Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2002 29 Todi settur í skuggan Fremsti føroyski spælarin heldur ikki, at tað er serliga huga- ligt, at hann ikki sleppur upp í part, sjálvt um hann í vik- uni frammanundan hevur skorað tvey mál ÚTISETI Jóannes Hansen Í dýrdarveðrinum leygar- dagin vóru fleiri enn 38.200 í Parkini í Keyp- mannahavn, og tey vóru vitni til enn eitt drama mill- um FCK og Brøndby. Mill- um áskoðararnar vóru fleiri føroyingar. Teir vóru fyrst og fremst komnir at síggja Toda Jónsson, men tað var ikki fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki, at Todi slapp av beinkinum og á vøllin. Í bløðunum upp undir vikuskiftið skiltist, at FCK venjarin ætlaði at hava nýggja mannin Jörgen Pers- son og Peter Møller í álopi- num, og at Todi Jónsson og Sibusisu Zuma, sum hevur verið eitt sindur skaddur, skuldu sita á beinkinum, og soleiðis var tað. – Eg vandi ikki við miku- dagin, tí eg var eitt sindur eymur. Tá eg hósdagin aftur vandi, var tað mær skjótt greitt, at eg ikki fór at fáa møguleikan frá dystarbyrj- an, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn. Tað er einki serligt? – Felagið ger nógv burt- urúr, at vit eru fýra álops- spælarar, sum allir kunnu brúkast, men fyri meg sum spælara er tað einki stutt- ligt. Í UEFA Cup dystinum næstsíðsta hósdag skoraði eg tvey mál, og so verði eg eina góða viku seinni settur á beinkin, og útskiftingar- nar vísa, at eg hesa ferð varð roknaður sum fjórði maður, tí Zuma kom á vøll- in, áðrenn eg kom. Fyrrapartin í morgin fer FCK til Georgia, har teir seinnapartin hósdagin skulu royna at spæla seg víðari í Europa Cup kapp- ingini. Fyrra dystin vunnu teir 3–1. Tað var tá, at Todi Jónsson skoraði tvey mál. Tá vit tosaðu við Toda, visti hann ikki, um tað fór at verða pláss fyri honum millum teir fyrstu ellivu hósdagin, men tað man bera illa til at sleppa undan spælaranum, sum í fyrra dystinum skoraði tvey mál. Einki er at ivast í, at FCK fer at dúva upp á kontra møguleikar í Georgia, og í tí spælinum hava teir ikki betri álopsspælarar enn Zuma og Toda. Eftir sigurin á Brøndby segði FCK venjarin, Hans Backe, at hann metir seg at hava fýra klassa álopsspæl- arar, og at hann ætlar at brúka teir allar í heyst. Samstundis legði hann afturat, at hann vónar, at ein ella tveir teirra fara at verða støðugir málskjúttar, og at teir tískil fara at gerast sjálvskrivað val. Leygardagin var Peter Møller sera ágrýtin, og hann skoraði eitt mál. Nýggja keypið hjá svenska venjaranum, Jörgen Pers- son, sum er landsmaður hjá Hans Backe, hevur spælt fimm dystir, og higartil hevur hann púrt einki víst. Men venjarin tykist fram- vegis sinnaður at geva hon- um langar teymar. Zuma í øðini Tað er ikki bara Todi Jóns- son, sum ikki heldur tað vera so ógvuliga hugaligt í FCK akkurát nú. Sibusisu Zuma er í øðini. Hann hev- ur leingi biðið um lønar- hækkan, men felagið hevur ikki ónt honum aftur. Eftir at hann leygardagin hevði skorað sigursmálið ímóti Brøndby, flokkaðust tíð- indamenninir um Zuma, og so nýtti hann høvið at leggja trýst á leiðsluna. – Eg havi í trý ár víst hvør dugur er í mær. Nú havi eg í eina tíð biðið um at fáa ein nýggjan sáttmála og lønarhækkan, men leiðslan letst ikki um vón. Tí verður tað skjótt til tað, at eg fari at gera upp við meg sjálvan og so rými eg, tá sáttmálaskeiðið er lokið, sigur Zuma, sum hevur hálvt annað ár eftir at sátt- málaskeiðnum. Zuma og Todi Jónsson sigast at vera millum teir lægst løntu í FCK. Sátt- málaskeiðið hjá Toda Jóns- son verður runnið á sumri komandi ár. Fyrr í ár varð sagt, at samráðingar um nýggjan sáttmála skuldu vera í summar. Todi Jóns- son sigur, at enn hava ongar samráðingar verið. Todi vil einki siga um, um hann er áhugaður at halda fram í FCK ella ikki. Men um tvey og tvey verða løgd saman, so skal ikki nógv til at ímynda sær, at hann ikki fer at skriva undir, meðan so nógvir eru um boðið í FCK álopinum. At Zuma sunnudagin gav ilt av sær, hevði við sær, at FCK liðformaðurin, Christ- ian Lønstrup, í miðlunum heitti á leiðsluna um at geva Zuma meiri í løn. Hann metti, at suðurafrikanarin væl og virðiliga hevði víst, hvør dugur var í honum. Liðformaðurin hevur enn einki sagt um, hvat hann heldur um lønina hjá Toda. Todi vil einki siga um, um hann er áhugaður at halda fram í FCK ella ikki. Men um tvey og tvey verða løgd saman, so skal ikki nógv til at ímynda sær, at hann ikki fer at skriva undir, meðan so nógvir eru um boðið í FCK álopinum Rosenborg á meistarakós Molde styrkti um sína støðu á triðja plássi- num og harvið um møguleikan at spæla í UEFA Cup kappingini NOREG Jóannes Hansen Í norskum fótbólti er tað, sum tað plagar at vera. Eftir at Rosenborg stóran part av kappingarárinum ikki hev- ur verið serliga sannfør- andi, hava teir síðani summarsteðgin verið nógv mest støðuga liðið, og nú skal vilja heilt illa til, um teir ikki megna at endur- vinna meistaraskapin, sum teir seinastu ellivu árini hava átt. Í annaðkvøld skulu teir spæla í Brøndby, og tá verður avgjørt, um tað verður Rosenborg ella Brøndby, sum skal spæla í europeisku meistarakapp- ingini. Norska liðið, sum hevur verið við í meistara- kappingini nógvu tey sein- astu árini, hevur bestu kort- ini á hondini. Teir vunnu 1–0 á heimavølli, og um eydnast teimum at skora eitt mál í annaðkvøld, so skal Brøndby skora í minsta lagið trý mál. Sunnudagin hevði Rosenborg vitjan av botn- liðnum Moss. Heimaliðið vann 2–0, men tað gekk striltið at fáa mál. Fimm minuttir restaðu, tá teir fingu hol á, og so staðfestu teir tveir minuttir seinni. Lyn gjørdi leygardagin sítt fyri at halda tørn um næstfremsta plássið. Teir vunnu 1–0 á Vålerenga, sum er ovast av liðunum, ið stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Lillestrøm er framvegis í niðurflytingarvanda. Hesa ferð gjørdu teir eitt orduligt hál. Á heimavølli vunnu teir 7–0 á Start. Samstundis var eftir 20 umfør heilt greitt, at liðið úr Kristian- sand flytir niður í næstbestu deildina. Sogndal hevur leingi stríðst fyri at sleppa undan niðurflytingini. Vandin er ikki av, men tað kom sera væl við hjá Sogndal, at teir sunnudagin vunnu 3–2 í Bergen ímóti Brann, sum liggur tungt í sjónum. Í løt- uni er Brann á plássinum, sum ber kvalifikatiónsum- far um rættin til pláss í bestu deildini við sær. Bronsuplássið kom nærri Trý lið hava verið við í kappingini um triðja pláss- ið, sum ber bronsukrónur og Europa Cup luttøku við sær. Umframt Molde er tal- an um Stabæk og Odd Grenland úr Skien. Molde vann í vikuskifti- num, meðan hini bæði lið- ini í innanhýsis uppgerð í Skien spældu 1–1. Jákup Mikkelsen var á beinkinum, tá Molde vann 2–1 á Bryne. Talan var ikki um stórvegis undirhald. Sum so ofta áður fekk Molde eitt mál upp á brots- spark. Bara 4.303 áskoðar- ar møttu upp. Tað er lægsta áskoðaratalið á heimavølli- num í ár. Vónbrotið eftir 2–1 tapið á heimavølli ímóti Rosenborg sást aftur. Tann dystin sóu 11.167 áskoðarar. Í 20 dystum eru bara seytjan mál farin ígjøgnum hjá Molde. Tað er lægsta talið í tippuliguni. Trupul- leikin hjá Molde er, at teir megna ikki at skora nóg nógv mál sjálvir. Í síðstu viku varð triði málverjin, Knut Lillebakk, aftur útleigaður. Nú er hann í Ålesund, sum spælir í næstbestu deildini. 29 28 Nr. 162 - 27. august 2002 KÍ-B68 1-0 (0-0): Báðir partar gloymdu miðjuna Klaksvíkingar fegnað- ust um úrslitið, og margháttliga útvís- ingin av B68 mál- verjanum var minnis- rík, men annars fer dysturin ímóti tofta- monnum í gloymi- bókina KÍ–B68 Jóannes Hansen Klaksvíkingar eru framveg- is við í stríðnum um heið- ursmerkini, og gullkrónur- nar eru bara eitt stig burtur. Tað kunnu teir gleðast um, nú teir eru í Ungarn og spæla Europa Cup. Tað smakkaði væl, at øll trý stigini komu til høldar ímóti B68, men klaksvík- ingar ásanna sjálvir, at av- rikið sunnudagin avgjørt ikki var at rópa hurrá fyri. Felags fyri KÍ og B68 var, at teir so púra gloymdu miðvøllin. Langar sending- ar og høgar sendingar flugu aftur og fram, meðan mið- vallararnir – á báðum liðu- num vóru fleiri miðvallarar, sum hava góðan bóltfør- leika – stóðu og hugdu at. Uppløgdu málmøguleik- arnir kundu meiri enn so teljast á aðrari hondini. B68 hevði ongan upplagdan møguleika, og KÍ álopið – norski álopsmaðurin var púra blindur ferðamaður – hevði ongan møguleika, sum setti B68 málverjarnar á serligar royndir. Kortini var nervin í alla tíðina. Eftir at KÍ var komið á odda, og B68 varð undir- mannað, satsaðu tofta- menn. Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen vóru í miðverjuni, og sum tíðin leið, løgdu teir alt minni í verjupartin og tóku alt meiri lut í álopspartinum. Tað hevði við sær, at hálvspentar støður stóðust í báðum endum, men hvørki liðið megnaði at spæla seg til upplagdan møguleika. Avgerðin Einasta málið kom tíðliga í 2. hálvleiki. Hjalgrím Elt- tør varð feldur dygst innan- fyri brotsteigarmarkið, dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og hesa ferð var tað Ove Nysted, sum hevði ábyrgdina úr ellivu metrum. Tað gekk ein løta, áðrenn KÍ miðverjin slapp at av- greiða úr ellivu metrum. B68 málverjin var ikki blíð- ur, tá dómarin hevði bríks- lað fyri brotssparki. Hann fór við ferð út ímóti upp- manninum, men at útvísing skuldi standast burturúr komst av kostiligari støðu. Tá málverjin var um at koma út til dómaran, var hann óheppin og gleið. Hann royndi at lofta sær við at taka í dómaran, sum hugdi annan veg. Dómarin ivaðist ikki í, at hetta var ov nógv av tí góða, og tá hann hevði reyða kortið á lofti, noyddist Kjartan Nesá av beinkinum og í B68 málið, meðan Øssur Jacobsen varð tikin út úr álopinum. Ove Nysted var tryggur við brotssparksroyndini, og so hevði KÍ fingið tað, sum skuldi til, meðan B68 enn eina ferð fór av vøllinum uttan at hava fingið stig. Síðani summarsteðgin hevur B68 spælt tríggjar landskappingardystir, og teir hava fingið tvey stig. Í síðsta dystinum undan summarsteðginum taptu toftamenn á útivølli ímóti HB. Tað vil við øðrum orð- um siga, at teir hava fingið tvey av tólv stigum. Topp- urin er sjey stig burtur. Tað kundi havt verið heilt øðr- vísi, men í løtuni er álops- spælið soleiðis, at B68 fær ikki nóg nógv burturúr. Anders Nygaard tóktist fyrstu umførini at vera sannur fongur. Síðani hann var skaddur í fyrra dysti- num ímóti KÍ, hevur tað hilnast illa, og Øssur Han- sen, Fróði Benjaminsen og Arnold Joensen hava held- ur ikki skorað málini, sum teir hava fingið undarfarnu árini. Kortspæl At KÍ fekk sjey gul kort, og at B68 fekk trý gul og eitt reytt kort kundi bent á, at talan var um harðliga upp- gerð. Soleiðis var tað ikki. Heldur var talan um eitt sindur ódisiplineraðar støð- ur, tá tíðin skuldi fáast at ganga, og bólturin varð sparkaður eitt sindur burtur og meiri av tí slagnum. Kortini hjá KÍ bera við sær, at Allan Joensen verð- ur leikbannaður, tá klaks- víkingar mánakvøldið skulu til Eiðis, og Kjartan Nesá verður í málinum, tá B68 sunnudagin á heima- vølli fer at spæla ímóti B36. Bæði hjá B68 og KÍ verður neyðugt við øðrvísi fótbóltsligum avriki, enn av tí slagnum, sum liðini vístu í Klaksvík sunnudagin. KÍ-B68 1-0 (0-0) 1-0: Ove Nysted (br.), 50 Dómari: Eiler Rasmussen KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Ove Ny- sted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør – Allan Mørk- øre, Hjalgrím Elttør, Allan Joensen, Jan Joensen – Bjarte Vettlestad, Heðin á Lakjuni B68: Michal Kokoszanek – Jan Petersen, Fróði Benja- minsen, Hans Fróði Han- sen, John Heri Dam – Bogi Petersen, Fríðin Ziskason, Øssur Hansen – Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Jacobsen. Talan var ikki um nakran vakran fótbóltsdyst, men KÍ ognaði sær trý stig, og tað var tað týdningarmesta í teirra hugaheimi Mynd: SáH Olgar er klárur 2. DEILD KÍ–B36 Jóannes Hansen Tað hevur ikki gingið nak- að serligt hjá KÍ álops- monnunum í 1. deild, tá Kurt Mørkøre, sum helst vil vera á beinkinum, ikki hevur verið við. Á 2. deildarliðnum hevur gamli málrevurin Olgar Danielsen skorað nógv mál, og leygardagin skoraði hann tvey mál, tá KÍ vann 4–1 á B36. – Málini vóru løtt at skora. Til 3–1 skoraði eg, eftir at vongverjin Atli Jac- obsen hevði lagt upp á tvørs og rangstøðufellan hjá B36 hevði kiksað. Síðsta málið var brots- spark. John Ryan legði inn- fyri, Hans Michael Christ- iansen lyfti upp um Trónd Vatnhamar, og ein verju- spælari bjargaði við hond- ini á strikuni. Hann varð rikin av vølli og eg slapp at skjóta brotsspark. Ert tú tøkur, um Kurt Mørkøre biður teg spæla við í 1. deild? – Tað er ikki nakað, sum eg havi hugsað um. Men um hann heldur, at eg skal hjálpa til, so hevði eg sjálv- andi ikki sagt nei. Eg havi vant tvær ferðir um vikuna í ár, og tað hevur verið stuttligt, tí eg havi ikki ver- ið plágaður av skaðum, sig- ur Olgar Danielsen, sum samstundis undirstrikar, at ungu evnaríku spælararnir hjá KÍ eiga at fáa møgu- leikan. B36 hevði bóltin 80 pro- sent av fyrsta hálva tíman- um. So stútaði aftasti mað- ur hjá KÍ, Niclas Niclasen, hornasparksinnlegg til 1–0. Niclas, sum seinni í mán- aðinum aftur fer at landi- num í lestrarørindum, var saman við miðvallaranum Símuni Joensen bestur á KÍ liðnum. Fimm minuttir undir steðginum javnaði Eyðun Højgaard, eftir at rang- støðufellan hjá KÍ kiksaði í sambandi við hornaspark. B36 legði sera bragdliga fyri eftir steðgin. Karl Leonsson hevði stóran møguleikan, men John William Joensen var sera sterkur í málinum. John Ryan varð fluttur í álopið hjá KÍ, og hann hev- ur máltev. Hann lyfti upp um Trónd Vatnhamar til 2–1, og so var tað, at Olgar Danielsen fór at gera um seg. Um veteranurin er nóg góður til besta liðið fáa vit at síggja komandi viku- skifti! KÍ–B36 4–1 (1–1) 1–0: Niclas Niclasen 1–1: Eyðun Højgaard 2–1: John Ryan 3–1: Olgar Danielsen 4–1: Olgar Danielsen br Spælaratilfarið er nógv, og málið er hægri enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini FS VÁGAR–B71 Jóannes Hansen Leygardagin vann FS Vág- ar 3–1 á heimavølli ímóti B71. Sandoyingar vóru ikki so væl mannaðir. Verjan var næstan burtur. Bergleif Sólsker var ikki við, Jógvan Jón Petersen var leikbann- aður, og Ib Mohr Olsen var burturstaddur. Páll á Reynatúgvu hjálpti til, og hóast teir ikki vóru so væl fyri, so skulu sandoyingar hava rós fyri, at teir royndu at spæla fótbólt. At FS Vágar skuldi vinna øll trý stigini varð avgjørt tíðliga í 1. hálvleiki. Vlad Osipov skoraði tvey mál, og uppskriftin var tann sama í báðum førum. Sjúrður Ellefsen, sum rættuliga hevur fingið luft undir veingirnar á høgra vongverjanum, streyk ígjøgnum og spældi flatt og skrátt aftur eftir og so var mál. Í 2. hálvleiki økti Jack Johansen til 3–0. Vlad Osi- pov fór ígjøgnum í vinstru, og Jack Johansen var klárur við aftara stólpan. Silva misnýtti brotsspark, men heimasigurin var ongantíð í vanda. Ótroyttiligi Eli Hentze minkaði um munin í síðstu løtu. Hann kom ímillum í uppspælinum hjá heimalið- num, og so beyð ikki bøtur. Gleða seg Albert Ellefsen er venjari hjá FS Vágum, og hann ásannar, at hóast tað teoret- iskt framvegis ber til at kiksa uppflytingina, so verður FS Vágar aftur í 1. deild komandi ár. – Vit gleða okkum, og vit miðja hægri, enn vit áður hava gjørt. Vit hava spælar- ar til at vera við á hægri støði enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting- ini. Vit fara at varðveita fólkið, sum vit hava, og tað eru onkrir aðrir, sum hava sýnt áhuga at hjálpa okk- um. Men enn er tað ov tíð- liga at siga nakað ítøkiligt um hetta. Albert Ellefsen sigur, at teir hava tólv spælarar, sum eru millum 19 og 22 ár, og á liðnum eru sjey ungir spælarar, sum hava spælt saman í nógv ár. Fimm útlendingar hava verið í Vágum í ár. Tað er bara loyvt at hava fýra út- lendingar á liðnum, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki. Toppskjúttin, Clayton Soares, hevur verið skaddur síðani summar- steðgin. Eitt liðband í fót- bliðnum slitnaði í summar. Leygardagin fer FS Vágar til Runavíkar. Tað eru góðir møguleikar fyri, at uppflytingin tá verður staðfest. Ivaleyst eru tað fleiri har vesturi, sum vilja vera eygnavitni til uppflyt- ingina. Vágamenn gleða seg til komandi ár C M Y K 28