leygardagur 5. juni 1982síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Bygdaráðsformaður í 10 ár:
Fari at lata
eir yngru
sleppa fra
mat
Tekst og myndir:
Jan Miller
————8—
Fámjin man vera eitt av náttúruvakrastu plássunum í Foroyum. Longu nú er ferða-
fólkið við at koma til bygdina. Nógu teirra koma við tráðuni fyri at fiska síl í Kirkju-
vatni. Tað íðir av småsilum i vatninum i ár frættist úr bygdini
— Heili 18 ár í bygdar-
ráðnum og hesi seinastu
10 árini sum bygdaráðs-
formaður. Tað haldi eg
man fara at verða nóg
mikið. Nú fari eg at lata
teir yngru sleppa framat.
Soleiðis sigur 63 ára
gamli Jacob Magnussen,
bygdaráðsformaður i
Fåmjin. Hann hevur i
tíðarskeiðinum 1954—58
og frå 1970 til hetta val-
skeidid ut i 1984 umbodad
javnadarflokkin i Fåmjins
kommunu.
Tidindabladid Sosialurin
vitjadi i Fåmjin å Hvitu-
sunnu, og tosadu vit vid
Jacob Magnussen. Hann
var straks fúsur at greiða
frå.
Gott summar
Jacob heldur fyri, at tad
frålika summarveðrið,
sum hevur verið seinastu
dagarnar helst fer at halda
sær. — Eg havi varhugan
av, at vit fáa eitt hampu-
ligt summar. Aðrastaðni
hevur verið milt veður, og
hetta kundi borið á, at vit
fáa eitt gott summar.
Teir mongu
summargestirnir eru eisini
við at síggjast í bygdini.
Ein hópur av fólki, føroy-
Tað andar lív í hesi ómetaligu vekru bygdini, Fámjin
ingum sum útlendingum,
leita til hetta so náttúru-
vakra plássið á hverjum
sumri. Nógv við tjaldi og
tráðu fyri at fiska sil.
Jacob sigur, at tað íður av
smásílum í Kirkjuvatni í
ár.
Ikki bert viðvíkjandi
veðrinum er Jacob bjart-
skygdur. Hann er yvirhøv-
ur bjartskygdur um
gongdina í Fámjin og
heldur fyri, at har er nógv
gott fólk at halda lív í
bygdini tey næstu árini.
Hann sigur í hesum sam-
bandi, at tað hevur verið
sera hugaligt at arbeiða í
bygdaráðnum, tí altíð
hava menn dugað at
arbeitt í sátt og semju.
Síðani vendir Jacob sær
og hyggur út á havnar-
lagið, har fleiri stórir út-
róðrarbátar liggja við
teym. — Ja, hatta er flotin
hjá okkum, tilsamans 11
smærri og sterri útróðrar-
bátar. Tað hevur borið væl
til hjá bátunum í vár,
leggur hann aftrat.
Gott fiskari
Jacob vísir á, at tað neyv-
an nakrantíð hevur verið
so góður fiskiskapur sum
júst henda seinasta mán-
aðin. Várið byrjaði annars
illa, tí veðrið var so ringt.
Men síðani apríl mánað
hava bátarnir verið úti
hvønn dag. Teir fáa upp í
1000 pund uppá bátin,
annars liggur miðalvektin
um eini 500 pund uppá
bátin.
Ein maður hevur fingið
upp í 20.000 kr. í sín part
síðani apríl. — Hetta má
sigast at vera avbera gott,
sigur Jacob og heldur
fram: — Árið í fjør var
eisini avbera gott hjá út-
róðrarbátunum.
Onkur maður mundi fáa
60.000 kr. burtur úr.
Umleið 17 mans rógva
út har í bygdini. Allur
fiskurin verður landaður í
Fámjin, og síðani fluttur -
til flakavirkið á Tveroyri í
kassum. Bert í fjør av-
reiddu Fámjinsbátar 140
tons av fiski til Tveroyrar
flakavirki.
Tað er stórur og góður
fiskur teir fáa. Vårleid-
irnar liggja longst úti. Tó
tekur tað bert ein tíma at
stima út á fiskileiðirnar
hesa tíðina á árinum. Tí er
skilligt, at tað er lætt hjá
monnum at fara til út
róður og koma aftur sama
dag
Vegarbeiði —
havnin
Av eðrum arbeiði í bygd
ini kann nevnast veg
arbeiði Kommunan
heldur sjálv allar vegir
viðlíka og asfalterar teir. Í
dag er koyrivegur til
nærum hvert hús i bygd
ini. Tað er nú nakað síð
ani, at ein stór og góð kei
varð gjørd i bygdini. Í
briminum fyrr í ár tør
nakað av uttara endanum
av keiini. Ætlanin er at
Nr. 49 — 5. juni 1982
Jacob Magnussen, bygdarrådsformadur i Fåmjin
gera keiendan aftur i juli
mánað.
Fámjin er brimpláss.
Hetta merktu tey í bygdin
ikki minst í ódnarveðr-
inum í februar mánað í ár,
tá 12 av neystahurðunum
vórðu slignar inn av brim-
inum. Tá brimið er uppá
tað allarmesta kemur tað
heilt heim í sjálvan kirkju-
garðin.
Hvat viðvíkur fámning-
um og arbeiði annars, so
eru tað ikki so fáir fámn-
ingar, sum sigla úti við út-
lendskum fiski- og farma-
skipum umframt at nakrir
sigla vid feroyskum
skipum eisini.
Tá nógv er at gera á
flakavirkinum á Tveroyri
plagar eisini fitt av fámn-
ingum at arbeiða har.
Annars eigur Fåmjins
kommuna nakað av peng-
um í sjálvum flakavirk-
inum.
Húsasmíð
Jacob Magnussen
upplýsir annars, at fámn-
ingar gera rættiliga nógv
húsasmíð. Teir hava verið
við til at gera mesta av
Gistingarhúsinum Í
Øravik og nú gera teir so
eisini tað stóra fjósið í
Øravik Harumframt
verður nakað smíðað í
sjálvari bygdini
Tvey hús eru í gerð í
Fámjin. Annars eru tað
rættiliga nógv ár síðani.
at hús varð bygt har í
bygdini. Í dag
10 hús bys
eru umleið
rdini, og har
DUEVA
140 følk. Uppå fyri-
spurning hvussu er vid
fólkatalinum sigur Jacob
Magnussen, at tað hevur
staðið í stað. Hann ivast
tó ikki í, at bygdin fer at
nørast í næstu framtíð.
Tað eru í dag 70 skatta-
|
|
|
Fm
en
a“
Þr TR