Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 Havsbrún ársins virkið Eins og í øðrum londum er eisini føroyska vinnan farin at kjósa ársins virkið í Føroyum. Hetta varð fyrstu ferð gjørt fríggjadagin og Havsbrún var tað fyrsta, sum fekk heiðurin – Eitt herðaklapp til okkum øll – Øll, bæði bygdin og starvsfólkið, eru errin av, at Havs- brún, sum tað fyrsta virkið nakrantíð varð kosið sum árs- ins virkið í Føroyum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havs- brún. – Vit taka tað, sum eina viðurkenning fyri tað íkast, sum vit geva samfelagnum, sigur Bergur Poulsen, stjóri SVEINUR TRÓNDARSON Eitt av tiltøkunum á vinn- udegnum í Norðurlanda- húsinum fríggjadagin var, tá ársins virkið var kosið. Vinnuhúsið hevði sett eina dómsnevnd at finna egnað evni til heitið og í henni sótu umboð fyri fíggingarstovnarnar, Vinnumálastýrið og Før- oya Arbeiðsgevarafelag og hesi funnu við felags stevi skjótt fram til, at árs- ins virkið skuldi finnast í Fuglafirði. Í grundgevingini segði Janus Petersen, sum sam- an við Marneri Jacobsen umboðaði fíggingar- stovnarnar í dómsnevnd- ini, at tað rættuliga skjótt gjørdist teimum greitt, at Havsbrún var eitt upplagt evni til ársins virkið. Ætlanin var uppruna- liga, at Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, skuldi verða við í dómsnevndini, men hann varð koyrdur úr nevndini tá hinir nevnd- arlimirnir gjørdust greiðir yvir, at virkið hansara fór at vera heilt frammalaga í kappingini um heiðurin. Megnað at fylgja við Í grundgevingunum fyri at velja Havsbrún, sigur dómsnevndin m. a., at Havsbrún hevur megnað at fylgja væl við í kapp- ingini í altjóða høpi, hóast virkið hevur eina tøkni- liga tunga framleiðslu, sum næstan er eindømi í Føroyum. Samstundis hevur virkið alla tíðina ment seg við áhaldandi og stórum nýíløg- um. Framleiðslan hevur øll ár- ini síðan byrjan verið fiska- mjøl og fiskalýsi, og rávør- an, sum virkið brúkar er út- vegað í kapping við virkir, sum viðhvørt liggja betri fyri enn Havsbrún, sigur dómsnevndin. Hóast umstøðurnar við- hvørt hava verið ímóti, m. a. við, at tilknýti er millum skip og verksmiðjur aðra- staðni, so hevur virkið í Fuglafirði kortini megnað at fylgja við, t. d. við at vísa útlendskum skipum aðrar tænastur, sum tey kunnu fáa samstundis, sum tey leggja veiðuna upp hjá Havsbrún. Aðrir marknaðir opnaðir Sjáldan gongur eftir vild í langa tíð í senn, tí umstøð- urnar úti í heimi broyta seg javnan. Í so máta hava vit føroyingar ikki so nógv at siga, tí vit eru bert ein lítil dropi í tí stóra havinum. Kortini er Havsbrún ikki smokkað burtur ímillum og tað heldur dómsnevndin, er vert at leggja dent á. – Gjøgnum árini hevur Havsbrún víst, at virkið megnar at umstilla seg til nýggjar umstøður og marknaðir. Tá alingin vaks, fór virkið undir fóðurfram- leiðslu. At virkið í dag hev- ur ein marknaðarpart upp á 50 prosent, í kapping við stórar útlendskar kapping- arneytar talar fyri seg. Sam- stundis verður fóður útflutt til Skotlands, so nógv sum tollkvotur Føroya loyva, sigur dómsnevndin. Harafturat leggur dóms- nevndin dent á, at virkið hevur verið við til at fíggjað ein part av ali- vinnuni og eisini tryggj- að, at størsti parturin av alivinnuni enn er á før- oyskum hondum. Virkið og nærumhvørvið Tey, sum kenna Havs- brún, vita, at, at virkið hevur stóran týdning fyri ta bygd - ella bý - tað liggur í. Fuglafjørður og Havs- brún er so at siga óloysilig frá hvørjum øðrum og gongur tað væl hjá Havs- brún, so gongur eisini væl í Fuglafirði. Tað er ikki bara fiska- nøgdin, sum kemur upp á land í Fuglafirði, sum hevur stóran týdning, tí eisini tað, sum fylgir við, at skipini koma at landa, sum skapar ringvirkning- ar í nærumhvørvinum. Hvat ársúrslitið viðvík- ur hevur felagið einki at smæðast yvir, tí seinastu trý árini hevur úrslitið samanlagt ligið um tær 80 milliónirnar. Nógvur peningur hevur runnið um kassan í Fugla- firði, tí í sama tíðarskeið- ið hevur umsetningurin hjá Havsbrún sníkt seg upp um milliardina - fyri øll trý tíðarskeiðini, væl at merkja - og tað er ikki smávegis peningur. Og tá er tað ikki tikið við, sum virkið annars hevur givið umráðnum at arbeiða við. Finnbogi Arge, landsstýr- ismaður í Vinnumálum, handar Bergi Poulsen, stjóra Á Havsbrún, »steypið«, sum er tekin um, at Havsbrún er ársins virkið 2000 Mynd: Jan Müller SVEINUR TRÓNDARSON Sum fyrsta føroyska virkið nakrantíð, vað Havsbrún fríggjadagin kosið sum árs- ins virkið. Bergur Poulsen, stjóri, tók móti heiðrinum, og hann er errin um, at hansara virkið er vorðið tað fyrsta í røðini. – Vit taka tað, sum eina viðurkenning fyri tað íkast, sum vit geva samfelagnum, bæði lokalsamfelagnum og tí stóru heildini, sigur hann. Býurin og virkið eru tætt knýtt at hvør øðrum og tað er ikki sørt, at fuglfirðingar eru ernir av, at júst teirra virkið var kosið. – Tað hevur ávísan týdn- ing fyri bygdina og fyri starvsfólkið, og tað gevur einum áræði at halda á, sig- ur hann. Gloyma týdningin vinnulívið hevur Stjórin á Havsbrún sigur við Sosialin, at hann er fegin um hetta nýggja tiltakið. – Vit hava lyndið til at gloyma týdningin, sum vinnulívið hevur fyri før- oyska samfelagið og tað er galdandi fyri vinnuna sjálva, men so sanniliga eis- ini fyri fjølmiðlarnar. Eg haldi, at tað er ov lætt at klikkja niður á vinnulívið, tá tað ikki gongur nóg væl og gloyma tað, tá tað gong- ur væl, sigur Bergur. Vinnan er týdningarmikil partur av føroyska samfel- agnum og tað eigur at vera virðismett eitt sindur hægri, heldur hann. Fleiri styttri fyrilestrar vórðu hildnir og m. a. segði Finnbogi Arge landsstýris- maður, at vinnan eftir hans- ara tykki blandar seg alt ov lítið upp í samfelagskjakið. Hesum er Bergur Poulsen lutvíst samdur við honum í. – Tað er rætt. Sjálvandi skal vinnan blanda seg, men tað skal ikki vera so, at hon alla tíðina rópar um alt, sum rørir seg. Tað skal gerast seriøst og við skili. Búskap- ar- og vinnupolitikkin haldi eg saktans, at vinnan kann tosa við um, men so eru eisini onnur meira viðkvom mál, sum vinnan ikki eigur at nerta, sigur Bergur Poul- sen. Úr vøggu í grøv Tá fólk hoyra navnið Havs- brún munnu tey flestu hugsa um lýsi og fiskamjøl, men hóast tað er ein stórur partur av virkseminum, so er Havsbrún eisini annað enn tað. – Vit hava altíð tykist við hasi virkisøkini, men takast við so øgiliga nógv annað enn tað eisini, sigur Bergur. Hann vísir á, at teir eisini hava skip og eru við í laks- aframleiðslu frá smolti til lidna vøru. Men høvuðsøkið er og verður framleiðslan, sum virkið byrjaði við, men tað er eisini ein neyðugur part- ur. Havsbrún er ein av teim- um stóru fóðurframleiðar- unum, og tann framleiðslan er jú alneyðug skal lív hald- ast í alivinnuni. Men er tað kortini ikki at ganga ímóti tíðini, at brúka fisk, sum kann brúkast til matna, til mjøl, lýsi og fóð- ur? – Vit hava roynt at virka svartkjaft til matna, men tann framleiðslan var ikki burðardygg. Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at royna tað aftur, men tann framleiðslan, sum vit hava nú, er burðardygg og tað er tørvur á henni. So eg haldi ikki at tað er at fara ímóti tíðini, sigur Bergur Poulsen, sum leggur afturat, at tað ikki longur verður kallað ídnaðarfiskur, men fóður- fiskur. Jøvn menning Tá vit spyrja Berg um málsetningin fyri virkið sigur hann, at høvuðsmál- setningurin er at hava eina javna menning av virkinum soleiðis, at tað alla tíðina er kappingarført. – Vit royna alla tíðina at betrað um tað vøruútboðið, sum vit hava. Vit hava ikki havt fyri neyðini, at fara í holt við nýggjar framleiðsl- ur, men hava harafturímóti roynt at spjaða virksemi, so vit hava betri grundarlag at byggja á. Tað ætla vit at halda fram við, soleiðis at tey 100 starvsfólkini á virk- inum hava eina framtíð her, sigur Bergur Poulsen at enda. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum handar Bergi Poulsen skjalið sum sigur, at Havs- brún er »Ársins virkið 2000« Mynd: Jan Müller Vinnudagurin - komin fyri at vera Fríggjadagin vóru topparnir í føroyskum vinnulívið savnaðir í Norðurlandahúsinum til vinnudag. – Dagurin varð sera væl móttikin, tí vinnulæívsfólk hava eisini tørv at hittast til annað enn arbeiðsbólkar, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum fyrireikaði dagin. Og stjórin er ikki bangin fyri at viðganga, at vinnudagurin er komin fyri at vera SVEINUR TRÓNDARSON – Tá eg hyggi út yvir fjøld- ina, veit eg ikki um eg torið at siga nakað, tí tey, sum sita her, vita alt, sum eg havi hug at tríva í, segði lands- stýrismaðurin í Vinn-umál- um, Finnbogi Arge, tá hann tók orðið í Norðurlandahús- inum vinnudagin. Og taka vit hann upp á orðið, so vóru møguleikar- nir til staðar. Vinnudagur var, og so at siga alt, sum kundi krúpa og ganga, og sum hevur við vinnu at gera, var at síggja í Norðurlandahúsinum. Og alt hetta gevur Jan Mortensen, stjóra í Vinnu- húsinum ábendingar um, at tankin við degnum er nádd- ur og tiltakið eydnaðist væl. – Tað tykist annars vera torført, at kasta seg út í fel- agsarbeiði, tí tað er tíðar- krevjandi. Men fyrimunir- nir við tí verða gloymdir, sigur Jan Mortensen, sum vísir á evropeiska havbún- aðarfelagið, sum dømi. – Har sita nógv lond og avgera tað, sum fyriferst innan alivinnuna, men før- oyingar eru ikki við. Av- gerðirnar flúgva omanfyri høvdið á okkum og vit sita ikki við tað borðið, har tær vera tiknar, sigur hann. Tað er ein fatan av, at vit hava nóg mikið við okkum sjálvi, og tí tíma vit ikki at brúka tíð til nakað annað. – Tað er eitt av endamál- unum við hesum degnum, at vit skulu brúka tíð saman og harvið eisini fáa impulsir frá øðrum. Tað gevur kanska áræði til at fara víð- ari, sigur Jan Mortensen. – Tú kanst siga, at tað er ein roynd at skap eitt vinnu- umhvørvi í Føroyum, legg- ur hann afturat. Stjórin í Vinnuhúsinum staðfestir, at tann fyrst vinn- udagurin eydnaðist væl, og at hann heldur fram. – Tað er einki at ivast í, at vit gera tað aftur næsta ár, og so fáa vit at síggja, um tað skal halda á júst so- leiðis. Dagurin var bygdur upp um at ársins virkið skuldi kjósast, men um tað verður leisturin framyvir ber ikki til at siga nú. Hugskotið við ársins virkið heldur eisini fram, men heldur ikki tað er av- gjørt, um tað verður júst á henda hátt. Nógvir fyrilestrar vórðu hildnir og tað hevur givið teimum nógvu áhoyrarun- um gott at byggja víðari á. – Vit góvu fyrilestrarhald- arunum nøkur evni, sum teir røddu um og tað eru vit sera væl nøgd við, tí har vóru nógvir áhugaverdir fyri- lestrar. Asgar Aamund er sera áhugaverdur at lurta eftir, tí hann hevur drúgvar royndir. – Meiningarnar kunnu vera kontantar, men hann hevði ein greiðan boðskap at bera, til dømis um sam- anhangin millum evrope- iska vinnulívið og politisku skipanina í ES. Tað var sera áhugavert, men tað var tann parturin um okkara støðu, sigur Jan Mortensen, stjóri. Sosialurin var við til vinnudagin, og vit fara í komandi bløðum, at gera meira við onkrar av fyri- lestrunum, sum vóru hildnir fríggjadagin Teir lurta við áhuga. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, Finnbogi Arge, landsstýrismaður við vinnumálum og Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, meðan Asger Aamund, danskur vinnulívsmaður sigur nøkur vísdómsorð ... Mynd: Jens Kristian Vang Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um framtíðina uttan ein heimamarknað Mynd: Jens Kristian Vang Teir tóku lógvatak fyri at fáa dagin upp at standa Vilhelm M. Johannesen og Jan Mortensen og væl eydnaðist ... Mynd : Jens Kristian Vang