Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2002 31 30 Nr. 162 - 27. august 2002 So kom Hoyvíkshøllin Hoyvíkingar hava í nógv ár havt ynski um egna ítróttarhøll, men fleiri ferðir hava hesir ætlanir tó verið av ongum. Eisini hesa ferð hava trupulleik- arnir verið nógvir, men leygardagin varð nýggja høllin endiliga tikin í nýtslu ÍTRÓTTARHØLL Orð: Jákup Mørk Myndir: Álvur Haraldsen Tað var rættur hátíðardám- ur í Hoyvíkini, nú nýggja ítróttarhøllin í býlinginum varð tikin í nýtslu leygar- dagin. Tey 300 sitiplássini á áskoðarbenkrunum vóru væl og virðiliga fullsett, og kring vøllin úti við veggir- nar var eisini fitt av fólki, tá almenna skráin fyri deg- num byrjaði um fýra-tíðina. Eftir at Havnar Hornor- kestur hevði stytt um bíði- løtuna hjá mongu áskoðar- unum, var stundin komin, har røður skuldu haldast. Røðararnir vóru fleiri í tali. Tey bæði býráðsum- boðini, Jan Christiansen og Heðin Mortensen, fegnað- ust báðir um, at høllin nú loksins var vorðin veru- leiki. Eisini hóast teir ásannaðu, at at talan hevði verið um trupulleikar av ymsum slag, síðani fyrsti spakin var stungin fyri hálvum øðrum ári síðani. Ikki minst fegnaðist Jan Christiansen um, at við hesum hevði Hoyvíkin fingið eina veruliga ítrótt- arhøll, og ikki kreppu- losynina, sum var á borði- num fyrst í 90’unum, har millum annað skiftingar- rúm og áskoðarapláss vóru skarvað burturav. Eisini løgdu teir dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at høllin nú er kom- in, áðrenn búsetingin í Hoyvíkshaganum gerst enn størri. Ætlandi verður nevnliga talan um einar 6.000 íbúgvar í hesum partinum av Havnini innan fá ár, og við hølisumstøð- unum, sum vetrarítróttar- greinarnar hava í býnum í dag, er lítið at ivast í, at støðan hevði verið púrasta ótolandi, um høllin ikki kom nú. Vegna H71 helt Høgni Hoydal røðu. Áðrenn hann gjørdist kendur á fyrst sjón- varpsskíggjanum og síðani politiskum høpi, var Høgni ein av drívmegunum aftan fyri hondbóltin í Hoyvíkini. Hann vísti á, at longu tíð- liga í 80’unum var ein bygginevnd sett, og tó at arbeiðið ikki hevur borið ávøkst fyrr enn nú, so fegn- aðist hann um, at tað fram- haldandi vóru at kalla somu fólk, sum við sama eldhuga høvdu virkað fyri høllini, sum nú er veruleiki. Nakað sum eisini skúlastjórin í Hoyvík, Petur Dahl, vísti á í sínari røðu, har hann annars kom við einum hjartasuffi um, at nú mátti tíðin vera komin at byggja ætlaða nýggja skúlan í hoyvíkini, soleiðis at trýstið á verandi skúlan ikki gjørdist ov stórt av stóru tilflytingini. Tóku sjálvir steypið Skúlastjórin hevði annars sjálvur latið steyp til fyrsta dystin, sum varð leiktur í høllini. Her hevði H71 vitjan av KÍF, sum eisini fer at hava nýggju høllina sum sín heimavøll í vetur, og her gjørdist endaliga úrslitið, at hoyvíkingar vunnu dystin við 21 málum móti 19, og soleiðis fingu fatur á fyrsta steypinum, sum leikt varð um í nýggju høllini. Hetta var samstundis eis- ini eitt høvi hjá hondbólts- hugaðum hoyvíkingum at síggja, hvussu liðið hjá teimum fer at síggja út í vetur. Einstakir nýggir leik- arar vóru at síggja, og so sjálvandi eisini nýggi venj- arin, Uni Wardum, sum fyri fyrstu ferð roynir seg sum venjara í bestu deildini. Hvussu hondbóltsárið fer at hilnast, er sjálvandi ilt at meta um, men tað varð so byrjað við einum steypi og nýggjari høll, so í so máta er longu nógv vunnið hjá hoyvíkingum, longu áðrenn kappingin av álvara byrjar. Eftir at ymsu topparnir høvdu flutt fram røðu, høvdu fólk høvi at fáa sær ein kaffimun í skúlagarðinum, og neyvan høvdu fyrireikararnir roknað við so nógvum vitjandi, tí eftir lítlari løtu var neyvan kaffidropin at fáa Ikki minst er tað gleðiligt fyri tey ungu í Hoyvík, at tey nú hava fingið egna høll, og í felagnum ivast tey ikki í, at hetta fer at fáa alstóran týdning fyri ungdómsarbeiðið komandi árini Formaðurin í mentamálanevndini hjá býráðnum, Heðin Mortensen, var eisini millum røðararnar Fullveldismálaráðharrin hevur øll árini verið trúgvur H71-maður, og vegna felagið helt hann røðu, har hann fegnaðist um, at dreymurin hjá felagnum nú var runnin út Brogarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Jan Christiansen, ásannaði, at verkætlanin hevði havt sínar trupulleikar, men hann fegnaðist eins og øll onnur um, at hon nú var veruleiki Tveir av sonnu veteranunum innan føroyskan hondbólt. Jákup Dam og Jákup Símun Simonsen dystast í høllini, sum komandi veturin verður heimavøllur hja´bæði KÍF og H71 Enn hava hoyvíkingar ikki sítt egna hornorkestur, so til hátíðarløtuna leygardagin var tað Havnar Hornorkestur, sum við ymsum løgum stytti um stundirnar hjá mongu áskðarunum Petur Dahl, skúalstjóri Hoyvík, var eins og aðrir hoyvíkingar fegin um høllina, og lat hann eisini steypið, sum dystast varð í í fyrsta dystinum Øll tey 300 áskoðaraplássini vóru væl og virðiliga fullsett, tá høllin varð tikin í nýtslu leygardagin Hóast hann var til arbeiðis hendan dagin, so hevði formaðurin hjá H71, Andras Poulsen, eisini stundir at hyggja framvið, nú høllin varð tikin í nýtslu Tá tað ikki var ein hoyvík- ingur, so mundi tað vera ógvuliga hóskandi, at tað var Regin Petersen, sum skeyt fyrsta málið í nýggju høllini. Regin er nevnliga sonur føroyska hondbóltsbossin, Petur Ova Petersen C M Y K 30