mikudagur 28. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 163 - 28. august 2002
Nr. 163 - 28. august 2002
5
Allir svimjararnir komu fram
11 svimjarar tóku lut
í svimjingini um
Nólsoyarfjørð, og
allir vóru mentir at
fullføra teinin – enntá
svam ein svimjari seg
beint inn á bátadrátt-
in
FJARÐASVIMJUING
Jákup av Skarði
Ymiskt er, hvussu svimjar-
arnir fyrireika seg undan
hesum árliga tiltaki, ið
millum summar svimjarar
er ein kapping, men millum
flestu luttakararnar er ein
roynd, at vita, um ein veru-
liga megnar at fullføra tein-
in.
Klokkan var hálvgum
ellivu, leygardagin 17. au-
gust, tá ið svimjararnir
møttu úti við Strond, í høl-
unum hjá Radioamatørun-
um. Okkurt andlit var kent
men nýggir svimjarar vóru
eisini í hópinum. Tó var
havt á munni, at okkurt
konufólk átti at havt meld-
að til, tí tíðirnar hjá kvinn-
unum hava eisini verið góð-
ar okkurt árið.
Svimjararnir prátaðu ym-
iskt hvussu best var at
leggja sær leiðina um fjørð-
in og Erlendur Simonsen
gav øllum seinastu boðini
áðrenn menn fóru í svimji-
búnarnar.
4 km í køldum sjógvi
»Eitt sindur ókyrt« helt
onkur áskoðari, ið leitað
hevði sær út við Strond.
Men hetta helt ikki svimjar-
unum aftur. Teir fóru oman
í fjørðuna og kannaðu,
hvussu bátarnir lógu.
Beint eftir døgurða varð
skotið av, og fyrsta svimjar-
arnir gjørdu var at finna á
bátin teir høvdu til at taka.
Síðani løgdu allir á suður-
eftir so streymurin úti við
oynna ikki skuldi føra teir
norður um Stongina.
Neyðugt er at seta trygd-
ina í hásæti til slíkt tiltak,
og tískil vóru bæði hjálpar-
bátar og samarittar við
svimjarunum tvørtur um
fjørðin. Sjógvurin er sum
vera man kaldur og teinurin
svomin verður er 4 km.
Dia Jacobsen var 1 min.
skjótari enn Evald!
Í ár gingu 2 tímar, 25
min., og 38 sek, so vóru all-
ir svimjararnir komnir á
mál. Okkurt árið er luttak-
ari givin og farin í bátin.
Men teir tíggju luttakarar-
nir, ið ikki komu beint á
mál í ár, gjørdu sítt ítarsta
at renna seinasta teinin.
Við tíðini 1.31.53, vann
Dia Jacobsen kappingina. Í
hølunum á vinnaranum
kom
Evald
Rasmussen
(1.32.55) og á triðja plássi
var
Kári
Simonsen
(1.41.3). Sostatt stendir
metið hjá Dia Jacobsen
(1.20.27) enn sum skjótasta
tíðin, hetta svam hann í
fjør.
Við bestu ynskjum, at
nógvir svimjarar meldað til
aftur komandi ár, takka
fyrireikararnir fyri í ár.
Við tíðini 1.31.53, vann Dia
Jacobsen kappingina. Í
hølunum á vinnaranum kom
Evald Rasmussen (1.32.55)
og á triðja plássi var Kári
Simonsen (1.41.3). Sostatt
stendir metið hjá Dia
Jacobsen (1.20.27) enn sum
skjótasta tíðin, hetta svam
hann í fjør
Nógv fólk varð komið saman við húsini hjá Radioamatørunum, har svimjararnir løgdu út á
fjørðin
Beint eftir døgurða varð skotið av, og fyrsta svimjararnir gjørdu var at finna á bátin teir høvdu
til at taka. Síðani løgdu allir á suðureftir so streymurin úti við oynna ikki skuldi føra teir
norður um Stongina – ein svimjari seg beint inn á bátadráttin
11 svimjarar bjóðaðu seg fram at svimja um Nólsoyarfjørð - og allir megnaðu at svimja teir fýra kilometrarnar í kalda sjónum
Rituvík – við fyrra (i) ella seinna (y)
Nøkur fá orð um
bygdamørk og bygda-
nøvn í Eysturoy.
BYGDANØVN
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki bara, sum at
siga tað at bera tíðindi úr
Runavíkar
kommunu.
Bygdirnar eru fleiri í tali,
og bygdamørkini kunnu
tykjast ógreið hjá tí, sum
ikki er uppvaksin í økinum,
serliga úr sjálvari Runavík-
ini og inn á Glyvrar.
Síðan Sosialurin setti seg
niður í Saltangará, hava vit
eftir førimuni roynt at borið
bygdanøvnini rætt. Tað má
vera tað minsta, ið fólk,
sum búgva í økinum, kunnu
vænta av okkum.
Vit fara kanska onkuntíð,
tá ið høvið býðst, at lata
onkran staðkendan greiða
okkara lesarum uttanfyri
Runavíkar kommunu ítøki-
liga frá, hvar mørkini eru úr
Runavík og inn á Glyvrar.
Eisini kundi verið áhuga-
vert at sagt eitt sindur um
bygdanøvn í øðrum komm-
unum, tí fleiri bygdanøvn í
Eysturoy eru áhugaverd.
Hví stava summi t.d. Ritu-
vík við fyrra »i« og onnur
við seinna »y«? Hví duga
ikki øll fólk, sum eru upp-
vaksin í Gøtu, at stava
Norðragøta? Hví stendur
Lambi á skeltinum til
Lambar – og ikki Lamba?
Hví siga summi »í Skála-
botni« og onnur »í Skála-
firði«? Hví stendur bara
Hellur á skeltinum til Hell-
urnar?
Við fyrra ella seinna?
Flestu munnu stava fugla-
navnið, rita, við fyrra »i«
og harvið eisini bygdanavn-
ið, Rituvík. Men tað eru
eisini tey, sum stava ryta
við seinna »y«. Onkur vil
ivaleyst siga, at tað seinna
er skeivt, men so er ikki.
Í realskúlatíðini í Havn
høvdu við frálíka læraran
og gjáarmannin, Theodor
Hansen,
í
føroyskum.
Theodor varð høgt mettur
sum lærari, og hjá honum
fór ikki ein minuttur av
tímanum til spillis. Tað arg-
aði okkum viðhvørt, at
hann bíðaði uttanfyri hurð-
ina til skúlastovuna, til
klokkan ringdi inn. So
skjótt, klokkan var liðug at
ringja, stóð hann inni í
skúlastovuni…
Skrivaði tú stíl ella fyri-
søgn og stavaði rita ella
Rituvík við fyrra »i«, so
fekst tú eina reyða striku
yvir »i’ið« – og ein feil, tí
ryta skuldi stavast við
seinna »y«, segði Theodor.
Soleiðis gingu trý ár, og
tú stavaði ryta við seinna
»y«.
Tá ið tú eftir skúlan í
Hoydølum fór at skriva
bløð, valdi tú sjálvandi
burtur av at stava alt, sum
hevur við rytu at gera, við
seinna »y«.
Men nú var tað ikki í
lagi, tí ofta rættaði setarin,
sum setti allan tekstin til
blaðið, seinna »y« til fyrra
»i«. Og soleiðis er eisini í
dag. Flestu, sum hava við
bløðini at gera, dáma betur
at síggja rita stavað við
fyrra »i«.
Í onkrari av gomlu orða-
bókunum stendur, at ryta
stavað við seinna "y", er ein
eldri staviháttur enn rita við
fyrra »i«. Tískil eru báðir
stavihættirnir rættir. Spurn-
ingurin er meira um »smag
og behag«.
Hví stava summi Rituvík við
seinna "y". Er tað rætt ella
skeivt? Og hví duga summi
gøtufólk ikki at stava
Norðragøta, men skriva
Norðagøta?
Myndir: Vilmund Jacobsen
BØRN OG FERÐSLA
Vilmund Jacobsen
Runavíkar kommuna og
Tryggingarfelagið Føroyar
hava í felag tikið eitt tak til
frama fyri tey smáu í
ferðsluni.
Keyptir eru sonevndir
endurskinsvestar til børn í
barnagarðum, dagrøktini,
frítíðaransingini
og
til
børnini í 1. flokki.
Gjáramorgunin kl. 10.30
hittust hópur av børnum í
Ítróttarhøllini í Runavík,
har alt snúði seg um
ferðslu. Eini 250 børn vóru
við, og tey vóru øll í hesum
gulu endurskinsvestunum.
Foreldur og fólk í Runa-
víkar kommunu annars
gleða seg nú til at síggja
fittu børnini í eyðkendu
vestunum um alla komm-
ununa.
Trygdin í hásæti
Í tíðindaskrivi siga Runa-
víkar kommuna og Trygg-
ingarfelagið Føroyar, at
hugskotið um vestarnar er
komið úr Noregi.
- Í Noregi er átakið við
endurskinsvestum sera væl
eydnað, og børnini vilja
fegin ganga í vestunum. Á
henda hátt kemur ferðslu-
trygdin í hásæti, siga part-
arnir aftanfyri átakið.
Tað
var
Runavíkar
kommuna, sum vendi sær
til Tryggingarfelagið Før-
oyar um stuðul, og ikki var
meira enn hálvtalað orð, so
vildi
tryggingarfelagið
stuðla hesum frálíka hug-
skoti.
Partarnir bjóðaðu fjøl-
miðlunum at verða við í
Ítróttarhøllini í Runavík
gjáramorgunin.
Ætlandi fer Sosialurin at
prenta nakrar myndir frá
tiltakinum í blaðnum hós-
dagin.
Endurskinsvestar um alla
Runavíkar kommunu
Foreldur og fólk í Runavíkar kommunu annars gleða seg nú til at síggja fittu børnini í eyðkendu
vestunum um alla kommununa.
Mynd: Vilmund Jacobsen
HAVHESTATÍÐ
Vilmund Jacobsen
Enn er lítið frætt um, at
menn hava fingið nakran
serligan havhest kring land-
ið, men tað er nú heldur
ikki so undarligt, tí enn er
so stutt útliðið.
Eitt sindur ymiskt er ár
undan ári, nær havhesturin
er lægstur, og nær hann
kemur á sjógvin. Veðrið
spælir eisini nakað inn,
men fuglurin fer ikki á
sjógvin, fyrr hann er búgv-
in til tess.
Í síðstu viku var onkur
bátur og stimaði, men sum
skilst, fekst ikki nakað ser-
ligt burtur úr. Tað frægasta,
vit hava frætt um, er, at ein
bátur í Nólsoy hevði stív-
liga 160 havhestar leygar-
dagin.
Mánadagin vóru ikki
havhestalíkindi, men týs-
dagin var hann aftur blíðari
í veðrinum.
Vit hava skilt, at nakrir
bátar vóru á havhestaveiði
týsdagin, men tá ið vit
frættu, vóru teir ikki aftur-
komnir.
Um viðrar, kann roknast
við, at seinnaparturin av
hesi vikuni verður góður til
havhest, og stundir skuldu
eisini verið hjá monnum,
sum ætla sær ein ella fleiri
túrar í komandi viku.
Lítil havhestur fingin higartil
Enn er ikki frætt frá tí stóra havhestarokinum, men týsdagin vóru bátar aftur og stimaðu. Tá ið
vit frættu, vóru teir ikki komnir aftur at landi.
C
M
Y
K
5
4