Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 22. maí 1982 dagur Hesa frásegn um eina út- róðrarferð hevur Theodor Johannesen i Fuglafirdi skrivad eftir fråsøgn hjå Karli Gaard i Oyndarfirdi. Karl er nå 75 år og einsa- mallur eftir å livi av teimum seks monnunum å båtinum, sum henda dagin i 1924 mundi gingid burtur. Sama dagin, sum M/b Sjóriddarin úr Vági fórst. Theodor sigur, at slíkar hendingar sum tann, Karl Gaard greiddi honum frá, koma helst ikki fyri í dag. — So vit hildu, at tað var gott at fingið hesa seguna upp á prent. Frásegan er áhugaverd. Ikki minst endin. Frits Johannesen gjørt tekningina. hevur Tað mundi vera um tvey-tiðina, eg fór upp tann morgunin. Veðrið var gott. Eg boðaði beiggja mínum, Magnusi, frá og bað hann fara til hinar menninar at siga frá. Sjálvur for eg norð í urðina eftir gogg- um. Tá ið eg kom aftur, var pápabeiggi, Johan undir Garði, komin oman til húsini hjá okkum. Spurdi hann, hvussi líkindini mundu vera. Hann helt, at tað mundi fara at ganga ann, men barometrið var fallandi. Magnus kom aftur og segði, at Mou- rentsius kom ikki við. Bað so hann fara niðan til Clement Johannesen (í Hoy- garðinum). Hann kom við. Vit egndu so fýra línur. Báturin var eitt seksmannafar og vit blivu seks mans við. Magnus helt seg eisini undan at koma við. So varð farið avstað, sum skikkur var. Við bátinum hjá okkum bleiv sungið >Nu flyr jeg til din Nåde«, tå ið vit fóru norð um rivið, norðan fyri Stongina. Tá ið vit komu norð á Funningsfjørd, hevdu vit seglið á. Tá var frískt lot av útsynningi. Aftur at kann verða lagt, at tá ið Enniberg kom undan Kallinum, var skikkur at syngja eitt erindi. Tað ljóðar soleiðis: »] dag befaller jeg mig Jesum i vold og så den Hellig ånde Gud bevare mig nu vel fra alle riges stund og fra al våde og vånde alt det onde i verden er, en kristen mand kan hænde giv liv og giv lykke og Himmerigets fred og glæde foruden al ende«. Vit sigldu ut eftir Skardsgili å Elduviks- líð, út á fyrsta mann á Múla. Tá bleiv seglið lagt, maður aftur at seta. Vit settu so fyrstu línu. Tá stilti hann av. Tá ið vit høvdu sett hálvaaðra línu, setti hann bakka upp í landnyrðingi. Hann bleiv við at ota seg upp á luftina. Tá hálvtriðja línan var sett, bað Johan teir kappa línuna og fram við endanum. Tað gekk skjótt at fáa ta hálvu línuna inn, ið ikki var komin á botn. Og bað hann teir draga skjótt fyri at fáa línuna aftur í bátin. Tá ið ein hálv lína var eftir, lotaði hann av landnyrðingi. Hann gjørdi storm. Fýra mans máttu andeva. Tá ið vit hevdu fingið kíkin, bleiv blokkurin fluttur niður á mastrina, seglið repað og hálsin niður í æsingina. Vit høvdu fingið upp i bóg- rúmið, nakað í tofturúmið og nakrar toskar aftur í skut. Clæmunt fór aftur og setti stýrið fyri, Jákup, bróðir, hevði dragið og Kristian Gaard, ættaður úr Langagarði, fór fram og hevði hálsin. Jegvan undir Garði hevði skeytið. Eg sjálvur stóð við spannini og ovsti. Nógvur sjógvur gekk á. Tá ið vit vóru komnir um leið inn á Múla, sum eg kann ætla, tað sást einki fyri roki, tá reistist ein sjógvur aftan. Fingu ikki fyrsta brot, báturin sigldi jú so skjótt, komu at liggja undir oðrum broti, sum seig bátin upp undir seg og hvelvdi so brotið niður yvir okkum. Tað síðsta, eg hoyrdi, var Johan Gaard, ið segði: „Í Jesu navn, nú fóru vit«. Um lítið bil komu vit undan aftur sjón- um við seglinum uppi. Tá liggur báturin í skúminu, fær ferð á seg aftur og reisist upp framman. Sjógvurin súgar út í bæði borð. Tá spyr Jákup, um hann skal leggja seglið. Clæmunt segði nei, tí tað var so nógvur sjógvur í bátinum. Vísti tað seg, at hann streymaði út enn, so tá løta var liðin, bað Johan teir leggja segl- ið, fáa bátin upp í fyri at fáa oyst hann tóman. Tað lukkaðist av tí besta, við tað, at línurnar lógu frammi í skut, settist sjógvurin fram í bátin. Spannina helt eg í aðrari hondini. Við hinari helt eg í eitt homluband. So varð farið at oysa. Í meðan komu tvey matskrín á borðið. Tey fingu vit. Hevdu so tey at oysa við eisini. Alt leyst var farið úr bátinum, fiskur, steinar og dreg. Bara línan har frammi í skut lá eftir. Hon bleiv sett aftur í bógrúm. So bleiv aftur tikið undan og seglið á. Tað gekk so sámiliga, eftir sum veðrið var. Nú síggja vit eitt svart aftan fyri okkum, ígjegnum rokið. Tað nærkast og síggja vit, tað er ein enskur trolari. Hann leggur seg í lu av okkum fyri at verja okkum. Holingarnar vóru stórar, ið legdust tvertur um hann. Hann lá borðfullur alla tíðina. Vit sigldu so í læ av honum. Tveir mans stóðu alla tíðina úti á verandanum og hugdu eftir okkum. Annað kundi ikki gerast. Hann fylgdi okkum suður á Oyndfjarð- arfjall. Tá skáaði.