Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 28. august 2002 23 Leygardagin 31. august skipar Ítrótt- arfelagið Bragdið fyri rennikapping í Havn. Kappast verður á ymsum teinum hjá børnum og vaksnum RENNING Tíðindaskriv Tey vaksnu hava høvi at royna seg á einum av teim- um longru teinunum nevni- liga hálvmarathon, ið er 21.1 km til longdar. Kapp- ingin hjá teimum vaksnu byrjar og endar á Bursa- tanga. Runnið verður niðan eftir Áarvegnum, runt um Telefonverkið og Spari- kassan, og oman aftur á Bursatanga. Síðani verður runnið yvir við Strond til tyrlupallin, har vent verður heimaftur til Bursatanga. Hendan leiðin skal rennast fýra ferðir. Eisini verður skipað fyri barnarenning á Bursatanga. Børnini verða býtt í fýra aldursbólkar. Aftaná verða heiðurs- merkini handað á staðnum. Kappingin partur av Daewoo Marathon Cup Kappingin í Havn er sam- stundis fyrsta umfar av Daewoo Marathon Cup 2002. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri Daewoo Marathon Cup í renning. Henda kapping bleiv roynd fyri fyrstu ferð í 2000 og eydnaðist so mikið væl tað árið og í fjør, at fyrireikararnir hava tikið stig til hava kappingina aftur í ár. Tað eru tey trý feløgini fyri frælsan ítrótt, Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn og Roysn- ið úr Eysturoynni, sum saman við P/F Esmar Simonsen á Kambsdali skipa fyri kappingini. Sum flest øllum kunnugt, so er tað P/F Esmar Simonsen, sum selur teir vælumtóktu Daewoo bilarnar í Føroy- um. Daewoo Marathon Cup er samansett av fýra renni- kappingum, ið tilsamans verða 42.195 metrar ella tað sama sum eitt heilt marathon til longdar. Sein- asta ár vóru tað heili 200 børn og vaksin sum tóku lut í teimum fýra kappigunum. Í ár verða kappingarnar í hesi raðfylgju: sí talvu I. Vinnari av Daewoo Marathon Cup verður tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minstu tíðina at gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 42.195 metrar. Kappingin verður skipað fyri bæði kvinnur og menn. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Samlaði vinnarin av Daewoo Marathon Cup fær kr. 500, meðan nr. 2, 3, 4 og 5 fáa ávikavist kr. 400, 300, 200 og 100. Eisini verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3. Sum nakað nýtt verður eisini ein bólkur fyri veter- anar í ár, tvs. fyri tey, sum eru fødd í 1956 ella fyrr. Eisini Mini Marathon Cup fyri børn í ár Barnakappingin leygardag- in er eisini partur av Daewoo Mini Marathon Cup fyri børn. Hjá børnun- um verður kappast í fýra aldursbólkum, sum verða teir somu sum í Grand Prix kappingini, sum hevur ver- ið í summar, tvs. Daewoo Mini Marathon Cup er eisini samansett av fýra rennikappingum, men verða hesar tilsamans 4.219 metrar (ella 1/10 marathon) til longdar hjá dreingjum og gentum -13 og -17. Hjá dreingjum og gentum -7 og -10 verður samlaði teinurin 2.109 metrar (ella 1/20 marathon). Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup verður so tann renn ar- in, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgn- umføra tann samlaða tein- in. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Eisini hjá børnunum verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3 samanlagt, tvs. bert børn, sum hava gjøgnum- ført øll fýra umførini, telja við í samlaða úrslitinum av Daewoo Mini Marathon Cup. Fyrireikararnir úr teim- um trimum feløgunum leggja dent á, at renni- kappingarnar eru fyri øll, og vóna teir, at luttøkan verður eins góð, sum hon hevur verið í rennikapping- unum í summar. Daewoo Marathon cup 2002 Í fjør var undirtøkan til marathonrenningina heilt góð, og vóna fyrireikararnir, at fólk í øllum aldursbólkum aftur í taka væl undir við hesum Dreingir-7/Gentur-7 (f.1995 ella seinni) renna 500 m. Dreingir-10/Gentur-10 (f.1992-1994) renna 500 m. Dreingir-13/Gentur-13 (f.1989-1991) renna 1000 m. Dreingir-17/Gentur-17 (f.1985-1988) renna 1000m. Skrá : Kl. 12.30 Tilmelding við Bursatanga Kl. 13.00 Hálvmarathon byrjar Kl. 13.20 Børn 7 ár byrja Kl. 13.30 Børn 10 ár byrja Kl. 13.40 Børn 13 ár byrja Kl. 13.50 Børn 17 ár byrja Talva I Umfar Dagur Teinur Staður Kapping 1. 31. aug. 1/2-marath. Tórshavn (21,1 km) 2. 14. sept. 5 km Klaksvík Daewoo Renning 3. 12. okt. 10,5 km Toftir Runt Agnið 4. 26. okt. 5,6 km Kambsdalur Daewoo Renning Dreingir-7/Gentur-7 (f.1995 ella seinni) Dreingir-10/Gentur-10 (f.1992-1994) Dreingir-13/Gentur-13 (f.1989-1991) Dreingir-17/Gentur-17 (f.1985-1988) Føroyski FCK spælarin fær eitt orduligt herðaklapp frá fyrrverandi venjara hjá FCK ÚTISETI Jóannes Hansen Eftir at Todi Jónsson í stór- dystinum ímóti Brøndby leygardagin bara var fjórði álopsmaðurin hjá FCK varð staðfest, at føroyski spælar- in var settur í skuggan í góða summarveðrinum í danska høvuðsstaðnum. Í fyrradagin fekk Todi Jónsson, sum fyrrapartin í dag fer til Georgia at spæla Europa Cup, eitt orduligt herðaklapp. Christian Andersen er venjari í Farum. Eitt stutt skifti var hann venjari hjá FCK, og hann hevur sagt um seg sjálvan, at hann er besti venjarin í Danmark! Farum venjarin er opin- skáraður, og hann hevur av- gjørdar áskoðanir. Í Ekstra- blaðnum í fyrradagin helt hann, at superligan var í tveimum pørtum. Í øðrum partinum var FCK, og í hin- um partinum vóru øll hini ellivu liðini. Venjarin vísti á, at FCK er so máttmikið, at um teimum tørvar ein spælara, so líta teir seg í kring og keypa so tann besta til júst tað plássið. Sum dømi um hvussu máttmikið FCK er, vísti Christian Andersen á álops- manningina. Tá tað stóð á leygardagin, setti venjarin Zuma og Toda á vøllin, og so skoraði FCK sigursmál- ið. Christian Andersen segði seg rokna teir báðar, sum vóru á beinkinum frá fyrsta bríksli, at vera teir bestu í Danmark, og hann sigur seg rokna Toda Jóns- son at vera besta álopsspæl- ara av øllum í Danmark. Tað var ikki eiti á herða- klappi. Spurningurin er so, hvat Todi kann brúka tað til í støðuni, sum hann nú er í. Klokkan trý føroyska tíð seinnapartin í morgin fer FCK at spæla á spildur- nýggjum stadion í Tbilsi í Georgia. Rúm er fyri 31 túsund áskoðarum. Tað ber ikki til at ímynda sær ann- að, enn at Zuma og Todi fara at vera í FCK álopin- um. FCK vann dystin í Keyp- mannahavn 3–1, og Todi Jónsson skoraði tvey mál. Undan norður- lendska stríðnum heldur Ståle Sol- bakken norska liðið vera betri fyri enn Brøndby EUROPA CUP Jóannes Hansen Í kvøld verður gjørt av, um tað verður norska Rosen- borg ella danska Brøndby, sum skal vera í hattinum, tá lutur fríggjadagin verður kastaður um, hvussu liðini skulu bólkast í europeisku meistarakappingini. Rosenborg er í Brøndby við 1–0 sigri í viðførinum. Tað vil siga, at um Brøndby skal hugsa um at vinna samantalt, so skulu teir skjóta mál, og samstundis skulu teir syrgja fyri, at Rosenborg ikki fær mál. Um tað eydnast norska liðnum at fáa mál, so verður mótbrekkan hjá Brøndby tung, tí so skal danska meistaraliðið skora tríggjar ferðir. Nógv verður tosað og skrivað undan stóra slagn- um. Norski Ståle Solbak- ken, sum hevur spælt bæði við AaB og FCK, heldur, at Rosenborg er favorittur. Hann gevur teimum 65 prosent og Brøndby 35 prosent. Ståle Solbakken heldur, at tað hevur nógv at siga, at norska landskappingini er í hæddini, meðan teir í Danmark júst eru farnir undir eitt nýtt kappingarár. Hann heldur eisini, at tað er Rosenborg til fyrimunar, at teir ofta hava spælt týdn- ingarmiklar europeiskar dystir. Tað verður roknað við fullsettum stadion í Brønd- by. Har rúmast 22.000 áskoðarar. At Rosenborg av álvara fer at kenna seg á útivølli heldur Ståle Sol- bakken ikki fer at darva norska liðnum nakað ser- ligt. Todi er bestur av øllum Besti álopsleikarin í Dan- mark? Tað heldur í øllum før um Christian Andersen, sum eisini rópar seg sjálvan besta venjaran í Danmark Rosenborg er favorittur 23 Nr. 163 • mikudagur • 28. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Sjúrður Jacobsen tyk- ist vera fyrsti eyka- maður til verjuplássi í vinstru, og Jóhannis Joensen hevur spælt seg longri inn í hitan LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Tjúgu spælarar fáa í dag landsliðsboð. Ætlanin er, at landsliðið skal vera saman frá mikudegnum av. Dyst- urin ímóti Skotlandi verður annan leygardag klokkan 15 á Svangaskarði, og landsliðið skal halda til í hølunum hjá Tryggingini í Runavík. Spælararnir hava saman við boðunum fingið at vita, at tveir teirra verða sáldaðir frá nú mánadagin. Kanska verður tað ikki neyðugt at brúka sáldið, tí tað er møguleiki fyri, at onkrir spælarar verða noyddir at geva avboð tí teir ikki eru nóg væl fyri. Pól Thorsteinsson og Helgi L. Petersen eru mill- um úttiknu spælararnar. Hvørgin teirra spældi við NSÍ ímóti EB/Streymi. Boð eru eisini eftir veteraninum Jens Kristiani Hansen. Hann var á B36 liðnum ímóti TB. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var við í landskappingardysti í ár. Sunnudagin skal B36 á Svangaskarð. Eftir dystin ímóti B68 fer at verða stað- fest, um Jens Kristian Han- sen er nóg væl fyri at spæla landsdyst. At venjarin hev- ur sent boð eftir honum er staðfesting av, at veteranur- in og fyrrverandi liðfor- maðurin framvegis er høgt í metum. Ytstu ódnirnar Eingin ivi er um, at ætlanin er at brúka Jens Kristian Hansen á ytsta verjuplássi- num í vinstru. Ímóti Liktin- stein var Arnbjørn Daniel- sen á hesum plássinum. Tað verður hann ikki ímóti Skotlandi. Arnbjørn hevur ikki fingið landsliðsboð hesa ferð. Tað hevur Súni Olsen, sum eftir úttøkuna ímóti Liktinstein gav av- boð, heldur ikki fingið. Harafturímóti eru boð aftur send eftir Sjúrði Jacobsen. Vinstrabeinti NSÍ maðurin var ikki á upprunaliga manningar- listanum ímóti Liktinstein. Hann fekk kom við, tá aðrir góvu avboð, hann spældi eina løtu, og úttøkan hesa ferð bendir á, at Sjúrður er komin longri inn í lands- liðshitan. Jóhannis Joensen var heldur ikki millum teir fyrstu átjan ímóti Liktin- stein. Men hann kom úr fýra manna eykaliðnum og uppí átjan manna liðið, tá aðrir góvu avboð. Jóhannis var í høgra verjuborði, og avrikið hjá manninum, sum so ofta hevur sitið á beinki- num, tykist venjarin hava verið so mikið væl nøgdur við, at Jóhannis Joensen nú má metast sum møguleiki at vera millum teir fyrstu ellivu ímóti Skotlandi. At hann er stórur og strekur telur sjálvandi rætta vegin, tá havt verður í huga, at tað er Skotland, sum tað skal spælast ímóti. Hitt valið til høgra verju- plássið má metast at vera Pól Thorsteinsson. Hann má ivaleyst metast sum favorittur til plássið, um hann verður tøkur. Pól hev- ur verið skaðaplágaður. Sunnudagin fer NSÍ at spæla á Skála, og tá skal Pól til landsliðspróvtøku. Gamlir kenningar Nýggju menninir, sum vóru við ímóti Liktinstein, hava ikki fingið boð hesa ferð, tá sæð verður burtur frá Sjúrði Jacobsen. Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen eru mál- verjar. Útispælararnir eru Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Jón Rói Jacobsen, Pól Thorsteinsson, Jóhann- is Joensen, Sjúrður Jacob- sen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg, Hjalgrím Elt- tør, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Sámal Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni, Helgi L. Petersen, John Petersen, Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen. Mánadagin verða tveir spælarar sáldaðir frá, um eingin verður noyddur at geva avboð. Býtið av út- tiknu spælarunum millum ymsu keturnar kundi bent á, at í hvussu so er ein mið- vallari verður annar av teimum, sum fara at verða sáldaðir frá. Jens Kristian aftur á landsliðnum Eftir skaðasteðg er Jens Krist- ian Hansen úr B36 nú aftur at síggja í landsliðshópinum, har tað helst verður vinstra bakkplássið, sum hann kemur at røkja NSÍ er nú millum tey stóra á landsliðnum Tað hevur ikki eydn- ast venjaranum at fáa Toda Jónsson á lands- liðið, og nú er útiseta- talið komið niður á tveir LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Tað eru tvey sera sjónlig rák í úttøkuni av fyrsta landsliðnum hjá Henrik Larsen, sum skal royna seg í undankapping. Annað er, at útisetatalið er minkað ógvuliga nógv, og hitt er, at NSÍ rættuliga er komið á landsliðskortið. Tá Henrik Larsen var vorðin venjari, var ein av útsøgnunum, hann kom við, at nú skuldi hann fáa Toda Jónsson aftur á lands- liðið. FCK álopsmaðurin er ikki á listanum til Skot- lands dystin. Tað vil við øðrum orðum siga, at royndin hjá venjaranum er miseydnað. Fyribilsavboð- ið, sum Todi sendi Allani Simonsen eftir skaðadystin í Luksemburg 24. mars í fjør, stendur framvegis við. Á listanum eru bara tveir útisetar – Jákup Mikkelsen, sum er eykamálverji í Molde, og Christian Høgni Jacobsen, sum er fastur maður á liðnum hjá Vejle í næstbestu deildini í Dan- mark. Gongdin meðan Allan Simonsen var venjari var tann, at útisetatalið støðugt øktist, og fyri tveimum ár- um síðani kom tað fleiri ferðir fyri, at tað vóru fleiri útisetar enn spælarar úr heimligu kappingini á átjan manna liðnum. Burtursæð frá teimum báðum oman- fyri nevndu eru útisetarnir heilt fáir. Johan B. Hansen tykist vera dottin heilt burt- ur ímillum, og ungu menn- inir, sum nú royna seg í Brøndby, eru so mikið fesk- ir, at teir ikki enn koma upp á tal. Fýra úr NSÍ Havnarfeløgini hava altíð átt nógvar landsliðsspælar- ar. Soleiðis er tað eisini hesa ferð. Fýra HB spælar- ar eru á liðnum, og tað eru eisini fýra úr B36. GÍ hevur seinnu árini oftast verið væl umboðað. Nú er tað bara Sámal Joensen, sum er millum teir útvaldu. Inntil í fjør var umboðan- in hjá NSÍ á landsliðnum sera lítil. Nú er vent í hol- uni. Tað er ikki so undar- ligt. NSÍ er oddalið í lands- kappingini. Tað er meiri enn ábending um, at á lið- num eru fleiri av bestu spælarunum í landinum. Kanska heldur onkur, at tað er ein fyrimunur fyri NSÍ spælararnar, at teir hava hjálparvenjaran hjá Henrik Larsen so tætt upp at sær í gerandisdegnum – Jógvan Martin Olsen er jú venjari hjá NSÍ – men hetta kann ivaleyst eisini síggjast frá hinari síðuni. NSÍ spæl- ararnir skulu útinna í minsta lagið tað sama sum hinir – og kanska eitt vet meiri – fyri at sleppa upp í part. Av fremstu liðunum í landskappingini er KÍ tað, sum er minst umboðað á landsliðnum hesa ferð. Heðin á Lakjuni og Hjal- grím Elttør eru sjálvsøgd val. Atli Danielsen var á beinkinum seinast. Hann er ikki við hesa ferð, men hann eigur framtíðina fyri sær. Felags fyri hann og aðrar ungar KÍ spælarar er, at Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari hjá teimum á yngru landsliðun- um og tískil væl veit, hvat teir standa fyri, og hvat teir mega í altjóða dystum. Einki er at ivast í, at boð fara at verða eftir fleiri ung- um klaksvíkingum í fram- tíðini, og at fleiri úr øðrum feløgum, sum seinastu árini hava verið á U–17 og U–19 landsliðunum eisini fara at koma nærri landsliðnum. C M Y K 22