týsdagur 27. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 162 - 27. august 2002
Nr. 162 - 27. august 2002
17
– takið tvørturímóti
ímóti henni við
opnum ørmum og
fáið tað besta burtur
úr sigur Kjell Ursin
Smith, stjóri fyri
risastóru oljumess-
una ONS í Stavanger,
har fleiri enn 10 før-
oyskar fyritøkur lut-
taka í hesum døgum
ALTJÓÐA OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Hóast ongin vissa er fyri
nøkrum lønandi oljufundi
við Føroyar enn, so heldur
stjórin fyri ONS, altjóða
oljumessuna í Stavanger,
Kjell Ursin Smith kortini,
at føroyingar ikki eiga at
missa mótið. Við hesum
minnist hann fyrstu boring-
ina í norskum sjógvi, har
tað skuldu 33 til, áðrenn
nakað lønandi fund varð
gjørt.
Kjell Ursin Smith, sum
sjálvur
hevur
drúgvar
royndir í norskari olju-
vinnu, vitjaði í Føroyum í
fjør saman við eini sendi-
nevnd úr Stavanger við
borgarstjóranum á odda.
Endamálið við vitjanini var
m.a. at markanaðarføra
norskar oljufyritøkur og
vørur teirra í Føroyum, nú
fyrstu boringarnar skuldu í
gongd her. Uppgávan hjá
Ursin Smith varð so eisini
at fáa føroyskar fyritøkur
við á oljumessuna í ár.
Hóast luttøkan hesaferð
er minni enn undanfarin ár,
so heldur hann kortini, at
tær fyritøkurnar, sum eru
við, hava møguleika at fáa
nógv burtur úr. Hann hugs-
ar ikki minst um tað sam-
skifti og samstarv tær
kunnu fáa við tær meira
enn 1000 oljuvinnufyritøk-
urnar, sum eru við á mess-
uni.
– Her finnur tú flestu av
heimsins oljufeløgum og
tænastufyritøkum í hesi
vinnu, og vit halda tí ONS
vera ein frálíkan karm fyri
føroyskar fyritøkur at hitta
umboð fyri aljóða oljuvinn-
una.
Hetta er fyrst og fremst
ein møtistaður, tvs. eitt
pláss har tú kanst hitta
umboð fyri øll hugsandi
feløg í oljuvinnuni og her
kanst tú eisini gera góð
innkeyp umframt at sleppa
av við tínar egnu vørur.
ONS stjórin heldur, at
henda stevnan er eitt frálíkt
høvi hjá eitt nú føroyskum
fyritøkum at gera vart við
seg, at vísa, hvørjar tær eru
og standa fyri. Vanliga lut-
taka umleið 20 tjóðir úr øll-
um heiminum á stevnuni.
Hesaferð luttaka Føroyar
við umleið 10 fyritøkum,
sum er munandi minni enn
undanfarin ár. Hetta kemur
av, at Føroyar eru í eini
»bíðistøðu« í løtuni, nú tað
framvegis er óvist, um olja
finst í undirgrundini.
Kjell Ursin Smith ivast
ikki í, at olja verður funnin
við Føroyar og vísir til tey
mongu fundini, sum eru
gjørt í grannalangum. Hann
sigur, at nú so stórur áhugi
er fyri føroyska økinum,
hava
fyrireikararnir
av
framsýningini latið Føroy-
um eitt tað besta plássið,
nevniliga nær við høvuðs-
inngongdina við síðuna av
Statoil og Norsk Hydro.
Eisini stórar kontraktorfyri-
tøkur í oljuvinnuni sum
Schlumberger og Baker
Hugh liggja í sama um-
hvørvi. Eisini norska olju-
direktoratið liggur í hesum
økinum, tvs. at nógv vitj-
andi fara at koma framvið
føroyska básinum.
Men hvør er so hesin
norðmaðurin! Hann hevur
verið marknaðarstjóri í
Kværner í 12 ár, stjóri fyri
Kværner í Bretlandi í 4 ár.
Undan tí var hann stats-
sekreterur í kommunal-
arbeiðsdepartementinum í
stjórnini hjá Willokk. Hann
hevur eisini verið býráðs-
limur í Stavanger.
Sjálvur byrjaði hann í
oljuvinnuni við at gera eitt
projekt um samfelagsligu
árinini av oljuvirkseminum
í Stavanger í 1975. Hann
var við í tí fyrsta arbeiðs-
bólkinum, sum gjørdi eina
konsekvensanalysu av olju-
virkseminum í Noregi.
Hetta var eftir at olja varð
staðfest. So hetta er nakað,
sum hann framvegis hevur
stóran áhuga fyri og tí royn-
ir hann eisini at fylgja tí
orðaskifti, sum er í Føroy-
um, nú undan eini møgulig-
ari oljuvinnu.
Kjell Ursin Smith skilur
væl, at føroyingar seta
spurnartekin við eina kom-
andi oljuvinnu, nú talan er
um eitt lítið og viðkvæmt
samfelag.
Dugað væl
Eftir eina vitjan í Føroyum í
fjør heldur hann, at før-
oyskir myndugleikar hava
dugað sera væl at taka
hædd fyri útviklinginum og
her ikki minst læra av tí,
sum er hent í øðrum lond-
um. – Tit eru nógv meira
bevíst um støðuna, enn vit
vóru fyri 25-30 árum síð-
ani. Eg eri tí sera ovfarin og
hugtikin av tí áhuga og
innliti, sum føroyskir polit-
ikarar og her ikki minst
løgmaður og oljumálaráð-
harrin hava. So føroyingar
eru betri fyrireikaðir at taka
ímóti eini oljuvinnu enn
norðmenn vóru tað á sinni.
Hann heldur tað er sera
umráðandi at fara væl um
egna mentan og virði, nú
ein stór nýggj altjóða vinna
bankar uppá dyrnar. Hann
heldur eisini, at føroyingar
eiga at vera sera varnir at
brúka oljuinntøkurnar men
heldur koyra tær í grunn
eftir norskum ella alaska-
modelli.
Hann viðgongur, at norð-
menn vóru ov seinir við at
staðfesta tørvin á íbúðum
til oljufólkini og heldur
hetta er nakað, sum føroy-
ingar eiga at taka í størsta
álvara. Eiga at seta øki av
og at syrgja fyri, at fólk,
sum koma uttanífrá, búgva
her.
– Tað vóru mong, sum
søgdu, at útlendingarnir,
sum komu til Stavanger,
vildu oyðileggja okkara
samfelag. Tað, sum hendi,
var beint øvugt, at hesi
fólkini hava ríkað okkara
samfelag, og at vit við hesi
vinnu hava fingið møgu-
leikar sum ongantíð áður.
Sjálvur gjørdi hann eina
samanbering í 1975 millum
Stavanger, sum var við at
byggja eina oljuvinnu upp
– og so Esbjerg, har eingin
olja var, og har úrslitið
varð, at tey í Stavanger
høvdu tað nógv betri sosi-
alt, við ongum arbeiðsloysi
osfr.
– Men hevur oljan verið
góð fyri Stavanger?
-– Tað vil eg svara
»ubetingat ja på«. Hann
ivast onga løtu í, at oljan
hevur
havt
ómetaliga
positiva ávirkan á Stavan-
ger og fólkið har.
– Men hvussu við teimum
negativu síðunum av olju-
vinnuni?
– Vit royndu at kanna um
tað t.d. var størri alkohol-
nýtsla í Stavanger enn í
øðrum norskum býum eftir
at oljan hevði gjørt innrás
og vísti tað seg, at tað var
tað ikki. Kannaðu eisini um
tað vóru fleiri sálarligar
sjúkur her enn aðrastaðni,
men tað vóru tað heldur
ikki. So vit kunnu bara
siga, at oljan í stóran mun
hevur verið sera góð fyri
býin.
Hann heldur eisini út-
lendsk oljufólk hava nakað
at geva norskari mentan.
Oljupengarnir hava eisini
gjørt, at gomul virði eitt nú
bygningar oa. eru komin til
sín rætt aftur og eru við til
at gera býin ríkari og betri.
So føroyingar eiga ikki at
bera ótta fyri eini komandi
oljuvinnu, um man tryggjar
seg í góðari tíð við at hugsa
um slíkt sum íbúðir og
barnagarðspláss og eina
skilagóða plasering av olju-
inntøkunum.
Hann vónar at síggja
nógvar føroyingar á olju-
messuni og ynskir Føroyum
góða eydnu við komandi
leiting.
– Berið ikki ótta fyri oljuni
Annaðhvørt ár er oljumessa í Stavanger og Aberdeen, har
føroyskar fyritøkur hava verið væl umboðaðar seinastu árini.
Myndirnar eru frá føroyska básinum í Stavanger fyrraárið,
har Harald kongur vitjaði og hitti eitt nú Poul Mohr, stjóra og
Eyðun Elttør, landsstýrismann
Kjell Ursin Smith, stjóri fyri oljumessuna ONS í Stavanger
vitjaði fyri eini tíð síðani í Føroyum fyri at skapa áhuga hjá
føroyskum fyritøkum fyri at luttaka á framsýningini
ALTJÓÐA OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Fara komandi bor-
ingar at vísa, at
fundið, sum Amerada
Hess oa. gjørdu í fjør,
er rakstrarverdugt,
kann hetta blíva
fyrsta framleiðandi
feltið á føroyskum
øki. Men eftir øllum
at døma liggur tað
eisini í bretskum øki,
og tað fer at stór krøv
til føroyskar myndug-
leikar í samráðingum
við bretar. Elttør fer
at slóða fyri hesum á
fundi í dag við
bretska starvsbróð-
urin Brian Wilson
Tað er ikki sørt lagnunnar
speisemi, tá Eyðun Elttør í
dag fer at hitta nýggja
bretska starvsbróður sín,
Brian Wilson, sum tók við
sum olju- og orkumálaráð-
harri fyri ikki so langari tíð
síðani. Teir báðir hittast á
altjóða oljumessuni í Sta-
vanger at tosa um framtíðar
samstarv tvørtur um undir-
grundarmarkið
millum
londini. Júst sama stað, har
Eyðun Elttør fyri nøkrum
árum síðani hitti táverandi
bretska
starvsbróðurin,
John Battle, fyri at fáa eina
loysn á marknatrætuni.
Sostatt snýr tað seg fram-
vegis um markið millum
londini, tá teir báðir olju-
málaráðharrarnir hittast í
dag. Men hesaferð er tað
við einum gevandi sam-
starvi fyri eygað. Tað snýr
seg m.a. um at finna skila-
góðar skipanir fyri at kunna
troyta oljufelt, sum ganga
um mark tvs., sum eru bæði
tilhoyrandi
Føroyar
og
Bretland um somu tíð.
Møguleiki er fyri, at fyrsta
føroyska oljufeltið eisini er
bretskt. Vísa komandi bor-
ingar, at tað er lønandi og
útbygging
skal
fara
í
gongd, so er nógv at tosa
um hjá føroyingum og bret-
um í felag. Tað er hetta
prátið, sum teir báðir olju-
málaráðharrarnir so smátt
fara at seta hol á, hóast teir
enn ikki vita, um oljufund-
ið hjá Amerada Hess í fjør
er rakstrarverdugt.
Tá marknaavtalan varð
undirskrivað millum Føroy-
ar og Bretland buðu bretsk-
ir myndugleikar, sum hava
drúgvar royndir á oljuøkin-
um, at hjálpa føroyingum í
spurningum sum eitt nú
hesum, hvussu ein skal
bera seg at, tá eitt oljufelt
liggur báðumegin markið.
Bretar og norðmenn hava
drúgvar royndir í so máta,
eitt nú liggur stóra Frigg-
feltið á báðum síðum av
markinum í Norðsjónum.
Hetta var eisini nakað,
sum løgmaður og umboð
fyri føroyskar oljumyndug-
leikar tóku upp undir al-
mennu vitjanini hjá løg-
manni í Bretlandi fyri skjótt
tveimum árum síðani. Tá
hitti hann táverandi bretska
oljumálaráðharran
Peter
Hain, sum lovaði at virka
fyri einum góðum sam-
starvi í eitt nú eini støðu,
har oljufelt ganga tvørtur
um mark.
Neyvan verður talan um
nakran drúgvan fund í Sta-
vanger á hesum sinni. Men
hann kann kortini koma at
slóða fyri einum nýggjum
og týdningarmiklum sam-
starvi millum londini.
Óvissan um føroyska
økið við tveimum
turrum brunnum er
uttan iva orsøkin til,
at »einans« 12
føroyskar fyritøkur
eru við á altjóða
oljumessuni í Stavan-
ger í hesum døgum
OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Síðani áhugi tók seg upp
fyri føroysku undirgrundini
fyrst í 90-unum, serstak-
liga eftir at danska stjórnin
lat føroyingum rættin til
ráevni í undirgrundini, hev-
ur føroyski áhugin fyri at
luttaka á altjóða oljumess-
unum í Stavanger og Aber-
deen verið støðugt vaks-
andi. Hesar oljumessur
skiftast millum hesar báðar
oljubýirnar annaðhvørt ár. Í
ár er tað so Stavanger, sum
stendur fyri tørni. Óvissan
um hvat goymir seg í før-
oysku undirgrundini og tær
heldur miseydnaðu boring-
arnar hjá Statoil og BP í
fjør hava gjørt, at steðgur
líkasum er komin í. Tó so –
fundið hjá Amerada Hess
heldur framvegis áhugan-
um uppi, og tí eru tað eisini
12 fyritøkur og feløg, sum
verða við á messuni í Sta-
vanger.
Hesi eru:
Atlantic Airways
Kjølbro Heilsøla
Poul Hansen
Skipafelagið
Thor
Tor Shipping
Vága Floghavn
Virkisráðgeving
Beras
Básurin hjá føroysku fyri-
tøkunum liggur sera væl
fyri, er nummar 1078 og
liggur í J-bygninginum,
nærhendis
høvuðsinn-
gongdina. Hann er 24 fer-
metrar og liggur hann við
síðuna av stóru básunum
hjá eitt nú Statoil og Norsk
Hydro.
Higartil hevur Menning-
arstovan tikið sær av før-
oysku luttøkuni á slíkum
framsýningum. Nú er so
ætlanin, at Oljuvinnufelag-
ið undir Vinnuhúsinum skal
standa fyri tí í framtíðini.
Men av tí at Atlantic
Supply Base hevði bílagt
sær øki fyri seg varð gjørt
av at gera ein felagsbás fyri
bæði útgerðarhavnina í
Runavík og aðrar føroyskar
fyritøkur. Tvs. at Olju-
vinnufelagið og Atlantic
Supply Base í felag standa
fyri básinum.
Í sambandi við ferðing,
skipar Flogfelag Føroya
fyri beinleiðis flúgvara til
og frá Stavanger. Flogið
verður til Stavanger 26.
august klokkan 17:30 og
aftur til Føroyar 30. august
klokkan 20:00.
Eyðun Elltør, Herálvur
Joensen og Alex Buvik frá
Oljumálastýrinum vera á
ONS 2002 týsdag 27. og
mikudag 28. august.
Mikudagin 28. august,
um morgunin fer landsstýr-
ismaðurin at vitja føroyska
básin í nakrar tímar.
Annars skal Eyðun Elttør
hitta bretska orkumálaráð-
harran Brian Wilson á bás-
inum hjá Trade Partners
850/32 í høll H 27. august
klokkan 17.
Sum skilst fer eisini ein
av bólkunum undir FOIB at
halda fund á ráðstevnuni.
Elttør hittir bretska
starvsbróðurin
Tá Eyðun Elttør,
landsstýrismaður hitti
bretska starvsbróðurin John
Battle á oljumessuni í
Stavanger fyri nøkrum árum
síðani og har var við at fáa
glið á aftur
marknasamráðingarnar
Mynd Jan Müller
Føroyskar fyritøkur við á ONS
Brian Wilson, núverandi
bretski oljumálaráðharrin
verður við á ONS og skal
hann hitta Eyðun Elttør í
dag.
Mynd Uppstream
Smátjóðirnar Føroyar og Grønland á altjóða oljumessu í
Stavanger, saman við oljurisum sum Noregi
Mynd Jan Müller
Stóru framsýningarhøllirnar í Stavanger
C
M
Y
K
17
16