Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 163 - 28. august 2002 B36-B68 2-1 (0-0): B36 heldur fast Við sigrinum á B68 gjørdu B36 mest sum greitt, at tær helst eru einasti avbjóðarin hjá KÍ í bestu kvinnu- deildini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur verið sagt í alt ár, at um nakar avbjóðari skuldi finnast til KÍ-kvinn- urnar, so mátti hesin koma úr antin B36 ella B68. Júst hesi bæði liðini tørnaðu saman í Havn sunnudagin, og fyri báðar partar var tað greitt, at eitt tap her vildi viðføra, at seinasta lítla FM-vónin varð slept. Tað gjørdist B36, vann dystin, og í so máta má sig- ast, at tær nú eru einasti veruligi avbjóðarin, og tað hoyrir eisini til søguna, at sigurin hjá B36 var fult uppiborin. Máslúkur á beinkinum Longu tíðliga í dystinum var greitt, at tað var B36, sum var betra liðið. Spæl teirra hekk væl betri saman enn hjá gestunum, men tó at tær høvdu fleiri møgu- leikar, so eydnaðist teimum ongan tíð at koma somikið nær, at talan gjørdist um mál. Hinvegin vóru tær hjá B68 heldur ikki sørar, tó at tær vóru við undirlutan. Nakrar ferðir var av álvara vandi á ferð framman fyri B36 málinum, men tað gjørdist so ikki meira enn næstan. Hjá B36 hevur Ása á Neystabø veruliga gjørt vart við seg í ár, men hon var smáskadd undan hesum dystinum, og byrjaði tí á beinkinum. Men í steðgi- num var hon tó send at hita upp, og hetta skuldi vísa seg at verða ein heppin av- gerð. Leiðslumálið hjá B36 átti hon tó ikki part í. Maria Vang vann bóltin á mið- vøllinum, eftir at málverjin hevði sparkað út, og so gekk tað bara ein veg. Kanska var tað ikki tann vakrasti solo-túrurin, tá hon taklaði seg ígjøgnum alla B68-verjuna, men úrslitið gjørdist, at Maria einsamøll við málverjanum kundi leggja B36 á odda. Kom tað væl við hjá B36, at tær í steðginum fingu Ásu inn á vøllin, so var støðan øðrvísi hjá B68. Kanska týdningarmesti leikarin á liðnum, Oddvá Kristiansdóttir, kom ikki á vøllin til seinna hálvleik, men kortini fingu tær bart seg inn aftur í dystin. Út- javningin kom, tá eitt inn- legg úr vinstra borði slapp at ferðast allan vegin í mál- ið, og so stóð á gomlum nøglum hjá B36. Tær fingu tó sigursmálið, tá Ása á Neystabø sýndi, hvussu ein áleypari eigur at bera seg at. Heldur enn at hyggja at, tá Arnbjørg Dan- ielsen royndi seg við frí- sparki, var hon skjót at fylgja upp, tá málverjin ikki helt bóltinum, og so kundi hon prika avgerandi bóltin inn. Eftir at B36 vann heimadystin móti B68, mugu tær metast sum einasti veruligi avbjóðarin hjá KÍ Mynd: Álvur Haraldsen Tó at tað leingi gekk javnt á, so vann HB ein tryggan sigur á Skála, og er havnar- liðið nú spakuliga far- ið at klintra upp eftir stigatalvuni FÓTBÓLTUR Jákup Mørk HB hevði í grundspælinum eina ta lakastu úrtøkuna, sum tær nakran tíð hava havt í bestu kvinnudeildini. Eitt at kalla nýtt lið skuldi spælast saman, og tá hetta samstundis varð gjørt uttan fleiri av teimum leikarum, sum áður hava verið týdn- ingarmiklir brikkar hjá lið- num, var tað sjálvsagt, at hetta kostaði nakað. Í endaspælinum hevur tó gingið nakað frægari, og útisigurin á Skála staðfesti helst, at HB nú spakuliga er um at koma fyri seg. Nakað gullmerki verður tað valla til í ár, men kunnu tær bara vera við í stríðnum um okk- urt slag av heiðurskrónum, so hava tær longu rokkið væl longri, enn roknað varð við frammanundan. Leingi javnt Tó at tað var HB, sum størsta partin av dystinum var við yvirlutan, so skuldi ganga rúm tíð, áðrenn tær fingu hol á. Leikararnir hjá báðum pørtum vóru so smátt farn- ar at hugsa um hálvleikin, tá tað brádliga eydnaðist Eyðfríð Kristiansen at skora, eftir at hon varð leikt leys nakað inni á Skála- hálvuni. Málið gav sum vera man HB liðnum eitt sálarligt skump rætta vegin, og í seinna hálvleiki var lítil ivi um, hvat av liðunum var hitt betra. Eyðfríð Kristiansen var aftur tann, sum skoraði til 2-0, tá eitt innlegg frá henni slapp at ferðast beina leið í meskarnar, og Eyðfríð var so eisini leikarin, sum legði upp til triðja málið, tá ein sending frá henni fann fram til Vivian Unadóttir, sum ikki hevði stórveis trupul- leikar av at beina bóltin í málið. Seinasta málið hjá HB skeyt Ása úr Dímun, tá hon var kvikast at reagera, eftir at Malan á Dunga hevði roynt seg við skoti. Við sigrinum, hevur HB nú vunnið seg upp á triðja plássið í landskappingini, og einki er at ivast í, at tað er ein hampuliga hugalig støða hjá bæði leikarum og venjara, soleiðis at vera við í heiðursmerkjastríðnum, hóast liðið enn er í eini uppbyggingarfasu. KÍ-kvinnurnar halda enn beina kós móti triðja meistaraheiti- num á rað. Um viku- skiftið fekk GÍ av at vita FÓTBÓLTUR Jákup Mørk GÍ fekk av at vita, at tá tær komu til Klaksvíkar sunnu- dagin. Longu tá farið var til hálvleiks, var støðan 6-0 til KÍ, og tá dysturin var blást- ur av, vóru ikki færri enn 12 mál á muni. Sum skilst úr Klaksvík, so sigur úrslitið tað mesta av tí, sum sigast skal um dystin. Talan var um ein- vegis ferðslu úr enda í ann- an, og á GÍ liðnum mundu tær eina mest hugsa um, nær tíðin hjá dómaranum var runnin, soleiðis at sleppast kundi av vøllinum. Við sigrinum halda KÍ kvinnurnar framhaldandi beina kós móti meistara- heitinum, og sum støðan er, er ilt at síggja, hvør kann steðga teimum. Gaman í hevur árið víst, at serstak- liga B36 og B68 kunnu geva liðnum góða móstøðu, men hinvegin hava nógvir av sigrunum hjá KÍ verið somikið sannførandi, at tað er ilt at ímynda sær, hvussu annað av árstalsfeløgunum skal kunna basa KÍ, um- framt at sýna tann stabili- tetin, sum krevst, um tær eisini skulu framvið odda- liðnum í samlaðu støðuni. Hjá KÍ vóru málskjúttar- nir sunnudagin: Rannvá Andreasen 5, Malena Jos- ephsen 4, Vivann Bjartalíð 2, Elsa Maria Simonsen 1, Jensa Sirdal 1. Málið hjá GÍ skeyt Judy Justinunssen. Støðan, 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 5 5 - 0 - 0 31 5 26 18 2 B36 5 4 - 0 - 1 12 7 5 14 3 HB 5 2 - 0 - 3 11 9 2 6 4 GÍ 4 2 - 0 - 2 6 17 -11 6 5 B68 4 1 - 0 - 3 7 10 -3 4 6 Skála 5 0 - 0 - 5 6 25 -19 0 Máltindurin Rannvá Andreasen KÍ 11 Malena Josephsen KÍ 8 Vivian Bjartalíð Kí 5 Heidi Heinesen GÍ 4 Eyðfríð Kristiansen HB 4 Elsa Maria Simonsen KÍ 4 Anja Weihe B36 3 Arnbjørg Danielsen B36 3 Ása á Neystabø B36 3 Hansy Davidsen B68 2 Eyðvør úr Dímun HB 2 Jensa Sirdal Kí 2 Skála-HB 0-4 (0-1): HB klintrar uppeftir KÍ-GÍ 13-1 (6-0): Málrok í Klaksvík Rannvá Andreasen ávegis einum av sínum fimm málum sunnudagin. KÍ vann ein knúsandi 13-1 sigur, og heldur framhaldandi beina kós móti triðja meistaraheitinum á rað Mynd: SáH C M Y K 24 Nr. 163 - 28. august 2002 25 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 1223, Atlantic Airways, Faroe Islands P/F, 380 Sørvágur. Viðtøkur broyttar: 07.06.2002. Nevnd: Farin úr nevndini: Jan Remi Hansen, 380 Sørvágur (Starvsfólkavaldur) og Annfinnur Frederiksen, 380 Sørvágur (Starvsfólkavaldur) Innkomin í nevndina: Annika Jespersen, 380 Sørvágur (Starvsfólkavald) og Heini Viggo Davidsen, 380 Sørvágur (Starvsfólkavaldur). Skráseting Føroya tann 22. august 2002 Kristin Balle _____________________ Príslækking á pappi og pappíri til endurnýtslu Frá 1. september 2002 eru fylgjandi prísir gald- andi fyri turt og reint papp og pappír til endur- nýtslu. Tilfar kr/m3 Bara papp, heintað 90,00 Bara pappír, heintað 90,00 Blandað pappír og papp, heintað 120,00 • Pappír er tíðindabløð, vikubløð, tíðarrit, lýsing- arbløð, kopipappír og annað reint pappír. • Papp er pappeskjur og annað reint, turt og óviðgjørt bylgjupapp ella kartonpapp. • Prísirnir eru fyri leyst papp og pappír. Leysprís- urin verður faldaður við 3, um papp ella pappír eru samantrýst. • Avtalað kann gerast um levering av pappi ella pappír. • Meira fæst at vita um burturkast á www.irf.fo Fólk til matframleiðslu Til skundverða framleiðslu okkara, sóknast vit eftir fólki til at byrja skjótast gjørligt. Áhugað kunnu venda sær til P/F Poul Michelsen á telefon 31 46 50 og spyrja eftir Claus Mørkøre. P/F Poul Michelsen Sjálvsognarstovnurin ALV Vaskifólk at vaska 10 tímar um vikuna. Søkt verður eftir fólki at vaska hølini hjá ALV í Smiðjugerði 6 kj., at byrja sum skjótast. Starvið verður sett sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag. Upplýsingar um arbeiðið v.m.fáast við at venda sær til Sjálvsognarstovnin ALV- Guðrun. Umsókn skal verða stovninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 11. sept. 2002 kl. 12.00. Sjálvsognarstovnurin ALV Postboks 301 110 Tórshavn Tlf. 350070 Fax. 350071 byrjar 29. august kl. 9.00 Allar útsø søluv ølu ø vørur ør -50% Opið er til kl. 18.00 Vágsbotnur • Tel. 31 62 06y Kallkyn Assistentur Søkt verður eftir avloysara fyri assistentin á Seturs- skrivstovuni á Fróðskaparsetrinum frá 15. sept. ella skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár. Uppgávur • Post og telefonavgreiðsla. • Bóking og umsiting av forskotskassa • Skráseting og viðlíkahald av ymsum yvirlitum og uppgerðum • Ljóstøka • Ganga til handa Førleikakrøv Arbeiðið er sera fjølbroytt. Krøv verða tí sett til: • røkjuskap • evni at arbeiða sjálvstøðugt • evni at samskifta og samstarva við onnur • góðan málkunnleika • góðan edvkunnleika Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið og lønt í flokki II. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Sølvará,setursskrivara,á telefon 352500 ella teldupostadressuni: annikas@setur.fo Umsókn við avriti av prógvum, váttan um arbeiðs- royndir, viðmælum o.l. verður at senda setursskriv- stovuni í seinasta lagi 9. september 2002. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J. C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 110 Tórshavn Fróðskaparsetur Føroya er útbúgvingar- og granskingar- stovnur, sum hevur tríggjar deildir umframt Setursskriv- stovuna. Setursskrivstovan er miðfyrisitingin hjá Fróðskap- arsetrinum.Í løtuni starvast 8 fólk á skrivstovuni. Til sølu Daihatsu Rocky 06/96. Tlf. 447543 Kokkur Søkt verður eftir kokki til sølubúðina á Ternuni,sum siglir um Vestmannasund. Trygdarskeið krevst og arbeitt verður í skiftivakt. Byrjast skal 1.9. 2002. Áhugað kunnu ringja á tlf. 211099 -tað loysir seg 25