týsdagur 11. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
3 ferðir um vikuna til Íslands:
S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5
Tel 333 900 · www.atlanticairways.fo
Vit hava nógv góð tilboð til Íslands í ferðafaldara okkara "Út í heim"
Ofta er ein noyddur at skræða eina
heila viku úr kalendaranum fyri at fara
til Íslands. Tað nýtist tær ikki longur. Tí
nú verður flogið 3 ferðir um vikuna til
Íslands, og so er gamaní at seta ferðina
saman soleiðis, at sleppast kann aftur og
fram tá tað hóskar tær best.
Til Íslands í handilsørindum:
Flúgv til Íslands mánadag kl. 17.30 og
kom aftur mikudag kl. 11.30, ella
fríggjadag kl. 18.30
Vikuskiftistúr í Reykjavík:
Flúgv til Íslands fríggjadag kl. 17.30 og
kom aftur mánadag kl. 18.30
Skiftu formannin ov tíðliga
Fyrrverandi formaður Tjóðveldis-
floksins, Heini O. Heinesen, sær
stóran vanda í, at formaður floksins
verður skiftur út mitt í einum val-
skeiði
JOHN JOHANNESSEN
Heini O. Heinesen er eftir
eykaflokstingið hjá Tjóð-
veldisflokkinum um viku-
skiftið ikki longur formaður
Tjóðveldisfloksins.
Hetta er hann ikki sørt
vónsvikin av, hóast hann
kortini ikki er firtin um av-
gerðina og framhaldandi
ætlar sær at virka fyri, at
samstarvið í Tjóðveldis-
flokkinum virkar sum best.
Men kortini hevur av-
gerðin hjá flokstingi Tjóð-
veldisfloksins skapt eina á-
vísa misnøgd. Heini O.
Heinesen vísir á, at nógvir
av hansara mongu stuðlum
í flokkinum eru misnøgdir
um, at formaðurin brádliga
er skiftur.
– Tað verður nógv tutlað
um formansskiftið úti í
gangunum, og heilt greitt er,
at sundurlyndið er vorðið
stórt um hesa avgerð.
Ábyrgdin tikin
Heini O. Heinesen er eftir
umskipanina av bygnaði
Tjóðveldisfloksins kortini
ikki heilt skumpaður av rók-
ini. Hann er formaður í ting-
bólkinum og næstformaður
í floksstjórnini.
Kortini kennir Heini O.
Heinsen tað sum, at ein stór-
ur partur av teirri ábyrd,
hann hevur havt av at halda
saman upp á flokkin, er tik-
in frá honum, og tað líkar
honum illa.
– Eg haldi meg hava
megnað væl at hildið saman
upp á Tjóðveldisflokkin.
Harafturat haldi eg meg als
ikki hava skuggað fyri
Høgna Hoydal, sigur Heini
O. Heinesen.
Fyrrverandi formaðurin
heldur kortini, at tað er rætt
av flokkinum at hava Høgna
Hoydal sum andlit úteftir.
Men hann vísir á, at tað
krevur eitt sterkt bakland,
ið kortini ikki setir Høgna
Hoydal í skuggan. Og júst
hetta streka baklandið metir
Heini O. Heinesen seg hava
verið.
– Eg havi røkt mína upp-
gávu sum formaður, uttan
at koma so nógv fram í
miðlunum alla tíðina. Og
júst tað hevur verið mín
styrki, eisini fyri Høgna
Hoydal, sigur Heini O.
Heinesen.
Tveir vengur
Heini O. Heinesen ásannar,
at tað møguliga hevði verið
rætt, at framt hesa broyting-
ina í leiðslubygnaði floksins
upp undir eitt val. Tá kundi
borið til at fingið politiskan
vinning av henni, heldur
hann.
Men Heini O. Heinesen
vísir á, at tað í Tjóðveldis-
flokkinum eru tveir vengur,
ið ikki altíð eru so heilt
samdir, og annar av hesum
vongum hevur leingi vilja
havt Heina frá, sum for-
mann.
– Tað hevur fyrr verið
gjørt eitt ávíst arbeiði fyri
at koppa meg úr stólinum,
og nú skeyt ein bólkur so
upp hetta uppskot, ið fekk
meg frá.
– Eg haldi, at flokkurin
eigur at hava eina grund-
geving fyri at skifta for-
mannin út, sigur Heini O.
Heinesen og vísir á, at hann
aldri sjálvur hevur biðið um
at gerast formaður Tjóð-
veldisfloksins.
Men hóast Heini O.
Heinesen seinastu tíðina
hevur kent seg eitt sindur
hóttan frá øllum síðum,
kennir hann seg kortini ikki
forfylgdan. Tí ætlar hann
sær framvegis at royna at ar-
beiða so væl sum møguligt
saman við øllum pørtum í
flokkinum.
Heldur fram
Heini O. Heinesen sigur, at
hann sjálvur fleiri ferðir
seinastu tíðina hevur hoyrt
slatur um, at hann fer at
leggja frá sær í politikki.
Men hetta er bert slatur.
– Eg ætli mær at halda
fram í politikki so leingi eg
eri mentur og verði valdur,
sigur fyrrverandi formaður
Tjóðveldisfloksins.
EYÐUN KLAKSTEIN
Løgreglan á Tvøroyri á-
varar nú fólk um, at falskir
pengaseðlar eru í umfari í
Suðuroynni.
Løgreglan hevur fingið
fýra hundrað krónur seðl-
ar á støðina, sum vórðu
brúktir í TB-húsinum
næstseinasta vikuskifti, tá
dansur var har.
– Hetta er eitt sera álvar-
samt mál, og slíkt brot á
lógina kann hava langa
fongsuslsrevsing við sær,
sigur vakthavandi á løg-
reglustøðini á Tvøroyri.
Løgreglan veit ikki,
Løgreglan ávarar
um falskar
pengaseðlar
Fýra falskir hundrað krónu seðlar
eru brúktir í TB-húsinum á
Tvøroyri
Baklandið skal fram
Nýggi formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, sigur høvuðsøkina til
nýggja leiðslubygnað floksins vera, at sterka baklandið skal fáa størri ávirkan
JOHN JOHANNESSEN
Gamli, tvístreingaði leiðslu-
bygnaður Tjóðveldisfloks-
ins gjørdi, at ov lítið sam-
skifti var millum tingmann-
ingina og baklandið. Tí var
neyðugt at broyta leiðslu-
bygnaðin.
Nýggi formaður Tjóð-
veldisfloksins, Høgni Hoy-
dal, sigur, at leiðslubygnað-
urin varð broyttur fyri at
sleppa undan hesum, og fyri
at lata baklandið í flokkin-
um fáa størri ávirkan á pol-
itikkin.
– Tá limir frá virkna bak-
landinum eru í floksstjórn-
ini, gevur hetta góðan í-
blástur frá baklandinum og
inn í politikkin, vísir Høgni
Hoydal á.
Neyðugt nú
Høgni Hoydal er ikki samd-
ur við teimum, ið siga, at
leiðslubygnaðaurin
varð
broyttur ov knappliga. Hann
vísir á, at tað var neyðugt at
gera
broytingarnar
nú,
flokkurin og Føroyar hava
ógvuliga umráðandi mál at
taka støðu til.
Nýggi formaður Tjóð-
veldisfloksins sigur tað vera
ógvuliga umráðandi at fáa
flokkin at virka framúr val,
áðrenn farið verður til fólka-
atkvøðu um fullveldis-
málið. Tí er neyðugt at fáa
skipað flokkin væl og virð-
iliga nú, og ikki tá komið er
so langt, at fólkaatkvøðan
er komin undir land.
Eisini heldur Høgni Hoy-
dal, at bygnaðarbroytingin
fer at styrkja flokkin til eitt
komandi val. Hann vísir á,
at nýggi bygnaðurin fer at
gera tað lættari at samskipa
flokkin, og tí eigur hann at
koma at virka væl av hes-
um.
Standa í skotlinjuni
Høgni Hoydal ásannar, at
broytingin av leiðslubygn-
aðinum í flokkinum og aðrir
trupulleikar,
Tjóðveldis-
flokkurin seinastu tíðina
hevur havt at dragast við,
er frálíkt høvi hjá mótstøðu-
fólki at finnast at flokkin-
um.
Ikki minst heldur Høgni
Hoydal
læraraverkfallið
vera eitt gott høvi at finnast
at honum og flokkinum.
Men hann vísir samstunis
á, at tey ikki hava grein í
sínum máli.
– Sjálvsagt kann eg ikki
halda fram sum landsstýr-
ismaður í undirvísingar- og
mentamálum, men so leingi
eg eri tað, leggi eg fulla
orku í starvið, sigur Høgni
Hoydal.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins metir seg ikki at
hava tikið á seg ov nógvar
uppgávur, nú hann eisini er
vorðin formaður floksins.
Hann vísir á, at tað í for-
manssessinum ræður um at
býta uppgávurnar út.
– Tá limir frá virkna baklandinum eru í floksstjórnini, gevur hetta góðan íblástur frá baklandinum og inn í politikkin,
sigur Høgni Hoydal
hvør hevur gjørt og brúkt
pengaseðlarnar, men tey
eru farin undir kanning-
arnar av málinum.
Fyri fyrst mugu vit á-
vara fólk um, at onkur er,
sum framleiðir og brúkar
falskar pengaseðlar í Suð-
uroynni, sigur løgreglan á
Tvøroyri.
Sambært
løgregluni
líkjast seðlarnir teimum
veruligu, men tað ber til
at síggja, at teir eru falskir.
Og í øllum førðum
eydnaðist tað fólki at
brúka teir næstseinasta
vikuskiftið.
Nærvarpið fingið
nýggja nevnd
Nærvarp Okkara í Keyp-
mannahavn hevur fingið
nýggja nevnd, eftir at
eykaaðalfundur varð hild-
in áðrenn vikuskiftið.
Í nýggju nevndini sita
nú Rúni J. Jacobsen, sum
er formaður, Oddur Han-
sen, næstformaður, Mal-
an Jákupsdóttir, kassa-
meistari og skrivari, og
Stephan Thomsenog Jan
Pedersen eru tiltakslimir.
Nýggja nevndi arbeiðir
við at savna pening til
frama fyri Nærvarpið, og
nevndin ætlar sær at søkja
føroyskar stovnar um
stuðul, tí tað er tungt at
reka Nærvarpið.
Fyrsta málið hjá nevnd-
ini verður at fáa avtalu í
lag við KODA, um at
peningurin frá Nærvarpi
Okkara skal fara til før-
oyskar tónleikarar.
Í løtuni fara pengarnir,
sum
Nærvarpið
letur
KODA, til danskar tón-
leikarar, sigur Nærvarpið
í tíðindaskrivi.
Fráfarandi
nevndin
takkar teimum tíðinda-
fólkum í Føroyum, sum
hava latið Nærvarpinum
tíðindini, og vónar at sam-
starvið kann halda fram.