Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 163 - 28. august 2002 Nr. 163 - 28. august 2002 7 Kall á netið hjá Føroya Tele Føroya Tele og Kall hava gjørt samstarvs- avtalu, sum loyvir Kall at nýta GSM- kervi hjá fjarskiftis- risanum í Føroyum. Partarnir kalla avtal- una fyri slóðbrótandi FJARSKIFTI Heri á Rógvi Føroya Tele og Kall undir- skrivaðu fríggjadagin í síðstu viku eina avtalu, ið loyvir Kalli at nýta GSM- kervi hjá Føroya Tele. –Samstarvið hevur við sær, at Kall fer at nýta GSM kervið hjá Føroya Tele, har sum GSM kervið hjá Kalli ikki røkkur. Talan er um sokallað innanlanda reiking (National Roam- ing), sum er kend bæði í Ís- landi og Danmark. Kervissamstarvið viðfør- ir, at Føroya Tele fær betri nýtslu av kervinum úti á teimum smærri plássunum, samstundis sum Kall sparir íløgukostnað. Avtalan, sum er gjørd á handilsligum grundarlagi, varð undirskrivað av Andr- asi Róin, vegna Føroya Tele og Óla Hansen, nevndarfor- manni í Kalli, og Bjarni Askham Bjarnason, stjóra í Kalli, skriva Føroya Tele og Kall í tíðindaskrivi. Hetta slag av roaming er fyri so vítt tað sama sum tá ein GSM-telefon verður nýtt á einum øðrum kervi, eitt nú uttanlands. Kall skal gjalda Føroya Tele minutt- prís fyri ta tíð, kundar hjá Kalli nýta uttanfyri egið kerv – á kervinum hjá Før- oya Tele. Í løtuni hevur Føroya Tele eitt dekning á GSM- økinum, ið liggur um 99,2%, har fólk búgva. Tað eru bygdir sum Mykines, Saksun, Stóra Dímun og Hattarvík, ið ikki kunnu nýta GSM-kervi hjá Føroya Tele. Sostatt merkir avtalan millum Føroya Tele og Kall, at komandi GSM- kundar hjá Kalli fara at kunna tosa allastaðni, har kundar hjá Føroya Tele kunnu tosa. Avtalan krevur tøkniligar broytingar á Føroya Tele, sum Føroya Tele er farið í holt við fremja. Rætta avgerðin Stjórin á Føroya Tele, And- ras Róin, fegnast um nýggju avtaluna. Tað kann annars undra onkran, at Føroya Tele velur at gera ein tílíka íløgu og ikki held- ur letur Kall standa við egnum íløgum. –Við kalla hesa avtaluna fyri eina slóðbrótandi av- talu, og er tað tí, at tílíkar avtalur verða als ikki gjørd- ar í nøkrum londum. Í Reykjavík einsamallum eru heili trý GSM-kervi. Hetta er tað skilabesta at gera, meta vit sjálvir, sigur And- ras Róin. –Samfelagsbúskaparliga loysir tað seg ikki at hava tvey kerv, tí talan er um ein stóran íløgukostnað. Tað eru fáir brúkarar í Føroy- um, og tað vera so eisini teir, sum í síðsta enda koma at gjalda, verða kanska ov stórar íløgur gjørdar, sigur Andras Róin. Andras Róin leggur afturat, at høvdu teir ikki gjørt hesa avtaluna, høvdu teir væl møguligt fingu álagt okkurt líknandi seinni, tá støðan á markn- aðinum kundi gerast øjøvn. Føroya Tele hevur sam- anlagt gjørt íløgur í GSM- kervi fyri einar 60 millión- ir. Hetta hevur eisini verið ein góð íløga. Bara í 2001 gav GSM-virkisøkið 70 mió. í inntøku hjá Føroya Tele. Stjórin á Føroya Tele gleðir seg eisini til at sleppa at bjóða produktir sum eitt nú duét, har GSM og fast- net verða løgd saman í eitt – oftani avsláttar – produkt. Hesum hevur Fjarskiftiseft- irlitið enn ikki givið loyvi til. Ikki sami prísur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri fyri Kall, sigur, at teir væntandi vera klárir við GSM í november. Tað var upprunaliga ikki ætlanin, at teir skuldu dekka alt landið frá byrjan, men við nýggju avtaluna fara teir at gera tað. –Kall hevur ætlanir um at gera sítt egna kervi, og tað fyrireika vit í løtuni. Vit vera væntandi klárir við høvuðsstaðarøkinum í nov- ember. Harfrá taka vit tey størru økini fyrst, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Hendan avtalan sparir Kall fyri íløgur, og tað ger tað lættari hjá teimum at byrja við GSM. Hinvegin er tað ikki greitt, um kundarnir hjá Kalli kunnu tosa fyri sama prís, tá teir eru á kervinum hjá Føroya Tele ella á sín- um egna Kall-kervi. Bjarni Askham Bjarnason sigur, at í skrivandi stund er ikki greitt, hvørjir prísirnir verða. Kall fyrireikar seg í løt- uni at gerast GSM-veitari. Stjórin vil ikki út við, hvørji tilboð, teir møguliga koma við, tá teir byrja við GSM. Hann heldur, at tað er eingin ivi um, at GSM verður framtíðin innanfyri fjarskifti. Ikki óhugsandi Stjórin á Fjarskiftiseftirliti- num, Jógvan Thomsen, er fegin um, at partarnir sjálv- ir eru komnir til eina semju. Fjarskiftiseftirlitið var til at fáa semjuna í lag, men tað vóru partarnir sjálvir, ið samdust. –Eg haldi, at brúkarin vinnur í síðsta enda. Hend- an avtalan avmarkar dupul- tum íløgum, og hetta gagn- ar brúkaranum, sigur Jógv- an Thomsen. Enn vil Fjarskiftiseftirlit- ið ikki geva loyvi til bland- aði produktir við fastnet og GSM, men Jógvan Thom- sen metir tað ikki vera óhugsandi, at hetta verður veruleiki einaferð seinni, tá kappin er komin á økinum. –Nú er kapping komin á økinum. Vit fara í framtíð- ini at fylgja við kappingini, soleiðis at hon verður rætt- vís, sigur Jógvan Thomsen, sum áður hevur úttalað seg um, at vit kunnu vænta munandi príslækkingar á GSM-økinum, nú kapping verður á økinum. Motorur legði landið lamið 14.000 kundar hjá SEV mistu týsmorg- unin streymin. Eitt brek í einum motori var orsøkin STREYMUR Heri á Rógvi Í størsta partinum av landinum hómaðist ljósið ytst í havsbrúnni. Um hálvgum tíggju tíðina týs- morgunin kom ein motor- ur hjá SEV illa fyri, og hetta setti síni spor kring landið. Um alt landið fór streymurin, og fólk flest máttu leita eftir alterna- tivum ljósmøguleikum fyri at varpa ljós. Petur Gaardbo, deildar- leiðari á rakstrardeildini hjá SEV, sigur, at streym- slitið rakti Streymoynna, Vágoynna, Esturoynna og Norðoyggjar. Hann metir, at einir 14.000 kundar hjá SEV hava kent sviðan av streymslitinum týsmorg- unin. Orsøkin var eitt brek í einum av motorunum hjá SEV. Ein lýsing varð beinanvegin send Útvarpi Føroya, men hetta helt kortini ikki fólki aftur at ringja. Ein øgilig rúgva av fólki ringdu, sambært Peturi Gaardbo, til SEV. Fólk flest vóru tó ikki ill, men vildi heldur fáa greiðu á, nær streymurin vendi aft- ur. Í skrivandi stund verður kannað, hví motururin gekk fyri. Hóast streym- slitið vardi tað mesta av einum hálvum tíma, so skulu væntandi ikki nakr- ar størri umvælingar til fyri at rætta brekið á motorinum, sigur Petur Gaardbo. Komandi GSM-kundarnir hjá Kalli kunnu nýta kervi hjá Føroya Tele, men hetta kann koma at kosta meira Mynd: Jens Kristian Vang Andras Róin heldur tað vera skilabest fyri allar partar, at Kall kann nýta teirra kerv Mynd: Heri á Rógvi Bjarni Askham Bjarnason er fegin um, at Kall verður landsdekkandi fyri byrjan á GSM-økinum Landsverkfrøðinguri n og hovbingar eru ósamdir um endur- gjaldið fyri grótið, sum verður tikið burtur ENDURGJALDSKRAV Áki Bertholdsen Enn røkist onki fyri, at ar- beiðið at bøta um eitt tað ringasta og vandamiklasta partin av landsvegnum í Suðuroy, verður tikið uppaftur. Talan er um eitt vega- strekkið omanfyri Hov, har tað bæði er smalt, ringt sýni, høgt omanav og ongin bilaverja. Seint í fjør fór Lands- verkfrøðingurin undir at spreingja ein kneysa burtur fyri at at gera vegin breiðari breiðari. Men brádliga steðgaði arbeiðið, tí ósemja tók seg upp um, hvussu stórt end- urgjald, hagastýrið í Hovi skuldi hava frá Landsverk- frøðinginum fyri lendið, sum varð sprongt burtur. Sostatt noktaði hagastýr- ið Landsverkfrøðinginum at halda fram við arbeiðn- um til ein semja varð fingin um endurgjaldið. Annars upplýsti Lands- verkfrøðingurin, at munnlig avtala varð gjørd við haga- stýrið í Hovi um endur- gjaldið. Men tá ið semjan skuldi fellast á pappír, høvdu hov- bingar broytt støðu og kravdu nú munandi meiri í endur- gjaldi, men tað vildi Lands- verkfrøðingurin ikki lata. Landsverkfrøðingurin hevur áður upplýst, at van- liga verða 12 krónur lætnar í endurgjaldið fyri fermet- urin av haga. Men tað vilja hovbingar ikki góðtaka. Teir vilja m.a. eisini hava Landsverkfrøðingin at gera ymisk arbeiði í endurgjaldi fyri grótið, eitt nú eina rætt. Tá ið arbeiðið steðgaði, var møguleikin at ognar- taka lendið, nevndur. Men Landsverkfrøðing- urin í Suðuroy sigur nú, at enn er onki hent í málinum. Ongi stig eru tikin mótveg- is eini ognartøku og ongin avtala er gjørd við haga- stýrið í Hovi. Og sostatt er enn púra óvist, nær arbeiðið verður tikið upp aftur. Mett verður, at eini 10.000 tons av gróti skuldu spreingjast burtur í einum lendi upp á 1.000 fermetrar. Sostatt hevði Landsverk- frøðingurin bjóðað hov- bingum 12.000 krónur í endurgjaldi, men tað var ov lítið fyri hovbingar. Arbeiðið á vandamiklum vegi í Suðuroy liggur enn stilt Enn eru ongi stig tikin tikin so at arbeiðið upp á eitt tað vandamiklasta vegastrekkið í Suðuroynni kann gerast liðugt Frítíðarfiskarir í Vági fáa betri sømdir Arbeiðið at bøta um Laksá, sum rennur úr vatninum, í Ósan, er nú byrja TRIVNAÐUR Áki Bertholdsen Nú verða umstøðurnar hjá teimum, sum hava til frí- tíðarítriv at fiska laks í Vági, munandi betri. Á fíggjarætlanini fyri í ár samtykrti Vágs Býráð at seta 30.000 krónur av tilat bøta um umstøðurnar hjá teim- um, sum hava til ítrivs at fiska laks í Vági og arbeiðið byrjaðði í hesi vikuni Dánjal Bjarkhamar, sum er formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at peningurin skal brúkast til at bøta um Laksá, ið rennur av Vatninum, út í Ósan, innast í Vágsfirði, og til at gera umstøðurnar í sjálvum Vatninum betri. – Fyri tveimum, trimum árum síðan i varð nakað av laksasmolti sett í Vatnið. Tað hevur givið úrslit, tí síðani hevur verið nógvur laksur at sæð. Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at hetta hevur eggjað býráðnum til at halda fram við arbeiðnum og nú er sostatt peningur settur av. Peningurin skal brúkast til at gera laksatrappur, so at laksurin sleppur ótarnaður úr Ósanum, vestur á Vatnið. Men harumframt er ætl- anin at dýpa sjálvt vatnið. Á Vatninum er útgrunt og har tað er djúpast, er tað neyvan meiri enn 2-2,5 metrar. Dánjal Bjarkhamar sigur, at tað arbeiðið verður helst gjørt í vár. Hann sigur, at hetta er í tøkum tíma, at farið verður undir arbeiðið, tí nógvur laksur stendur uttanfyri Ósan. Av tí, at tað er so grunt, er ov lætt hjá fugli at taka laks, tí hann sleppur ikki til rýmingar. Hartil kemur, at vatnið verður alsamt grynri, tí móra legst alla tíðina. Ætlanin er nú at pumpa móruna úr vatninum, vestur í vesturhavið og tað letur seg væl gera. Dánjal Bjarkhamar sigur, at tá íð hetta er gjørt, verða umstøðurnar at fiska laks í Vági so góðar sum fáa aðrastaðni. Umframt at fáa stóran týdning fyri trivn- aðin á staðnum, ivast hann ikki í, at hetta fer at fáa al- stóran týdning fyri ferða- vinnuna. Hann sigur, at tá skuldi fortreytirnar fyri at fingið nógvan laks í Vatnið av- gjørt verið til staðar, tí allar kloakkir eru beindar í vesturhavið, so áin og Vatn- ið eru gullrein, og har ýjur í lívið sum er. Tá ið arbeiðið er liðugt, væntar hann, at viðurskift- ini verða skipað, so at tað er greitt, hvør kann fiska, hvørjar treytirnar verða, nær fiskast kann og við hvør reiðskapur er loyvdur. Í Laksá í Vági verða nú laksatrappur gerast. Samstundis skal Vatnið dýpast fyri at gera umstøðurnar hjá frítíðarfiskarum betri Tað verður ikki, fyrr- enn tíðliga næsta ár, at farast kann undir sjálvt arbeiðið DJÚPHAVN Áki Bertholdsen Nú verður farið undir at projektera ætlaðu djúp- havnina í Vági. Løgtingið hevur játtað 500.000 krónur til projekt- eringina, so tað verður nú, at farið verður undir ar- beiðið. Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági, sigur, at pro- jekteringin verður liðug um ársskiftið. Síðani skal ar- beiðið bjóðast út, so tað verður neyvan, fyrrenn næsta ár, at farast kann undir sjálvt arbeiðið at gera havnina. Talan er um eina vinnu- og samferðsluhavn, sum er mett at kosta 36 milliónir og Jógvan Krosslá sigur, at tað er umráðandi at hon verður gjørd. Skipini, sum sigla til Vágs í samband við ta vinnuliga virksemið, sum er, fáa illa brúkt havnina, tí hon er ov grunn, sum er. Tær vinnuligu útbygg- ingarnar, sum er gjørdar í Vági, eru eisini gjørdar við teirri fortreyt, at djúphavn- in verður gjørd. Harumframt er tað neyð- ugt at byggja havnina út, skal nýggja suðuroyar- skipið kunna leggja at. Tá ið djúphavnin er gjørd, verður dýpið 10 metrar. Samstundis fáast 130 metrar av atløguplássið afturat teimum 190, sum eru nú. Kommunan og Landið betala hvør sína helvt av tí, sum djúphavnin kostar og tað tekur umleið hálvt- annað ár at gera arbeiðið. Tað hava ikki verið so nógv skip í Vági seinastu tíð- ina, men tað er nógv virk- semið væntandi framyvir. Djúphavnin í Vági projekterast í ár Tað fer at taka umleið hálvtannað ár at gera djúphavnina í Vági og arbeiðið byrjar næsta ár. C M Y K 7 6