Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 • týsdagur • 27. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrst í komandi ári skal føroyska mans- landsliðið í hondbólti taka lut í EM-undan- kappingini, og nú kemur av álvara ferð á venjingarnar hjá liðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Landsliðsvenjarin í Hond- bólti, Lars Nedergaard, hevur nú boðað frá, hvussu arbeiðssetningurin hjá hondbóltslandsliðnum verður komandi árið. Til Grønlands Fyrst og fremst verða tað kropsligu venjingarnar, sum fara at vera ovarliga á skránni hjá liðnum. Ikki færri enn átta ferðir fara leikararnir at savnast teir tríggjar seinastu mánaðir- nar av hesum álmanakka- árinum, og hvørja ferð er talan um annað hvørt kropsliga venjing ella so- nevndar testir, har staðfest- ast kann, hvussu úrslitið av kropsligu venjingunum hevur verið. Talan verður tó eisini um dystir. Ætlandi skal sein- asta vikan í oktober mánaði nýtast til eina ferð til Grøn- lands, har vónin er at taka lut í eini kapping saman við grønlendska, norska og ís- lendska landsliðnum. Enn er alt ikki komið endaliga upp á pláss hesum viðvíkj- andi, og sum alternativ verður nevnt, at grønlend- ingar undir øllum umstðum eru áhugaðir í at spæla tríggjar venjingardystir. Seinastu vikuna undan nýggjárinum er so ætlanin at spæla dystir móti ymsum samansettum liðum úr Før- oyum, bæði »útlendskum« liði og pressuliðið, áðrenn sjálv EM-undankappingin verður á skránni fyrstu vik- urnar í januar. Her eru Før- oyar í bólki saman við Ísra- el, Finnlandi og Belgia. Víðkaður hópur Til samans hava Lars Ned- ergaard og hjálparmaður hansara, Hjalmar Klein Ol- sen, tikið út 20 mans til komandi venjingarnar. Hetta eru nakrir fleiri, enn tað annars hava verið, men tað er at fegnast um, at eitt nú teir báðir strikuspælar- arnir, Bárður Brimvík og Janus Einar Sørensen aftur eru í hópinum, eins og teir tríggir, Heini Bendtsen, Lars L. Black og Sveinur Justinussen hava trokað seg inn í hópin. Nú verður skjótt álvara Hópurin, sum venjararnir fara at arbeiða við komandi vikurnar sær annars soleiðis út: Málverjar: Jens Skipagøta Team Amager Lars L. Black Kyndil Johan Danielsen Kyndil Eli Müller VÍF Strikuspælarar: Mortan Hansen Tjaldur Kristian Madsen KÍF Bárður Brimvík H 71 Janus E. Sørensen Kyndil Vongspælarar: Hans Á. D. Christiansen Kyndil Martin Hummeland Ajax/Farum John Zachariassen VÍF Regin Petersen KÍF Heini Bendtsen Kyndil Sveinur Justinussen StÍF Bakspælarar: Sámal Joensen VÍF Heini Joensen DK Ingi Olsen VÍF Áki Olsen VÍF Halgir Dahl-Olesen H 71 Høgni Klein Kyndil Fyri tað nógva verður talan um kropsligar venjingar hjá landsliðsleikarunum komandi tíðina, men ætlandi verður eisini talan um landsdystir móti grønlendingum Nr. 162 - 27. august 2002 21 Mortan Hansen til Íslands Strikuspælarin hjá Tjaldrinum er í hes- um døgum í Íslandi, har hann roynir at fáa sáttmála við felag í bestu deildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað eru í løtuni sannlíkind- ini fyri, at landsliðsvenjarin í manshondbólti, Lars Ned- ergaard, í næstum fer at hava enn ein hondbóltsúti- seta í leikarahópi sínum. Tá A-landsliðið í summar var á venjingarlegu, vóru føroyingar ikki teir einastu, sum fylgdu við, hvussu leikur fórst. Hjá Þór á Akureyri hava teir mist nakað av fólki frá í fjør, og tá fleiri skaðar eisini gera um seg í hópinum, nýttu teir høvi at kanna eftir, hvørt onkur leikari var at síggja, sum kundi styrkja um hópin. Valið fall á sterka strikuspælaran hjá Tjaldri, Mortan Hansen, og hann er í hesum døgum í Ís- landi, har hann komandi vikuna skal royndarvenja við felagnum. Góðar vónir Tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Mortan, var tað ein móður strikuspælari, sum vit tosaðu við. Fríggjadagin kom hann til Íslands, og longu sama kvøld var venjingardystur á skránni. Leygardagin vóru tveir dystir leiktir, og tó at hann hevði frí sunnudagin, so var eyðsæð, at møðin skuldi rindast. Spurdur, hvussu vónirnar um ein varandi sáttmála vóru, nú hann hevði verið partur av liðnum nakrar dystir, segði Mortan, at tær mundu vera á eini leið. - Tað er kanska ringt at meta um, men í øllum før- um eri eg meira positivur nú, enn eg var undan frá- ferðini. Kanska hevði eg vóna, at sum strikuspælari fór eg at fáa nógvar bóltar at arbeiða við, men so er tó ikki. Íslendingar seta í nógv størri mun álit á bakspælar- arnar, og tað ger so spælið hjá mær nakað øðrvísi, og tað er so nakað, sum krevur tilvenjing. Men samanum- tikið, so haldi eg tó, at tað hevur gingið á eini leið, og tá støðan við fólki er, sum hon er, hjá Þór við skaðum og øðrum, so kann væl vera, at eg verði verðandi her uppi, heldur hann. Verður avgjørt í vikuni Um sjálvt spælið, so heldur Mortan, at umframt skiftið í spælistíli, so er talan um nakað heilt annað, enn tað at spæla hondbólt í Føroy- um. - Tað sigur seg sjálvt. Ís- lendingar eru jú á so nógv hægri støði enn vit, tá um hondbólt ræður, so at tað er nógv harðari, sigur seg mest sum sjálvt. Serstak- liga er tað leikferðin og kropsliga spælið, sum eru á nógv, nógv hægri støði, enn eg eri vanur við úr Føroy- um. Sum nevnt, so byrjaði royndartíðin hjá Mortani í nýggja felagnum fríggja- kvøldið. Alla hesa vikuna verða venjingar av ymsum slag á skránni, og komandi vikuskifti verðru so ein kapping fyriskipað, har Þór eisini skal taka lut. Vænt- andi fer leiðslan í felagnum eftir hetta at taka støðu til, hvørt Runavíkingurin skal gerast fyrsti mansleikarin úr Føroyum, sum fer at royna seg í best íslendsku hondbóltskappingini, síð- ani Andreas Hansen í 1990/91 gjørdi um seg. Strikuspælarin hjá Tjaldrinum, Mortan Hansen, er í løtuni í Íslandi, har hann hevur í hyggju at fáa sáttmála við Þór, sum spælir í bestu íslendsku deildini VB-Skála 0-0: Skála fekk stig Enn hava skálamenn fyrsta sigurin í bestu fótbóltsdeildini til góðar, men sunnu- dagin fingu teir eitt stig, og komu sostatt nærri eini bjarging í fótbóltstilveruni FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Undir vanligum umstøðum er einki at ivast í, at vág- bingar vóru stórfavorittar, tá Skála kom á vitjan sunnudagin. Vanliga eru vágbingar sera stinnir á heimavølli, og tá Skála enn ikki hevur vunnið dyst í bestu deildini, átti eingin ivi at verið um útfallið av dystinum. Men talan hevur ikki ver- ið um nakað vanligt fót- bóltsár í Vági. Órógv á venjarasessinum hevur kostað nógv, og í lands- kappingini hevur leingi staðið greitt, at liðið mest sannlíkt fer at enda onku- staðni í ongamannalandi. Linligur dystur Hetta var eisini sjónligt á vøllinum sunnudagin. Skála var komið til Vágs fyri í øllum førum at verja stigið, sum teir høvdu við dystarbyrjan, og tí var dyst- arupplegg teirra av tí heldur varliga slagnum. Tí fekk VB rættiliga skjótt leikligu yvirvágina í dystinum, men teimum restaðu tó tað bit, sum teir so ofta hava havt á heima- vølli. Leikferðin var í mangar mátar alt ov lág til veruliga at vera nøkur hótt- an móti Skála, og tó at nakrir málmøguleikar stungu seg upp, so hevði Eugen Voda í Skála-máli- num tamarhald á tí mesta sum kom, tó at hann ein- stakar ferðir noyddist at vísa síni evni sum málverji. Beint fyri steðgin var eis- ini um reppið, at Skála kundi lagt seg á odda, men í evstu løtu fekk VB-verju- leikari vart fyri, tá skot- støða tók seg upp í brots- teiginum. Í seinna hálvleiki gekst ikki stórt øðrvísi enn í fyrra. Einasta broytingin mundi vera, at nú vágbing- ar gjørdust alsamt greiðari um, at her fór eingin sigur at koma av sær sjálvum, so gjørdist teir alt meira tráðir í at flyta bóltin fram á Skála hálvuna. Ikki altíð við so øgiliga skilagóðum spæli, men meira við longum bóltum frameftir, sum á ongan hátt gjørdu arbeiðs- uppgávuna hjá Skála tor- førari. Dramatiska hæddar- punktið í dystinum mundi sostatt vera, tá Tórður Holm stutt fyri leiklok varð rikin av vølli, tá dómarin helt hann brúkt seg dekan ov nógv. Vónin livir Samanumtikið var talan so- leiðis um ein dyst av meira linliga slagnum, men hetta gjørdi tó ikki frøina á Skálamonnum minni, tá dysturin var lokin. Eitt skifti hevði bonkurin annars verið vitandi um, at í Havn var TB á odda móti B36, men fyri Skála mundi tað koma væl við, at TB kortini einki fekk við sær. Nú eru bert tvey stig upp til sessin, sum inniber rættin at spæla um sessin í bestu deildini, og enn eigur Skála heimadyst á móti TB. Dysturin í tølum VB-Skála 0-0 Dómari: Lassin Isaksen VB: Bjarni Johansen - Slo- bodan Madzar, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Mortan í Hørg, Palli Augustinussen, Michael í Lágabø, Marek Wierzbicki, Jón Pauli Olsen – Dan Djurhuus, Nenad Zivanovic Skála: Eugen Voda – Rúni Rasmussen, Bent Djur- huus, Pauli Poulsen, Ronni Hansen Bárður Danielsen– Áki Petersen, Alexandru Gabor, Pauli Hansen, Arn- hold Berg – Alexandur Jo- hansen. Vestmenningurin hevur verið nógv plágaður av skaðum seinastu tíðina, og er nú hjá donskum serfrøðingini til tess at fáa bilbukt við trupulleikan HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sum partur av tíðinda- skrivinum um hondbólts- landsliðið, hevur venjarin hjá føroyska landsliðnum boðað frá, at Áki Olsen nú fer Danmarkar at leita sær ráð, til tess at lekja drúgva knæskaðan, sum hevur plágað vestmenn- ingin í meira enn eitt gott ár. Talan er um eina vitjan hjá danska ítróttarlækn- anum, Eilir Larsen, sum verður mettur sum av- gjørt størsti serfrøðingur- in innan ítróttarskaðar í Danmark, og eitt nú inn- an giktasjúkur telist hann millum teir fremstu í heiminum. Tað er Lars Nedergaard sjálvur, sum hevur fingið kanningina hjá Eilifi Lar- sen í lag, og vónar hann, at hetta kann vera við- virkandi til, at skotsterki bakspælarin verður tøkur, tá Føroyar í januar mán- aði skulu spæla EM-und- ankappingingardystir sín- ar. Áki Olsen til Danmarkar Stórsta skothóttanin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum hevur verið nógv skaddur seinnu árini, men vónandi verður hann tøkur, tá EM- undankappingardystirnir verða á skránni í januar 21 C M Y K 20