mikudagur 28. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 163 - 28. august 2002
Nr. 163 - 28. august 2002
13
21 ára gamli Calix
Black Ndiaye, sum
hevur føroyska
mammu, er blivin ein
sera kendur kurva-
bóltsleikari í Norra.
Fyri einum ári síðani
fór hann til Wis-
consin, USA at lesa
handil á universiteti.
Á universitetinum ger
hann samstundis
eisini rættiliga um seg
innan kurvabóltin
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Tá Sosialurin ringir til
Calix, sum er staddur í
Noregi, har hann er heima í
summarfrí, er hann við
norska kurvabóltslandslið-
inum. Eg sigi, hvør eg eri
og spyrji, um hann vil gera
eina samrøðu til blaðið.
Hann sigur, at tað vil hann
fegin, men hann hevur ikki
tíð beint nú, tí hann skal
spæla dyst um eina løtu. Vit
gera so av, at eg skal ringja
aftur dagin eftir.
Calix, sum var føddur í
Oslo, flutti saman við for-
eldrum sínum til Føroyar,
tá hann var seks ára gamal.
Tey búðu í Klaksvík í eini
fimm ár, áðrenn tey fluttu
aftur til Noregs.
Calix greiðir frá, at hann
minnist tíðina í Føroyum,
sum eina ta bestu í hansara
lívi, tí her er so frítt.
– Føroyar eru eitt perfekt
stað at vaksa upp í, tí tað er
so trygt. Eg minnist, at eg
var altíð úti og spældi við
onkran. Ofta vóru vit eisini
og fiskaðu síl ella á seiða-
bergi. Tað eru alt minnir,
sum eg havi mikla gleði av
frá Føroyum, sigur Calix.
Hóast hann hevur norsk-
an tjóðskaparrætt, og pápi
hansara er úr Senegal, so
kennir
hann
seg
sum
føroying.
– Eg eri føroyingur, sigur
hann við avgjørdari rødd.
Og tað hoyrist so at siga
ikki á hesum unga frynti-
liga manni, at hann ikki
hevur búð í Føroyum í
tíggju ár. Hann tosar før-
oyskt, sum um hann ikki
ger annað til dagligt.
– Eg tosi føroyskt við
mammu, men tað er torført
at halda tað við líka, serliga
nú eg búgvi í USA.
Í Føroyum gjørdi hesin
drongurin rættiliga vart við
seg innan fótbóltin, hóast
hansara unga aldur. Og tað
munnu hava verið mong,
sum løgdu merki til hansara
evni longu tá og hugsaðu
við sær sjálvum, at har
rennur ein komandi fót-
bóltsstjørna, um alt gongur
væl hjá honum.
Men so var ikki við Calix.
Hann og familjan fluttu
aftur til Noregs at búgva, tá
Calix var um ellivu ára
gamal.
– Eg minnist, at tá eg
fekk at vita, at vit skuldu
flyta, tá vildi eg ikki, tí eg
hevði jú allar mínar vinir í
Føroyum, og tí var tað tor-
ført at skula flyta burtur.
Men tá vit so vóru farin, og
eg var komin upp á pláss í
Noregi og hevði fingið
nýggjar vinir, ja, so var tað
kortini ikki so galið, greiðir
hann frá. Calix vitjaði
sjálvsagt aftur í Føroyum
nakrar ferðir, og hann sigur,
at aftan á eina tíð, so var
tað heilt øðrvísi at koma
aftur.
– Eg hugsaði aldrin um,
at Føroyar eru so lítlar,
meðan eg búði har, men
aftan á, at vit høvdu búð í
Noregi í eina tíð, so sá eg,
hvussu lítið land Føroyar
veruliga er. Tí eg tá hevði
vant meg við at búgva í
einum størri staði.
Tað eru nú eini fimm ár,
síðani hann seinast var í
Føroyum, men hann ætlar
sær at koma hendanvegin í
summarfrítíðini komandi
ár.
– Tað gleði eg meg til.
Fekk áhuga fyri
kurvabólti
Calix helt fram at spæla
fótbólt í Noregi, men áhug-
in fyri kurvabólti byrjaði at
kveikjast. Og at enda gjørdi
hann av, at hann heldur
vildi royna seg sum kurva-
bóltsleikara, hóast tað ikki
tá var ein serliga kend
ítróttargrein í Noregi.
– Eg plagdi at spæla
kurvabólt í skúlagarðinum,
og so bað ein venjari meg
koma at venja onkuntíð. Og
eg fann so út av, at hetta var
nakað, sum mær dámdi, og
eg kláraði meg eisini væl,
so eg gjørdi av at gevast við
fótbólti og heldur bara
spæla
kurvabólt,
sigur
Calix, sum heldur, at
kurvabólturin er rættiliga
við at koma fyri seg í
Noregi nú.
Hann leggur aftur at, at
ein onnur orsøk til, at hann
valdi kurvabólt er, at í
fótbólti kann ein ikki spæla
í fleiri tímar uttanfyri hús-
ini einsamallur.
– Men tað kann eg í
kurvabólti. Eg kann renna
runt uttanfyri í tímavís og
bara skjóta bóltar, og tað
dámar mær sera væl, sigur
hesin fryntiligi, men sera
lítillátni ungi maðurin.
Calix mentist skjótt, sum
kurvabóltsleikari og kom
skjótt upp á professionelt
støði í Noregi. Hann kom
eisini á landsliðið og bleiv
sera kendur um alt landið,
sum ein frágera góður
kurvabóltsleikari.
Eitt dømi um, hvussu
kendur hann er, er at fyri
umleið hálvum øðrum ári
síðani, bleiv ein bert 14 ára
gamal
drongur
stungin
niður av einum nazisti í
Oslo. Tað bleiv skipað fyri
eini friðarligari mótmælis-
gongu í hesum sambandi.
Og tá gekk Calix á odda
saman við borgarstjóranum
í Oslo. Og hann helt eisini
eina røðu fyri teimum um-
leið 10.000 fólkunum, sum
vóru við í friðargonguni.
– Tað var eitt øðrvísi
upplivilsi, tað er púra vist.
Eg havi ongantíð upplivað
nakað líknandi áður, sigur
Calix við stillari rødd.
Til USA at leika
Sum blaðungur kurvabólts-
leikari í Noregi, hevði
Calix sum mál at koma til
USA at spæla á onkrum
universitetsliði. Liðini á
universitetunum eru fyrsta
deild í USA. Tann besta
deildin, um ein kann kalla
tað so, er NBA.
Felagið, sum hann leikti
við í heima í Bergen, hevði
gott samband til fleiri uni-
versitet í USA, og fekk
Calix møguleika til at fara
yvir til USA at venja í fleiri
summarfrítíðum.
Har var hann so millum
annað á eini venjingarlegu
hjá Green Bay Universety í
Føroyingur kendur í Norra
Calix Black Ndiaye, sum
hevur føroyska mammu, er
ein sera evnaríkur
kurvabóltsleikari, sum er í
ferð við at gera rættiliga vart
við seg yviri í statunum
Mynd Bergens Tidende
Wisconsin.
Og eftir at hava hugsað
seg væl og longi um, tók
hann avgerð um at fara til
Wisconsin at leika kurva-
bólt og lesa handil.
Tað vóru eitt ótal av uni-
versitetum, sum sýndu hes-
um evnaríka leikara ans, so
hann minkaði úrvalið til
fýra og fór so runt og vitj-
aði tey universitetini. Og
tók so at enda avgerð um at
fara til Green Bay.
– Tað var ikki lætt at
velja, tí tað vóru so mong
ymisk universitet, sum
sýndu mær áhuga, men eg
valdi Green Bay, tí at eg
kendi fleiri av fólkunum
har frá venjingarlegum,
sum eg hevði verið til. Og
so dámdi mær eisini væl
mátan, sum kurvabóltur
verður leiktur har.
Í septembur í fjør flutti
Calix so yvir til USA.
– Tað var ikki lætt, ser-
liga at skula vera so langt
frá familjuni, men tað
vandi eg meg so við. Og
mær dámar avbera væl at
vera har nú.
Av tí at Calix hevði leikt
á professionellum støði í
Noregi, so slapp hann ikki
at spæla við átta teir fyrstu
dystirnar, men so fekk hann
møguleikan.
– Tað var ikki stuttligt at
sita á beinkinum og hyggja,
meðan hinir spældu. Men
tað er tað ongantíð, tí tá ein
heldur kann vera við á
vøllinum og gera sítt, so er
tað ikki serliga hugaligt at
vera noyddur at sita á
beinkinum, orsakað av eini
reglugerð, sum sigur, at eg
ikki kann spæla í átta
dystir, tí eg havi spælt á
einum hægri støði, sigur
Calix, men hann er skjótur
at leggja aftur at, at hann
vandi sera nógv allatíðina,
meðan hann sat á beinkin-
um, og kundi glaður stað-
festa, at hann bleiv betur og
betur, hóast hann ikki fekk
nakra dystarvenjing.
Hørð venjing
Ein vanligur dagur hjá
Calix byrjar við, at hann fer
upp um seks tíðina á
morgni og lyftir vektir í
umleið ein tíma. So er ein-
staklinga venjing á skránni
í ein tíma eftir tað. Hann fer
so í skúla frá 9:00 til 15:00.
Klokkan 15:30 fer hann
aftur at venja í einar tríggj-
ar tímar. Tá venjingin er
liðug um hálvgum sjey tíð-
ina, so er vanligt, at tað
verður farið á eitt bókasavn
at lesa.
– Tað er so, at um tú gert
tíni ting, og gert nóg mikið
við útbúgvingina, so kanst
tú sleppa undan at fara á
bókasavnið at lesa. Men um
tú ikki ert nóg góður, so
verður tú noyddur at fara at
lesa, og tá eru fólk, sum
halda eyga við at tú veru-
liga situr og ger tíni skúla-
ting. So útbúgvingin verður
raðfest høgt á Green Bay,
hóast tú ert kurvabólts-
leikari, greiðir Calix frá.
Hann plagar so ofta at
fara at skjóta nakrar bóltar
aftur at seinni aftur um
kvøldið, áðrenn songartíð,
so her er ongin ivi um, at
Calix hevur halgað alla sína
frítíð til kurvabólt.
Verður javnan
steðgaður
Spurdur um, hvussu tað so
er at verða vorðin kendur,
sigur hann ikki so nógv um
tað. Hann er avbera lítil-
látin, og tað letur ikki til, at
honum dámar nakað serliga
væl at tosa um, at hann er
vorðin ein stjørna í Noregi.
Men eg fái tó hálað úr hon-
um, at hann verður steðg-
aður á gøtuni av fólki, sum
kenna hann aftur og vilja
heilsa upp á hann og práta
við hann.
– Tað er, sum heild, fín-
asta slag, men um eg eri úti
við vinum, og vit ætla okk-
um bert at slappa av og
hugna okkum, so kann tað
koma fyri, at eg haldi, at
tað er keðiligt, um onkur
steðgar mær fyri at práta
um kurvabólt. Serliga, um
tað eru, full fólk, sum
steðga mær, sigur Calix.
Spurdur um framtíðina,
sigur Calix, at hann sjálv-
andi hevur sett sær eitt mál.
Og tað er at koma at spæla
við teimum bestu: Nevni-
liga NBA, sum er toppurin
innan kurvabólt. Tað er har,
at vit kenna millum aðrar
Michael Jordan frá.
– Men um eg ikki megni
tað, so var tað ikki mein-
ingin, at eg skuldi koma so
langt. Og tað havi eg tað
sum so fínt við, so longi eg
veit, at eg gjørdi mítt besta
fyri at koma har. Men tað
bara ikki var nóg mikið,
sigur Calix og tað hoyrist á
røddini á honum, at hann
ikki leggur nakað óneyðugt
trýst á seg sjálvan.
Hann sigur, at hann hevur
ikki sæð nógvar kendar
kurvabóltsleikarar, meðan
hann hevur verið í USA.
Men einaferð hevur hann
staðið við síðuna av Micha-
el Jordan.
- Eg segði tó onki við
hann.
Ein
kurvabóltsleikari
sigst at vera í toppinum um
27 – 28 ára aldur, so ikki
kann sigast annað enn, at
Calix hevur mong ár eftir
enn innan kurvabóltin.
Útbúgvingin hjá honum
tekur minst trý ár, sigur
hann, og hann fer yvir aftur
til USA í septembur, tá uni-
versitetini byrja aftur.
Sosialurin ynskir Calix
góða eydnu.
Hóast Calix ikki hevur búð í Føroyum í nærum tíggju ár, so kennir hann seg framvegis sum føroying, og spurdur, so svarar hann: Eg eri føroyingur!
Mynd: Bergens Tidende
Mynd: Dávur Winther
C
M
Y
K
13
12