Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 28. august 2002 15 at ein virkin oljuskipan finst í føroysku undir- grundini. Eingin vanlukka við turrum brunnum Sum royndur leitimaður í norskari oljuvinnu heldur Yngve Vassmyr ikki, at tað er nøkur vanlukka, at tveir brunnar við Føroyar vórðu turrir. – Tað er sera positivt, at man bara eftir at hava borað tríggjar brunnar fær staðfest eitt leitimodell. Vit hava royndir frá norskari síðu, har tað hava verið boraðir nógv fleiri brunnar við einum nógv verri úrsliti, og kortini gjørt fund eftir at uppaftur fleiri brunnar vórðu boraðir. Tú mást arbeiða uppá longri sikt og hava tol og varðveita áhugan og entusiasmuna, sjálvt um tú fær nøkur negativ úrslit. Yngve Vassmyr tosar út frá egnum royndum. Hann hevur sjálvur verið við at leita og finna olju, har øll onnur høvdu slept vónini. Hann stóð á odda fyri leit- ingini eftir Nornefeltinum og fann tað, tá allir aðrir vildu gevast. Her var talan um eitt risastórt fund, sum varð gjørt í 1990, uppá meira enn 500 mill. føt ella eitt sindur størri enn Schiehalion við føroyska markið. Teir boraðu fyrst meira enn 12 turrar brunn- ar. Síðani varð eitt lítið gasskondensatfund gjørt sunnan fyri Norne, og tað fekk Yngve Vassmyr at halda, at tað mundi vera møguligt at finna olju nærri Norne. Teir boraðu tveir brunnar í sama lisensi, har teinurin millum teir var 30 kilometrar. Báðir vórðu turrir. So tóku teir á seg váðan at bora ein aftrat millum hinar báðar, og hes- in vísti seg at vera stórt fund. Yngve tekur hetta fram fyri at siga føroying- um, at tað at leita eftir olju er eitt langsiktað arbeiði. Tað krevur, at tú hevur ís í maganum og tol at halda fram. Royndirnar vísa, at tað tekur oftani longri tíð at gera lønandi fund. Má man vera tilreiðar at taka ímóti nøkrum vónbrotum og samtíðis at halda lív í motivatiónini og trúnni. Stórar broytingar Stórar broyingar eru farnar fram í Statoilbólkinum í Føroyum. Yngve sær fram til at kunna arbeiða saman við Shell sum nýggjum luttakara í samtakinum, nú felagið hevur keypt upp Enterprise. Eisini aðrar broytingar eru í bólkinum, eitt nú eru Phillips og Conoco løgd saman og Petro Canada hevur keypt Veba Oil. – Eg haldi vit við hesum broytingum hava styrkt samtakið á fleiri økj- um, her ikki minst innan tøkni. Statoil, sum hevur havt eitt sera tætt samstarv við Shell í norskum øki, heldur, at ikki minst Shell kann styrkja samtakið. At samtakið er broytt so nógv ger tað eisini náttúrligt at flyta virksemi úr London til Stavanger. Ikki ósannlíkt at finna gass har norðuri Seinastu árini eru fleiri gassfund gjørd á djúpum vatni í Noregi tvs. í økjum nærri Føroyum. Uppá fyri- spurning hvørjir møguleik- ar eru at gera gassfund í tí norðara partinum av før- oyska økinum upp ímóti tí norska markinum sigur Statoilstjórin, at teir halda tað ikki vera ósannlíkt, at man kann gera gassfund har, men leggur aftrat, at bæði her og hinumegin markið í norskum øki, Møre, er basalt. Tí er sera umráðandi at fáa gjørt kort yvir strukturarnar undir basaltinum. Tað hevur eis- ini týdning at arbeiða víðari við boring gjøgnum basalt. Føroya økið er tí ein partur av tí kortlegging, sum Stat- oil ger av øll djúpvatnsøkj- um. Seismisku tulkingarnar teir gera nú skulu annars vera grundarlag undir, hvussu teir við enn eini um- fevnandi »long-offsett 3D« kanning neyvt kunnu út- peika, hvar teir skulu sera borin í, eisini í eini møgu- ligari boring í 9-ára lisens- inum teir hava saman við Anadarko. At leita eftir olju og gassi er ein tilgongd, sum tekur langa tíð. Hetta mugu eisini føroyingar venja seg við sigur nýggju jarðfrøðiligi leiðarin hjá Statoil í Føroyum, Arnt-Eirik Rørnes OLJUMESSA Jan Müller úr Stavanger Arnt-Eirik Rørnes, sum kemur at standa fyri tí tekn- iska partinum av leitiar- beiðinum við Føroyar, var eisini við í Føroyum, tá Statoil í farnu viku hevði fund við Oljumálaráðið. Hann tekur væl ímóti hesi nýggju og spennandi av- bjóðing og sigur, at fundið Amerada Hess gjørdi kom rættiliga óvart á leitifólk, tí tað var ikki í tráð við tey leitimodell, sum oljufeløg- ini høvdu bygt upp við bor- ingunum vestan fyri Het- land sum grundarlag. Tað hevur gjørt, at nógvar av kanningunum og meting- unum mugu gerast av nýggjum. Hann heldur før- oyingar eiga at hava tol við oljufeløgunum, tí leiting er ein langtíðartilgongd. – Tað er sera umráðandi, at vit nú brúka neyðugu tíð- ina, soleiðis at næstu ferð vit seta borin í undirgrund- ina, raka vit rætt. Mong eru so ótolin og halda, at hetta við leiting er nakað, sum skal geva ítøkilig úrslit her og nú, men hetta er ein langtíðarprosess. Arnt- Eirik Rørnes vísir á, at tá Statoil byrjar at arbeiða í nýggjum økjum er tað ein tummulfingraregul, at tað vanliga ganga 10 ár frá leitiloyvi er latið til fram- leiðsla kann byrja, tvs. at fyri Føroyaøkið skuldi tað merkt fyrstu framleiðsluna í ár 2010. Hetta kann sjálv- andi broytast alt eftir hvussu einstaka leitingin gongur. Taka vit Snøvit gassfeltið í Barentshavin- um, sum fer undir fram- leiðslu í 2006, so varð tað fundið gjørt í 1985. Men tað kann eisini gerast uppá stytri tíð. Nornefeltið er tað, sum hevur tikið minst tíð at byggja út, seks ár. Arnt-Eirik Rørnes við- gongur tó, at tað er sera positivt, at Amerada Hess longu í tí triðja brunninum á føroyskum øki ger eitt fund. Vísir tað seg, at hetta fundið er lønandi, so fer tað at ganga skjótari við at fáa eina framleiðslu í gongd. Vísir avmarkingarbrunnur- in, sum Hess skal bora í bretskum øki í næstum, at fundið er lønandi, so fara ikki at ganga fleiri enn 5-7 ár, til fyrsta oljan er veru- leiki. Tørva tíð fyri at raka rætt næstu ferð Yngve Vassmyr, leitistjóri hjá Statoil fyri Europa, Arnt- Eirik Rørnes, leiðari fyri tøkniliga arbeiðinum á føroyaøkinum saman við Rúna Hansen, sum er stjóri hjá Statoil leiting í Føroyum uttanfyri Norðurlandahúsið í farnu viku Mynd Jan Müller Hóast Statoil hevur góðar vónir til fund sunnan fyri Føroyar, so útilokar nýggi stjórin hjá Statoil ikki, at tað í framtíðini verða gjørd eitt nú gassfund longur norðuri móti norska markinum 15 14 Nr. 163 - 28. august 2002 Norski oljurisin Statoil hevur gjørt av at flyta virksemi sítt í Føroyum úr London til Stavanger. Hetta verður gjørt fyri at styrkja arbeiðsbólkin, sum tekur sær av leitingini við Føroyar við eitt nú at kunna brúka ta stóru ekspertisu í djúp- vatnsleiting, ið finst í Noregi OLJUMESSA Jan Müller úr Stavanger Ein av fremstu og størstu luttakarunum á altjóða oljumessuni í Stavanger, ONS, í hesum døgum er risastóra norska oljufelagið Statoil. Við sínum stóra bási bjóðar Statoil teimum nærum 30.000 vitjandi at fáa innlit í arbeiðið hjá fel- agnum heima sum burturi. Og við burturi skilst eisini Føroyaøkið, tó so, at leiðsl- an í Statoil hevur júst tikið eina avgerð, sum hevur við sær, at leitingin eftir olju og gassi við Føroyar, nú verð- ur størri partur av tí norska gerandisdegnum. Avgjørt er nevniliga at broyta bygnað- in í Statoil, soleiðis, at ábyrgdin av Føroyaøkinum nú verður flutt úr London til Stavanger. Hetta merkir í veruleikanum, at nógv størri ressursir og ekspert- isa verður løgd í leitingina á Føroyaøkinum. Við at brúka Stavanger sum fram- tíðar miðdepil fyri leiting eftir olju og gassi við Før- oyar ætlar Statoil nevniliga at gera tað ítarsta fyri at fáa optimalt burtur úr síni vitan og fólkum. Hetta vil siga, at felagið ætlar sær ikki at minka um sítt virksemi í Føroyum, men heldur tvørturímóti. Turri brunnur- in, sum Statoil boraði í fjør hevur so avgjørt ikki tikið trúnna frá nýggja stjóran- um hjá felagnum fyri allari leiting í Europa, Yngve Vassmyr. Yngve Vassmyr er settur til at standa fyri nýggju deildini hjá Statoil, sum fevnir um alt Europa og sum kemur at hava sæti í Stavanger, undir heitinum »Global Exploration, Europe«. Nú um dagarnar var hann saman við Arnt-Eirik Rør- nes, sum skal hava ábyrgd- ina av tí jarðfrøðiliga part- inum av leitingini við Før- oyar, á vitjan í Oljumála- ráðnum. Har greiddu teir frá broytingini í bygnaðin- um hjá felagnum, og hvørja ávirkan hetta fer at hava á kanningarnar og leitingina við Føroyar. Djúpvatnsroyndir samskipast Yngve Vassmyr sigur, at teir undir nýggju deildini fyri Europa hava sett á stovn eina djúpvatnsdeild, sum fevnir um alt økið frá Írlandi og heilt norður til Barentshavið, og har er Føroyaøkið eisini ein part- ur. Yngve sigur víðari, at teir við hesum stigi hava betri møguleika at gera brúka av vitan teir hava á djúpum vatni út fyri Noreg, soleiðis at henda vitanin kann hjálpa til í leitingini eftir olju og gassi á djúpum vatni við Føroyar. Seinastu mánaðirnar hevur verið ar- beitt við at flyta umsiting- ina av Føroyaøkinum úr London til Stavanger. Nú er hon so komin uppá pláss. Vaksið verður hervið munandi um tann tekniska partin av leitingini við Føroyar í og við at bólkur- in, sum hereftir fer at ar- beiða við Føroyaøkinum kann gera brúk av allari ekspertisuni, sum finst í Noregi, bæði í Stavanger og Trondheimi. Við í arbeiðs- bólkinum, sum er settur í Stavanger at arbeiða við Føroyum er eisini føroyski jarðfrøðingurin Ragnar Poulsen, sum hevur arbeitt í London. Hann byrjaði í norska oljubýnum 1. aug- ust. Nýggi leiðarin hjá Statoil fyri leiting í Europa sigur seg vera sera fegnan um tað fundið, sum varð gjørt við Føroyar í fjør. Hann við- gongur, at teirra egni brunnur var turrur. Men staðfestir samtíðis, at tað at Hess hevur funnið olju og gass er eitt gott grundarlag at arbeiða víðari út frá hjá øllum, sum leita í føroysk- um øki. – So við at arbeiða víðari við tí kunnleika vit hava bygt upp í London og leggja aftrat kunnleika og ekspertisu í Stavanger halda vit, at tað kann hjálpa okkum at finna boristøð, sum kunnu verða aktuell at bora í í framtíðini. Og við hesum útviklingi er eyð- sæð, at vit ætla ikki at minka um virksemið við Føroyar. Vit síggja fram- vegis møguleikan at gera lønandi fund her. Yngve Vassmyr heldur fyri, at teir hava fingið til vega stóra vitan og ekspert- isu í leiting á djúpum vatni ikki minst longur norðuri, og tað er hesa vitan teir nú vilja brúka í royndunum at finna olju við Føroyar eis- ini. Eitt nú hava teir somu avjóðingar við basalti á norskum øki sum tað teir arbeiða við at finna svar uppá í Føroyum. Her kann tí blíva talan um dupultan vinning – at fáa eina synergieffekt. Tvs. at kann- ingarnar í báðum økjum stuðla upp undir hvørja aðra. Kanningar av basalti við Føroyar hava nevniliga eis- ini stóran týdning fyri leit- ing í norskum øki við basalti. Eisini kunnu ávís leitimodell á føroyskum øki verða áhugaverd at royna í norskum umráði. So her er avgjørt ein veksulvirkning- ur við tí kunnleikaflutningi man ger frá einum øki til eitt annað. Yngve Vassmyr hevur ikki verið í Føroyum áður. Ein roynd varð gjørd í fjør, men ringa veðrið forðaði honum at lenda. Nú hann hevur vitjað er hann sera fegin um at hava møtt um- boðum fyri føroyskar myndugleikar og at hava sæð landið. Statoil hevur gjørt væl av seismiskum kanningum. Teir fara at leggja stóra orku í at fáa tilfarið tulkað skjótast, soleiðis at teir kunnu seta út í kortið, hvar tann brunnurin, sum teir hava bundið seg at bora, skal vera. Tað verður eisini arbeitt við at fáa tilfar til vega, sum kann vera við til at avgera, hvar og um Statoil skal bora ein brunn í sínum 9-ára loyvi. Statoil tørvar fleiri upplýsingar til at kunna gera av, um teir skulu bora í 9-ára loyvin- um. Treytin fyri hesum loyvinum er tann, at tú eftir nøkur ár við kanningum skal taka støðu til, um tú vil bora ein brunn og harvið varðveita lisensin. Verður borað har, so verður tað ein brunnur í basaltøki. Yngve Vassmyr útilokar ikki, at Statoil borar sín seinna brunn í sínum seks ára loyvi í 2003, men mest sannlíkt er, at teir bora í 2004. Teimum tørvar at fáa upplýsingar yvir aðrar brunnar umframt at gera meiri seismiskt arbeiði. – Royndirnar frá norska land- grunninum siga okkum, at vit hava brúk fyri meira tíð til at kunna gera økið meira búgvið. Tað er í sær sjálvum sera positivt, at tað er staðfest, Statoil trýr uppá Føroyar Yngve Vassmyr er útbúgvin jarðfrøðingur. Hann lærdi í Tromsø og byrjaði hjá Statoil í 1985 og hevur serliga arbeitt við leiting. Hann hevur havt ábyrgdina av leiting í sokallaðum frontierøkjum í Noregi tvs. uttanfyri tey kendu oljuøkini. Tað var hann, sum fann stóra Nornefeltið í 1990. Nú skal hann standa fyri leitingini í Europa og harvið eisini í Føroyaøkinum. Mynd Jan Müller OLJUMESSA Jan Müller úr Stavanger Hvat heldur nýggi leið- arin hjá Statoil fyri leit- ing í Europa, Yngve Vassmyr um avbjóðing- arnar ein stór oljuvinna geva einum einum lítl- um samfelag sum tað føroyska, nú hann hevur havt høvi at vitja í Før- oyum fyri fyrstu ferð! – Tað er altumráðandi at fáa ein skilagóðan dialog millum oljuvinn- una og fiskivinnuna. Her hava vit sum olju- felag eina stóra ábyrgd at tryggja eitt framhald- andi reint umhvørvi við at forða fyri dálking ol. Yngve Vassmyr dylur ikki fyri, at í einum lítl- um samfelag sum tí før- oyska kann tað gerast hørð kapping um ar- beiðsplássini, tá olju- vinnan ger innrás, og tí er dialogurin millum hesar báðar vinnur so týdningarmikil. – Nú hava vit havt oljuvinnu í Noregi í 30 ár. Vit hava gjørt mistøk og lært av teimum. Før- oyar hava besta møgu- leikan at gera brúk av royndum okkara og hjá øðrum fyri harvið at minka um negativu árin- ini frá vinnuni. Eg vóni, at ein oljuvinna kann vera við til at gera vinnulívið í Føroyum meira fjølbroytt, soleiðis at búskapurin fær fleiri bein at standa á. Dialogur millum olju og fisk stóran týdning C M Y K 14