Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HB—-LIF, 1. deild: 1—0 (0—0): Toppur og Botnur — munurin var lítil Oddaliðið í 1. deild. HB, vann við bert einum máli á botnliðn- um LÍF. Lidini våttu« hvor sín hålvleik, men hjá báðum tóktist tó eydnan at svíkja í avgerðandi løtunum — uttan í einum før! hjá HB »Toppur og botnur< í |. deild hittust í Gundadali sunnudagin, tá oddaliðið, HB, leikti móti ti liðið, ið liggur niðast í deildini, uppflytaraliðið LÍF. Men munurin á odda- og botn- liði varð tó ikki so stórur sum nógv frammanundan hevdu væntað. Tað hevði regnað allan dagin, og vellurin sá út til at vera sera vátur og tí tungur at leika á, men hetta kom tó ikki at 6- rógva leikin ístóran mun. Í fyrra hálvleiki var tað HB, ið hevði yvirvåg í leiki, *ó uttan at teir á nakran hátt vóru munandi betur enn lorvíkingar. Nógv av HB-viðhalds- fólkunum vildu vera vid, at HB-leikararnir tóku ov lætt upp á uppgávuna, og at leikurin tí ikki royndist eins og hann skuldi. HB fekk annars góð álop í lag í hesum hálv- leikinum og tvey av teim- um »åttu« at givið mål, men i bådum førum eydn- aðist LIF-verjuni at bjarga á málstrikuni sjálvt um HB-ararnir royndu seg við fleiri skot- um. Men inn í málið vildi bólturin ikki. LÍF hevði einstakar royndir í fyrra hálvleiki, men heldur ikki teimum eydnaðist at fáa bóltin í netið, so stødan, tá farið var til hålvleiksstødg, var javnleikur 0—0. Í seinna hálvleiki varð tað eins og LÍF fekk meira tamarhald á leikinum og fyrru helvt av hesum hálvleikinum áttu teir eis- ini lítla yvirvág. Men framvegis bar ikki til at fáa mål, og HB-mótálop- ini royndust eisini úrslita- leys, so ein væntaði næst- an at dysturin skuldi enda við javnleiki. Men so skuldi íkki verða. Tá umleið 28 min. eru farnir av seinna hálv- leiki, fekk HB ein møgu- leika >fyri einki«. HB-álop endar við at bólturin verð- ur skotin langt fram á vellin har LIF-»sweepar- in< steðgar honum, men knappliga gleppur eina beini undan honum og dettur hann. ið annars var púra einsamallur við bólti- num. Hetta siggja HB- framherjarnir og eru teir kvikir eftir bóltinum og fáa fatur á honum áðrenn LIF-arin fær reist seg aft- ur. Bólturin endar hjá Bjarna Jakobsen. ið var staddur á sjálvum brots- teiginum. Bjarni skjýtur, LIF-målverjin, ið hevði roynst avbera góður hend- an dystin, tveitir seg rætta vegin, men bólturin rakar á ein LIF-verjuleik- ara og broytir tí kós og strýkur tætt inn við vinstru stong til 1—0, ið eisini gjørdist endaliga urslitid Um nakar skuldi vinna dystin, so mátti tað vera HB hóast alt. Teir tokt ist málsóknari, og stóru málmeguleikar teirra »skuldu« mål fyrra hålvleiki næstan havt Men munurin å fremsta og aftasta liðinum í deildini var ikki stórur, og eingin ivi er um, at LÍF við has givið Nr. 45 — 25. maí 1982 um leikinum hevur møgu leikar at varðveita sessin í 1. deild Hóast liggja aftast, so skulu hini lorvikingar enn liðini i 1. deild ikki kenna vinna á teim- fram leikinum og fáa betur tamarhald á álopsleikin (málskjóting ina). ið hevur bilað, bæði móti KI og HB seg vis í at um, teir halda við sama um A — 2. deild: NSÍ--MB 0—3 (0—1) NSÍ yvirvág í leiki — MB fekk málini Tað var NSÍ. sum heiði stórra partin av spælinum, men mið- vingar royndust effektivari Veðrið var ikki av tí besta, tá dysturin ímillum NSI og oddaliðið í 2. deild MB varð leiktur í Runavík leygardagin. Tað sirmaði allan dystin, og eitt lot lá út eftir vellinum. Heldur kølid at vera áskoðar Men hetta sá ikki út til leikararnar. Ið NSI. Tað byrjaðu at nerva hvussu er ikki vóru teir, sum dystin best, og fyrra halv- leik høvdu teir yvirvåg. Serliga teir fyrstu 25 min. gekk spæl teirra væl, men tað kom alt ov lítið burtur- úr, tå bólturin nærkaðist MB-málinum. MB hevði nekur álop, og teir roynd- ust væl málseknari. Og tá bert tveir min. vóru eftir av hálvleikinum fekk MB mál. Pauli Danielsen skjýtur hornaspark vinstrumegin, og tað eydnast Arna Joensen at seta hevdið undir bóltin, so hann endar í NSI- málinum. Hålvleiksstødan 1—0 til MB. Tvey mål afturat Seinni hålvleikur byrjadi vid meira jøvnum spælid. Bådir partar høvdu fleiri ålop, sum kundu givid mål, um eydnan var við teimum. I 25. min. hendi tad kediliga, at Ivan Høj- gaard hjå NSI fekk skada i eydnabrúnna, tå hann og ein av verjuleikarunum hjá MB stoyttu saman, tá ipp at heada meðan MB-leikarin lækna kundi halda fram Í 27. min. kemur MB upp á 2-0. Eirikur Joensen sleppur leysur i høgru síðu stutt fra NSI-málinum og skjýtur eitt spískt skot ímóti málinum Mál- maðurin hjá NSI, Petur Mohr, er heldur uttarlaga staddur og skotið hjá Eiriki verður innan fyri hann og fer í málið. Í 39. min. fær MB sítt triðja mál. Petur Eiriksson fær spælt seg leysan uttarlaga í NSI-verjuni og skjýtur eitt hart skot ímóti málin- um. Bólturin rakar tver- stongina og stekkur inn í málið. Petur Eiriksson fekk annars tað gula kortið í dystinum, og tá hann hevði eitt frammanundan, sleppur hann ikki at spæla við í næsta dystinum hjá MB, sum verður ímóti nr. 2 í aðru deild, Royn. Samanumtikið skal sig- ast, at eftir spælbýtinum skuldi úrslitið verið javn- ari. NSI hevði eins nógv spæl og MB, men tað kom ov lítið burturúr. Undan kappingini varð roknað við, at NSI fór at fáa eitt gott kappingarár, men higartil hevur tað ikki gingist teimum væl. Og dysturin ímóti MB vísti, at yvirvág í leiki nýtist ikki at geva úrslit.