týsdagur 27. august 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2002
27
B36-TB 2-1 (0-0):
B36 fekk ein hvøkk
B36 fekk ein lítlan
skelk, tá TB vitjaði.
Eitt skifti vóru gest-
irnir á odda, og bert
ein stórbjarging frá
B36-málverjanum
forðaði tvørámonn-
unum í at taka annað
stigið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var eingin ivi um, at
B36 var favoritturin, tá teir
tóku ímóti TB. Seianstu
umførini hevur árstalsfel-
agið úr Havnini alt meira
líkst einum oddaliðið, og tó
at leikbannini eftir sigurin á
HB vóru fleiri í tali, so
mundu fáur ivast í, at her
fór talan at verða um av-
greiðsluspurning.
Fýra á toppinum
Kanska hevði venjarin hjá
B36 eisini roknað við ein-
vegis ferðslu, og undir øll-
um umstøðum mundi hann
halda, at TB bara var komið
norður at verja málleysa
javnleikin, sum dysturin
byrjaði við.
Við bert einum stoppara
og mest sum fýra álops-
monnum varð í øllum før-
um lagt upp til álopsfótbólt,
men tað var tó langt ífrá so-
leiðis, at alt varð trýst oman
á TB hálvuna fyrstu trý
korterini. Gaman í hevði
B36 bóltin meira, og tó at
Jón Johannesen hevði eina
góða roynd í fyrsta minutti-
num, so var tað eisini
heimaliðið,
sum
hevði
størstu møguleikarnar, men
nóg stórir til at gera mál
vóru teir so ikki. Heldur
ikki hóast onkur av møgu-
leikunum í fyrra vóru av
slíkum slag, at mál skuldi
verið mest sum eitt krav.
Kaffi fór í hálsin
Áskoðararnir hjá heimalið-
num mundu tí vera ótólnir,
tá farið varð inn til kaffi í
steðginum, men, sum ikki
var komið niður í steðgi-
num mundi koma heilt
skeivt fyri, tá farið varð
undir seinna hálvleik.
Tað tók nevnliga TB bert
eitt minutt og 15 sekund, so
var bólturin at finna í B36
meskunum.
Ein
langur
bóltur varð sendur oman á
B36 hálvuna. Jón Johanne-
sen fekk lyft bóltin inn um
verjuna, og so kundi Dan
Mortensen púra einsamall-
ur við málverjanum syrgja
fyri einari púrasta óvæntað-
ari leiðslu.
Eitt skifti vóru teir á
heimaliðnum negldir, men
teir komu tó fyri seg aftur.
Bæði tað at uppstillingin nú
var broytt til eina meira
heimliga 3-5-2, eins og TB
nú tók seg longu aftur
gjørdi, at fyritreytirnar at
trýsta mótstøðuna gjørdust
betri.
Og tað tók heldur ikki so
langa tíð, so var javnleikur-
in veruleiki. Fríspark varð
sent inn í TB brotsteigin,
har John Petersen var
hægstur. Stútarin frá hon-
um tók í tvørtræið, men í
aðru atløgu var Julian
Johnsson fyrstur á stað-
num, soleiðis at hann kundi
beina bóltin í málið.
Sum vera man, so við-
førdi málið eitt enn størri
trýst á TB, men hóast hetta,
so var talan um eitt kontra-
mál, tá B36 loksins fekk
lagt seg á odda. B36 vann
bóltin, tá TB var á veg nið-
an eftir vøllinum, og so
gekk tað skjótt fyri seg.
Uppspælið varð ført fram í
vinstru, haðani Magni á
Lakjuni
sendi
innfyri.
Bárður Mortansson gjørdist
akkurát ov stuttur at røkka
innlegginum, men Vladimir
Matijivic, ið kom rennandi
aftan á honum, var somikið
óheppin, at hann beindi
bóltin í egið mál.
Mundu mist
Flestu mundu nú halda, at
dysturin var avgjørdur. Eis-
ini B36, sum eftir hetta tók
seg longur aftur á vøllin til
tess at halda fast um leiðsl-
una, men tað var tó um
reppið, at hetta kostaði
teimum dystin.
Ikki tí. Teir høvdu eisini
eftir hetta onkrar møguleik-
ar, sum áttu at givið mál,
men við at leggja seg longu
aftur, lovaðu teir eisini
gestunum inn aftur í dystin.
Opnu
málmøguleikarnir
vóru kanska ikki so nógvir,
men fleiri ferðir gjørdist
talan um hornaspørk, og
við leikarunum sum eitt nú
Óla og Jón Johannesen
kann ofta vera vandaikið
við hornaspørkum. Nærm-
ast við vóru tvørámenninir
tó stutt fyri leiklok, tá teir
áttu fríspark nakað uttan
fyri brotsteigin. Vladimir
Matijivic varð settur at
skjóta, og var tað ikki fyri
eina stórbjargin frá René
Tórgarð í B36-málinum, so
hevði talan helst verið um
eina perlu av einum máli,
men tað var so av ongum,
og B36 slapp soleiðis við
hvøkkinum. Teir fingu tey
trý ætlaðu stigini, og tað
mundi eisini telja mest í
teirra hugaheimi.
TB hinvegin misti ein
óvæntaðan møguleika at
vinna sær nøkur stig í botn-
stríðnum, sum gjørdist enn
tættari, nú Skála fekk javn-
leik í Vági, men avrikið í
Gundadali ber tó boð um,
at bjargingin hjá liðnum
kanska ikki er so øgiliga
langt burturi kortini.
Dysturin í tølum
B36-TB 2-1 (0-0)
0-1: Dan Mortensen, 47
1-1: Julian Johnsson, 54
2-1: sjálvmál, 66
Dómari: Oddmar
Andreasen
B36: René Tórgarð - Egil
Zachariasen, Herbert í Lon
Jacobsen – Niels Joensen,
Klæmint Matras, Julian
Johnsson, Niels Joensen –
Bárður Mortansson, Tór-
álvur Poulsen, John Peter-
sen, Magni á Lakjuni
TB: Lars Müller - Nebosja
Urtajl, Óli Johannesen,
Vladimir Matijivic - Bárður
Dimon, Dan Mortensen,
Jón Johannesen, Olivur
Abrahamsen, Craig Dean,
Einar Petersen - Allan
Michelsen
Einki er at siga til, at TB-
leikararnir vóru vónbrotnir.
Bert eitt sjálvmál forðaði
teimum í at skapa eina
sensatión í Gundadali, tá teir
vitjaðu hjá B36
Mynd: Finnur Justinussen
VB-LÍF 3-1 (2-0):
Arbeiðsigur til vágbingar
Trý stig vóru týdning-
armiklari enn vakurt
spæl hjá VB. Hóast
leirvíkingar høvdu
nógv spæl og mál-
møguleikar, bleiv
dysturin akkurát sum
vágbingar høvdu
vónað framman-
undan
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað vóru ikki nógv, sum
fyri einum mánaða síðani
góvu vágbingum nakran
møguleika at verða verandi
í 2. deild næsta ár. Men
sum gongdin hevur verið
seinastu umførini, kann alt
henda, og VB liggur nú
nummar 8 og hevur bæði
HB og LÍF aftanfyri seg.
Og júst LÍF var mót-
støðuliðið á Eiðinum í Vági
leygardagin, og tí var tað
umráðandi at tað bleiv til
ein sigur.
Sama uppskrift
Og dysturin gekk akkurát
sum vágbingar høvdu vón-
að. LÍF hevði bóltin mest,
men mótálopini vóru sum
ikki einaferð vápnið hjá
vágbingum. Longu tá 7
minuttir vóru farnir spældu
VB seg ígjøgnum í vinstru
síðu, bólturin kom flatt inn-
fyri og har kundi Kári í
Lágabø skjóta bóltin upp
undir nettakið til 1-0.
Leirvíkingar royndu at
koma yvir hesa sjokkbyrj-
an, og teir høvdu eisini
nógv spæl og komu fram til
onkrar hálvar møguleikar.
Men annaðhvørt stóð verj-
an hjá VB í vegin ella
bjargaði
málmaðurin
royndunum.
Sum fyrri hálvleikur leið
trektu vágbingar seg nakað
longur aftur, tí umráðandi
var at fara til hálvleik við
einari 1-0 leiðslu. Hetta
viðførdi so, at lorvíkingar
fingu lagt enn størri trýst á
VB, men tað bleiv ongantíð
til teir heilt stóru møguleik-
arnar. Vágbingar stríddust
fyri hvønn bólt, og fingu tí
eisini steðgað nógvum upp-
spæli hjá LÍF.
Tá so bert sekundir vóru
eftir av fyrra hálvleiki, fekk
VB fríspark nakað uttan
fyri brotsteigin hjá LÍF. Frí-
sparkið kom væl innfyri, og
við aftastu stong stóð Birgir
Jørgensen púra ódekkaður
og setti høvdið á so bólturin
fór í mál til 2-0.
Hetta var sum at fáa ein
kaldan frammaná hjá leir-
víkingum, sum meginpartin
av fyrra hálvleiki høvdu
roynt at fingið javnað
leiðslumálið hjá VB. Nú
vóru teir brádliga tvey mál
aftanfyri.
Spenningur í aftur
Men tað gingu bert tveir
minuttir av seinna hálv-
leiki, so fekk LÍF vónina
aftur. Vágbingar vóru ikki
nóg avgjørdir í verjuni og
mistu bóltin í høgru síðu.
Leirvíkingar løgdu bóltin
væl innfyri innanfyri VB-
verjuna, og har kom Petur
Sjúrðarberg og setti innaru
síðu á so bólturin fór í mál.
Næsta løtan var eitt stórt
trýst móti VB-málinum, og
LÍF kundi havt javnað tá
tveir leirvíkingar komu fríir
við málmanninum hjá VB.
Men tá teir skuldu spæla
framvið
málmanninum
sum kom út, sendu teir
bóltin við síðuna av, so onki
spurdist burturúr.
Sum frá leið, minkaði
trýstið fra LÍF, og vágbing-
ar fingu eitt sindur av luft.
Og miðskeiðis í seinna
hálvleiki fall so avgerðin.
VB fekk fríspark heilt úti
í høgru síðu. Niclas Ludvig
royndi seg við einum bein-
leiðis skoti, og bólturin fór í
mál til 3-1.
Hetta var seinasta málið
sum kom í dystinum. Rest-
ina av tíðini vardu VB við
nærum øllum monnum á
egnari hálvu, og hóast nakr-
ar royndir frá LÍF og okkurt
mótálop frá vágbingum,
hendi ikki meira.
VB fekk sostatt trý týdn-
ingarmikil stig, og fór við
sigrinum framum LÍF. Sig-
urin hjá VB kom fyrst og
fremst í hús við einum góð-
um stríðsvilja. LÍF hevði
bóltin mest og tað passaði
VB fínt, tí so kundu vág-
bingar dúva uppá mótálop.
Leirvíkingar fingu ov lítið
burturúr tí spælið sum teir
høvdu.
Dysturin í tølum:
VB-LÍF 3-1(2-0)
1-0: Kári í Lágabø
2-0: Birgir Jørgensen
2-1: Petur Sjúrðarberg
3-1: Niclas Ludvig
27
26
Nr. 162 - 27. august 2002
NSÍ-EB/Streymur 4-0 (2-0):
Tað var eingin slingur í valsinum
Hóast tveir av lykla-
spælarunum sótu
uttanfyri, so hevði
NSÍ ongar trupulleik-
ar at vinna stórt, og
fram ímóti dystar-
enda var rættuligur
klassamunur
NSÍ–EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
NSÍ spælararnir savnaðu
seg aftur sunnudagin fult
og heilt um uppgávuna á
vøllinum. Og venjarin syrg-
ir fyri, at tað bara verður
hugsað um næstu uppgáv-
una. Áskoðararnir vóru
fleiri, enn teir plaga at vera,
tá gestirnir ikki draga nógv
fólk við sær. Men tað er
synd at siga, at heima-
áskoðararnir hjá NSÍ eru so
ógvuliga nógvir, tá hugsað
verður um fólkagrundar-
lagið.
Áskoðararnir høvdu tað
fínt, og hjá teimum er hug-
burðurin spakuliga broytt-
ur. Teir hava so ofta droymt
seg til skreyt og skrúð, og
so hevur tað kortini kiksað.
Eftir at løgmanssteypið er
komið til býin, og eftir at
tað eftir summarsteðgin
hevur gingið sum eftir ánni,
er fóturin loysnaður á
bremsuni, og sunnudagin
boðaðu gulu fløggini og
lúrarnir frá, at tey kring
vøllin eru klár til tað heilt
stóra.
Og inni á vøllinum stað-
festu spælararnir, at tað
framvegis bara er undan-
vindur.
Pól Thorsteinsson og
Helgi L. Petersen sótu
uttanfyri. Hesa ferð var
saknurin størri í Helga.
Fyrsta korterið trýsti NSÍ
EB/Streym í botn, og
Gunnar á Steig hevði fleiri
meistarligar bjargingar.
Eftir at Djóni N. Joensen
hevði stútað til 1–0, dovn-
aði trýstið, og tað eydnaðist
gestunum at taka ferðina úr
spælinum. Sorin Anghel,
sum nú er heilt komin fyri
seg eftir drúgva skaðan, og
Jón Sigurd Gleðisheygg
høvdu einstakar royndir,
uttan at teir settu framúr
væl upplagda Jens Martin
Knudsen á stórar royndir.
Men nervin var framvegis
til staðar, tá vanliga leiktíð-
in í 1. hálvleiki var farin.
So var tað – í tíðini sum
dómarin hevði lagt afturat –
at Ulrik Balling við ársins
máli í Runavík punkteraði
dystin. Við bringuni tamdi
hann langa sending, og so
heilfluktaði hann úr 30
metrum og upp um eitt vet
uttarlaga stadda málverjan.
Eitt framúr vakurt mál.
Fyri Gunnar á Steig var
hetta
undirstriking
av,
hvussu lítið takksamt tað er
at vera málverji. Hann var
klárt besti maður hjá EB/-
Streymi, men hann átti ein
lítlan lut í báðum málunum.
Í fyrra førinum misti hann
– fyri einastu ferð – bóltin
út aftur, eftir horna frá
Sjúrði Jacobsen, og tá bólt-
urin kom innfyri aftur var
verjan ikki so skipað, og so
stóð hann eitt sindur uttar-
laga, soleiðis sum allir aðrir
málverjar ivaleyst høvdu
gjørt.
Munur millum
menn og dreingir
Annar hálvleikur var bara
ein spurningur um, hvussu
stórur heimasigurin skuldi
gerast. EB/Streymur hevur
nógvar góðar og evnaríkar
spælarar, men á umleið
helminginum á plássunum
er talan um dreingir, sum
kunnu gerast uppaftur betri.
At teir hesa ferð ov ofta
mistu í uppspælinum gjørdi
tað eyka strevið.
NSÍ liðið er mannað við
veteranum og supervete-
ranum umframt teimum,
sum eru um at koma í besta
fótbóltsaldur, og í 2. hálv-
leiki vóru hesir aftur betri í
øllum førum. Sum hálv-
leikurin leið spældu teir
fyri gallarínum, og tað tókt-
ist ikki hava so stóran týdn-
ing, um teir vunnu við fýra
ella seks málum.
Óli Hansen økti til 3–0,
eftir at Gunnar á Steig
hevði dupult bjargað roynd-
um frá innskifta Sonna L.
Petersen og Ulrik Balling,
og tað var rættur brúdleyps-
dámur yvir 4–0 málinum.
Eddie
Mikkelsen,
sum
leygardagin segði ja til sína
Joan, var ikki fyri nothing,
tá hann varð skiftur inn.
Hann streyk ígjøgnum í
vinstru og legði til handara
stólpa, har Gert Langgaard,
sum rættuliga tykist vera
komin fyri seg eftir skaðan,
setti krúllin undir bóltin.
NSÍ er framvegis av álv-
ara á meistarakós, og EB/-
Streymur man væl kunna
liva við júst hesum tapi-
num, sjálvt um tað var tað
næststørsta í ár.
NSÍ-EB/Streymur
4-0 (2-0)
1-0: Djóni N. Joensen, 13
2-0: Ulrik Balling, 45
3-0: Óli Hansen, 80
4-0: Gert Langgaard, 87
Dómari: Suni Johansen
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Arn-
finn Langgaard, Djóni N.
Joensen, Sjúrður Jacobsen
– Gert Langgaard, Ian Høj-
gaard, Kári Hansen, Jón-
stein Petersen – Óli Han-
sen, Ulrik Balling
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Marni Djurhuus,
Andrej Paczek, Christian
Carlsson, Eyðfinn Joensen
– Teitur Joensen, Jákup
Martin Joensen, Ronnie
Samuelsen, Hans Pauli
Samuelsen – Sorin Anghel,
Jón Sigurd Gleðisheygg
Ulrik Balling var enn
einaferð á blettinum, tá NSÍ
enn einaferð fekk fulla
úrtøku. Hesa ferð var talan
um ivaleysan sigur móti
EB/Streymi
Mynd: Álvur Haraldsen
Botnur og toppur í
næstbestu deildini
tódnaðu av álvara, tá
HB vann tryggan sig-
ur á næstbestu runa-
víkingunum
2. DEILD
Jákup Mørk
Farna vikuskifti datt HB
fyri fyrstu ferð í ár niður á
botnsessin í aðru deild.
Serstakliga er hetta íkomið,
tí VB av álvara hevur fingið
glið á sítt spæl, og tí vóru
havnarmenninir mest sum
noyddir at fáa nakað burt-
urúr, nú runavíkingar komu
á vitjan.
Liðið hjá HB var eisini
nakað styrkt í mun til und-
anfarnu dystirnar. Gunnar
Mohr hevur verið burtur frá
við skaða, men hann var so
tøkur á beinkinum hesa-
ferð, og á miðvøllinum var
Ingi Rasmussen komin nið-
ur av fyrstu deild, eins og
Heini Gaard, sum fyri tað
mesta hevur roynt seg hjá
útisetunum í ÍF Føroyum
seinnu árini, var við á lið-
num.
Og tað skuldi eisini vísa
seg, at royndu menninir
fingu alstóran týdning fyri
dystin.
Fyri tað allarmesta, so
var tað heimaliðið, sum
setti dagsskránna. Runavík-
ingar høvdu valla nakra
veruliga álopsroynd, men
tað gekst kortini striltið hjá
havnarliðnum at fáa nakað
burturúr.
Royndirnar á miðvølli-
num gjørdu tó, at leikarar-
nir ongantíð lupu framav í
tráðanini eftir einum máli,
og fyri steðgin fingu teir
eisini løn fyri hetta. Dannu
Rasmussen varð hegnisliga
sendur avstað í vinstra
borðið, og eftir innlegg og
eitt sindur av aftur og fram
kundi Ransin N. Djurhuus
smekka til í netið.
Í seinna hálvleiki helt HB
fram við at stýra dystinum,
og tá teir eisini skutu seg
upp á 2-0, mundu runavík-
ingarnir ásanna, at dysturin
var taptur. Hetta málið var
annars eitt av teimum heilt
vøkru, tá Eli Thorsteinsson
sendi eina langa sending
fram til Heina Gaard, sum
hegnisliga tamdi bóltin,
áðrenn hann langaði til upp
í málhornið.
Og fram móti dystarenda
kundi máltevið hjá Gunnari
Mohr so staðfesta sigurin,
eftir at hann hevði fingið
bóltin stungnan inn um
verjuna.
Silvurdreymar
Sum vera man, so kom sig-
urin væl við hjá HB. Gam-
an í vunnu øll hini botnlið-
ini, men við teimum trim-
um stigunum halda teir í
øllum førum sambandið.
Og so skal heldur ikki
gloymast, at tætta støðan í
deildini hevur við sær, at tó
at havnarliðið í løtuni er á
aftasta sessinum í deildini,
so er ikki frítt, at tosað
verður eins nógv um møgu-
leikan at vinna silvur-
merki, sum tosað verður
um eina møguliga niður-
flyting.
Dysturin í tølum
HB-NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Ransin N. Djurhuus
2-0: Heini Gaard
3-0: Gunnar Mohr
HB-NSÍ 3-0 (1-0):
HB hongur við
Tað vóru fyri tað mesta teir á
heimaliðnum, sum vóru
kvikari á bóltinum, og tryggi
heimasigurin var fult og heilt
uppiborin
Mynd: Álvur Haraldsen
Næstan hálvt hund-
rað áskoðarar hava
tikið av góða tilboð-
num og fara í dag
við KÍ til ungverska
høvuðsstaðin
EUROPA CUP
Jóannes Hansen
Klokkan eitt í dag lættir
KÍ úr Vágum. Kósin hjá
Atlantsflog verður sett
beinleiðis til ungverska
høvuðsstaðin Budapest,
har KÍ hósdagin skal
royna at verja góða 2–2
úrslitið ímóti Újepesti
fyri fjúrtan døgum síðani
á Svangaskarði.
Ungverski høvuðsstað-
urin er komin undan hótt-
anini, sum nógva regnið
seinastu tvær vikurnar
hevur verið fyri so nógv
lond á europeiska megin-
landinum, og tað verður
ikki roknað við nøkrum
trupulleikum, tá dysturin
skal avgreiðast.
Tjúgu spælarar eru í KÍ
fylginum. Millum teirra
eru fleiri blaðungir, sum
hava snoddað eitt sindur
til 1. deildarfótbólt í ár.
Samlaða KÍ ferðalagið
telur 27 fólk. Klaksvík-
ingarnir fara úr aftur Un-
garn tíðliga fríggjamorg-
unin, og teir ætlast at vera
aftur í Vágum fyri døg-
urða.
Umframt
sjálvt
KÍ
ferðalagið so fara fleiri
klaksvíkingar við til Ung-
arn. Tá vit tosaðu við
Fonn flog ferðaskrivstov-
una í Klaksvík fyrrapart-
in í gjár, vóru 43 á lista-
num, og Leivur Fonn iva-
ðist ikki í, at uppaftur
fleiri fóru avstað í dag.
Tilboðið var gott. Áskoð-
ararnir
skuldu
rinda
2.495 krónur fyri ferðina
aftur og fram og uppi-
haldið í Budapest.
KÍ við heimafylgi
í Ungarn
C
M
Y
K
26