týsdagur 11. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
JAN MÜLLER
Í dag fer tingið undir at við-
gera almennu grannskoð-
aðu roknskapirnar. Signar á
Brúnni, fyrrv. landsstýris-
maður veit enn ikki, um
hann fer at luttaka í orða-
skiftinum, nú hann hevur
kravt og fingið játtað eina
kanning. Men hann vil
undan orðaskiftinum fegin
koma við nøkrum viðmerk-
ingum til málið, um tað
kann vera við til at lýsa mál-
ið betur.
Signar á Brúnni sigur, at
tá ið hetta málið stingur seg
upp, fór umsitingin í Und-
irvísingar- og Mentamála-
stýrinum beinanvegin í
gongd við at greiða tað.
Men av tí at bæði Sjónvarp-
ið og grannskoðari sjón-
varpsins vissaðu tey um, at
sjónvarpið ikki fór at koma
í gjaldføristrupulleikar fyrr
enn í september var ikki far-
ið beinleiðis til Fíggjar-
nevndina í apríl mánað. Í-
staðin varð arbeitt við
málinum fyri at fáa greiðu
á, hvussu stórur gjaldføris-
tørvurin fór at verða, og
álagt varð sjónvarpinum at
rapportera um fíggjarligu
støðuna mánaðarliga til
Undirvísingar- og Menta-
málatýrið. Men so knapp-
liga, 15. juli fáa teir at vita,
at kassin er tómur, og at
peningur ikki er til lønir og
rokningar. Frá Fíggjarmála-
stýrinum fingu teir at vita,
at landskassin var bundin av
krøvunum móti sjónvarp-
inum og var tí alt fyri eitt
farið undir at gera eitt
fíggjarnevndarskjal fyri at
útvega sjóvnarpinum gjald-
føri. Fíggjarnevndarskjalið
varð samtykt á landsstýr-
isfundi og undirritað av
Karsten Hansen og Signar
á Brúnni sjálvum. Men í
Fíggjarnevndini varð málið
tó steðgað.
Signar á Brúnni dylur ikki
yvir, at hann var sera hug-
stoyttur av, at Fíggjarnevnd-
in ikki avgreiddi hetta mál-
ið, tí tað var eftir hansara
metan alt, sum talaði fyri,
at Fíggjarnevndin kundi
avgreiða eitt slíkt mál. Talan
var jú um eina bráfeingis
hjálp, sum Sjónvarp Føroya
hevði fyri neyðini, men tað
var sum kunnugt avvíst.
Fíggjarnevndin mælti ístað-
in til at fara í tingið við mál-
inum og har biðja um eina
játtan.
Eftir at hava umrøtt tann
møguleikan, kom Signar á
Brúnni fram til, at tað bar
sera illa til at kalla tingið
saman seinast í juli til at
avgreiða eitt slíkt mál. Tað
hevði rætt og slætt tikið so
drúgva tíð við at kalla tingið
saman og viðgjørt málið, at
tað hevði farið út um ta
tíðina, sum Undirvísingar-
og Mentamálastýrið var
bundið av at handla og fáa
lønirnar út. Tí varð stig tikið
at fara í gjaldførið eftir pen-
inginum.
Allir ráðgevar komu til
somu niðurstøðu
-Tað er so vist og sætt, at
man gjørdi sær ómetaliga
stóran ómak við at kanna,
um hetta ikki var tað rætta.
Ráðgevar mínir brúktu tíð
og orku uppá at kanna málið
fyri at vissa seg um, at vit
einki stig tóku, sum varð
skeivt. Eg fór eisini út um
mítt egna stýri fyri at kanna
og fáa metingar til málið.
M.a. vóru ráðgevar frá
Fíggjarmálastýrinum settir
til at umrøða málið. Allir
vóru samdir um, at hatta var
tað rætta at gera.
Signar á Brúnni vísir á,
at ráðini frá Fíggjarmála-
stýrinum vóru tey, at
landskassin hevði skyldu til
at rinda peningin út til lønir,
og tí mátti tað gerast.
Annars vísa teir til tað, sum
stendur í fylgiskjølunum til
fíggjarløgtingslógina fyri
99 um játtanir, eykajáttanir
og aðra játtan. Har kemur
ein grein, sum eitur nýggjar
og broyttar atgerðir í
fíggjarárinum, og aktuella
málið er í tí fíggjarárinum.
Í tí greinini stendur m.a.
um útreiðslur uttan játtan:
„Harumframt kann á sama
hátt rindast fyri útreiðslur,
sum landið sambart dóm
hevur skyldu til at rinda ella
um tað má metast sum
rættiliga sannlíkt, at landið
hevði fingið tað álagt, um
málið fór í rættin.“
-Hetta er tann greinin,
sum løgfrøðingar hava víst
á, at vit hava handlað eftir í
sambandi við, at vit eru
farnir eftir pengum í gjald-
førinum. Allir ráðgevarar
vóru púra samdir. Eg kann
leggja aftrat, at umframt
Fíggjarmálastýrið og okk-
ara egnu ráðgevar, so fekk
eg eisini ráðgeving frá
serfrøðingum uttan fyri
stýrini. Eisini teir komu til
somu niðurstøðu, at vit vóru
noyddir at gera soleiðis, tá
vit vóru komnir í hesa
støðu.
Signar á Brúnni greiddi,
áðrenn hann tók endaligu
avgerðina, øllum landsstýr-
inum frá, at tað var neyðugt
at taka hatta stigið. Sostatt
var landsstýrið kunnað um
alt málið, og hvat stig fór at
verða tikið í málinum.
Landsstýrismenninir ásann-
aðu eisini, at tað var neyð-
ugt at taka hatta stigið.
-Vil tú við tí siga, at um
tú er sekur í at hava gjørt
nakað skeivt, so eru hinir
landsstýrismenninir med-
sekir?
-Tað kunnu onnur døma
um. Eg kann bert siga, at
eg kunnaði um hetta málið.
Sjálvur havi eg altíð lagt
dent á ikki at taka nøkur
stig, sum bera bráð av at
vera skeiv. Landsstýrið
samtykti einki á tí fund-
inum, men har var eingin í
landsstýrinum, sum segði
seg at vera ósamdan í tí
stigi, sum tikið bleiv. Ann-
ars kann eg upplýsa, at vit
longu tann 23. juli eisini
sendu umsókn um eyka-
játtin til Fíggjarmálastýrið.
Men henda umsókn bleiv
ikki løgd fyri tingið fyrr enn
í september, og hon varð
samtykt í oktober.
Av eini ella aðrari orsøk
er hetta málið blást upp í
fjølmiðlunum. Hví veit eg
ikki. Men týsdagin skal
tingið viðgera allar lands-
kassaroknskapirnar, og tá
verða eisini onnur líknandi
mál viðgjørd.
Signar á Brúnni heldur
tað verður áhugavert at
hoyra, hvat tingmenn fara
at siga um hini málini eisini.
Gevur løgmanni rætt
-Nú málið hevur fingið
fylgjur fyri teg, metir tú tá
eisini, at tað eigur at fáa
fylgjur fyri hinar lands-
stýrismenninar, sum hava
brúkt meira enn játtað er?
-Eg vil í hesum sambandi
bara vísa á tað, sum Anfinn
Kallsberg, løgmaður sigur
við Sosialin leygardagin.
Hann sigur, at lógirnar í
veruleikanum eru í andsøgn
við hvørja aðra. Vit hava
eina høvuðslóg, sum er stýr-
isskipanarlógin, vit hava
eina kringvarpslóggávu, vit
hava lóg um roknskapar-
hald, og vit hava játtanar-
lógir. Har eri eg samdur við
løgmann um, at tú kanst
handla soleiðis, at tú ger
rætt eftir eini lóg men brýtur
eina aðra lóg við at handla.
Tvs. at skipanin sjálv førir
landsstýrismenninar út í eitt
óføri. Hetta kann ikki vera
rætt. Tí haldi eg eisini, at
man átti at hugt skipanina
ígjøgnum og fingið ser-
frøðingar at hugt eftir og
kanna hesar andsøgnir og
harvið rættað tær, soleiðis
at øll skipanin hongur sam-
an. Tað haldi eg allir ásanna.
-Hvat so við kanningini,
sum tú kravdi at fáa?
-Eg havi ikki áhuga í at
draga nakran annan við
mær út á síðulinjuna, har eg
standi í løtuni. Men skuldi
málið verið orsøk til at givið
mær misálit, so vildi eg
heldur sjálvur fara út síðu-
linjuna, meðan tað bleiv
kannð. Eg havi so kravt av
løgmanni, at eg vil hava
málið kannað og at tað
verður víst mær á, hvat eg
havi gjørt skeivt. Og eg
haldi fast um, at eg havi
einki skeivt gjørt.
Signar á Brúnni vísir
annars á, at tá løgmaður
sigur við Sosialin, at hann
ikki beinleiðis hevur sagt ja
til eina kanning, so er tað
ikki beint. -Eg veit ikki um
hann er misskiltur. Tí løg-
maður segði við meg, at
hetta bleiv einki problem.
Signar á Brúnni skilur
annars væl løgmann, tá
hann sigur í sama viðtali við
Sosialin, at hann vil sleppa
at lurta eftir orðaskiftinum
í tinginum, áðrenn hann
endaliga tekur eina støðu í
sambandi við kanning ol.
Sjálvur heldur hann eisini,
at málið átti at verið viðgjørt
í tinginum, áðrenn tað bleiv
umrøtt og blást upp í fjøl-
Signar á Brúnni undan orðaskiftinum í dag um almennu roknskapirnar:
Skipanin førir lands-
stýrismenn út í óføri
-Vit hava eina høvuðslóg, sum er stýrisskipanarlógin, vit hava eina kring-
varpslóggávu, vit hava lóg um roknskaparhald, og vit hava játtanarlógir. Har
eri eg samdur við løgmann um, at tú kanst handla soleiðis, at tú ger rætt eftir
eini lóg men brýtur eina aðra lóg við at handla. Skipanin sjálv førir lands-
stýrismenninar út í eitt óføri. Hetta kann ikki vera rætt. Tí haldi eg eisini, at
man átti at hugt skipanina ígjøgnum og fingið serfrøðingar at hugt eftir og
kanna hesar andsøgnir og harvið rættað tær, soleiðis at øll skipanin hongur
saman.
miðlunum.
Tjóðveldisflokkurin
tók undir við kanning
-Roknar tú við, at tín egni
flokkur, Tjóðveldisflokk-
urin tekur stig til at fáa
eina kanning gjørda, um
løgmaður ikki ger ella
kann tað.
-Tað veit eg ikki, men
flokkurin varð í hvussu so
er samdur um, at eg átti at
fáa eina kanning, nú eg fór
út á síðulinjuna.
-Roknar tú við at fáa
starvið sum landsstýris-
maður aftur eftir eina
kanning?
-Ja, tað var tað sum lá í tí,
at eg tók meg aftur. Signar
á Brúnni heldur annars ikki,
at ein kanning skuldi tikið
drúgva tíð, tí málið er so
greitt.
-Eg vil ikki hava sitandi
á mær, at eg havi gjørt nak-
að ólógligt. Tað, sum hevur
størstan týdning fyri meg,
er at verða reinsaður.
-Fer Signar á Brúnni at
luttaka í orðaskiftinum á
tingi týsdagin?
-Eg eri rættuliga iving-
arsamur, hvat er skeivt og
rætt. Við tað at eg havi kravt
eina kanning og fingið
játtan um tað, so er tað
kanska ikki rætt av mær at
luttaka í orðaskiftinum.
Rás 2 hoyrist nú í Klaksvík
Leygardagin tók Rás 2
nýggja sendaran á Brúna-
skarði í Klaksvík í brúk,
og nú hoyrir meira enn
helmingurin av Føroya
fólki Rás 2.
Rás 2 hoyrist nú í
Klaksvík, meginpartinum
av Eysturoynni, í Havn,
lutvíst í Suðurstreymoy og
onkrastaðni á Sandoynni.
Talan er um 28.000 fólk
tilsamans,
sum
kunnu
skrúva á Rás 2.
Norðoya Sparikassi hev-
ur stuðlað Rás 2 við send-
aranum, sum nú er settur
upp á Brúnaskarði.
Sunnudagin 30. apríl fer
Studio Pegasus í Klaksvík
undir at senda útvarp á Rás
2. Talan verður um fimm
tímar hvørt sunnukvøld.
Hetta er fyrstu ferð, at farið
verður undir at senda útvarp
regluliga úr Klaksvík.
Rás 2 sendir á 107,0 MHz
á Brúnaskarði.
ek
Pyjamas fyri fullum húsum
Skemtileikurin Seks í pyjamas, sum
Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir, gong-
ur fyri fullum húsum. Seinastu tvær
vikurnar hava 1100 fólk sæð leikin, sum
verður spældur í Atlantis í Klaksvík.
Sunnudagin var seinasta sýning av
leikinum, men eisini hesaferð varð útselt,
og tí verður eykasýning í kvøld
Fríggjakvøldið verður Seks í Pyjamas
vístur í Sjónleikarhúsinum í Havn, og
tað verður hann eisini tvær ferðir
leygardagin og eina ferð sunnudagin.
Í mai mánaði verður leikurin sýndur í
Hvalba og á Oyrabakka.
ek