týsdagur 11. apríl 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EDVARD JOENSEN
Bústaðarviðurskiftini hjá
brekaðum í Føroyum verða
viðgjørd í áliti, sum Javni
hevur latið gera. Tað er ein
arbeiðsbólkur, sum hevur
gjørt álitið, sum kom út í
gjár. Arbeiðsbólkurin varð
settur á heysti 1998.
Í hesum sambandi var lítil
Tørvur á íbúðum til brekað
Mánadagin kom út álit, sum Javni hevur latið gera um bústaðarviðurskiftini
hjá brekaðum í Føroyum ár 2.000
samkoma í hølunum hjá
Javna, har álitið varð lagt
fram.
Jóna Dahl, formaður í
Javna, segði, tá hon beyð
vælkomin til hesa samkom-
una, at endamálið hjá ar-
beiðsbólkinum hevur verið
at finna fram til, hvør hevur
ábyrgdina av bústaðartil-
boðum til brekað fólk í Før-
oyum. Og ikki minst at
finna út av, hvat gjørt kann
verða við tann tørv, sum
heilt avgjørt er til staðar.
Og at tørvurin er stórur,
kemur týðiliga fram í álit-
inum. Víst verður á, at listin
við teimum, sum hava tørv
á bústaði, telur heili 193
fólk. Av hesum eru 17, sum
hava bráðfeingis tørv fyri
neyðini, og roknað verður
við, at komandi tvey árini
koma 19 aftrat. Hesi eru
fólk, hvørs familja, ella tey,
sum hava tikið sær av teim-
um, av einihvørji grund ikki
eru tøk meira.
Jóna Dahl sigur, at tað
tykist, sum viljin avgjørt er
til staðar at gera nakað við
málið. Men her, sum so
manga aðrastaðni, verður
skyldað upp á, at tað mangla
pengar.
Jóna Dahl, formaður í
Javna, sigur, at álitið er
áhugavert, tí tað so greitt
vísir á tørvin, samstundis
sum víst verður á loysnir,
sum kunnu gera nakað
munagott við hendan tørvin.
Í arbeiðsbólkinum, sum
hevur gjørt álitið, hava sitið
umboð fyri Javna, MBF,
Føroya Pedagogfelag, Ser-
stovnadeildina undir Al-
manna- og Heilsumálastýri-
num, Tórshavnar Komm-
unu og Klaksvíkar Komm-
unu. Diana í Puntabyrgi,
sum umboðaði MBF í ar-
beiðsbólkinum, hevur verið
formaður.
HERI EYSTURLÍÐ
ÚR STOCKHOLM
Eftir øllum at døma er tann
tíð farin, tá ið svenskir
journalistar roknaðu viður-
skiftini ímillum Føroyar og
Danmark sum innanríkis-
mál, ið teir ikki tímdu at
skriva um ella viðgera. Síð-
ani bæði svenska útvarpið,
Dagens Nyheter, Expressen
og Metro fingu sær búføst
tíðindafólk í Keypmanna-
havn, verður tað danska
samfelagið
granskað
í
svenskum fjølmiðlum á ein
heilt annan hátt enn áður.
Og tað er ikki bara rósandi
orð, ið svenskir journalistar
hava at bera brøðrafólkinum
fyri sunnan.
Eitt nú hevur tað loypt
kvøkk á svensk tíðindafólk,
at ein flokkur sum Dansk
Folkeparti kann fáa so
nógva undirtøku millum
manna. Og Mánadagin stóð
ein rættiliga long grein í
svenska blaðnum Express-
en, ið viðgjørdi samráðing-
arnar ímillum Landsstýrið
og donsku stjórnina. Eftir
teirri greinini at døma hevur
Landsstýrið ikki skatt um-
dømið hjá føroyingum, tí
blaðmaðurin Lars Klint tyk-
ist ikki halda, at tað var
Landsstýrið ið gjørdi sær
mest fyri skommum undir
samráðingunum. Tvørtur-
ímóti finst blaðmaðurin hjá
Expressen at Poul Nyrup
Rasmussen og skirir atburð
hansara mótvegis føroying-
um forhánisligan.
Strategiskan týdning
Lars Klint vil vera við, at
Danmark torir snøgt sagt
ikki at spæla av við Føroyar.
Sambært honum er orsøkin
Svensk tíðindafólk
bilsin av atburði-
num hjá Poul Nyrup
Tey donsku lesarabrøvini ímóti før-
oyingum eru beinleiðis racistisk,
skrivar Expressen
ikki, at danskarar vilja halda
fast við ta exotisku føroysku
mentanina, feskan fisk,
skipstroyggjur og tílíkt.
Blaðmaðurin á Expressen
vísir á tann fíggjarliga og
strategiska týdning, ið Før-
oyar og Grønland hava fyri
Danmark, tá ið danska
stjórnin
samráðist
við
NATO ella EU. Eisini vísir
hann á hernaðarvirksemið í
Føroyum, sum føroyingar
sjálvir als einki innlit hava
í, eins og tað oljuríkidømi
sum eftir øllum at døma
finst í føroysku undirgrund-
ini.
"Danska stjórnin letur
ikki góðvilliga slíkt av
hondum", staðfestir Lars
Klint.
Blaðmaðurin skrivar víð-
ari, at Danmark líka fram
til Seinna heimsbardaga
"uppträdde som en grym
kolonialmakt" og nevnir m.
a. flagg- og málstríðið.
Heldur ikki í dag hava
danskarar samkenslu við
føroyingum,
staðfestir
hann:
"Tey mongu lesarabrøvini
í donskum bløðum í sein-
astuni eru beinleiðis racist-
isk og kundu ómøguliga
komið á prent, hevði hetta
snúð seg um eitt annað land
ella ein etniskan bólk við
aðrari trúgv ella húðarliti",
slær Lars Klint fast.
Lars Klint heldur, at Poul
Nyrup Rasmussen helst
hevði viljað sloppið av við
føroyingar, men hann torir
ikki. Tískil finnir forsætis-
ráðharrin upp á ræðu-
myndir, sum skulu fáa før-
oyingar at sleppa dreymu-
Jóna Dahl, formaður í
Javna, sigur, at tað tykist,
sum viljin avgjørt er til
staðar at gera nakað við
málið. Men her, sum so
manga aðrastaðni, verður
skyldað upp á, at tað
mangla pengar
ÁKI BERTHOLDSEN
Í gjáramorgunin vóru enn
ongi tekin um, at ein loysn
á læraraverkfallinum var í
eygsjón, tað nú eru fimm
vikur síðani, at teir sátt-
málasettu lærararnr løgdu
arbeiðið niður.
Og nú heldur Jógvan á
Lakjuni, lærari og løgtings-
maður, at vit eru komin har-
til, at vit av álvara mugu
Tingmaður og lærari: Nú má
læraraverkfallið fyri løgtingið
umhugsa at lata Løgtingið
taka málið upp og fáa ein
enda á verkfallinum.
– Partarnir tykjast at
standa langt frá hvørjum
øðrum og tað er ómetaliga
trupult at vita, hvat er tað
rætta at gera.
– Men hendir onki nú,
dugi eg ikki at síggja nakran
annan møguleika, enn at
Løgtingið leggur uppí og
fær ein enda á verkfallinum,
–Hendir onki nú, dugi eg ikki at síggja
nakran annan møguleika, enn at tingið
kemur upp í, fyri at fáa viðurskiftini í
rættlag, sigur Jógvan á Lakjuni,
tingmaður og lærari
sigur Jógvan á Lakjuni.
Sjálvur er hann tingmað-
ur fyri fólkaflokkin og so-
statt eisini limur í samgong-
uni.
Við hesum er greitt, at
hann hellir sama veg sum
samgongufelagið hansara,
Jákup Sverri Kass úr sjálv-
stýrisflokkinum, ger í sam-
røðuni á síðu 9.
Men hann er ikki líka av-
gjørdur sum sjálvstýrismað-
urin og hann fer ikki sjálvur
at taka stig til at reisa málið
í tinginum.
Hann sigur, at málið hev-
ur verið uppi í samgonguni,
men higartil hevur niður-
støðan verið, at løgtingið
eigur ikki at leggja seg upp
í.
– Men nú eru vit komin
hartil, at vit, mugu viðgera
málið meiri í samgonguni.
sigur hann.
Og eftir hansara tykki eru
einastu ráðini, at tingið nú
leggur upp í, um ikki trætan
verður loyst beinanvegin.
Men hann dylir ikki fyri,
at tað verður eisini trupult
hjá tinginum at finna eina
rímiliga loysn.
–Tað verður ómøguligt at
geva Lærarafelagnum við-
hald í øllum. Men fyrsta
treytin má verða at fáa
greiði á, hvussu langt part-
arnir eru komnir í samráð-
ingunum og, hvat teir eru
samdir um.
– Og sjálvandi skulu lær-
ararnir hava tey 6,5 prosent-
ini í lønarhækking, sum øll
hini hava fingið.
Jógvan á Lakjuni sigur, at
eftir hansara tykki er ein
stórur partur av ósemjuni
ein tulkingarspurningar um,
hvussu nógv tað kostar, sum
er sett í verk av nýggju
fólkaskúlalógin og um,
hvussu nógv eyka arbeiði,
hetta hevur álagt lærarun-
um.
Hann heldur eisini, at tað
eigur at bera til at bíða við
at seta summar partar av
fólkaskúlalógina í verk,
sum ikki eru settir í gildi
enn. so kann málið takast
uppaftur seinni.
Men hann er eisini samd-
ur við teimum politikarum,
sum siga, at tað er rættiliga
grundleggjandi, at eitt fak-
felag nú hevur átikið sær at
definera eina lóg, og tað
heldur hann er ivasamt.
– Eg havi eisini varhugan
av, at tað, sum Fíggjarmála-
stýrið roynir at trýsta í-
gjøgnum, er at áseta eitt árs-
verk hjá lærarunum.
– Hinvegin hava lærararnir
ikki viljað staðfest arbeiðs-
tíðina.
– So málið er sera trypult
og fløkt og tað eru nógvir
spurningar at taka støðu til,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Men í øllum førum heldur
hann, at læraraverkfallið má
fáa eina enda nú, tí hann
heldur, at tað hevur longu
fingið avleiðingar fyri próv-
tøkurnar at skúlin liggur at
kalla lamin í sjálvum enda-
spurtinum, tá ið mest kem-
ur burturúr undirvísingini.
Les meiri á síðu 9.
-Heldur tú sjálvur, at
Signar er sekur í teimum
ákærum, sum eru reistar
móti honum?
-Signar á Brúnni hevur
tikið eina avgerð, sum er
sera týdningarmikil fyri,
hvussu ikki bara nýggja
stýrisskipanarlógin kemur
at virka men eisini, hvussu
hon verður uppfatað. Sign-
ar á Brúnni hevur tikið eina
prinsipiella avgerð. Nú
stórur ivi er reistur um hetta
málið, valdi hann at fara úr
sessinum, til málið er kann-
að til botns. Tað er ein av-
gerð, sum hevur gjørt, at
bæði landsstýri, løgting og
veljarin hevur álit á skip-
anini.
-Kanst tú liva við, at
Signar ikki fær ta kanning,
sum hann hevur biðið um?
-Nei. Eg haldi hann skal
hava hasa kanningina.
-Nú einasti møguleiki
tykist at vera fyri slíkari
kanning, at 13 tingmenn
heita á tingformannin um
at fáa eina kanning, kem-
ur Tjóðveldisflokkurin tá
at taka seitt slíkt stig?
-Tað skulu tit spyrja for-
mannin í tingbólkinum um.
Høgni Hoydal heldur sum
nevnt tað vera umráðandi
at fáa eina kanning av
málinum frá byrjan til enda.
Hann heldur tað er óheppið,
at eitt upplop í fjølmiðl-
unum ella aðrastaðni skal
vera hornasteinurin undir
øllum. Men Høgni Hoydal
heldur tað var rætt av Signar
á Brúnni at taka hasa
avgerðina, tí so stórur ivi
varð reistur. Og tað er
týdningarmikið fyri rættar-
trygdina og álitið á skipan-
ina, og hann heldur, at
Signar stendur sum ein
sterkur maður aftaná ta av-
gerðina.
-Sær tú fyri tær, at Sign-
ar kemur aftur í sessin
eftir eina kanning?
-Tað geri eg. Hevur hann
ikki gjørt nakað skeivt, so
verður støðan nullstillað.
Signar á Brúnni hevur biðið
um eina kanning og hann
hevur heitt á løgmann um
at gera hana, og tað vilja vit
í
Tjóðveldisflokkinum
sjálvandi hava framt so ella
so.
Høgni Hoydal heldur tað
annars vera rætt, at bæði
landsstýrismenn og løgting-
ið eisini umrøða hini mál-
ini, sum Landsgrannskoð-
arin eisini nemur við.
-Heldur tú, at aðrir
landsstýrismenn, hvørs
stýri eisini hava brúkt
meira pengar enn játtan
hevur verið til, áttu at
tikið somu støðu sum eitt
nú Signar á Brúnni?
Signar á Brúnni og Tjóð-
veldisflokkurin hava við-
gjørt málið og í hesum føri
helt man tað vera skilabest
fyri at ganga á odda í at
skapa álit á skipanina og
rættartrygdina, at Signar á
Brúnni tók hesa avgerð.
Hvat aðrir landsstýrismenn
velja at taka avleiðingar av
er teira avgerð.
Málið um landskassa-
roknskapirnar kemur til 1.
viðgerð á tingi í dag upp-
lýsir tingformaðurin, Finn-
bogi Ísakson. Hann hevur
onga viðmerking til „Signar
á Brúnni málið“, men
váttar, at 13 tingmenn hava
møguleika at biðja tingfor-
mannin seta ein kanning-
arstjóra at kanna málið.
-Fái eg eina slíkan áheit-
an, so sigur stýrisskipan-
arlógin, at ein juristur skal
setast sum kanningarstjóri.
Men hvat hann skal kanna
er so upp til teir tingmenn,
sum vilja hava eina kann-
ing.
Høgni Hoydal, um „Signar á Brúnni málið“:
– Tað eigur at kannast frá byrjan til enda
JAN MÜLLER
Tá Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður herfyri bað um
at verða loystur úr starv-
inum heitti hann samtíðis á
løgmann um at fáa gjørt
eina kanning av øllum mál-
inum um játtanina til Sjón-
varpið og viðurskiftum í
hesum sambandi. Síðani er
komið fram, at løgmaður
hevur ikki møguleika at
skipa eina slíka kanning,
men at Landsstýrismála-
nevndin kann taka stig til
eina kanning. Men hesum
hevur formaðurin í Lands-
stýrismálanevndini longu
víst aftur. So er bert tann
eini møguleikin eftir, og
hann er at fáa 13 tingmenn
til at heita á tingformannin
um skipa fyri eini kanning.
Sosialurin hevur spurt
Høgna Hoydal, landsstýris-
mann, hvat Tjóðveldis-
flokkurin fer at fyritaka sær
í hesum máli, nú flokkurin
longu hevur givið Signar á
Brúnni sín fulla stuðul til at
fáa eina kanning av málin-
um.
Hann sigur, at tað má bera
til at fáa sligið fast, at tað
ber til at gera eina kanning
í hesum máli av einum ó-
heftum, uttan at málið verð-
ur blakað millum løgting og
landsstýri.
-Vit mugu fáa hesa kann-
ingina, soleiðis at málið
verður lýst til fulnar. Sjálv-
andi skal man ikki inn at
kanna Grannskoðaranevnd-
ina, men lat okkum kanna
málið frá byrjan til enda
bæði út frá einum løgfrøð-
iligum sjónarmiði og eisini
fyri at fáa eina politiska
meting. Landsstýrismenn
eru bæði undir løgfrøðilig-
ari og politiskari ábyrgd. Vit
mugu tí fáa nakað á borðið
sum sigur, hvat er hent frá
byrjan til enda.
-Hevur hann ikki gjørt nakað skeivt, so eigur støðan at
verða nullstillað og Signar á Brúnni settur aftur í lands-
stýrisstarvið sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum
heldur floksfelagin eigur at fáa tað kanning, sum er lovað
honum
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000