Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 163 - 28. august 2002 Nr. 163 - 28. august 2002 3 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Esbjørn Øster føddur á Tvøroyri, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist hósdagin 22. august, 90 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skt.Thomas Kirke, L. I. Brandes Allé 4, 1956 Frederiksberg hósdagin 29. august kl. 11.00. Familjunnar vegna Iris, Peter og Tom Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæra mamma, vermóðir, omma og langomma Thurid Frederiksberg fødd Thomasen, ættað úr Miðvági búsitandi á Strondum, andaðist á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík mánadagin 26. august, 86 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Fyri tey avvarðandi Børnini Tiltikni disco- bólkurin við teimum mongu hittunum spælir í Mentanar- húsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 14. september TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Fyri stuttum góvu tey út eina savnsfløgu við teimum best umtóktu sangunum hjá sær. Hesir sangir rúmast ikki á einari fløgu, so savnsfløgan var mátti verða ein tvífløga við sangum sum »Rivers of Babylon«, »Rasputin«, »Daddy Cool«, »Ma Baker« og øðrum. Talan er um disco-bólkin Boney M, sum hevði eitt hitt fyri og annað eftir fyri 20 árum síðani og meira. Sangirnir hjá Boney M hava verið sera nógv spæld- ir í Føroyum, og sum flest allir føroyingar kenna. Nú kemur bólkurin til Føroya at spæla, og leygar- kvøldið 14. september ber til at hoyra øll hittini hjá teimum á konsert í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði. Eisini føroyskt hitt Í fjør kundi Boney M halda 25 ára jubileum, og gjøgn- um hesi árini er manningin í bólkinum broytt eitt sind- ur. Men ein av songkvinn- unum hevur verið við øll árini. Tað er Maizie Willi- ams, og hon verður sjálv- sagt eisini við á Føroya- ferðini. Umframt Boney M fer eisini Terji Rasmussen at hita upp við sínum bólki, og plátuvendarin Ottar í Funningsstovu fer at leggja tónleik á. Talan verður um eitt kvøld við eini rúgvu av hittum. Forsøla av atgongumerk- jum verður á Statoil-støð- unum í Klaksvík, Runavík, Kollafirði og Havn, og atgongumerkini kosta 225 krónur. Bussamband verður úr Havn, av Strondum og av Toftum, og Alpha Pilot fer at sigla úr Klaksvík í sam- bandi við konsertina. Boney M til Føroya Leygardagin 31. august hevur Sunnu- dagsskúlin hjá Heimamissiónini árliga landsfundin í Nesvík. Sum nakað nýtt ber til at velja áhugatímar á landsfundinum SUNNUDAGSSKÚLI Tíðindaskriv Landsfundurin er dagurin, har sunnudagsskúlalærarar úr øllum landinum hava høvi at lurta eftir Guds Orði, møta øðrum sunnu- dagsskúlalærarum, tosa saman, og fáa og geva hvør øðrum íblástur í sunnu- dagsskúlaarbeiðinum. Evnið á landsfundinum í ár er »Sunnudagsskúlin – ein barlast fyri lívið«. Frits Thomsen av Skála fer at hava ein tíma um boðanina í sunnudagsskúl- anum. Her verður millum annað nomið við týdningin av boðanini, hvussu vit fyrireika okkum, og hvussu vit kunnu gera boðanina viðkomandi fyri børnun- um. Sum nakað nýtt í ár, verða seks áhugatímar at velja millum. Teir eru um ymiskt, sum hevur við sunnudagsskúlan at gera. Áhugatímarnir hava fingið heitið: 1. Sangir og sangval í sunnudagsskúlanum. 2. Hvussu brúka flonellu- graf. 3. At læra bíbliuorð. 4. Hvussu »takla« ófriðar- lig børn í sunnudags- skúlanum. 5. Leikir í sunnudagsskúl- anum. 6. Dukkur. Hvør sunnudagsskúlalærari hevur høvið at luttaka í tveimum áhugatímum. Á landsfundinum verður ein stutt kunning um hvønn einstakan tíma, og síðan ber til at velja áhugatímar. Landsfundurin byrjar klokkan 9.30 og endar klokkan 15.30. Av tí at dag- urin serliga er ætlaður sunnudagsskúlalærarum, verður eingin barnaansing. Tað er neyðugt at tekna seg til landsfundin. Framsýning við fýra donskum listahand- verkarum letur upp, leygardagin 31. august kl. 14.00 í Norðurlandahúsinum í Føroyum TÍÐINDASKRIV Norðurlandahúsið Á framsýningini luttaka: glassniðurin – Bettina Shori, gullsmiðjurin – Lisbeth Nordskov, sniðgevin – Lone Villaume og klædnasniðgevin – Anne Louise Bang, allar eru lim- ur í felagnum hjá Donskum Listahandverkarum. Framsýningin tekur støð- ið í valinum av tilfari. Tær siga, »at tilfarið er fyri okk- um allar við til at seta traditiónirnar uppá spæl. Tær arbeiða allar við einum ella fleiri blandingum av evnunum: Glas, gull, gummi ella endurnýtsla. Antin sum tað einasta tilfari ella ein blanding av fleiri. Tær gera snið, eftir gomlum sniði, uppá ein óvanligan hátt. Hetta merk- ir m.a. ein øðrvísi háttur at nýta tilfari uppá, tvs. ein óvanlig samanseting. Hetta fær ofta smílið fram hjá hyggjarinum og gevur hon- um nýggjar avbjóðingar í mun til upplivingina av listaverkinum. Tær fýra eru allar form- gevarar við hvør sínari bak- grund. Dagliga arbeiða tær hvør í sínum lag við handl- um, framsýningum, undir- vísing og aðrari prýðing. Henda felags framsýning er ein úrdráttur av teirra dag- liga arbeiði. Tær siga, at verkini eru gjørd til hesa framsýning og at tær vilja vísa á arbeiði við hesum til- farið. Lisbeth Nordskov gere m.a. smúkkur úr súkkul- slangum og neilon blandað við dýrum metallum. Lone Villaume nýtur eisini súkk- ulslangur,hon ger l ymisk brúkslutir, so sum taskur og pungar og bíløt. Bettina Shori arbeiðir við brúkslut- um úr glasi, blandað við jarni og kobar og stuttlig lutum brúkthandlarinum. Anne Louise Bang nýtir m.a. pakkibond til síni vovnu gullteppir og rúm- deilarar. Teirra felags støðið er til- far úr dagligdegnum sum ofta er rusk ella pakkitilfar. Tilfar sum vit vanliga meta sum uppbrúkt. Tær geva sostatt tilfarinum eina nýggja funksjón. Tilfari fær eina listfrøðisliga funktión, ið ikki var uppruna ætlanin hjá framleiðarinum. Tað brúkta tilfari hevur ofta eina vakra yvirflatu, litir og bygna og ein listfrøðisligan vakran framburð, ið ofta verður mentur og gjørdur nýtiligur við at flætta tað saman við nýggjum tilfari og gera tað aftur til eina nýggja brúksvøru. Tær siga seg geva áskoð- arinum innlit í teirra verð og dagligdag, við øðrum eygum enn teimum van- ligu, og sjálvar vilja tær fýra eisini kanna tey støð, sum hesi ting skulu sýnast fram í. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 28. september, síðan verður hon at síggja í Mariehamn í Álandi og Nuuk í Grøn- landi. Sunnudagsskúlin landsfund »Glas, gummi, gull og (genbrug) endurnýtsla« Bettina Shori Lisbeth Nordskov Anne Louise Bang C M Y K 3 2 VITJAN Jústinus Leivsson Eidesgaard Seinastu vikuna hevur ein sjeyndi flokkur úr Søllinge Skole á Fjón verið í Føroy- um og vitjað sjeynda flokk í Hoyvíkar Skúla. Børnini, 23 í tali, komu til Føroyar seinasta mikudag við Maersk flogfarinum. Frøin var stór, tá børnini hittust, og tað er ikki so løgið, tí tey kennast. Fyri tað fyrsta, so hava tey skrivað saman seinastu trý árini, tey eru pennavinir og so hevur eis- ini sjeyndi flokkur úr Hoy- vík verið í Danmark í summar og vitjað donsku børnini. Tað vóru vinfólk íð hittust. Í gjár, tá hesar reglur vórðu skrivaðar, var týs- dagur og børnini í hesum báðum sjeyndu flokkum vóru troytt. Seinastu dag- arnir høvdu verið strævnir og spennandi. Og teir høvdu verið proppaðir við tiltøkum frá sólarrisi til sól- setur. Tey høvdu slett ikki havt stundir til at keða seg og minni enn so. Og í gjár vóru tey heldur ikki liðug. Tey skuldu eftir- meta og taka saman um. Hetta skuldu tey nýta hálv- an annan tíma til. Síðan varð farið á Fornminnis- savnið í Hoyvík, sum er beint í grannalagnum og aftaná fór at rúka av reyðu- pylsu, tí skyldubundna makrelsalatinum og havna- spiki, tað er sjokolátuvið- skeri. Tá varð matpakkin etin. Seinnapartin vóru penna- vinirnir at síggja í Havnar- gøtum og tey skulu eisini vitjað Náttúrugripasavnið. Um kvøldið søgdu tey hvørjum øðrum farvæl. Tá hittust næmingar, foreldur og lærarar aftur á skúlan- um, og borðreitt varð við føroyskum viðskera. Børnini hava gist hjá pennavinunum í Føroyum og hvørt kvøld, aftan á lokna skrá, eru tey komin heim, og tey hava verið víða kring landið. Tey løgdu í vaðið beinanvegin mikudagin og hildu leiðina til Sands. Har gistu tey í Ungmannafelagshúsunum, og gjørdu eisini eina útferð til Skúvoyar, har til gingu niðan á eggina og sóu bjørgini. Tey vitjaðu á flakavirkinum og á lív- fiskastøðini. Leygardagin vóru tey ein sjóverkstúr við Norðlýsinum kring Nóls- oynna og inn á Skálafjørð- in. Síðan fóru tey til Norða- gøtu at skoða gamla byggi- list og aftur til Havnar. Sunnudagin vóru børnini heima hjá foreldrum og vertsforeldrum og um kvøldið var skipað fyri ein- um rimmar diskotekið í býlingshúsunum millum Gilja. DJ Rúni legði plátur á og Brandur Enni vitjaði og skrivaði autografar. Í dag er sjeyndi flokkur úr Søllingi á veg niður aftur til Danmarkar, og gerandis- dagurin byrjar aftur hjá sjeynda flokki í Hoyvíkar Skúla. Pennavinir hittast Her eru báðir flokkarnir avmyndaðir uttanfyri Hoyvíkarskúla leygardagin, tá høllin varð tikin í nýtslu. Mynd: Álvur Haraldsen