týsdagur 11. apríl 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
Lærarar hittust í góðveðrinum
Sáttmálasettir
lærarar skipaðu
sunnudagin fyri
tiltaki á Vaglinum
í Havn, har m.a.
røður og tónleik-
ur setti dám á
góðveðursdagin
DAGFINN OLSEN
Tað kundi verið líkt til, at
stóð tað til veðurguðarnar,
so hevði semja langt síðani
verið funnin millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggj-
armálastýrið.
Tá sáttmálasettir lærarar
í arbeiðssteðgi sunnudagin
klokkan 16 skipaðu fyri
tiltaki við sangi og røðum
á Vaglinum í Havn, skein
sólin. Talan var um ein av
bestu várdøgum, ið vit
hava sæð í ár, so hóast
døpru orsøkirnar til tiltak-
ið, so mundi mangur
hugna sær hesa løtuna á
Vaglinum.
Á røðarapallinum stóðu
Elsa Birgitta Petersen, for-
kvinna í Føroya Lærara-
felag, Annlis Sverradóttir,
umboð fyri lærarar og
samskiparar, Eyðdis Bald-
vinsson, umboð fyri skúla-
leiðslur og eisini helt ein
næmingur røðu.
Pauli
Hansen,
Heri
Kragesteen
og
onnur
sungu m.a. „Eg liti ljósið“
og eisini var felagssangur.
Eisini varð skipað fyri
innsavnan av undirskrift-
um til áheitan á myndug-
leikar um at bera so í
bandi, at endi brátt fæst á
ósemjuni.
Løtan á Vaglinum bar
brá av hugna. Nógv fólk
hevði leitað sær at lurta
eftir røðum og sangi og
lagið var gott í góðveðri-
num sunnudagin.
Myndir: Jens Kristian Vang
Stríðið hjá Hans Fróða Han-
sen at koma longri fram í
altjóða fótbólti hevur fingið
enn eitt skot fyri bógvin. Í
løtuni gongur hann við brot-
num óstbeinið, og í gjár var
heilt ógreitt, nær hann aftur
verður førur fyri at spæla
fótbólt. Tað kann hugsast,
at Hans Fróði fer at koma
til Føroya fyri at fáa við-
gerð, men hetta var ikki
greitt, tá vit tosaðu við
landsliðsmannin í gjár.
Brotið á óstbeinið, sum
var tað triðja á sama staði,
kom hósdagin 30. mars:
– Eg vann eina takling,
men ólukkutíð datt mót-
støðumaðurin niður á meg,
og óstbeinið brotnaði aftur.
Hetta er ræðuligt. Eg brenni
eftir at spæla fótbólt, men
hetta darvar mær øgiligt,
sigur Hans Fróði Hansen,
sum hevur glett seg at fara
við liðfeløgunum á lands-
liðnum til Liktinstein í aðru
viku. Nú er ógvuliga iva-
samt, hvussu tað verður við
tí ferðina hjá Hans Fróða.
Sama brot
Heilt stutt frammanundan at
landsliðið síðst í januar fór
á venjingarlegu í La Manga
breyt Hans Fróði óstbeinið.
Hetta hevði við sær, at hann
var noyddur at geva avboð
til venjingarleguni.
Ta ferðina rann og súkk-
laði hann í sjey vikur, áð-
renn hann aftur luttók í ven-
jingini. Tað gekk skjótt rætt-
a vegin, og á venjingarleg-
uni í La Manga 15. til 25.
mars var hann við í fleiri
dystum. Undir venjing hós-
dagin 30. mars var aftur gal-
ið:
Nú hevur Hans Fróði
Hansen brotið sama óst-
beinið tríggjar ferðir. Fyrsta
ferðin var í 1996, tá hann
spældi við B68:
– Ta ferðina settu teir eina
metalplátu í óstbeinið. Tá eg
var heima á jólum, varð hon
tikin burtur. Tá varð sagt,
at hon var óneyðug. Nú veit
eg ikki, hvussu tað verður.
Kanska verður neyðugt at
seta hana í aftur ella kanska
Hans Fróði hevur
aftur brotið óstbeinið
Noreg: Enn er ikki greitt, nær miðverjin í Sogndal verður førur fyri at spæla
fótbólt aftur
mugu teir taka bein onkra
aðra staðni frá og seta tað í
óstbeinið, sigur Hans Fróði
Venjarin hjá Óla fingið sekkin
Danmark: Spælararnir frættu í fjølmiðlunum, at leiðslan hevði givið væl
dámda venjaranum sekkin
Tað gongur skjótt hvønn
vegin, og í nógvum førum
frættist tað skjótt, sum
gongur fyri seg. Hetta máttu
fótbóltsspælararnir í AGF
ásanna seinnapartin leyg-
ardagin. Tá lósu summir
teirra á tekst tv, at leiðslan í
felagnum hevði loyst ven-
jaran Peter Rudbæk, úr
starvinum.
Óli Johannesen var ikki
til venjingar fyrrapartin
leygardagin. Vanliga venja
allir í 1. deildar hópinum
saman, men í vikuskiftinum
luttaka bara teir í venjingini,
sum eru í hópinum til næsta
dyst. Óli Johannesen telist í
løtuni ikki millum teir, sum
spæla við 1. liði. Leyg-
ardagin spældi hann við 2.
liði, sum heldur til í dan-
marksseriuni.
Venjingin hjá teimum á
besta liðnum var klokkan
tíggju leygarmorgunin. Tá
venjingin var liðug, og
spælararnir fóru til hús, varð
Peter Rudbæk kallaður til
fundar við leiðsluna, sum
boðaði honum frá, at nú var
hann loystur frá allari á-
byrgd í felagnum.
Sunnumorgunin kundu
spælararnir lesa í bløðu-
num, at felagið hjá teimum
arbeiddi við einari ætlan,
sum gekk út uppá, at fyrr-
verandi 1. liðs spælararnir,
Kent Nielsen og Lars Lund-
quist – teir eru báðir gamlir
landsliðsspælarar og Lars
hevur áður verið venjari í
AGF – skulu taka sær av
venjingini fram til summ-
arsteðgin.
Sunnukvøldið
vórðu tíðindini alment vátt-
að í AGF.
Í gjárkvøldið skuldu teir
báðir hava ábyrgdina av
AGF í lagnudystinum á
heimavølli móti botnliðnum
úr Vejle.
Peter Rudbæk skuldi bara
vera venjari hjá Óla Johan-
nesen og teimum fram til
summarsteðgin. Tá skal
Ove Christensen, sum áður
hevur vant Viborg og sum
nú er venjari hjá danska U–
18 landsliðnum, taka á-
byrgdina á seg, og tað fer
hann at gera uttan mun til
um AGF tá verður í super-
liguni ella í 1. deild.
Tað er langt síðani, at tað
var avrátt, at Peter Rudbæk
1. januar komandi ár skal
taka við starvinum sum
venjari í AaB, og sambært
leiðsluna í AGF bilar mann-
inum einki, sum teir hava
givið sekkin:
– Venjarin er góður, men
tá støðan er hættislig í botn-
inum, so mettu vit tað vera
neyðugt at gera okkurt.
At venjarin, sum føroy-
skir fótbóltsvenjarar vitjaðu
í heyst, er góður tóku spæl-
ararnir hjá AGF undir við í
vikuskiftinum. Í donskum
fjølmiðlum søgdu teir seg
ikki skilja, hví leiðslan
hevði givið Peter Rudbæk
sekkin.
JH
Hansen, sum ógvuliga fegin
ynskir, at tað skal ganga
skjótt.
Hans Fróði Hansen hevur enn einaferð brotið óstbeinið
Myndir av flogbólts- og
borðtennisvinnarum í
blaðnum í morgin
í góðum várveðri vórðu
seks dystir í bólkaumfar-
inum í steypakappingini
spældir sunnudagin.
HB vann størsta sigurin
– 5–0 á Sevmýri. Størsti
dramatikkurin og flestu
málini vóru í Sumba.
Klaksvíkingar mistu mál-
verjan í 1. minutti, og í
43. minutti reyk ein sum-
bingur út. KÍ fekk fimm,
og Sumba fekk tvey mál.
Eisini í Vági var reyða
kortið á lofti. VB var und-
irmannað í meiri enn ein
hálvan tíma, men kortini
megnaðu teir at javna
fimm minuttir fyri leik-
lok. Gleðin var kortini
stokkut, tí NSÍ skoraði
tvey mál síðstu løtuna.
Tríggir dystir frá næst-
síðsta vikuskifti, tá landið
var kavaklætt, eru ikki
spældir, men teir verða
avgreiddir í hesi vikuni.
Alt upp á
pláss aftur
Talan er um dystirnar
Sumba–VB, NSÍ–KÍ og
GÍ–HB.
Sambært yvirlitið frá
FSF verða allir dystirnir
spældir í annað kvøld.
Men vit skilja á NSÍ, at
ætlanin er at dysturin í
Runavík millum NSÍ og
KÍ skal ikki spælast fyrr-
enn hóskvøldið. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
tað verður fótbóltur í
Eysturoy bæði miku-
kvøldið og hóskvøldið.
Allan Simonsen, lands-
liðsvenjari, var í Føroyum
um vikuskiftið. Ørindini
vóru at síggja dystin á
Svangaskarði
millum
B68 og B36. Har vóru
seks spælarar, sum vóru
við landsliðnum á ven-
jingarleguni í La Manga.
Landsliðið skal í aðru
viku niður til Liktinstein
at spæla venjingardyst.
Løgmanssteypið: Tríggir teir síðstu
útsettu dystirnir verða avgreiddir
mikukvøldið og hóskvøldið
Allan Simonsen, landsliðsvenjari, var um vikuskiftið
á Toftum, har hann hugdi eftir nøkrum av leikarum
sínum