týsdagur 27. august 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 162 - 27. august 2002
GÍ-HB 3-4 (1-1):
Høg leikferð, til tíðir
hampuligt spæl og
dramatikkur við ikki
færri enn fýra brots-
spørkum vóru á
skránni, tá HB í
serpisgerði fekk vent
skeivu gongdini, so-
leiðis at teir framvegis
hava eitt avgerandi
orð at siga í FM-stríð-
num
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var um at verða sann-
leikans tími, tá HB sunnu-
dagin fór á vøllin til úti-
dystin móti GÍ. Trý tap á
rað var meira enn leiðslan í
felagnum kundi taka, og tí
valdu teir fyri viku síðani at
seta Ion Geolgau frá venj-
arasessinum.
Og
fyri
nýggja
venjaraparið,
Jóannes
Jakobsen/Kára
Nielsen, kundi byrjanin til
venjaraskeiðið neyvan ver-
ið torførari.
Gøtumenn vóru tíðliga í
ár somikið illa fyri, at fólk
longu tá høvdu avskrivað
teir í gulldystinum, men
seinastu vikurnar undan og
fyrstu vikurnar eftir summ-
arsteðgin hava enn einaferð
prógvað, at teir í mangar
mátar eru drúgvari enn tey
flestu, og nú farið varð und-
ir seinasta triðingin av
kappingarárinum, vóru teir
eisini við á fremstu parkett.
Løgdu nógv fyri
Og tað var eisini heilt tíð-
liga í dystinum greitt, at tað
stóð nógv upp á spæl hjá
báðum pørtum. Frá fyrsta
bríksli varð leikferðin sett í
topp. Nærdystirnir vóru
nógvir og harðir, og yvir-
høvur tóktist tað so, at hetta
skuldi gerast ein dystur av
tí meira undirhaldandi slag-
num. Eisini hóast trýistið
frá báðum pørtunum við-
førdi, at tað kanska var so
sum so við poleraða fót-
bóltsspælinum.
Eftir fyrstu lítlu løtuna,
har liðini líka sum styrkis-
royndu hvørt annað, var tað
tó sum um HB so smátt
vann sær eina lítla yvirvág.
Bólturin ferðast alsamt
meira inni á GÍ hálvuni, og
tað skuldu heldur ikki
ganga fleiri enn tíggju min-
uttir, so hevði HB fingið
hol á.
Jón Rói Jacobsen, sum í
HB fyri tað mesta er í
álopinum, streyk frá GÍ-
verjuni, og tá Pól Ennigarð
tveitti seg í royndunum at
takla, var hann ov seinur,
soleiðis at hann ístaðin
høgdi beinini undan kvika
álospmanninum. Gult kort
til Pól og brotsspark til HB,
og hetta takkaði Andrew av
Fløtum fyri.
Hóast skelkin, so fullu
gøtumenn á ongan hátt í
fót. Tó at HB hevði yvirvág
í spæli, so stríddust teir á
heimaliðnum av fullum
hjartað, og tá gestirnir ong-
an hug høvdu at geva seg,
so gjørdist spælið í løtum
somikið hart, at dómarin
fleiri ferðir mátti í lumman,
og til tíðir var vandi fyri, at
talan fór at verða um annað
enn gul kort, sum hann
dróg fram.
Spakuliga fingu gøtu-
menn eisini arbeitt seg betri
inn í dystin. HB hevði
kanska framhaldandi yvir-
vágna,
men
gøtumenn
gjørdust alt meira vanligir
gestir á HB hálvuni. Serliga
var tað við uppspæli í
høgru og so longum skift-
um ella innleggum frá Súna
Olsen,
at
vandastøður
íkomu, og millum annað
átti ein stútari frá Krzyztof
Popczynski at givið HB
eina ávaring, men teir lótu
tó ikki við seg koma.
Beint undan steðgin var
eisini nóg mikið við ávar-
ingunum. GÍ gjørdi skjótt
av, tá teir fingu fríspark í
høgru, og meðan HB leik-
ararnir framvegis deildust
um avgerðina, sendi Súni
innfyri, og hesa ferð stútaði
pólverjin bóltin beina leið í
meskarnar uttan møguleika
hjá HB-málverjanum, sum
við góðari orsøk deildi
verjuleikarar
sínar
fyri
væntandi uppdekkingina.
Fánaðu ikki
Hetta var sum vátur vøttur
hjá HB at fáa beint undan
steðginum. Og fleiri vóru
røddirnar sum hildu, at nú
mundi ringa gongdin sein-
astu tíðina fara at koma til
sjóndar, soleiðis at stríðs-
viljin als ikki fór at verða
hin sami í seinna hálvleiki.
Men hesi fóru tó púrasta
skeiv í sínum metingum.
Dysturin var ikki meira enn
byrjaður aftur, so hevði HB
aftur lagt seg á odda. Alt
fyri eitt royndu teir at trýsta
oman móti GÍ málinum, og
hetta gav eisini úrslit. Í
fyrstu atløgu royndi Rúni
Nolsøe at stýra einum inn-
leggi úr vinstru móti máli-
num, og tá bólturin var
blokkaður á vegnum, gjørdi
hann skjótt av. Áðrenn nak-
ar gøtumaður fekk ruddað,
sneiddi hann at baklinjuni
og legði flatt út frá til
Nocko Jokovic, sum uttan
stórvegis hóvasták kundi
stýra bóltinum inn.
Nú var HB aftur við yvir-
lutan, og tað var sjónligt, at
hetta ikki hóvaði gøtu-
monnunum serliga væl.
Frustratiónirnar á leikarun-
um komu týðuliga til sjónd-
ar, meðan teir hjá HB hin-
vegin mentust alt meira, og
tá hálvleikurin var hálv-
runnin kom so tað, sum
líktist eini avgerð. Nocko
Jokovic, sum alla tíðina
royndi at liggja framvið,
Tað líktist avgerðini í dystinum, tá Nocko Jokovic um miðjan seinna hálvleik fekk seinna brotssparkið
Mynd: Álvur Haraldsen
fekk lyft bóltin upp um GÍ
verjuna, og tá hann skuldi
temja, var Bartal Eliasen
dekan ov ófantaligur, so-
leiðis at hann skumpaði
danan niður. Úrslitið gjørd-
ist enn eitt brotsspark til
HB, og fyri áttandu ferð í
landskappingini var An-
drew av Fløtum tryggur, tá
møguleikin beyðst.
Stokkut gleði
Við bert einum hálvum
hálvleiki eftir og tveimum
málum undir sá nú svart út
hjá GÍ, men tað var tó um
reppið, at teir kortini reistu
seg. Bartal varð fluttur
fram í álopið, og eftir at
hann
fyrst
hevði
sæð
stútara
bjargaðan
á
mállinjuni,
vann
hann
tíggju minuttir fyri leiklok
brotsspark, tá hann varð
rendur
um
koll
eftir
frísparksinnlegg.
Hóast Jan Dam gjørdi sítt
besta til tess at órógva
brotssparksskjúttan, so var
Sámal Joensen ísakaldur úr
ellivu metrum, og so tendr-
aði vónin hjá GÍ av álvara,
men tað var tó skjótt, at teir
komu niður aftur.
Í at síggja til vandaleysari
støðu misti Pól Ennigarð til
Andrew av Fløtum, og so
gekk skjótt fyri seg. Tveir
móti einum kundi Andrew
spæla Jón Róa leysan, og tó
at vinkulin kundi verið
betri, so beindi landsliðs-
maðurin bóltin í kassan, og
so mundu sjálvt trúgvastu
viðhaldsfólkini
í
Gøtu
ásanna, at slagið var tapt.
At Sámal Joensen við enn
einum brotssparki fekk
minkað um munin við
brotssparki, tá farið var um
vanligu leiktíðina, mundi
munað lítið í so máta.
Kreppan blást av
Mest týdningarmesta av-
leiðingin av dystinum man
vera, at tað nú stendur mest
sum greitt, at tað verður
HB og ikki GÍ, sum fer at
tosa við NSÍ, KÍ og B36, tá
gullmerkini skulu avgreið-
ast.
Sostatt hevur HB í fyrsta
umfarið fingið vent skút-
uni, og tó at talan fyrst og
fremst var um stríðssigur,
so var tó mangt í spælinum,
sum bendi á, at liðið nú er
um at finna stevið.
Í verjuni vóru teir fyri tað
mesta ivaleysir. Í Jóhannis
og Jan hava teir tveir roynd-
ar miðverjar. Bakkplássini
røktu Janus M. Joensen og
Hans á Lag, og tó at talan
var um eitt satt liðavrik, so
hoyrir tað við, at Hans
sunnudagin
spældi
sín
kanska besta dyst, síðani
hann í ár varð fluttur úr
miðverjuni. Snøgt sagt, so
átti hann alla høgru síðu hjá
HB, og líkamikið um hann
var í álops- ella verjustøðu,
so var talan um somu kraft-
miklu framferðina, sum
snøgt sagt var í serflokki.
Á miðvøllinum stríddust
Rúni, Rógvi og Nico óføra
væl, og tó at saknur onkun
tíð var í kreativitetinum hjá
Halli Danielsen, so tóktist
tað skilagott, at rumenin
var tikin fram um havnar-
mannin.
Og so tykist álopið eisini
at hava fingið flog aftur. At
Jón Rói nú aftur er í hesum
endanum av vøllinum man
í øllum førum ræða flestu
mótstøðuliðini, og tó at
góður helmingur av málun-
um hjá Andrew eru komin
eftir brotsspark, so er hann
toppskjútti í deildini – og
so er tað Nocko Jokovic.
Enn er hann kanska ikki
heilt innspældur á liðnum,
men í løtum vísti hann, at
tað er munur á bestu deild-
ini í Føroyum og í Dan-
mark, og tað kann væl
verða, at tað verður júst
hesin munurin, sum verður
avgerandi fyri, hvørt HB í
ár megnar at vinna seg upp
á ovastu rók.
Dysturin í tølum:
GÍ-HB 3-4 (1-1)
0-1: Andrew av Fløtum
(br.), 12
1-1: Krzystof Popczynski,
44
1-2: Nocko Jokovic, 47
1-3: Andrew av Fløtum
(br.), 66
2-3: Sámal Joensen (br.),
83
2-4: Jón Rói Jacobsen, 84
3-4: Sámal Joensen (br.),
89
Dómari: Dagfinn Olsen:
Hevði fyri tað mesta gott
tak á dystinum. Kundi
kanska verið meira konse-
kventur, tá frustratiónir við
hvørt kókaðu yvir hjá leik-
arum, men tók tó atlit til
einstøku støðurnar, tá hetta
hendi, soleiðis at reyðu
kortini vórðu spard.
GÍ: Hallur Hansen – Leiv-
ur Hansen, Pól Ennigarð,
Bartal Eliasen – Súni Ol-
sen, Magni Jarnskor, Sámal
Joensen, Zdizlaw Janik,
Bárður á Lakjuni – Súni
Fríði Johannesen, Krzystof
Popczynski
HB: Bárður Johannesen –
Hans á Lag, Jóhannis Joen-
sen, Jan C. Dam, Janus M.
Joensen – Rúni Nolsøe,
Nico Dugaru, Rógvi Jacob-
sen – Jón Rói Jacobsen,
Nocko Jokovic, Andrew av
Fløtum.
Andrew av Fløtum hevur júst skotið seinna brotssparksmálið, og gleðin letur lítlan iva vera eftir. HB er av álvara
við aftur í gulldystinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Hans á Lag var væl
nøgdur um avrikið
hjá HB sunnudagin,
men minti sam-
stundis á, at talan
verður um avger-
andi dyst, hvørja
ferð teir fara á vøllin
restina av kapping-
arárinum
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Einki er at taka seg aftur
í, at Hans á Lag mundi
vera ein hin stinnasti HB
leikarin í annars góða lið-
avrikinum sunnudagin.
Og tað var eisini ein
nøgdur Hans á Lag, sum
vit fingu orðið á, tá dyst-
urin var liðugur, og HB
hevði fingið trý ógvuliga
kærkomin stig.
Fyri tveimum vikum
síðani eftirlýstu HB’arnir
stríðsandan á liðnum,
sum púrasta tóktist vera
horvin í summarsteðgi-
num, og Hans ásannaði
eisini, at tað var júst hes-
in, sum gjørdi, at tú var
eydnast at venda gongd-
ini.
- Ja, eg haldi at vit
kempaðu nógv betri í
dag, og tað var eisini tað,
sum gjørdi, at vit fingu
sigurin. Ikki minst er tað
tað, at vit nú hava vent
kritikkin móti okkum
sjálvum, heldur enn at
grenja um alt annað, sum
ikki hevur verið soleiðis,
sum vit vilja hava tað,
sum hevur gjørt hetta. Vit
hava ásannað, at avrikini
hjá okkum sjálvum ikki
hava verið nóg góð, og
tað hevur bøtt um.
Í so máta helt verjuleik-
arin eisini, at tað hevði
verið gott hjá liðnum við
steðginum, sum lands-
dysturin móti Liktinstein
viðførdi.
Fimm finalur
Um sjálvan endaspurtin í
landskappingini
vildi
Hans annars ikki meta
um, hvørt HB nú aftur
skal metast sum ein av
favorittunum í gullstríð-
num.
- Nú kenni eg so ikki
úrslitini av hinum dystun-
um, men í øllum førum
kunnu vit enn avgera alt
sjálvir. Í so máta er talan
mest sum um finaludyst-
in, hvørja ferð vit nú fara
á vøllin, so vit mugu bara
geva alt tað, sum vit
kunnu hvørja ferð, segði
altso Hans á Lag at enda.
Fimm finalur eftir
Vit hava ásannað, at avrikini hjá okkum sjálvum ikki
hava verið nóg góð, og tað hevur bøtt um, helt Hans á Lag
eftir sigurin sunnudagin
C
M
Y
K
22
Nr. 162 - 27. august 2002
23
23