Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggja Norrøna kemur í tøkum tíma. Hon fer at menna eina nýggja dimen- sión í ferðavinnuni á okkara leiðum, nevni- liga hana, at siglingin fer at verða ein týð- andi partur av allari feriuupplivingini heldur Bjarni Djur- holm, landsstýris- maður, sum varð við til sjósetingina av Norrønu leygardagin FERðAVINNA Jan Müller úr Lübeck Millum mongu gestirnar til sjósetingina av nýggju Norrønu var eisini lands- stýrismaðurin í ferðavinnu- málum, Bjarni Djurholm. – Hetta skipið, sum er farið av bakkastokki, fer at hava ómetaliga stóran týdn- ing fyri møguleikarnar at menna ferðavinnuna í Før- oyum. Skipið lýkur tey nú- tíðarkrøv til hentleikar, sum tann ferðandi setur sum eitt sjálvsagt krav í dag. Tvs. at tann ferðandi kann nú njóta farleiðina millum Føroyar og útlondini sum ein part av síni frítíð og ikki sum eitt stað, har hann skal parker- ast í ávíst tímatal fyri at koma fram til eitt ávíst pláss. So tann ferðandi kann inkludera sjálva ferð- ina við Norrønu við síni positivu upplivilsi í feriuni. Og tað fer at verða ein stór- ur fyrimunur fyri ferða- vinnu í Føroyum, tí vinnan tá hevur betri møguleika at selja Føroyar sum eitt ferðamannaland sigur Bjarni Djurhol, sum eisini vónar og ynskir, at tað fer at ganga Smyril Line væl, og at tað fer at fáa raksturin at bera seg við hesum stási- liga skipinum. Talan er um eitt tað størsta einstaka projektið í føroyskari søgu. Uppá fyri- spurning hvat hann heldur um kostnaðin, meira enn 700 mill. kr. og møguleik- arnar at klára seg, sigur Bjarni Djurholm, at tað er eingin ivi um, at Smyril Line hevur fyri neyðuni at fáa eitt nýtt skip, og tá tú skal hava eitt skip, sum skal lúka nútíðar krøv og krav til komfort, so skal tú av við nógvar pengar. – Givið er at teir skulu forrenta og av- skriva ein stóran kapital. Tað er so mín og landsstýr- isins vón, at hetta fer at hepnast teimum. Um kostn- aðin av skipinum hevur landsstýrismaðurin onga meting, men kann bert staðfesta, at tað var neyðugt at byggja nýtt skip. Honum dámar annars væl, at útlendskur kapitalur er við til at fíggja skipið. – Tað er í sær sjálvum positivt, at man kann spjaða váðan. Føroyingar eiga meirilutan av skipinum, og tað er gott. At aðrir átaka sær váða á hesi farleiðini er ein trygd fyri allar íleggjar- arnar. – Men kemur tað hartil, at fíggjarlig bakkøst í sam- felagnum fara at raka Smyril Line, vil landsstýrið so vera eins positivt sum tað var at geva hjálp sum táverandi landsstýrið var á sinni, tá gamla Norrøna hevði stuðul fyri neyðini í eitt tíðarskeið? – Nú skal eg ikki taka nakrar sorgir uppá forskot. Men vísandi til tann polit- ikk, sum er rikin seinastu árini og tað eg sjálvur havi lagt upp til, so er lítið sann- líkt til, at landið fer at in- volvera seg í slíkt projekt skuldi tað ikki gingið eftir ætlan. Bjarni Djurholm, sum við egnum eygum hevur sæð nýggju Norrønu verða sjósetta, ivast ikki í, at skipið fer at gerast flagg- skipið av øllum flaggskip- um í Norðuratlantshavi í framtíðini. – Eg trúgvi eisini, at tað er tí, at teir, sum eiga og gera íløgur, síggja eina skilagóða meining við hesum. Eg eri sannførdur um, at gongur tað ikki so væl, sum tað vónandi fer at gera, so vilja teir finna neyðugu loysnirnar. Bjarni Djurholm ivast ikki í, at Smyril Line hevur tikið eina rætta avgerð um at byggja eitt nýtt skip. Hann vísir á, at í ferða- vinnuhøpi, so hevur gongd- in verður tann, at man skal royna at fáa spjatt ferða- fólkaflutningin yvir størri part av árinum. Skal hetta bera til so má eitt betri og størri skip fáast. Verður satsað uppá at fáa ferðafólk hendavegin alt árið, so mugu vit eisini til at hugsa um at hava nakað at bjóða ferðafólki á landi aðrar tíðir á árinum. Spurdur sum tað undrar hann, at so mong fólk eru boðin við til hátíðarhaldið í sambandi við sjósetingina sigur Bjarni Djurholm, at Smyril Line uttan iva ger hetta sum ein partur av marknaðarføringini. Og at man vil byrja longu nú er kanska heldur ikki so løgið, tí neyðugt er at marknaðar- føra skipið í góðari tí. Tað skal longu í sigling kom- andi summar. Nýggja Norrøna flaggskipið í Norðuratlantshavi Bjarni Djurholm og konan, Eydna Djurholm vóru við til hátíðarhaldið í Lübeck leygardagin Tórmaóður Djurhuus, nevndarformaður, gumman hjá Norrönu, Martha Hammer, og Óli Hammer, stjóri á Smyril Line 18 Nr. 162 - 27. august 2002 Nr. 162 - 27. august 2002 19 HOTEL HAFNIA (Loftið) Leygard. 14. september og sunnud. 15. september frá kl.14.00 - 19.00 SJÓMANSHEIMIÐ Í KLAKSVÍK Mánad. 15. september kl.12.00 - 18.00 Vinarliga ring og bílegg tíð NÝTT HÁR! Nú koma vit aftur koma vit aftur á vitjan vitjan í F Føroyum. royum. Vi Við okkum hava vit snotuligasta okkum hava vit snotuligasta úrvali rvalið av av hárkollum og par rkollum og parúkkum. kkum. Vit hava einaumbo Vit hava einaumboðan av n an av nýggjari japanskari ggjari japanskari tægr, sum er einastandandi slitsterk, og t gr, sum er einastandandi slitsterk, og tískil skil serstakliga v serstakliga vælegna legnað til f til fólk vi lk við kropsliga kropsliga hørðum arbei um arbeiði - til d i - til dømis fiskimenn, hand- mis fiskimenn, hand- verkarar og onnur. verkarar og onnur. Hárluturin hevur rluturin hevur ótrtrúlig evni at halda h lig evni at halda hársni rsniði, i, og ver og verður ikki sleipin sum fr ur ikki sleipin sum frálíðíður. Harumframt ur. Harumframt er hann sera v er hann sera vælegna legnaður til varandi ur til varandi áseting. seting. Og j Og júst varandi st varandi áseting er ser seting er serøki okkara. ki okkara. Lagdur ver Lagdur verður ein tr ur ein tráð áður undir h ur undir húð úðina, og ina, og síðíðan ver an verður h ur hárluturin fastgj rluturin fastgjørdur. N rdur. Nú vaskar vaskar og grei og greiður t ur tú h háririð, sum var ta , sum var tað t títt egna. Ein tt egna. Ein lættur og fittligur m ttur og fittligur máti at endurn ti at endurnýggja ggjað h háririð. . SjSjálvur avger t lvur avger tú alt um lit, sni alt um lit, snið, bygna , bygnað o.s.fr. o.s.fr. Legg til merkis: Legg til merkis: Vit eru fremstu Vit eru fremstu útvegarar og serfr tvegarar og serfrøð øðingar ingar Danmarkar t Danmarkar tá umr umræð æður ur øð øðrvrvísi h si hár, so kom r, so kom innar og hygg at tilfarinum... innar og hygg at tilfarinum... /BOEL LAYOUT www.team85.fo C M Y K 19 18