mikudagur 28. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 163 - 28. august 2002
Nr. 163 - 28. august 2002
11
Leygardagin varð tann nýggja Norrøna sjósett í
Lubeck í Týsklandi í rættiligum 80-ára stíli við
hópum av føroyingum – nógvir í føroyskum búna
– sum vóru fluttir til Evropeiska meginlandi á
føroyskum veingjum.
Ikki kann sigast annað, enn at henda
norðurlendska verkætlanin tekur seg væl og og er
ein tann mest spennandi verkætlanin, fostrað er
her á landi, í mong, mong ár. Ikki bara føroyingar,
men íslendingar, norðmenn, danir og onnur við
bíða
í
spenningi
at
sleppa
umborð
á
norðurlendsku brúnna næsta summar.
Vit kunnu ikki siga annað, enn at Smyril Line,
sum gjørdist ein rættiliga føroysk fólkaogn, hevur
bygt brúgv millum Norðurlond og hevur rúmkað
ræsurnar fyri norðurlendskari ferðavinnu.
Hvussu stóran týdning hon hevur havt, eru orðini
hjá tveimum íslendskum ráðharrum dømi um.
Teir siga, at hon skapar lív í á Eysturlandinum í
Íslandi. Hon mennir íslendska ferðavinnu og
útjaðaran so nógv, at bæði vegir og veitingarhús
mugu byggjast. Hetta eru dømi um, at íslendingar
síggja frameftir og síggja ein møguleika í
ferðavinnu.
Vit skulu ikki siga, at vit í Føroyum snorksova, tí
tað gera vit ikki. Summi royna – ferðaráð,
kunningarstovur, gistingarhús, nakrir ferðasmiðir
- men annars lyfta myndugleikarnir ikki hond frá
síðu fyri av álvara at menna ferðavinnuna, so hon
veruliga hevur nakað at bjóða, eisini familjum.
Vit kunnu t.d. ikki bjóða ein fiskitúr ella geva
fólki møguleikan at rógva á einum fjørði.
Her er munur á í Íslandi til dømis, har tilboðini
ikki tróta, og har veruligir møguleikar eru at
tjalda og ferðast í hús- ella tjaldvagnum, sum
Norrøna leggur seg nógv eftir. Her er bara onkur
hendinga kommuna, sum hevur gjørt øki til tjøld
ella húsvagnar. Vit skulu sjálvandi gleðast um
framstig, men okkum vantar framvegis tað stóra
takið framá.
Smyril Line hevur roynt, og vónandi gera
hækkandi prísir og dýr tænasta umborð ikki tað,
at fólk setast aftur. Vit bíða í spenningi og ynskja
Smyril Line tillukku og eydnu framá.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tann norðurlendska
brúgvin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður
Fólkafloksins
So mangur fór
skeivur, tá tað var
móti at vera
vinstravendur, og
tann ið ikki fylgdi
hesum, varð
roknaður naivur
Nú rokið hevur staðið av
skeivum tíðindum frá for-
manninum í Uttanlands-
nevndini, havi eg hugsað
um viðurskiftini og víð-
fevndu broytingarnar, ið
fram eru farnar bæði her
heima og burtur í heimi,
seinastu árini.
Tað eru ikki so mong ár
gingin, síðani fólkið í
Eysturberlin 9. november í
1989 uttan foringar gekk
inn í frælsa heimin, hetta
sum bert var nøkur fótafet,
eftir at jarntjaldið varð
slættað við jørðina. Hesin
múrur sum hevði sløk 30 ár
á baki, sum hevði givið so
mongum deyðsstingin.
Eitt ár frammanundan
hesum, og tíðina undan,
gjørdi danski Javnaðar-
flokkurin
støðuna
hjá
borgarligu donsku stjórnini
so trupla, at sjálvt danski
Nato-limaskapurin, sum tá
hevði sløk fjøruti ár á baki,
var í vanda. Neyðugt var
við einum vali, sum borgar-
ligi vongurin vann dyggi-
liga.
At Tjóðveldisflokkurin í
dag er tvíbýttur í uttanríkis-
og verjumálum vísir, at
hann helst er komin nakað
longur á leið, tí heimurin
uttan um okkum er nógv
broyttur.
Helweg-Petersen og
Ceausescu
Nøkur ár undan 9. novem-
ber 1989, henda stóra dagin
í heimssøguni, um eg ikki
minnist skeivt, var rum-
enski leiðarin og kommun-
isturin Ceausescu heiðrar
við »elefantordaninum«,
umframt at danski radikali
leiðarin Kristen Helweg-
Petersen í somu tíð sendi á
marknaðin bókina »Ceau-
sescus Taler«. – Helweg-
Petersen, hesin heiðurs-
maður.
Sama árið – jóladag í
1989 – sum Eysturberlinar
gingu út í frælsa heimin,
vórðu rumenski einaræðis-
harrin Nicolae Ceausescu
og kona hansara avrættað
og víst alment fram í sjón-
varpi. – Tó eiga vit leggja
okkum í geyma, at Ceau-
sescu tók til máls móti Sov-
jet, tá teir gjørdu innrás í
Prag morgunin 21. august
1968.
Hans Kirk og Stalin
Eg fái ikki pláss í hesum
viðfangi at koma inn á, tá
danski
kommunisturin
Aksel Larsen fór úr flokk-
inum, tí hann mótmælti
innrásini frá Sovjet inn í
Budapest 1956, meðan
yndishøvundurin
hjá
dønum og fleiri føroying-
um, Hans Kirk, rósti ræðu-
liga leiðaranum og eina-
ræðisharranum Stalin –
sum hevði 25 milliónir
mannalív uppá samvitsk-
una – upp um skýggini.
Harafturímóti trúði hann og
mong við honum lítið
Solsjenitsyn og Gulag.
Eg kann troysta Tjóð-
veldisflokkin við, at tað eru
so mong, ið eru farin skeiv,
tá tað var móti, at vera
vinstravendur, og tann, ið
ikki var tað, segðist vera
naivur.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ídag uttan iva sæð broyt-
ingarnar, men av tí, at teir í
teimum døgum vóru bæði
ímóti Nato og ímóti USA,
sum hóast alt hava vart
Evropa frá falli, skal ein tíð
ganga áðrenn, tað »ber til«
at viðurkenna broyttan hug-
burð. Vælvitandi, at tað
fellir teimum ikki lætt at
vera fult við Nato og USA.
Tá
janvaðartingmaðurin
Hendrik Old hinvegin í
bløðunum tosar um »stríð í
samgonguni«,
er
hetta
heldur enn ikki løgið.
Í øllum samgongum –
uttan undantak – hevur
verið stríð, tað er tað um
allan heim. Eg kenni fólk,
sum eru farin úr eini sam-
gongu. Nøkur hava verið
heppin, og eru komin aftur
í samgongu, meðan onnur
framvegis sita uttanfyri. -
Soleiðis er lívið.
Tjóðveldið, Nato og
USA
At stríð er millum sosial-
istiska Tjóðveldisflokkin,
ið hevur verið og lutvíst er
ímóti Nato og USA, og
borgarliga Fólkaflokkin, ið
sær stórt í Nato og USA,
hóast teir sjálvandi hava
síni líti, sum vit øll onnur,
sum hóast alt báðir eru
sjálvstýrisflokkar,
annar
kanska heldur seg vera
meira enn hin, tað er einki
at undrast á.
Eg vil eisini siga, at tað
er stríð í eini samgongu,
kann eisini koma av ávísum
»dynamikki«, sum kann
skiljast meiri enn á ein hátt.
At formaður Uttanlands-
nevndarinnar
Hergeir
Nielsen er lopin út úr
nevndini við skeivum tíð-
indum, líkist ongum. Tað
kenna vit sum skyldu at
mótmæla, men at seta hann
frá, og soleiðis koma sam-
gonguni í vanda, skal meira
til.
Vit eiga at geva teimum
tað tíð tað krevur at fara
ígjøgnum eina hugburðs-
broyting.
T e l d u p o s t u r :
keldu@post.olivant.fo
H e i m a s í ð a :
www.get.to/keldu
Hugburðsbroyting tekur tíð
VIÐMERKINGAR
Framtaksgrunnin aftur á beint
Blaðleiðslan á
Tíðindablaðnum
Sosialinum hevur
heitt á meg um at
skriva eina grein um
viðurskifti í
sambandi við
Framtaksgrunnin
Edmund Joensen
Søgan í stuttum
Framtaksgrunnurin varð í
1994 settur á stovn sum ein
vinnurekandi grunnur av
donsku stjórnini og Føroya
landsstýri í felag.
Óneyðugt er at minna á,
at hetta var eitt tað ringasta
kepputíðarskeiðið í nýggj-
ari føroyskari søgu. Eitt tíð-
arskeið, tá álitið á føroyska
búskapin var so lítið, at
hvørt smáting úr útheimin-
um mátti gjaldast framm-
anundan. Vinnan á sjógvi
og landi var í fríum falli.
Bankakervið royndi at fóta
sær eftir stóra skrallið.
Vinnulívið
hevði
ein
ómettuligan tørv á vága-
fúsum kapitali til fígging av
rakstri og íløgum.
Landskasssin skyldaði til
vinstru og høgru, løgtings-
fíggjarlógin hevði fleir
hundrað mió. krónur í halli,
og danska stjórnin hevði
átikið sær at taka øll uttan-
landslánini hjá landsstýrin-
um (7-8 milliardir kr.) inn í
statskassan.
Nýstovnaði
grunnurin
fekk 200 mió. krónur at
ráða yvir (helvt um helvt
frá Føroya landstýri og
donsku stjórnini). Til at
stjórna grunninum varð sett
ein 5-manna nevnd.
Forsætisráðharrin og løg-
maður útpeikaðu nevnda-
limirnar í felag, meðan tað
kollegiala landstýrið form-
liga valdi teir allar fyri eitt
3-ára skeið.
Í praksis kunnu vit siga,
at landstýrið valdi tríggjar
óheftar
skilamenn
og
stjórnin
2
serkønar
nevndarlimir til at stýra
grunninum.
Fyri
Framtaksgrunnin
vóru settir nakrir formligir
karmar, sum nevndin skuldi
virka innafyri. Fyri at
tryggja, at nevndin helt seg
innanfyri hesar karmar, var
grunnurin undir eftirliti av
vanligari
grannskoðan,
landsgrannskoðan, ríkis-
grannskoðan og fíggjar-
eftirlitinum.
Í reglunum fyri grunnin
var eisini ásett, hvussu og
nær virksemið skuldi aftur
á privatar hendur. Alt var
gjølla umhugsað og við
vilja vórðu allar avgerðir
fyri grunnin lagdar langt
burtur frá tí politiska mynd-
ugleikanum. Hetta varð
gjørt út frá vánaligu roynd-
unum frá seinnu helvt av
áttatiárunum í huga, har
poltiski
myndugleikin
hevði innlit og ávirkan á
flestu smálutir í okkara
samfelag.
Alt bendir á, at tann pol-
itiska metingin, sum var
gjørd frá byrjan av, var púra
røtt. Eitt høvuðsendamálið
var, at tilnevndir óheftir
persónar
við
førleika
skuldu hava ábyrgdina av at
reka grunnin, og sjálvir
taka neyðugar avgerðir,
óheftir av politikkarum og
øðrum.
Landstýrið yvirtiki
allan grunnin
Eitt av málunum, sum tað
sokallaða ”fullveldislands-
stýrið” arvaði eftir sam-
bandslandsstýrið í 1998 var
uppgerðin fyri bankamálið.
Við í hesi uppgerðini var
eitt ynski frá donsku stjórn-
ini um at Framtaksgrunnur-
in skuldi gerast føroyskur
burtur av. Danska stjórnin
gjørdu ikki vandari enn at
hon gav føroyingum allan
ráðarætt yvir grunninum.
Tá ið landstýrið hevði
yvirtikið grunnin, vóru
donsku serkønu nevndar-
limirnir sendir til hús uppá
grátt papír. Eisini teir før-
oysku
nevndarlimirnir
vórðu skiftir út og skuldu
nú allir limirnir veljast á
hvørjum ári. Tað hoyrist, at
teir ikki aktaðu politiskur
boðini. Reglurnar fyri
grunnin vóru broyttar og
við hesum var politiska
spælið byrjað av álvara.
Seinni eru nevndarlimur
sjálbodnir farnir úr nevnd-
ini, og sigst orsøkin vera, at
politiski roykurin gjørdist
ov ramur.
Ótryggleiki valdar nú um
virksemið hjá Framtaks-
grunninum, Fiskavirking,
Fiskasøluni o.s.f.
Tað gongur neyvan dag-
ur, at ikki onkur søga er um
skiftandi ætlanir haðani.
Lagnunar speisemi
Framtaksgrunnurin
og
virksemi hansara í føroyska
samfelagnum hevur verið
eitt afturvendandi politiskt
stríðsmál hjá nøkrum polit-
ikarum. Serliga hevur tann
eini flokkurin gjørt nógv
burturúr hesum, líka síðani
grunnurin varð stovnaður.
Tað má tí sigast at vera
lagnunar speisemi, at sein-
astu mánaðarnar hevur pol-
itiska handfaringin av virk-
seminum hjá Framtaks-
grunninum,
óbeinleiðis
nærum tikið politiska lívið
av sjálvum formanninum
fyri sama flokk, nevniliga
sjálvum løgmanni.
Eisini er tað undrunarvert,
hvussu stórur munur er á tí,
sum flestu tingmenn tá
kravdu viðvíkjandi Fiska-
virking, og tí sum føroyski
borgarin heldur vera rætt, nú
hann verður spurdur.
Tingini uppá pláss
Løgtingið eigur nú, áðrenn
skaðin gerst ov stórur, at
seta tingini uppá pláss.
Hetta er sera einfalt at gera.
Tí heimildin, sum uppruna-
liga lá hjá forsætisráðharr-
anum og løgmanni í felag,
er nú hjá løgmanni eisi-
møllum.
Løgmaður hevur síðani
latið grunnin til annan land-
stýrismann
at
umsita.
Heimildin til at fara aftur til
uprunaligu reglurnar eru til
staðar. Løgmaður kan tá
hann vil taka avgerð um, at
hann sjálvur umsitur grunn-
in til reglurnar eru broyttar.
Hann avger eisin sjálvur,
nær hann vil leggja grunnin
aftur til landstýrismannin,
við broyttum reglum.
Eftir er so at seta í regl-
urar, hvussu nevnarlimirnir
skulu
veljast.
Fyri
at
tryggja best møguligt, at
nevndarsessirnir ikki long-
ur eru politisk bein, men at
óheft fakfólk verða vald í
nevndina, kundu til dømis
Arbeiðsgevararfelagið, Ar-
beiðarafeløgini og Fiski-
mannafelagið
útpeikað
hvør sín lim, landstýrið ein
og dómarin kundi so út-
peikað tann fimta nevndar-
limin. Formliga velur land-
stýrið allar limirnar, men
eftir tilmæli frá áðurnevndu
instansum. Á tann hátt
kundi landstýrið tryggja
sær, at valdu fólkini eru
óheft av politiskum flokk-
um og landsstýrismonnum,
og at tey hava neyðuga
førleikan. Nevndin kundi
so skipa seg sjálva við for-
manni.
Hvat verður tað
næðsta?
Løgtingið eigur at seta
tingini uppá pláss, og hetta
má gerast áðrenn skaðin
gerst upp aftur størri. Mál-
ið um Framtaksgrunnin
hevur stóran prinsipiellan
týdning fyri, hvat kan
henda framyvir. Landstýrið
eigur Fíggingargrunnin frá
92, sum er formligi eigari
av Føroya Banka. Hesin er
eisini ein vinnurekandi
grunnur, har nevndarlimir-
nir eru valdir av land-
stýrinum á sama hátt, sum
teir í framtaksgrunninum.
Politiskt er ongin munur
á tí sum landstýrið longu
hevur gjørt í sambandi við
Framtaksgrunnin, og tí sum
landstýrið kann gera í sam-
band við Fíggingargrunnin,
um hesin og bankin ikki
akta politisk boð úr erva.
Tað má ongantíð verða ivi
um, at ein landstýrismaður
ikki kann leggja trýst á
tílíkar nevndir. Og roynir
hann tað, eigur hann at
verða settur frá uppá stand-
andi fót.
Tí er tað sera umráðandi,
at Løgtingið knæsetur sið-
venju, sum ikki er til at taka
feil av. T.d. skal uppsparar-
in altíð kenna seg tryggan
eins og øll fólk sum sam-
skifta við bankan skulu
kenna seg fulkomuliga
trygg. Hetta kann bara
Føroya løgting syrgja fyri
við sínum gerðum og sið-
venjum. Hetta hevur við
sjálva rættartrygdina at
gera, og við álitið á Før-
oysku skipanina í síni heild.
Í næsta mánað koma koma
maskinurnar hjá Lands-
verkfrøðinginum til Suður-
oyar, har ætlanin er at
asfaltera ymsasataðni í
Oynni, bæði uttanbíggja
hjá landsverkfrøðinginum
sjálvum og og innanbíggja
hjá Vágs Kommunu.
Ætlanin er at asfaltera
vegin Yvan Land í Vági, frá
Kirkjugarðinum inn til Ós-
an, sum hevur verið í sera
vánaligum standi.
Annars fer kommunan at
asfaltera á marknoyri.
Tá ið tey arbeiðini eru
gjørd, eru høvuðsvegirnir í
Vági í góðum standi. Men
tað trongdi eisini til, tí áðr-
enn farið varð undir asfalt-
eringina í hesum umfari,
hevði ongin asfaltering ver-
ið av týdningi í Vági í 14 ár,
sigur Dánjal Bjarkhamar,
formaður í teknisku nevnd í
Býráðnum.
Hann sigur, at ætlanin er
síðani at fara undir síðu-
vegirnar, so at allir vegirnir
í Vági verða í góðum
standi. Tað, sum ikki verður
gjørt í ár, verður gjørt næsta
ár.
Annars fer Landsverk-
frøðingurin at asfaltera eitt
sindur í Froðba, eitt sindur
við Grótbrotið í Porkeri,
eitt petti á Fámjinsvegnum
og eitt sindur í Hvalba.
Arbeiðið byrjar umleið
hálvan september.
Asfaltera ymsastaðni í Suðuroy
C
M
Y
K
11
10