Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 25. maí 1982 - | = Í 1. deild: iF—Gi 0—1 (0—0) Spennandi dystur — eydnan við Gl Ein javnur, spennandi dystur, sum báðir part- ar kundu vunnið. Eydnan var við gøtu- monnum Pig á VV. á j r - Dystirnir imillum tey fyra eysturoyarlidini i 1. deild kunnu allir kallast lokal- uppgerðir. Tilikir dystir eru altíð spennandi, og í so máta var dysturin í Fugla- firði ímillum IF og GI seinasta leygardag sanni- liga ikki nakað undantak. Væl av fólki var komið til dystin. Dúgliga varð tosað aftur og fram, og ymsar metingar vóru at hoyra, men tey flestu væntaðu sær ein javnan dyst. Og spennandi. Og spennandi var hann líka frá fyrsta til síðsta dómarabríksl. Fyrri hálvleikur I byrjanini sást, at leik- ararnir á báðum liðunum høvdu nervar, men tað var GI, sum fyrst fekk spælið at ganga. Teir fingu yvir- vág í leiki og varðveittu hana at kalla allan hálv- leikin. Spælið hjá teimum gekk rættiliga væl til tíðir, og flestu álop teirra vórðu uppbygd frá verju fram á miðvell og so til álopið. Spælið hjá IF gekk meira út upp á langar avlever- Páll Guðlaugsson hevði sum so mangan fyrr ein góðan dag í GI-målinum ingar frá verjuni fram til álopið. Bæði liðini høvdu einstakar málmeguleikar. harav fleiri komu aftaná frispørk, sum vórðu skotin inn fyri mál. Men hverki av liðunum fekk hol á, so hålvleiksstødan var 0—0 Seinni hálvleikur Tað var IF, sum legði út í seinna hálvleiki við stórum trýsti og hegum tempo. Teir fyrstu 20—25 min. hevdu fuglfirðingar yvirvåg, og teir fingu eis- ini fleiri málmeguleikar Jan Nielsen tyktist serliga målsøkin, men annað- hvørt var eydnan ikki vid honum, ella stóð Páll Guð- laugsson í Gl-målinum, har hann skuldi. Eitt av IF-álopunum endaði við skoti á stongina, men nærri komu teir ikk Tá umleið ein hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, kom GI meira við í spælið. Teir fingu nøkur skjót álop. og i 36 min. gav eitt teirra úrslit Bólturin verður sendur oman imoti bakliinjuni hjá IF, Reinhold Isaksen fær fatur á honum. sendir hann innfyri, har Kim Petersen kemur til og headar hann í IF-malid Eitt gott mál. Bert lítla lotu seinni fer Hans Le i Bartalsstovu einsamallur igjøgnum IF-verjuna og skjytur eitt hart skot ímóti málinum tætt úti vid stongina, men Ove Joen- sen í IF-målinum visti her sín skjótleika og fekk beint bóltin útum til hornaspark. Eitt gott skot og ein góð bjarging Brotsspark? IF setti nú alt inn upp á at fáa mál. Verjan kom næs tan fram á miðian vøll, og hetta gav teimum eisini nógv spæl og fleiri mál meguleikar. Eitt álop fyri DE innað eft r komu imot Gl-málinum. Eitt teirra sendur inn imot: 16-met inum hjá GI, har Jan Niel sen og Gl-bakveriin Helgi tasmussen renna ettir honum. Knappliga dettur Jan. IF-leikararnir rætta hendurnar upp og krevja brotsspark. Men dómarin var ikki samdur við teimum, og linjuverjin, ið stóð væl gjørdi einki tekin til brots- spark ella annað. Steðgur plaseraður, var eina lítla letu í spæl inum, men dómarin stóð við sítt. Dysturin helt so fram, men mál kom eink afturat Ein spennandi dystur sum bæði lið kundu vunn ið. Men eydnan var við 1. deild: B68 — TB 2—3(1—1) Avgerðin fall í síðsta minutti Tvøråmenn hepnir at fáa bæði stigini í dyst- inum á Toftum Askodarafjøldin å Svangaskarði var ikki av teimum heilt stóru til landskappingardystin í 1. deild ímillum B68 og TB. men hon fekk veruliga nakað fyri peningin. Bæði liðini vístu góðan leik inn ímillum, fimm mál komu, og spenningurin helt sær líka til síðstu sekundini. Fyrri hálvleikur Liðini = byrjaðu dystin heldur varisliga, men tað var kortini B68, sum hevði yvirvåg, og hana varð- veittu teir meginpartin av fyrra hálvleiki. Og tá 19 min. vóru farnir, komu toftamenn á odda. B68 fær fríspark nakað uttan fyri 16-meturin hjá TB úti í høgru síðu. Bólturin verður lyftur inn ímóti TB-málinum, har Aksel Højgaard fær sett hevdið á hann, so hann endar í málinum, uttan at Per Strem hevði nakran megu- leika at bjarga. Bert fáar minuttir seinni kundi B68 okt um leiðsluna, tá Ingolf Petersen knappliga stóð púra fríur framman fyri TB-málinum, men ístaðin fyri at skjóta spældi hann bóltin til ein viðspælara, men tá kom TB-verjan ímillum, og vandin var av TB kom nú meira við í spælið, og í 34. min. fáa teir hornaspark hegrumeg- in. Bólturin endar í einum trunka framman fyri toftamálinum, har tað eydnast Rógva Torsteins- syni at fáa skot á hann og í mál. Bæði liðini hevdu aðrar málmeguleikar. T.d. hevði Andreas Andreas- sen hjá B68 eitt gott lang- skot í 36. min., men tað eydnaðist Per Strøm at fáa nevan á bóltin og Framhald á síðu 10 Hendingin, tá TB fekk sítt 3. mál. Ásmund Nolsee (aftastur á myndini) hevur lyft bóltin inn í B68-málteigin. Málmaðurin fær hendurnar á hann, men missir hann. Sagt varð, at ein av verjuleikarunum hjá B68 kom undir málmannin. Á myndini er nr. 9 hjá TB, Henrik Thomsen, næstur málmanninum...