Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 162 - 27. august 2002 NSÍ var aftur hesa ferð mest sannførandi Við nýggjum monn- um við stýrisvølin gekk tað væl hjá HB, sum vann torføran útidyst, meðan KÍ ikki var serliga sann- førandi, tá vónin hjá toftamonnum at vera við í meistarastríð- num kámaðist heilt nógv SAMANUM 13. UMFAR Jóannes Hansen Nú sjøtul varð settur á síðsta triðingin av hesum kappingarárinum, er spenn- ingurin framvegis rættuliga stórur, og turbolensurin hevur síðstu vikurnar verið ógvusligari, enn hann áður hevur verið í føroyskum fótbólti. Í trettanda umfarinum fullu stigini umleiðs soleið- is, sum tað kundi roknast við. B36 og KÍ vunnu øll stigini á heimavølli, hóast avrikini og sigrarnir ikki vóru so sannførandi, og NSÍ vann sannførandi heimasigur ímóti EB/- Streymi. Fyri triðju ferð í ár noyddust vágbingar at lata sær linda málleysan javn- leik á heimavølli, og so eydnaðist tað HB at fara úr Gøtu við øllum. Í hvussu so er nú fyrrverandi venjarin, Ion Geolgau, hevði sam- bært tí, sum hann í síðstu viku segði í blaðnum, rokn- að við sigrinum. Hetta var fyrstu ferð í fýra týdningar- miklum dystum, at HB yvirhøvur fekk úrtøku. Úrslitini hesa ferð hava við sær, at NSÍ framvegis er oddalið, og at KÍ, sum leyg- ardagin fylti 98 og HB, sum 17. oktober røkkur 98, bara eru eitt stig aftanfyri odda- liðið. B68 tapið í Klaksvík ger, at toftamenn nú eru sjey stig frá oddasessinum og seks stig frá heiðurs- merkjaplássunum, og tískil eru vánirnar hjá teimum at endurvinna bronsumerkini, sum teir hava átt tvey tey seinastu árini, nógv mink- aðar. Støðan hjá GÍ er sjálvandi nógv øðrvísi, enn hon hevði verið, um teir høvdu fingið fult ímóti HB. Meistaraliðið frá í fjør gjørdi sítt, um enn sigurin á TB var trilvandi. B36 hevur framvegis møguleikar at blanda seg í heiðursmerkja stríðið, men teir hava bara ein so kallaðan seks stigs dyst eftir ímóti einum av teimum trimum fremstu liðunum. Hann verður 15. september í Gundadali ímóti KÍ. Lykladystirnir Tey trý oddaliðini eiga tveir innanhýsis dystir á. NSÍ er annar parturin í báðum tveimum. 15. september skulu teir spæla á heima- vølli ímóti HB, og í síðsta umfarinum skulu teir spæla í Klaksvík. Umframt í innanhýsis uppgerðunum sær skráin hjá oddaliðunum soleiðis út: NSÍ skal spæla á heima- vølli ímóti HB og B68, og so skulu teir spæla á Skála, á Tvøroyri og í Klaksvík. HB skal spæla á heima- vølli ímóti VB, Skála og EB/Streymi, og so skulu teir til Runavíkar og í síðsta umfarinum til Tvøroyrar. KÍ skal spæla á heima- vølli ímóti GÍ og NSÍ, og á útivølli verða mótstøðulið- ini EB/Streymur, B36 og VB. Í vikuskiftinum hevur verið tosað nógv um mál- munin sum avgerandi fyri støðuna, tá tað er javnt í stigum. Reglurnar eru so- leiðis, at um tað stendur á jøvnum í stigum, so eru tað fyrst innanhýsis stigini, ið gera støðuna av (málini verða ikki roknað í hesum sambandinum). KÍ og HB hava vunnið hvør sína av innanhýsis uppgerðunum. Tí er tað málmunurin, sum ger av, at HB er næstfremst og KÍ triði fremst. KÍ vann 1–0 í Runavík, og HB vann 4–0, tá NSÍ var í Gundadali. Ofta verður mett um, hvat av oddaliðunum eigur lættastu uppgávurnar á. Um tað verður roknað út frá støðutalvuni, so er skjótt at staðfesta, at HB eigur lætt- astu mótstøðuliðini, men talan verður um rættuligan tronga, tá teir fara til Runa- víkar. Um HB ikki fær stig burturúr tí uppgerðini, so fer at síggja svart út. Á pappírinum tykjast NSÍ og KÍ at eiga fleiri tor- førar uppgávur á, áðrenn liðini bresta saman í Klaks- vík í síðsta umfarinum. Utt- an mun til hvussu úrslitið verður í tí dystinum, so bendir nógv á, at gullkrón- urnar fara at verða handað- ar í Klaksvík, um tær ikki skulu til Tvøroyrar – kanska við tyrluni, sum tað meiri enn eina ferð áður er komið fyri. Turbolensurin Tá tað í innganginum varð nevnt, at turbolensurin hes- ar seinastu vikurnar hevur verið størri, enn hann plag- ar at vera, so varð serliga hugsað um støðuna hjá venjarunum. Har hevur veruleikin seinasta mánað- in myndast soleiðis, sum tað annars er at frætta frá útlandinum. Í helmingunum av feløg- unum hevur ikki verið so nógv at frætt, men tað hev- ur tað verið í hinum feløg- unum. Í NSÍ, KÍ, GÍ, Skála og EB/Streymi hevur tað higartil verið heilt friðar- ligt. TB og VB skiftu venjara undan summarsteðginum. Síðandi frættist tað, at B36 venjarin hevði fingið stuðul afturat sær, og so misti HB venjarin høvdið. Ion Geol- gau mundi hava kent ógvu- sligt trýst á sær, síðani hann síðsta heyst varð settur í aftur starvið, sum hann hevði verið úr í tveir dagar. Kravið hjá HB er sigur í hvussu so er í aðrari kapp- ingini á hvørjum ári. Í fjør heilkiksaði tað, og eftir ósigurin í steypafinaluni var kreditturin hjá HB venj- aranum uppi, tá teir í lands- kappingini høvdu tapt ímóti KÍ og B36. Eftir at HB hevði fingið nýggjan venjara, boðaði B68 venjarin í síðstu viku frá, at hann og B68 ikki hóska saman, og at teirra vegir fara at skiljast í heyst. Spurningurin er so, um turbolensurin á venjara- frontinum er steðgaður, ella um tað fara at vera fleiri tíðindi, nú endin á kapping- arárinum av álvara nærkast. Hvassari botnstríð Skála eigur framvegis fyrsta sigurin í bestu deild- ini til góðar. Hesa ferð fegnaðust skálamenn um javnleikin í Vági, og tað er væl skiljandi. Lykladystur- in um at sleppa undan bein- leiðis niðurflytingini, tykist framvegis at skula verða tann í næstsíðsta umfari- num, tá TB skal spæla á Skála. Javnleikurin hjá Skála í Vági ber við sær, at tað nú er møguleiki fyri, at Skála heilt víst kann sleppa undan beinleiðis niðurflyt- ingini, um tað eydnast teimum at vinna heima- dystin ímóti TB. Hetta er kortini treytað av, at hvørki av botnliðun- um fær stig í øðrum dyst- um. Avrikini hjá bæði TB og Skála sunnudagin vístu, at tað meiri enn so kann koma fyri, at tey fáa stig. At tað verður FS Vágar, sum flytir upp aftur í 1. deild, er eingin ivi um. Meiri ivasamt man tað vera, um nakað annað lið fer at megna uppflyting. Stríðið um næstfremsta plássið í 2. deild er tættari enn nakrantíð. Samstundis sum liðini stríðast fyri upp- flytingar møguleikanum, mugu tey ansa eftir ikki at enda niðanfyri niðurflyt- ingar strikuna! Runavíkingar vóru sannførandi, tá teir um vikuskiftið hildu fast um oddasessin við 4-0 sigrinum á EB/Streymi Mynd: Álvur Haraldsen Eftir fimm dystir utt- an sigur, fingu fugl- firðingar ferð á, tá Sumba vitjaði leygar- dagin 2. DEILD Jákup Mørk Fuglfirðingar hava havt tað væl truplari í ár, enn teir upprunaliga ætlaðu. Vónin var sjálvandi at hava eitt orð at siga í oddinum, men ístaðin hevur tilveran verið miðskeiðis á stigatalvuni, og í seinastuni er niðurflyt- ingarvandin av álvara farin at spøkja. Fyri at lætta um byrðuna hjá Paula Jarnskor, hevði leiðslan tí til dystin leygar- dagin fingið hjálp frá Peturi Mohr, sum í ár heldur frí frá fótbóltinum, og hetta skuldi vísa seg sum ein skilagóð avgerð. Við Paula Jarnskor sum leikandi venjara á miðvølli- num tóku fuglfirðingar ímóti Sumba, sum eisini tykist vera uppsteðgað, og annað vikuskiftið á rað máttu sumbingar taka til takkar við stórtapi. Tað var annars Johnny Skibbenæs, sum legði sumbingar á odda, men eftir hetta gekk tað fyri tað mesta ein veg. Undan steðginum javnaði Hanus Eliasen fyri ÍF, og tá Sumba í seinna hálvleiki misti fyrst ein og síðani tveir mans, tá dómarin hevði reyða kortið á lofti, so lág alt opið fyri fuglfirðingun- um. Teir lótu sær heldur ikki hetta siga tvær ferðir, og við málum frá Heina Heinason, einum afturat frá Hanusi Eliasen og so tveimum frá Høgna á Lakj- uni gjørdu teir bart, soleiðis at ÍF nú aftur hevur vón um at vinna sessin aftan fyri FS Vágar. Men hinvegin tykist tað í løtuni soleiðis, at tað hava átta av hinum feløgun- um í deildini eisini vón um... ÍF-Sumba 5-1 (1-1) 0-1: Johnny Skibbenæs 1-1: Hanus Eliassen 2-1: Heini Heinasson 3-1: Hanus Eliassen 4-1: Høgni á Lakjuni 5-1: Høgni á Lakjuni Hóast sáttmáli ikki er undirskrivaður, so bendir nógv á, at B68 komandi ár fer at hava sama venjara, sum teir høvdu í 1994 og í 1995 VENJARI Jóannes Hansen Nógv bendir á, at tað verð- ur ein gamal kenningur á Svangaskarði, sum kom- andi ár fer at hava ábyrgd- ina av B68 liðnum. Eingin sáttmáli er undirskrivaður, men Niclas Davidsen, for- maður í B68, váttar, at teir tosa við Petur Mohr um samstarv komandi kapp- ingarár. Eftir at tað fyrr í summar var greitt, at Frank Skytte ikki fór at halda fram á Toftum, hevur B68 hugt eftir nýggjum venjara, og nú tykist tað altso, sum at ein loysn er í ljósmálanum. Petur hevur hildið frí frá venjarastarvinum í ár, men í síðstu viku fór hann til Fuglafirðar at rætta eina hjálpandi hond. B68 og Petur Mohr hava samstarvað áður. Hann var venjari á Toftum í 1994 og í 1995, tá B68 fyri einastu ferð higartil rakk steypafin- aluni – teir taptu 3–1 ímóti HB – og tá B68 endaði á triðja plássinum, sum teir eisini endaðu á í fjør og í fyrraárið, og sum teir nú tykjast fara hava ilt við at endurvinna. Petur Mohr er ein av royndastu venjarunum í landinum. Hann hevði roynt seg sum venjara í NSÍ, tá hann í 1991 kom til Klaksvíkar og gjørdi KÍ til meistarar fyri fyrstu ferð í nítjan ár. Í 1992 og í 1993 var hann eisini venjari hjá KÍ, og eftir tey bæði árini á Toftum vandi Petur NSÍ í trý ár, og hann var eisini venjari hjá NSÍ í fjør. Tá vit spyrja B68 for- mannin, hvussu tað verður við spælarum komandi ár, svarar Niclas Davidsen, at tað er alt ov tíðliga at siga nakað um tað enn. ÍF-Sumba 5-1 (1-1): ÍF fekk aftur ferð á Petur Mohr er á veg til Toftir C M Y K 24 Nr. 162 - 27. august 2002 25 25