Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 163 - 28. august 2002 Nr. 163 - 28. august 2002 9 Vágatingmaðurin, Marjus Dam, er av teirri áskoðan, at tað skal vera ókeypis at koyra um Vestmannasund, tá undirsjóvartunnilin letur upp tann 26. november. Hann heldur, at fíggjar- støðan í landinum er so mikið nógv batnað, at ikki skuldi verið neyðugt at goldið bummpening UNDIRSJÓVARTUNNIL Ingrid Bjarnastein – Um vit skulu halda áfram at gjalda bummpening, so verður Sundið framvegis gjørt til eina forðing, heldur Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin í Vágoynni. – Fíggjarstøðan í Føroy- um er so mikið batnað, at tað skuldi ikki verið neyð- ugt at goldið bummpening. Tað er væl møguligt at játta 20 milliónir krónur í nøkur ár afturat, soleiðis, at tær seinastu 80 milliónirnar eisini verða goldnar al- ment. Verkætlanin fyri Vága- tunnilin sigur, at 80 av teimum 240 milliónunum, sum tað kostar at gera tunn- ilin, skulu fíggjast við bummpeningini. Samlað vegakerv Marjus Dam heldur, at bummpeningur er sum ein tollmúrur, sum er ein forð- ing bæði hjá familjum og vinnu. Vágatingmaðurin vildi heldur, at vit skuldu gjørt sum finlendingar, har allar brýr, tunlar, samferðsla við skipi og annað, verður sæð sum ein partur av finska vegakervinum, og tí eigur ein ikki at gjalda fyri nýtslu. Hann vísir eisini á, at onki verður kravt fyri at koyra um brúnna við Streymin, og tí eiga fólk heldur ikki at verða kravd eftir peningi, tá tey skulu til Vágarnar. – Bummpeningur er sum ein tollmúrur, sum er ein forðing hjá bæði familjum og vinnu. Vit áttu at avtikið øll gjøld, og harvið játtað so mikið meira av peningi til Strandferðsluna, at tað skuldi verið bíligari at ferð- ast yvir firðir og sund. Sum er nú, er alt ov kostnaðar- mikið bæði hjá familjum við fleiri børnum og hjá vinnuni at ferðast um sund- ið, sigur Marjus Dam. Samstundis sum at tað skal verða ókeypis at koyra um Vestmannasund, heldur Marjus Dam, at hugt skuldi eisini verið eftir øllum prís- bygnaðinum hjá Strand- ferðsluni. – Landið hevði ongan veg farið, um prísurin varð skrúvaður niður, og eisini skuldu betri rabatskipanir verið gjørdar. Ístaðin fyri eitt 10-túrakort, so skuldi ein fingið eitt 100-túrakort ella kanska eitt hálvt ára kort fyri munandi betri prísir. Ætlanin hjá tingmannin- um er eisini at seta Bjarna Djurholm, landsstýris- manni, fyrispurniing um evnið. – Hetta er nakað, sum kann vera øllum samfel- agnum at gagni, sigur Marjus Dam at enda. Óli Breckman, for- maður í Fíggjar- nevndini í Lands- stýrinum, heldur, at tað er umráðandi at halda fast uppá inntøkurnar frá brúkaranum gjøgnum bumm- pening UNDIRSJÓVARTUNNIL Ingrid Bjarnastein – Vit hava fingið ein Vága- tunnil orsakað av tí fígging, sum Vágatunnilin er gjørdur eftir, sigur Óli Breckman, formaður í Fíggjarnevnd Landsstýrins. – Sama fígging verður atvold til, at vit skjótt eisini fara at fáa ein Norðoya- tunnil. Óli Brecmann vísir á, at Landskassin ber bert ein part av kostnaðinum, og hvílir restin av verkætlanini tí í brúkaragjaldið, sum kemur eftir at tunlarnir eru latnir upp fyri almenning- inum. Varðveita bummpening Formaðurin í fíggjarnevnd- ini heldur, at tað er umráð- andi at halda fast uppá inn- tøkurnar frá brúkaranum. – Annars noyðast vit at rinda restkostnaðin við skattapeningi úr Lands- kassanum, og hetta forðar øllum øðrum almennum virksemi frameftir, sigur Óli Breckman. Eisini vil Óli Breckman gera vart við, at brúgvin um Streymin, sum Marjus Dam brúkar sum dømi, varð gjørd eftir gamla og fyri Landskassan, dýra mátanum. – Øll verkætlanin, bæði í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum, byggir á bummgjald. Um vit fara aftur til gamla mátan at gera vegir, brúgar, tunlar og annað uppá, so verður alt dupult so dýrt, og fer at taka dupult so langa tíð at fullføra. Hetta arbeiðið tekur nógv minni tíð, eftir at vit fóru at bjóða almenn arbeiði út til vinnuligar fyritøkur at gera, vísir Óli Breckmann á. Viðvíkjandi at lækka prísir á ferðaseðlum við Strandfaraskipum og møguliga gera onkra ser- liga rabatskipan, sigur for- maðurin í fíggjarnevndini, at tað er hann altíð sinnaður at tosa um. Men bumm- peningin vil hann varð- veita. Ongin ivi um tað. Marjus Dam: Bummpeningur er sum ein tollmúrur Óli Breckman, formaður í Fíggjarnevndini: Eiga at halda fast uppá bummpening Myndatxt: Marjus Dam, tingmaður í Vágoynni, er av teirri áskoðan, at tað skuldi verið ókeypis at sloppið yvirum firðir og sund í Føroyum. Og um tað ikki var ókeypis, so skuldi prísstøðið verið munandi lægri enn tað er í dag Savnsmynd Óli Breckmann, formaður í Fíggjarnevnd Landsstýrisins, heldur, at tað er umráðandi at varðveita bummpeningin Savnsmynd Vágatingmaður um Marjus: Órealistiskur Jógvan við Keldu, tingmaður í Norð- oyggjum heldur, at orðini hjá Marjus Dam um at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnil- in, kunnu skaða aðrar útbyggingar av før- oyska samferðslu- kervinum, eisini Norðoyatunnilin. UNDIRSJÓVARTUNNIL Jón Brian Hvidtfeldt Óseriøst. Soleiðis skýrir norðoyatingmaðurin Jógv- an við Keldu uppskotið hjá Marjus Dam um at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin, tá hesin letur upp um tríggjar mánaðir. - Sum grundsjónarmið taki eg undir við, at tað skal kosta líka at koyra alla- staðni. Men í samband við Vágatunnilin og seinni Norðoyatunnilin er talan um stórar og dýrar íløgur fyri tað almenna, sigur Jógvan við Keldu. Hann vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at partar av Vága- tunnlinum og Norðoya- tunnlinum skulu fíggjast við brúkaragjaldi, bumm- pengum. Tí metir hann tað vera beinleiðis óseriøst av Marjus Dam nú at skúgva semjuna til viks og siga, at tað einki skal kosta kortini. - Hatta er reinur yvir- bjóðingarpolitikkur, leggur hann afturat. Jógvan við Keldu vísir á, at eitt tílíkt uppskot er við til at skaða aðrar útbygg- ingar av føroyska sam- ferðslukervinum. Latum okkum t.d. siga, at tað hevði borið til at funnið pengar á fíggjarlógini til at fíggja tær 80 milliónirnar, sum semja er um at fíggja við bummpengum, so mangla pengarnir onkra aðrastaðni. Tað vil so aftur seinka øðrum útbyggingum á samferðsluøkinum, t.d. fastum sambandi til Norð- oyggjar ella møguliga seinni til Sandoynna. Tað skal kosta Norðoyatingmaðurin slær fast, at norðoyingar ikki kunnu vænta líknandi upp- skot um ókeypis ferðing gjøgnum Norðoyatunnilin, í hvussu ikki frá sær. Jógv- an við Keldu vísir á, at tí- líkur framferðarháttur, har ein partur verður fíggjaður við brúkaragjaldi, er van- ligur í grannalondum okk- ara, og tá útgangsstøðið í samband við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin frá fyrstan tíð hevur verið, at ein partur skal fíggjast við bummpengum, so eigur at haldast fast við tað, eisini um fíggjaligu vánirnar eru betri nú, enn tá farið var undir arbeiðið. Tó vísir Jógvan við Keldu á, at tá partafelagið, sum skal reka ávíkavist Vágatunnilin og Norðoya- tunnilin, hevur goldið sína skuld, eiga tunnlarnir at lat- ast landinum. Frá tí degi skal eisini vera ókeypis at koyra gjøgnum teir. Tað vil siga, at inntøkur frá bumm- pengum úr einum tunnli skulu bara nýtast til at gjalda tann tunnilin við og ikki til nakað annað, t.d. at fíggja ein annan tunnil. Soleiðis skýrir vága- tingmaðurin Jóanis Nielsen uppskotið hjá Marjus Dam um at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Hann metir hinvegin, at avgerðandi er, hvussu høgt gjaldið verður, og at fólk, sum ferðast nógv, fáa avsláttur UNDIRSJÓVARTUNNIL Jón Brian Hvidtfeldt Jóanis Nielsen, tingmaður fyri Vágoynna, er ikki samdur við hinum ting- manninum í oynni, Marjus Dam, tá hesin førir fram at tað eigur at vera ókeypis at koyra gjøgnum Vága- tunnilin. Hann vísir á, at hevði ætlanin við Vága- tunnlinum av fyrstan tíð ikki bygd á, at ein partur skuldi fíggjast við bumm- pengum, so hevði tunnilin helst ongantíð verði veru- leiki. Tí so skuldu ikki 160 milliónir, men 240 millión- ir krónur finnast á fíggjar- lógini. Jóanes Nielsen sigur, at vágafólk eru greið yvir at tað fer at kosta at koyra gjøgnum tunnilin, og hann metir, at flestu teirra eisini góðtaka, at so er. Avgerandi er harafturímóti, hvussu nógv tað fer at kosta. Sjálv- ur metir vágatingmaðurin, at umráðandi er við eini munagóðari avsláttarskip- an, so tey, sum ferðast nógv, sleppa bíligari. Hann kundi hugsað sær, at fólk, sum ferðast dagliga, sleppa fyri umleið 50 krónur hvønn vegin, meðan hann einki hevur ímóti, at kostn- aðurin annars verður á leið tann sami, sum tað í dag kostar við Strandferðsluni um sundið, tvs. 80 krónur fyri bilin. Tá koyrast skal gjøgnum Vágatunnilin, verður bara eitt gjald, sama hvussu nógv fólk eru í bili- num, og tí kann tað í summum føri gerast sera bíligt, ferast nógv fólk í sama bili. Jóanis Nielsen metir ikki, at vágafólk, ella fólk við bústaði í Vágum, eiga at sleppa bíligari gjøgnum tunnilin enn onn- ur. Avgerandi skal haraftur- ímóti vera, hvussu nógv tú ferðast, metir vágatingmað- urin. Má ikki kosta ov nógv Jóanes Nielsen metir, at leiðslan í P/F Vágatunnli- num, nú bara tríggir mán- aðir eru eftir til koyrandi verður undir sundið, eigur at siga fólki, hvat tað fer at kosta at nýta tunnilin. Hann væntar, at tá prísirnir verða almannakunngjørdir, so fer at vera ein avsláttarskipan fyri fólk, sum ferðast nógv, t.d. at til fer at bera at keypa mánaðarkort til tunnilin. Men verður eingin av- sláttarskipan, og kostnaður- in t.d. verður 100 krónur fyri túrin, so eigur málið at takast upp politiskt, metir Jóanis Nielsen. Hann held- ur, at 100 krónur hvønn vegin er ov mikið at gjalda hjá fólki, sum ferðast aftur og fram hvønn dag. - Vísir tað seg, at øll t.d. skulu gjalda 100 krónur fyri túrin, so eiga vit polit- iskt at taka upp samráðing- ar við P/F Vágatunnilin um at broyta hetta, sigur Jóanis Nielsen. Áttu at gjørt sum lorvíkingar Jóanis Nielsen vísir á, at nú tunnilin gerst veruleiki, eigur vegurin gjøgnum Sandavág og Miðvág at flytast. Nógva ferðslan gjøgnum bygdirnar er longu til stóran ampa, og gerst helst nógv verri, tá koyrandi verður undir Vest- mannasund. - Eg meti, at lorvíkingar hava gjørt rætt við at krevja, at vegakervið gjøgnum bygdina skal tvinnast saman við Norð- oyatunnilin, so greiða fæst á hesum beinan vegin, sigur Jóanis Nielsen. Hann legg- ur afturat, at nú er bara at harmast um, at vágamenn ikki hava gjørt tað sama. Eftir hansara tykki átti høv- uðsvegurin til flogvøllin at verið lagdur uttan um Sandavág og Miðvág. Skaðar aðrar útbyggingar Her »fejrar« Marjus Dam at partvís brúkaragjaldsfíggjaði Vágatunnilin verður skotin í gjøgnum í januar. Í tólvta tíma hevur hann trekt í land og heldur at fólk skulu sleppa at koyra ókeypis gjøgnum. Mynd: Jens Kr. Vang Jógvan við Keldu tingmaður í Norðoyggjum, heldur at uppskotið hjá Marjusi Dam kann skaða ætlanina við Norðoyatunnilinum Savnsmynd Tað er órealistiskt at krevja at sleppa at koyra ókeypis gjøgnum Vágatunnilin, heldur vágatingmaðurin Jóanis Nielsen Savnsmynd C M Y K 9 8