Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-06-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

veturin plagdu tey ungu at koma niðan til okkara at isini hjá okkum at dansa í. Fyri okkum smáu, sum svóvu uppi á loftinum, var hetta ein ógloymandi ling. Foreldrini høvdu lagt okkum og signað okkum g slek: lampuna. Knappliga vaknaðu vit við at hoyra lív og gang niðriundir. Eina letu seinni kom mamma ella pápi upp og segði, at vit kundu sleppa niðurundir, um vit legdu í. Hetta var sum brádliga at fáa eina gávu, tú ikki hevði væntað tær. Eg minnist enn, hvussu tað kendist at koma inn í ljósið og kenna varman av ellum ið inn var komið. Og so var tað atburðurin á Pey vóru heilt eðrvísi, enn tey plagdu at vera. vanliga vóru blíð, vóru nú findarblíð. Fólk, sum vanliga nóg illa entu tær aftur, um tú talaði á tey í vóru nú fryntlig. Spurdu teg kanska um Tosadu við teg, sum vart tú eitt vaksið fólk dansurin. Sum oftast endaði tað við, at tú slapp at sita uppi á einum borði og hyggja at og lurta. meðan dansurin gekk. Har sat tú so, til tú ikki tólkir kkurt Og so var tad rkadi meir: og bar teg upp i songina, har tu sovnaði, vaggaður í blund av stevinum niðriundir | FR år mm og onkur kon Men teir tímarnir, tú sat har, vóru onkursvegna avger- indi. Tad var, sum nam onkur við ein strong í sinninum sum hevur skolvið síðani il Vit gjørdust eldri. Og brått kom tann løtan, t it sjåh yg ar eg eri uppvaksi í umleið 150 k eið annadhvørt år var brudleyp i bygdir hetta vóru vidhvørt okkara hús brúkt. Arla á gni k ið stílaði fyri brúdleypinum, niðan kk: Í rsta, hann gjerdi, var at leggja eitt tjógv råid, sum eitt slag av samsýning. So tók hann ) hamara og negldi ein veldugan seym i bjålkan til ga á. Og nú var farið undir at fyrireika Kokkarnir komu niðan og fóru at matgera. Menninir hongdu lyktir upp ymsa staðni í bygdini. Var tað gler- stoytt úti, yar eska stroydd í brekkurnar. So varð brúdleyp hildið í bygdini. Hvat ið har hendi, tað er ein onnur sega. Kortini havi eg hug at nevna eitt minni, sum av onkrari grund festi seg í huganum. Tað var henda letan — eftir at borðhaldið var av, beint áðrenn dansurin byrjaði. Í tí letuni, eftir at kjøtid var etið, og súpanin sopin, visti tú, at hetta var tað, tú alla tíðina hevði bíðað eftir. Tú komst við henda afturvend- andi skjålvtan, sum tú fyrstu ferð hevði kent, sitandi á einum borði í stovuni. Skjótt fóru tey vaksnu at taka hendurnar saman og gloyma seg burtur í dansinum. Tað kendist, sum táttaði tað í onku staðni djúpt inni í einum sjálvum. Sum raknaði ein duld megi við. Dagin eftir — ella nakrar dagar seinni — hildu óvitarnir brúdleyp. Tvey av teimum djarvaru bern- unum hildu seg til at vera brúður og brúðgómur. Til matna hevdu vit sukurmolar. Øliå var runuvatn, sum vit drukku úr hesum eingilsku eldunkunum, sum tá rókust alla staðni. Brúdleypið var hildið í einum gomlum bassengi. Tá ið borðhaldið var av, tóku vit hendurnar saman og fóru upp á gólvið. Enn dugdu vit ikki at kveða. Onkur hevði kanska eina hylling á stevinum. Men hetta, at trilva okkum fram, var eitt spæl og ein stuttleiki í sjálvum sær. Onkur, sum hevði lagt seg meira eftir tí enn hini, byrjaði, við niðurlagnum sjálvandi : Stígum fast á vart gol sparum ei vár skó, Gud má ráða, hvar vit drekka Meira dugdu vit ikki. Vit kvóðu niðurlagið umaftur og umaftur, hugtikin av hesum gátuferu og fornu orðun- um, sum vit bara skiltu til helvtar Leygardagur 5. juni 1982 Frå einum dansikvøldi minnist eg eina litla hending sum sigur eitt sindur um tann mått, sum byr i dans- inum. Í bygdini var ein maður, lat okkum kalla hann Demmus. Demmus var eitt av hesum menniskjunum, sum hann, ið var komin at kenna hann, ongantíð gloymdi aftur. Hann var ein dugnamaður og eitt álitis- fólk í øllum, hann gjørdi. Men hann hevði nakað fram um hetta. Hóast hann var hóvligur og fór stillisliga um, kendi tú á tær, at hann sum menniskja bar av eðrum. Komst tú á tal við hann í túninum — og hann hevði altíð okkurt at práta um, — kendi tú teg altíð eitt sindur betri, tá ið tú fórt frá honum aftur. Tað stóð ein glæma av góðsku av honum. Eginleikarnir hjá hesum mann- inum komu m.a. til sjóndar í tí mátanum, hann fór um okkum bern uppá. Hann var barnagóður, men tað er ikki tað, eg hugsi um. Tað er meira tað, at hann tosaði við og fór um okkum bern, sum vóru vit hansara líkar Hetta var sjáldsamt Demmus hevði einaferð fyri mína tíð tiltikin kvæðakempa. Og tað gingu søgur um, hvussu frálíkur vertsskapsmaður hann hevði verið sum ungur Men so var missiónin komin í bygdina. Demmus var var tað bara hendinga ferð ur tað ikki verið lætt leinkjur. ið evdkendu verið ein blivin umvendur, og nú hann sást á dansigólvi. Helst he: hjá honum at lagt seg í tær trong Av lyndi var hann glaður og lívsjátt- it skilja, at hann mátti hava hermamissionina andi sum fåur. Tad var lætt verið ein góður skipari. Hann hevði gott mål og dugdi pi væl at syngja. Hann var ein frålikur fråsøgumadur. Og hann hevði ikki sørt av sjónleikaragávum. Hesi evnini jólatræ var og í sunnudags komu til sjóndar, tá ið skúlanum, sum tann stóð fyri. Eg gloymi ongantíð, hvussu hann við ógvisligum keipum ímyndaði okkum hin ræðuliga berskølluta trælahandilsmannin Simon Legree úr bókini um Smáttuna hjá Tom Í nógv ár hevði Demmus ikki verið á dansigólvi. Vit børn høvdu ongantíð sæð hann dansa. Men so einaferð, í einum vertsskapi, fór hann upp í ringin — og við honum ein partur av teimum, sum annars hildu slíkt vera ógudiligt. Demrnus dansaði og skipaði til tann ljósa morgun. Til endans skipaði hann Brúsajekil — og tað við lít! Tað var ein ógloymandi sjón at síggja henda Stuttsega eftir Hanus Andreassen Fyrri partur (seinni partur kemur næsta leygardag) Keisarin og eg mannin, sum sunnudagar lærdi okkum at syngja um »syndina svørtu«, skipa, so gólvið bognadi, og dansi- ringurin aðru hverja letu var undir bjálkunum. Eg gloymi ongantíð, hvussu livandi og øgiliga hann útlegði tumblið av Ormari og Brusajøkli: Katturin fell á jørdina niður, verøldin tók at skelva, út so lupu tey fimtan troll g ristu sínar bjålvar. IV Var dansurin annad portrid inn i kvædaheimin, so var segan hitt portrið. Søgan kom tidliga inn i mina verð. At tala um hana, sum var hon ein grind, sum ein dagin verður latin upp fyri barninum, er helst skeivt. At vera barn er at eiga seguna. Tað, tey vaksnu gera, er annað- hvert at geva barnsins sjónum og yrking gróðrarlíkindi ella at skerja og køva tær. Hjá okkum vórðu segurnar vanliga sagdar sunnudag seinnapart ella gerandisdag um kveldarnar. Allan dagin, meðan tú gekk úti og spældi, skreiddi ella bygdi kavahús, kundi tú ganga og gleða teg til ta letuna, tá ið primusslampan varð pumpað og tendrað og vit øll settust rundan um keksborðið, meðan mamma ella pápi fór at siga frá, viðhvert úr bók, viðhvert við ongari bók Þú hevði gingið og bíðað í spenningi allan dagin Hvussu fór nú at gangast Tom Sawyear ella Percival Keene, Korak ella Allan Quatermain? Sum vit gjørdust eldri, fóru vit at geva okkum far um vat tað vóru fyri bekur. søgurnar vóru sagdar úr Ein dagin ansaði eg eftir. at ein segubók sá ødrvisi út nn hinar plagdu at gera. Orðini stóðu mitt niður eftir síðuni, skipað við fýra stuttum reglum. ið vóru ójavnar á longd, í hverjum bólki. Tær fýra reglurnar itu erind Søgurnar itu kvæði. Og nú komu Sjúrður Fótur og Á mundur Aðalson, Geva Langa og Tíðrikur Tatnarson, Hildibrandur og Asmundur Kellingarson inn í okkara verð — og teir tóktust okkum líka so livandi sum bygda- menninir, ið vit mettu undir neystunum ella í túninum um dagarnar. Eitt tað fyrsta kvæðið, eg minnist pápa hava sagt fyri okkum, var vísan um frúnna Margretu. Hendingarnar í hesi vísu tóku barnahuganum fast og góvu einum nógv at hugsa um. Tann fyrsta hvekkin fekk ein sjálvandi, tá ið frúgvin Margreta verður seld til greivan av Blálond- um og ikki, sum ætlanin var, sigld til Skotlands at vera moykongur har. Men hetta var lítið av miklum! Tá ið tann trúgva frúgvin Katrin lovar at siga Eiriki kongi frá svikunum, tá ið tey koma aftur til Noregis, verður hon -tikin av degum á henda óhugnaliga og fyri eitt barn undarliga máta: Toku tey frúnna Katrina, løgdu undir høgind blá, Eyðun og frúgvin Ingibjorg tey settust omand. Margretukvæði er ein vísa um lagað forleg. Alt er lagt til rættis, so at hetjan skal lata lív. Longu tíðliga í vísuni, vita vit, hvussu leikur fer at enda. Tey óndu sleppa at sigra. Svíkjararnir sleppa at svíkja. Tá ið Eyðun Hestakorn í seinastu letu stígur á fótin á Ásu Tistilsfrú, hálsar hon um og vil ikki kennast við Margretu. Her gongur alt tvertur ímóti tí, sum eitt barn skilir ella kann góðtaka. Hví fer Margreta til Noregis, tå ið hon veit, hver lagna hennara verður? Hví biður hon hægri maktir síggja til, at skipini hjá soninum, Magnusi, ell skulu sekka undir Skotlandi, tá hann fer at hevna deyðan hjá móður síni? Her er alt so evugt. Vísan er ógloymandi. Men hon er ov fremmand, av kátólsk, til at eitt barn fær yndi til hennara. Sjónskast er lagnu trúgvin, ið eyðkennir hesa vísuna, í tí sárt symbolska LC A seg gren *