøkur av
teimum evnum, sum harra Persson å sin
serliga sakliga hått og vid sinum serliga
kunnleika tekur upp å samkomum og fød-
ingardøgum. Eisini dugir harra Persson
til lítar hetta sjåldsama kynstrið at tosa
við hvønn einstakan um tað evnid, sum
viðkomandi hevur áhuga fyri. Men hetta
kveldið hendi tað óhepna, at harra
Persson í sínum práti kom at sneiða tætt
fram við sínum politiska virki. Tað er
umráðandi fyri meg at undirstrika eina
ferð enn, at hetta var av tilvild og eitt
óhapp. Harra Persson hevði á orði eina so
frálíka grein, sum hevði staðið í floks-
blaði hansara, og hann tók til tann dygga
blaðstjóran, ið flokkurin hevði. Her
meinti hann sjálvandi við harra Kúhl,
sum í tríati ár hevur stjórnað floksblaðn-
um hjá harra Persson, og sum, tá hann
klokkan átta á morgni stundisliga fer
eftir torginum, mest minnir um ein bleik-
an dýpisfisk, sum av óvart er vilstur út í
sólina, og sum roynir at skunda sær alt
hann er mentur inn aftur í myrkrið.
— Hann er ein fongur fyri okkara flokk,
segði harra Persson. Hann hevði hondina
á lofti í somu letu, og sá nettup tá út,
sum hann plagar, tá hann sum konsul
fyri eitt stórt europeiskt land dekorerar
býarins heiðursmenn við tí serligu gull-
medaljuni. So flenti hann, vælnøgt murr-
andi, sum ein mettur fressur.
— Og fyri okkara fólkaræði, segði skip-
arin.
— Og fyri okkara frælsi, segði handils-
maðurin.
— ein gáva til okkara fólk, segði tann-
læknin.
Tað er óneyðugt at siga, at hjá øllum
trimum versynunum vóru hesi væl valdu
orðini fylgd av einum vælnøgt murrandi
látri.
Og nú fingu kvinnurnar orðið.
— Handa greinin í gjár var virkiliga
praktfull! segði Petrina fastir.
— Praktfull! tóku systrar hennara upp-
aftur.
Evnið hevði ikki mín serliga áhuga.
Men tað er okkurt við eini rúgvu av full-
samt málamiklum menniskjum, ið vekir
ein lítlan uppreistrarmann til lívs í mær.
sum annars altíð er væl krógvaður. At
lata hann fáa orðið í hesi letu, tað var eitt
stórt mistak av mær. Ég átti at vitað, at
tey flestu menniskju fegin vilja síggja
seg sjálv sum einstaklingar, hver við síni
serligu markantu lívssjón. Tá ið nógv
fólk eru samd, skammast tey innast inni
og hata hann, ið avdúkar teirra anlits-
loysi.
— Eg eri ósamdur, segði eg, lágmælt,
men heilt týðiliga. So segði eg, hví er var
ósamdur.
Eg fekk einki svar. Men eg merkti, at
eg hevði gjørt eitt stórt mistak. Fólk
hugdu at mær, eitt sindur ovfarin. Harra
Persson murraði, og eg helt meg hoyra
tað fjara omanlopið nærkast. Petrina
fastir hugdi at mær við sínum silvur-
dæmda arnabrái, og eg visti tá, hvussu
tað mundi kennast hjá einum sjúkahjálp-
ara at koma fyri hennara dóm, tí tú hevði
reitt eina song skeivt upp.
Fólk skiftu evni, og eina letu seinni
tóktist alt at vera samljóð og semja.
Men so líðandi feldi eg, at okkurt var
broytt inni í stovuni.
Broytingin var ikki stór. Alt sýntist at
vera við sama lag sum fyrr. Ljóðini í
stovuni hildu fram. Glintan av koppum
og skálum og skeiðum. Slurkan av kaffi
og sjokolåtu. Bryðjan av góðaráðum og
kokusmakrónum og bollum. Samreðan