Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vita um partarnir hava flutt seg DAGFINN OLSEN Eftir at samband var millum Føroya Lærarafelag og semingsmenninar í síðstu viku, vóru í gjár aftur tikin stig til at finna semju mill- um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Klokkan 13 í gjár hittust semingsmenninir og Lær- Undirritaðu kvinnufeløg í Føroyum vilja við hes- um siga frá, at vit fult og heilt taka undir við krøv- um Føroya Lærarafelags mótvegis landsstýrinum og heita tí á avvarðandi myndugleikar, um at skipa so fyri, at lærarar og næmingar sum skjót- ast sleppa aftur í skúla. Samstundis átala vit, at politikarar seta í verk lógir, sum teir siga seg ikki hava ráð at gjalda fyri, tí tað er av sonnum at undirmeta bæði ting- arbeiðið og alt Føroya fólk. Vágs Matmøðrafelag Klaksvíkar Húsmøðra- felag, Vága Húsmøðra- felag, Kongshavnar Kvinnufelag, Tofta Kvinnufelag, Skála Hús- møðrafelag Yvirlýsing Í gjár klokkan 13 fór Føroya Lærarafelag á fund við semingsmenninar. Undan fundi- num segði semingsmaðurin Allan Skaalum, at talan var um at vita, um partarnir høvdu flutt seg. Hann segði seg vóna, at partarnir hava flutt seg, so vón er fyri semju Semingsmaðurin Allan Skaalum vónaði undan fundinum við Føroya Lær- arafelag í gjár, at partar- nir hava flutt seg, tí ann- ars er ikki vón um semju arafelagið. Semingsmaðurin Allan Skaalum segði undan fundi- num í gjár, at fyrst ætlaðu semingsmenninir at hitta felagið og møguliga kundi so verða talan um fund við Fíggjarmálastýrið seinni. Hann segði seg vóna, at partarnir hava flutt seg, so vón er fyri semju. – Um partarnir standa í sama stað, so er eingin meining í at gera nakað. Fundurin nú er fyri at vita, um partarnir hava flutt seg, segði Allan Skaalum í gjár. – Talan er fyrst og fremst um at gera eina staðfesting av, hvar partarnir standa og vita um nakað er at gera, segði Allan Skaalum. Semingsmenninir Allan Skaalum og Rúni Heinesen hava áður gjørt royndir at finna semju, uttan at tað hevur eydnast. Arbeiðs- steðgurin hjá sáttmálasettu lærarunum hevur nú brátt vart í 5 vikur. Seinastu tíð- ina hevur eisini verið skipað fyri tiltøkum og aftur í gjáramorgunin vóru blokad- ur við skúlar kring landið. Allan Skaalum staðfesti avgjørdur undan fundinum í gjár, at høvdu partarnir ikki flutt seg, so var ikki nógv at gera. Lærarafelagið hevur áður víst á, at tað vil koma á tal við landsstýrismannin við skúlamálum. Allan Skaalum sigur, at eingin ivi er um, at samráð- ingarmótparturin hjá Lær- arafelagnum er Fíggjar- málastýrið. Mong mótmælisskriv Skúlanevndirnar í Eystur- oynni hava sent skriv til Føroya Løgting, har skúla- nevndirnar siga seg taka undir við skrivinum frá »Formansskapinum fyri skúlanevndirnar fyri fram- haldsdeildirnar í Føroy- um«. Í hesum skrivinum frá 8. apríl sigur formansskap- urin seg vilja hava tingið uppí ósemjuna millum Før- oya Lærarafelag og Fíggj- armálastýrið. Foreldur at børnum í skúlanum í Leirvík hava sent skúlanevndini á stað- num skriv. Har biða tey skúlanevndina heita á uppí- blandaðu partarnar um at taka upp aftur samráðing- arnar. Foreldrini í Leirvík eru ótrygg, nú børnini ikki hava fingið lógarkravdu undir- vísingina í meira enn 4 vik- ur. Royna at fáa glið á Elsa Birgitta Petersen, Føroya Lærarafelag, segði undan fundinum við semingsmenninar í gjár, at talan er um eina roynd at fáa glið á aftur samráðingarnar DAGFINN OLSEN Hóast tað var eitt sindur avmarkað, hvussu nógv semingsmenn og for- kvinnan í Føroya Lærara- felag vildu siga undan fundinum teirra millum í gjár, so er greitt, at fund- urin er komin í lag, eftir at samband var millum semingsmenninar og Lærarafelagið alla síðstu viku. – Talan er um eina roynd at fáa glið á aftur samráðingarnar, segði Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lær- arafelag, í gjár. Einki um flyting Semingsmaðurin Allan Skaalum staðfesti, at semingsmenninir ætlaðu at vita, um partarnir hava flutt seg, síðani teir síðst royndu semju. Elsa Birgitta Petersen vildi ikki gera viðmerk- ingar til, hvørt Føroya Lærarafelag hevur flutt seg, ella ikki. Hon segði undan fundi- num, at tað fekst at vita, eftir at fundurin hevði verið. Tilvildarlig mynd Jákup Sverri Kass: Løgtingið má nú enda læraraverkfallið við lóg Jákup Sverri Kass sigur, at hetta er Strandferðslan og Postverkið umaftur Teimum stovnunum setti løgtingið ávís krøv, men vil ikki betala, hvat tað kostaði, og avleiðingin var, at báðir stovnarnir komu í óføri. – Tí eiga vit at hoyra allar partar í málinum, bæði lærarafelagið, foreldrini og ikki minst, semingsmenn- inir. – Ein møguleiki kundi verið at gjørt tað seinasta semingsuppskotið til lóg, sigur Jákup Sverri Kass. Annars eru nógvar áskoð- anir í samgonguni um, hvussu farast skal fram, so tað fær hann ikki sagt so nógv um. Tó hevur hann avgjørt varhugan av, at fleiri ting- menn eru sinnaðir at leggja uppí, tí hetta kann ikki halda fram leingi afturat. – Landsstýrið hevur boð- að frá, at tað tekur ongi pol- itiskt stig fyri at loysa mál- ið. – Tí má onkur annar gera tað, tí hetta kann ikki halda fram, sigur Jákup Sverri Kass. tykt eina lóg og so má løg- tingið eisini taka avleiðing- arnar av henni og játta teir neyðugu pengarnar. tað verður avgreitt skjótt fyri at fáa viðurskiftini í rættlag aftur sum skjótast. Taka undir við honum Jákup Sverri Kass sigur, at nú tingfundir verða alla vik- una er tað eitt frálíkt høvi til at tinglimir stinga høvd- ini saman at vita, hvat kann gerast. Hann sigur at hann hevur spurt seg fyri hjá foreldra- feløgum tey taka fult undir við, at tingið leggur uppí og fær viðurskiftini í rættlag. – Fæst meiriluti fyri pol- itiskari uppílegging, er tann stóri spurningurin, hvussu hetta skal gerast. – Onkur hevur nevnt møguleikan at lata lærar- arnar fáa 6,5% í lønarhækk- ing, sum øll hini hava fing- ið, men so at lata tey sam- ráðast við landsstýrismann- in í undirvísingar -og mentamálum um sjálva fólkaskúlalógina. Men tað heldur sjálvstýr- ismaðurin er skeivt. Hann sigur, at fyri sær er málið púra greitt: – Løgtingið hevur sam- politikarar. – Hetta snýr seg heilt einfalt bara um børnini, sum ikki fáa undirvísing, skúlan sum liggur í skeljasori og um foreldrini, sum ikki trygg kunnu lata børn síni fara í skúla, tí tey ganga fyri vág og vind ein stóran part degnum, tí skúlagongdin er so tilvildarlig. Hann sigur, at nú tingið hevur fund í dag fer hann tí at kanna møguleikarnar fyri at leggja uppskot fyri tingið um at enda verkfallið við lóg. Fyri at kunna leggja upp- skot fyri tingið nú, krevst at minst 17 tinglimir skriva undir at leggja tað fram. Og nú fer Jákup Sverri Kass at royna at fáa 16 ting- limir at leggja uppskotið fyri tingið saman við sær. Og hann ætlar bæði at seta seg í samband við ting- limir úr samgonguni og úr andstøðuni, sigur hann. – Eydnast tað at fáa eitt uppskot fyri tingið, verður tað eisini neyðugt hjá ting- inum at víkja frá tíðarfreist- unum fyri viðgerðini, so at Líkt er nú til, at kinkur er komin í hjá samgonguni í málinum um verkfallið hjá lærarunum. Tá ið Løgtingið hevur fund í dag, fer Jákup Sverri Kass at royna at fáa 16 tinglimir við sær at leggja uppskot fyri ting- ið um at enda verkfallið við lóg. ÁKI BERTHOLDSEN Roynt verður nú at fáa ó- semjuna ímillum lærarafel- agið og fíggjarmálastýrið fyri í Løtinginum. Tað er Jákup Sverri Kass, tinglimur fyri sjálvstýris- flokkin, sum fer at royna at fáa tingið at taka málið upp. Sostatt tykist tað sum um kinkur er komin í hjá sam- gonguni í málinum um verkfallið hjá lærarunum. Tí higartil hevur sam- gongan avgjørd víst øllum møguleikum frá sær at leggja seg út í málið polit- isk. Sum tað skilst á greinini á síðu 10, sær Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri fólkaflokkin ongan annan møguleika enn at tingið leggur uppí, um ikki viðurskiftini fáast í rættlag beinanvegin. Og nú ger eisini ein annar samgongutingmaður, Jákup Sverri Kass úr sjálvstýris- flokkinum, greitt, at eisini hann hevur fingið nokk av tí vanlukkuligu støðu, sum børn og foreldur eru komin í av verkfallinum, sum hann málber seg. Og hann ætlar sær ikki at góðtaka støðuna longur, sama hvat tey, sum hava politiska ábyrgd av málin- um siga. – Hetta málið snýr seg hvørki um Løgmann, Lær- arafelagið, Karsten Hansen, Høgna Hoydal, ella aðrar Landsstýrissamgongan er ikki samd um, hvat skal gerast við verkfallið hjá lærarunum. Løgmaður, fíggjarmálaráðharrin og aðrir limir í samgonguni hava sagt kortanei til at løgtingið skal blanda seg uppí verkfallið. Men í dag fer ein tinglimur úr samgonguni kortini at kanna møguleikarnar fyri at fáa málið reist í tinginum og hann er ikki einsamallur sum hevur hug til tað. Mynd: Jens Kr. Vang Skulu ikki bíða eftir tinginum Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum á tingi, Heini O. Heinesen, heldur ikki, at tað er rætt at koyra málið í ting- ið. Hann heldur, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða loyst við samráðingum. Hann sigur, at hvørki samgonguleiðarin, Løg- maður, ella landsstýris- menninir, sum vara av mál- inum eru sinnaðir at leggja málið fyri tingið. – Tí loysir tað seg ikki at seta seg upp afturá at dúva uppá at løgtingið at skal greiða fløkjuna. – Tað nyttar ikki at renna undan veruleikanum, men fyrsta treytin er, at partarnir fáast til samráðingarborðið, sigur Heini O. Heinsen. Men hann leggur afturat, at tað er ivingarsamt um eitt fakfelag kann leggja seg út í, hvussu nógv skal setast á á fíggjarlógini. – Partarnir eru samdir um lønina, og tað plagar at vera tað ringasta. So tá ið semja er um tað, mátti borið til at funnið útav, hvussu skjótt fólkaskúlalógin skal setast í verk, sigur Heini O. Heine- sen. –Áki– 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 T R Y G D A R S K E I Ð Trygd í einum heimi við gassi T R Y G D A R S K E I Ð -ið snýr seg um tína trygd á arbeiðsplássinum • Hvørjir vandar eru við nýtslu av gassum? • Hvørji trygdar- og arbeiðsumhvørvistiltøk eiga at verða framd? Føroya Gassøla heldur í viku 19 eina røð av trygdarskeiðum í sambandi við nýtslu av gassi. Hesi skeið verða skipaði av trygdar- ábyrgdarum frá AGA, ið hava nógvar royndir innan hald av trygdarskeiðum í Danmark, t.d. fyri sløkkilið og Falck, tekniskar skúlar og ídnaðin á øllum stigum. Skeiðini venda sær til øll, ið hava áhuga fyri trygdini hjá virkinum og sær sjálvum. Umframt hetta snýr skeiðið seg eisini um eginleikarnar við gassi og hevur í sær nógvar praktiskar royndir. Tú hevur møguleika at verða við í fylgjandi skeiðum, sum hvør sær varar 3-4 tímar: Sosialurin - 311820 Mánadagin 8. mai Sørvágur Týsdagin 9. mai Klaksvík Mikudagin 10. mai Tórshavn Hósdagin 11. mai Øravík Ynskjast fleiri upplýsingar set teg í sambandi við: Føroya Gassøla Akranesgøta 2 FO-100 Tórshavn Tel. 31 55 44 Fax 31 17 06 "Ein sera stuttligur háttur at gerast gløggari" Ring og tekna teg ella starvsfólk tíni á tel. 31 55 44 ella 21 25 44. Kostnaðurin er kr. 195,- fyri fólkið íroknað breyð og kaffi. A G A S E T U R T R Y G D I N A Í H Á S Æ T I Til Matna ❉ Fesk súpan ❉ Lambasteik ❉ Kaffi/te og íslagkøka Eisini fæst bílig gisting Altíð vælkomin á HUGNAKVØLD -serliga ætlað eldri fólki Hóskvøldið 13/4 Eivør Pálsdóttir Kostnaður fyri tiltakið kr. 150,- sigur frá, syngur og eisini verður felags- sangur og klavertónleikur HUGNAKVØLD Tel. 317500 Øll eru vælkomin, bæði bólkar og einstaklingar Tilmelding á tel. 31 75 00 Janus Petersen Sosialurin - 311820