Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 Vit á Kaupthing hava tikið støðu og eru klár at taka dystin upp. So nú kanst tú gjøgnum okkum senda tínar pengar út at vinna fyri teg. Og sum tú veitst, pengar sum arbeiða, vaksa ofta skjótari enn pengar, sum liggja stillir. Tú kanst lata pengarnar arbeiða fyri teg upp á ymsar mátar. Tú kanst lata okkum umsita tína ogn serstakt við okkara ognarrøkt, ella tú kanst keypa partar í einum av okkara íløgufeløgum. Ognarrøkt Við eini avtalu um ognarrøkt letur tú okkara serfrøðingar á altjóða fíggjarmarknaðinum arbeiða fyri at fáa so stóran vinning av tínum ognum, sum gjørligt. Áðrenn vit byrja, avgera vit í felag, hvussu íløgurnar skulu gerast, soleiðis at íløgurnar hóska til tín tørv. Hevur tú gjørt eina avtalu við okkum um ognarrøkt, fært tú við føstum millumbili eina frágreiðing um, hvussu gongst tínum ognum. Hevur tú internetsamband og hevur fingið brúkara- navn og loyniorð, kanst tú á okkara heima- síðu dagliga fylgja við, hvussu gongst tínum ognum. Íløgufeløg Eitt íløgufelag er eitt felag við limum, sum við størri og smærri upphæddum eru gingnir saman um at gera íløgur í partabrøv og láns- brøv á altjóða fíggjarmarknaðinum. Hetta merkir, at tann lítli innskjótarin í íløgufelag- num fær somu stórrakstrarfyrimunir, sum stórir íleggjarar. Í Kaupthing hava vit fleiri sløg av íløgufeløgum, sum okkara fólk við serkunnleika umsita. Sostætt ber altíð til at finna eitt íløgufelag í Kaupthing, sum hóskar júst til títt lindi. Vinningurin av íløgum í íløgu- feløgunum var í 1999 millum 8% og 36%. Um Kaupthing Kaupthing var stovnað í 1982 og tók leiðs- luna í globaliseringini av tí íslendska fíggjar- heiminum við handli av útlendskum parta- brøvum, stovnseting av útlendskum íløgu- feløgum, og stovnseting av deild í Luksem- burg. Nú hevur Kaupthing so latið upp deild í Føroyum og eisini í New York. Tað arbeiða yvir 200 fólk hjá Kaupthing, harav nú 3 í Føroyum. Hesi vælútbúnu fólk hava tilogna sær eina servitan innan so gott sum øll øki í fíggjarheiminum. Kaupthing umsitur yvir 20 milliardir DKK fyri síni viðskiftafólk ígjøgnum ognarrøkt og íløgufeløgini. Kundi tú hugsað tær at latið okkum røkt tínar ognir ella at gera íløgu í eitt íløgufelag, ella tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Kaupthing Føroyar, Box 3090, 110 Tórshavn, Tel 351500, www.kaupthing.com S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Skiftið á brúnni Det er forstemmende at følge udviklingen i de dansk-færøske relationer, især hvis man som jeg nær- er en dyb kærlighed til de små grønne øer og deres mennesker deroppe i det barske Nordatlanten. Det er en kærlighed ”på trods” af en masse ting: Klimaet, fær- ingernes ubestridelige strid- barhed, deres økonomiske uansvarlighed osv. osv. Men for mig er der noget betag- ende ved et lille folk, der har overlevet i århundreder ”på trods” af den ugæst- milde natur, og som oven i købet har formået at udvikle en sjældent rig kultur. Og så er vi frænder. Vi er fam- ilie, har et Rigsfællesskab. Det er nu hårdt presset af vrede og uforsonlige udfald fra begge sider. Hvordan er det dog kommet så vidt? Der er fejl på begge sider. De fleste danskere er med Familieskab forpligter god grund irriterede over mange års samfundsøko- nomisk uansvarlighed på Færøerne, med vildt over- forbrug og uforklarlige trafikinvesteringer. På den anden side har færingerne ikke glemt, at de blev snydt godt og grundigt af danske ministre i sagen om Færø- banken. Ganske vist fik de ikke den økonomiske øre- tæve det tegnede til, men forurettelsen og forbitrelsen sidder tilbage. Og den har næret ønsket om øget fær- øsk selvstændighed. Men her skal vi huske, at færingerne er delt midt over i dette spørgsmål. Og det er de færreste færinger, der ønsker fuldstændig løsriv- else fra Rigsfællesskabet med Danmark. Det er kun naturligt, at færingerne gerne vil overtage mere af ansvaret for deres egne an- liggender. Så skal de også have at vide, at med ansvar følger forpligtelser, blandt andet for egen økonomi. Der vil utvivlsomt kunne frigøres mange slumrende kræfter i det færøske sam- fund, hvis man skal stå mere på egne ben. Det så vi i Island, hvor man efter selv- stændigheden skulle genn- em en overordentlig vanskelig tid, men hvor det meget fattige efterkrigs-Is- land på beundringsværdig vis fandt sine egne kvali- teter frem, og blev et rigt samfund. Derfor er det så trist, at sagen er sat på spidsen i forholdet mellem Færøerne og Danmark. Det var der ingen grund til. Den danske statsminister har optrådt meget kontant overfor fær- ingerne. Og politikere og lederskribenter i Danmark har stået i kø for at rose ham for klar tale uden uld i mæl- et. Den kø stiller jeg ikke op i. Det giver en særlig forpligtelse af være den store i et Rigsfællesskab. Og det må ikke reduceres til et spørgsmål om inden- rigspolitiske markeringer - hverken i Danmark eller på Færøerne. Uffe Ellemann-Jensen Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma og omma AMANDA THOMSEN Tvøroyri so brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Ellis- og Røktar- heimi, sum so væl var um hana til tað seinasta og til tykkum, sum á ymsan hátt vístu hjálpsemi. Tøkk til prest í kapellinum og kirkjuni, kirkjutæn- arar, sangarar, berarar og annars øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Takk fyri peningagávur, kransar og blómur og til tykkum øll, sum ringdu. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til í Missiónshúsinum. Til seinast takka vit øllum, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstað- ið. Heilsan Karl Arne, Sennøva og ommusynirnir á Tvøroyri Tøkk Tjóðveldisflokkurin er farin at gera flokkin meiri nútímans og formaðurin í flokkinum verður nú eisini politiski leiðarin. Broytingin fer óivað at bera í sær, at flokkurin helst verður greiðari í politiska arbeiðnum og samfelagsliga orða- skiftinum. Tað hevur ofta verið torført at fingið greiði á, hvørja áskoðan Tjóðveldisflokkurin hevur havt í ávísum málum. Formaðurin í tingbólkinum - sum má sigast at hava verið politiski leiðari floksins - hevur sagt eitt, men flokkurin, ella tingmanningin, hevur sagt eitt annað, tá tað er komið til stykkis. Fleiri dømi hava verið í seinastuni, og tey hava sett spurnartekin við trúvirði floksins. Tað kom ikki óvæntað, at eyka flokstingið valdi Høgna Hoydal til formann í flokkinum sam- bært nýggja bygnaðinum. Tjóðveldisfólk kunnu takka honum og øðrum yngri kreftum fyri, at flokkurin reisti seg aftur, eftir at vera endaður heilt niðri á 10 prosentum av at- kvøðunum miðskeiðis í 90-unum. Tær yngru kreftirnar góvu flokkinum eitt nýtt andlit, og gjørdu helst sítt til, at nógv fólk tóku seg saman fyri at royna at geva flokkinum ein møguleika, ein "tjans" afturat. Flokkurin var nærum stirn- aður við teimum heldur litleysu gubbunum, sum myndaðu flokkin hetta tíðarskeið. Hugtakið "skipað loysing" gav loysingarhug- takinum meiri innihald, og minni víðgongd sjálvstýrisfólk kundu atkvøða fyri lista E. Full- veldisætlanin gjørdist veruleiki og tilgongdin er á einum avgerandi móti. Hinvegin hava nýggju kreftirnar førkað Tjóðveldisflokkin frá einum sosialt tilvitandi verkamannaflokki til ein meiri populistiskan flokk, sum onkuntíð liggur høgrumegin Fólkaflokkin í politiskum meiningum. Nú hava tær ungu og heldur óroyndu kreftir- nar fingið alt valdið í flokkinum, og eingin úr veinginum hjá Finboga Ísaksyni, Signari á Brúnni ella Hergeiri Nielsen eru umboðað í floksstjórnini. Spurnartekin kann setast við, um tær yngru kreftirnar duga javnvágina og hava ta neyðugu barlastina, tá tað fer at standa á í torførum samráðingum um fram- tíðarstøðu Føroya! Er eitt leiðslubýti ikki gjørt í fullum samljóði, kann eitt innanhýsisstríð verðalemjandi. Unga stjørnan hjá Tjóðveldisflokkinum hevur dugað væl at ført seg og flokkin fram, men higartil hevur nývaldi formaðurin tosað í yvir- orðnaðum vendingum, í yvirskriftum, og sagt minni um sjálvan tekstin. Tað er lætt at "miðja ímóti", "hava greiðar linjur" og "tryggja" hesum og hasum. Veri er at fremja ein politikk í verki og finna tær neyðugu semjurnar millum per- sónar og flokkar. Hóast nýggi bygnaðurin ikki tykist heilt greiður við floksstjórn og aðalstjórn, og ásetingum, sum helst skulu tryggja onkrum eitt pláss í floksleiðsluni, so leggur hann politisku ábyrgd- ina og somleiðis politiska valdið á eitt stað. So er bara spurningurin, um tað neyðuga mótspælið í floksleiðsluni verður nóg muna- gott. Á eykaflokstingi um viku- skiftið hevur Tjóðveldis- flokkurin samtykt at sam- skipa bygnaðin í flokkinum soleiðis, at vald verður ein floksstjórn. Bygnaðurin í tjóðveldis- flokkinum hevur higartil verið tvíbýttur: Valdømis- feløg, aðalstjórn og starvs- nevnd hava skipað seg øðru- megin. Meðan ting- og landsstýrismanning hevur verið skipað hinumegin. Hesin bygnaður heldur fram, men ein floksstjórn verður nú vald við fimm limum, ið skal samskipa ar- beiði floksins millum teir valdu politikararnar og floksskipanina annars. Flokstingið velur for- mann, tveir næstformenn og kassameistara í floksstjórn- ina. Formaðurin og ein næstformaður skulu vera løgtingsvaldir politikarar, meðan hin næstformaðurin og kassameistarin skulu ikki hava sæti á tingi. Ting- bólkurin velur sjálvur mill- um tey tingvaldu tann fimta limin í floksstjórnina. Harafturat verða valdir tveir tiltakslimir, harav ann- ar skal vera løgtingsvaldur. Á flokstinginum leygar- dagin 8. apríl vóru hesi ein- mælt vald í floksstjórnina: Høgni Hoydal er for- maður í floksstjórnini Heini O. Heinesen, sum er formaður í tingbólki tjóð- veldisfloksins, er næstfor- maður í floksstjórnini Óli Holm, er somuleiðis næstformaður í floksstjórn- ini og heldur fram sum for- maður í aðalstjórnini Hildur Patursson er floksstjórnarlimur Atli Eiriksson er kassa- meistari Tiltakslimir eru Finnur Helmsdal og Annlis Bjark- hamar Álitið á fólkaræðisligu skipanina Tann samskipaði bygnaður- in í flokkinum skal tryggja, at Tjóðveldisflokkurin kann ganga á odda í teimum stóru avbjóðingum, ið standa før- oyingum fyri framman: – Eitt miðvíst arbeiði skal gerast til tess at savna allar kreftir og virka fyri, at ein stórur meiriluti fer at at- kvøða fyri at taka fulla á- byrgd av landinum á fólka- atkvøðuni – Tjóðveldisflokkurin fer at leggja dent á at vísa á teir stóru møguleikar og fyri- munir, sum fullveldi fer at geva føroyingum – Tjóðveldisflokkurin fer at í næstum at leggja fram síni stevnumið fyri politikk- in í einum sjálvstøðugum og sjálvbjargnum Føroyum – Tjóðveldisflokkurin fer at leggja fram ein greiðan vinnulívspolitikk, arbeiðs- marknaðarpolitikk, al- manna- og heilsupolitikk, útbúgvingar og mentanar- politikk, rættarpolitikk og umhvørvispolitikk Tjóðveldisflokkurin fer komandi tíðina at leggja ser- Nýggjan floksbygnað Lesið tíðindi www.sosialurin.fo ligan dent á at skapa álit millum føroyingar á okkara fólkaræðisligu skipan og at fáa skapt álit og loyst tær mongu ósemjurnar á ar- beiðsmarknaðinum. Ar- beiðast skal fyri felags mál- um um betringar á egnum og tryggum grundarlagi, heldur enn at stríðast um teir trupulleikar og tær brostnu vónir, sum vit hava skapt undir heimastýrinum. Tórshavn, 10. apríl 2000 Tjóðveldisflokkurin