týsdagur 27. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2002
15
Nýggja Norrøna alstóran týdning fyri útflutningin
At avgjørt varð at
halda fram við Smyril
Line heldur enn at
gevast, nú tørvar var
á einum nýggjum
skipi, heldur ein av
veteranunum í ferða-
vinnu og flutningi,
Thomas Arabo, var
eitt fyri Føroyar sera
skilagott val. Bæði
fyri ferðavinnuni og
fyri útflutningin.
NýTT SKIP
Jan Müller
– Nýggja Norrøna er av-
gjørt ein skilagóð og neyð-
ug íløga fyri alt føroyska
samfelagið. Ferðavinnan er
eitt, men hon hevur kanska
størsta týdning fyri okkara
feskfiskaútflutning. Hetta
heldur ein av veteranunum
innan føroyskan skipaflutn-
ing, Thomas Arabo. Hann
var hjástæddur, tá nýggja
Norrøna fór av bakkastokki
í týska býnum Lübeck
leygardagin.
Thomas Arabo er ikki ein
og hvør heldur, tá talan er
um skipaflutning. Hann var
stjóri í Strandferðsluni og
ein av høvuðsstigtakarun-
um til at keypa Mortan
Mols til uttanlandasigling í
1975. Thomas var eisini ein
av heilunum aftanfyri tað
flutningsmynsturið, sum tá
tók seg upp og sum skuldi
blíva avgerandi fyri útvikl-
inginum víðari frá Smyrli
til Norrønu og nú til nýggja
Norrønu.
Nú hann eygleiðir nýggju
Norrønu í havnini í Lübeck
renna minni um 27 spenn-
andi ár upp fyri hann. – Eg
haldi tað var rætt og gott, at
vit keyptu Mortan Mols á
sinni, eins og tað er rætt og
gott, at nýggj Norrøna nú
verður smíðað sigur Thom-
as Arabo, sum heldur, at
nýggja Norrøna fer at klára
seg. – Tað eru professionell
fólk, sum standa aftan fyri
Smyril Line. Við sínum
drúgvu royndum fer felagið
eisini at megna uppgávuna,
sum bæði er at flyta ferða-
fólk og fram. Thomas Ara-
bo heldur sjálvur, at týdn-
ingurin, sum skipið fer at
fáa fyri feskfiskaútflutn-
ingin eigur ikki at undir-
metast. Við hesum væla-
skipi ber til at fáa 1. floks
fiskavørur úr Føroyum til
meginlandið. Uppá fyri-
spurning um ikki hetta er
ein uppgáva hjá øðrum
skipafeløgum, sum burtur-
av taka sær av vøruflutn-
ingi, sigur Thomas Arabo,
at føroysk skipafeløg og her
serstakliga
Skipafelagið
hava ikki megnað at liva
upp til tær avbjóðingar,
sum eitt nú feskfiskaflutn-
ingurin hevur sett. – Mínar
royndir øll hesi 27 árini
síðani vit fingu Smyril og
fóru undir uttanlandssigl-
ing við eitt nú farmaflutn-
ingi fyri eygað hava verið
tær, at eitt føroysk skipa-
feløg hava verið ov kon-
servativ og hava tíanverri
eisini roynt at leggja fót-
onglar fyri tí flutningi, sum
grundarlag varð lagt til í
1975.
Thomas Arabo heldur
eisini, at nýggja Norrøna
kann skapa ferðavinnunu
nógvar nýggjar møguleikar.
Her hugsar hann bæði um
at fáa fleiri fólk henda veg-
in men eisini at tjena peng-
ar uppá at flyta ferðafólk
millum meginlandið og
Ísland. Aftrat hesum koma
so tey mongu arbeiðspláss-
ini, sum nýggja Norrøna fer
at skapa.
Sjálvur hevur Thomas
Arabo sitið í nevndini í
Smyril Line í mong ár.
Hann var við til at taka
avgerðina um at halda fram
við nýggjum skipi heldur
enn at gevast og selja allar
ognirnar. Tað var nettupp
við mongu møguleikunum,
sum Norrøna skapar, at teir
í nevndini hildu tað vera
rætt ikki at gevast men
heldur at gera nýggjar íløg-
ur. Thomas Arabo heldur
tað vera í lagi og gott, at út-
lendskur kapitalur er við í
projektinum, men hann
heldur, at tað er avgerandi
neyðugt, at meirilutin er á
føroyskum hondum. – Eitt
felag sum Smyril Line eins
og Atlantsflok hevur stóran
týdning fyri føroyska sam-
leikan, tí eiga vit eisini
sjálvi at eiga meirilutan.
Thomas Arabo heldur
eisini, at vit eiga at takka
politikarum sum Atla Dam
og Finnboga Ísakson, sum
við stuðuli frá eitt nú Jógv-
an Sundstein syrgdu fyri, at
politisk undirtøka varð fyri
at keypa Mortan Mols á
sinni, sum jú var tað, ið
legði lunnar undir ta verk-
ætlan, sum nú er farin av
bakkastokki í Lübeck. –
Táverandi Mortan Mols
kostaði umbygdur minni
enn 30 mill. men tann
íløgan kravdi eisini djarvar
politikarar við visiónum.
Løgtingsmenn vóru sera
ivasamir, og var tað saman-
koblingin við uttanlands-
sigling, sum gjørdi, at
tingið tók undir við at fáa
nýggjan Smyril til suðuroy-
arsiglingina.
Thomas Arabo ásannar,
at 750 mill. kr. er nógvur
peningur, men hann heldur,
at tað kundi neyvan gerast
bíligari. At fólkini aftanfyri
projektið hava so drúgvar
royndir eisini heldur hann
vera rættiliga avgerandi.
Jóannes á Váli, fíggjarstjóri í Smyril Line, Jónas Hallgrimsson, nevndarlimur úr Íslandi,
Klæmint Weihe, nevndarlimur, Óli Hammer, stjóri og Tórmóður Djurhuus, nenvdarformaður á
skipasmiðjuni í Lübeck leygardagin
Tummas Arabo og konan vóru eisini við í Lübeck. Tummas Arabo var stjóri á Strandferðsluni,
tá Smyril byrjaði uttanlandssiglingina í 1975. Hann hevur eisini í fleiri ár verið nevndarlimur í
Smyril Line
Um 400 fólk vóru við til hátíðarhaldið í Lübeck leygardagin, tá nýggja Norröna fór av bakkastokki – av teimum um 100 úr
Føroyum
15
14
Nr. 162 - 27. august 2002
NÝTT SKIP
Jan Müller úr Lübeck
Seinnapartin
leygardagin
varð nýggja Norrøna flotað í
týska býnum Lübeck. Um-
leið 100 føroyingar umframt
hópurin av innbodnum úr út-
landinum, vórðu bodnir til
hátíðarhaldið, sum fór fram í
allar besta summarveðri. Ikki
færri enn tríggir ráðharrar
vóru við til hesa stóru løtu, tá
tey umleið 70%, sum eru
liðug av nýggja skipinum,
fóru av bakkastokki, tveir ís-
lendskir og einum føroyskur.
Tað var Martha Hammer,
kona Óla Hammer, stjóra í
Smyril Line, sum doypti og
navngav skipið, Norröna.
Umframt umboð fyri skipa-
smiðjuna Flender Werft hildu
nevndarformaðurin Tórmóð-
ur Djurhuus og stjórin Óli
Hammer, røður, har teir
takkaðu øllum, sum hava
verið við til at gera hesa verk-
ætlan til veruleika.
Nýggja Norröna verður
liðug í mars næsta ár og latin
eigarunum 20 mars. Óli
Hammer er sera fegin, nú
hann eygleiðir nýggjasta
verk sítt. Hann sigur, at hetta
hevði ongantíð verið veru-
leiki uttan tey mongu fólk-
ini, sum hava trúð uppá og
arbeitt við verkætlanini.
Hann heldur avgjørt, at tørv-
ur er á einum nýggjum skipi
og metir nýggju Norrönu at
fáa alstóran týdning fyri
menningina av føroysku
ferðavinnuni. At íslendingar
senda ikki færri enn tveir
ráðharrar til hátíðarhaldið,
vinnumálaráðharran
og
samferðsluráðharra heldur
hann vísir, hvussu stóran
dent íslendingar leggja á
hetta skipið og ferðasam-
bandið, sum Smyril Line
hevur bygt upp.
Føroyski landsstýrismað-
urin, ið var við til hátíðar-
haldið, var Bjarni Djur-
holm, sum er sera fegin um
nýggja skipið.
Nýggja Norröna flotað í Lübeck
Eitt nýtt tíðarskeið byrjað í ferðavinnuni
Fyri pionerarnar, sum
í 1975 síðani vórðu
við til at keypa Mort-
an Mols, seinni Smyr-
il, má hetta vera eitt
ótrúlig kensla av vera
við til sjósetingina av
nýggju Norrønu 27 ár
seinni sigur Heri
Niclasssen, stjóri í
Ferðaráðnum. Hann
var hjástæddur, tá
nýggja Norrøna fór at
bakkastokki í Týska-
land leygardagin
FERðAVINNA
Jan Müller úr Lübeck
– Henda løtan má vera eitt
serstakt
upplivilsi
hjá
manning, starvsfólki og
leiðslu í Smyril Line. Hetta
er ein nýggj tíð, sum byrjar
í norðuratlantiskari ferju-
og ferðamannasigling sigur
Heri Niclassen, stjóri í
Ferðaráð Føroya og ein av
veteranunum í føroyskari
ferðavinnu sum heild. Hann
hevur mong ár á baki í priv-
atu ferðavinnuni, bæði hjá
Smyril Line og Atlantsflog.
Hann vísir á, at hetta sein-
asta stigið hjá Smyril Line
má sigast at vera triðja stigið
í einum útviklingi, sum er
27 ára gamal. -Fyrst var tað
Smyril, síðani Norrøna og
nú nýggja Norrøna. Tað
hevur verið ein støðug fram-
gongd alla tíðina. Og hjá
felagnum var bert eitt at
gera, og tað var at útvega eitt
størri skip, tí eftirspurn-
ingurin er vaksin so nógv.
Vaksandi talið av ferðafólki
ynskir eisini betri umstøður
umborð. Verandi Norrøna er
útslitin. Hetta verður tí eisini
spennandi hjá okkum øðrum
í føroyskari ferðavinnu. Heri
Niclassen sipar til, at Ferða-
ráðið eisini vil vera partur av
tí útviklingi, sum verður í
kjalarvørrinum á nýggju
Norrønu. - Okkara partur
skal so ikki liggja eftir fyri at
fáa hetta at ganga.
Nýggja Norrøna fer at
blíva eitt týðandi lið í
menningini av føroyskari
ferðavinnu. Fyri at fáa ferð-
andi við skipinum fer
Smyril Line eisini at leggja
uppaftur størri orku í
marknaðarføring. Tað kann
so koma at gagna allari før-
oyskari ferðavinnu.
Stjórin í Ferðaráðnum
heldur, at tað má vera ein
undarlig men ikki minst góð
kensla hjá teimum, sum
løgdu lunnar undir táverandi
Smyril í 1975. -Teir, sum
vórðu við til at keypa
Mortan Mols fyri 27 árum
síðani, og sum eru við í dag,
høvdu neyvan ímyndað sær
tá, at man 27 ár eftir, at
Smyril kom, skuldi sjóseta
eitt so stórt skip sum ein
beinleiðis avleiðing av tí,
sum pionerarnir fóru í holt
við tá. Tað má vera stuttligt
í dag at vera pionerur í
ferðamannasigling í Norð-
uratlantshavi og uppliva
henda dag.
Heri Niclassen, sum hev-
ur verið við til at leggja
lunnar undir Smyril Line og
byggja tað upp, heldur, at
felagið var tvingað til at
gera okkurt, tí tey ferðandi
hava spurt eftir størri skipi
og betri komfort. Hvussu
fer at ganga fíggjarliga
veldst um so nógv, eitt nú
um hvussu gongur fíggjar-
liga í landinum. – Eg rokni
við, at uppaftur fleiri føroy-
ingar
fara
at
brúka
Norrønu, tá hon kemur í
sigling. Nú er pláss fyri
teimum. Nú fáa teir tað
kamarið, sum teir hava
ynskt sær. Heri Niclassen
roknar við, at tann gamla
tíðin fer at endurtaka seg, tá
fólk fóru við skipi bæði um
heystið og várarnar. Tey
fyrstu árini verður ein ávís
nýfikkingheit millum før-
oyingar. Men tann út-
lendski marknaðurin má
røkjast sum ongantíð fyrr.
– Nýggja Norröna fer at blíva eitt týðandi lið í menningini av føroyskari ferðavinnu, heldur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð
Føroya
Nýggja Norröna verður liðug í mars næsta ár og latin eigarunum 20 mars. Óli Hammer er sera
fegin, nú hann eygleiðir nýggjasta verk sítt
C
M
Y
K
14