hósdagur 29. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 164 - 29. august 2002
Nr. 164 - 29. august 2002
3
Gera smáleikir burtur úr ævintýrum
Sjónleikur, sjónleikur,
sjónleikur ...
SJÓNLEIKUR
MáF
Eftir væleydnaða útileikin
á ólavsøku og Barnasjón-
leikarastevnuna 25. mai
2002 hevur MÁF sett sær
fyri at taka tráðin uppaftur
og spinna víðari.
Evnið á sjónleikarastevn-
uni, sum verður í nýggja
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði 20.-22. september
2002, verður at gera smá-
leikir burtur úr ævintýrum.
Viðrar, verða hesar leik-
irnir so leiktir úti á fríøk-
inum í Fuglafirði.
Evnið er ógvuliga við-
komandi, nú skúlarnir sam-
bært nýggju fólkaskúlalóg-
ini eru farnir at undirvísa í
drama. MÁF vónar, at lær-
arar, næmingar og sjónleik-
arar eru áhugaðir í hesum
evninum.
Gist verður í skótahúsin-
um, har sum umstøðurnar
eru góðar, bæði fyri sosial-
ari samveru og eisini at
vera í einingi.
Byrjað verður við hugna-
løtu í Mentanarhúsinum
fríggjakvøldið 20. septem-
ber kl. 20.
Fyrrapart leygardag 21.
september verður verkstað-
ararbeiði (workshops), m.a.
keyluspæl, rødd og rørsla,
kropsmedvit, improvisa-
tión.
Seinnapartin
verður
arbeitt við smáleikum úr
ævintýrum og farið verður
gongutúr í Fuglafjarðar
bygd.
At enda verður veitslan,
sum byrjar kl. 20 leygar-
kvøldið. Á veitsluni sýna
fuglfirðingar
brot
úr
“Varmakelduteitinum”
Kostnaður fyri at luttaka í
sjónleikarastevnuni
er
300,00 kr. Íroknað er gist-
ing, kostur, verkstaður,
gongutúrur og veitsla.
Aldursmark: 16 ár.
Tilmelding: hjá MÁF, tlf.
315624 ella maf@maf.fo
í seinasta lagi 16. septem-
ber 2002.
Jonathan Freud vitjar í Føroyum
Svensk-jødiski
rithøvundurin,
Jonathan Freud, vitjar
í næstu viku
ÍSRAEL
Tíðindaskriv
Komandi
hósdag
fáa
Føroyar áhugaverda vitjan
úr Svøríki. Tá kemur
svensk-jødiski rithøvund-
urin, Jonathan Freud, sam-
an við tveimum umboðum
frá Israeliska Statens Tur-
istbyrå í Stockhólmi til
Føroyar.
Vitjanin er fingin ílag
saman við Ísraelsfelagnum.
Jonathan Freud er fyrr-
verandi heryvirmaður í
ísraelska herinum, men
fæst nú við at skriva bøkur,
halda fyrilestrar og verða
ferðaleiðari fyri skandinav-
um íð vitja Ísrael.
Hann býr vetrarhálvárið
uttan fyri Jerusalem og
ferðast um summarið runt í
heiminum og heldur fyri-
lestrar um Ísrael og tann
jødiska arvin, um tann
støðuga samanstoytin við
aðra
mentan
og
lívs-
áskoðan.
Hetta hevur verið við til
at myndað rithøvundan til
ein serstakan og áhuga-
verdan persón. Hann var
heiraður við Torgny Seger-
stedt-stipendium í 1993.
Jonathan Freud skrivar
um tað ísraelska og tað
jødiska, hann viðger søg-
una, politikkin, moralin og
átrúnaðin, hann er kendur
fyri sítt lætta handalag,
óvæntaðu orðingar og sín
skemtiliga skrivihátt.
Túsundtals svenskarar og
eisini føroyingar hava havt
rithøvundan sum ferðaleið-
ara í Ísrael, og kenna tey
seg aftur í hansara skrivligu
frásagnum. Tónalagið er
ógvuliga serstakt.
Hann hevur síðan 1986
skrivað og givið út fýra
bøkur, tær eru allar sum
hann sjálvur sigur »tíbetur
langt síðani útseldar«, men
tann fimta bókin er á veg,
meiningin er, at hon skal
verða ein intellektuellur
vegvísari á eini ferð til
Ísrael ella eftir eina tílíka
ferð.
Fyrilesturin verður á Par-
nassinum á Hotel Hafnia
hóskvøldið tann 29 august
kl. 19:00. Fundurin er al-
mennur.
Gluntan aftur í Føroyum
Mikumorgunin kom
norski dansibólkurin
Gluntan aftur til Før-
oya. Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið skulu
teir spæla til dans,
men longu í morgin
skulu teir út í al-
mennum ørindum
sum ambassadørar
fyri Tróndheim
DANSTITÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Fyri áttandu ferð er norski
dansibólkurin
Gluntan
komin til Føroya at undir-
halda. Bólkurin, sum spælir
svingandi dansitónleik til
tey tilkomnu, hevur verið
virkin í 37 ár, og hesi árini
eru komnar 35 útgávur frá
bólkinum.
Nógvir av hesum sangum
hava verið nógv spældir í
Føroyum, og royndirnar
vísa, at Gluntan kann savna
nógv fólk til dans í Før-
oyum.
– Vit hava fleiri ferðir
áður spælt í Føroyum, so
tað verður spennandi at
sleppa at hitta vinir og
kenningar aftur. Vit hava
fingið nógvar góðar vinir í
Føroyum, og tað er altíð
stuttligt at síggja teir aftur,
sigur Dagfinn Ellefsen,
sum er ein av tónleikarun-
um í bólkinum.
– Føroyingar eru eitt sera
vinarligt fólk. Eg haldi, at
nógv fólk í norðurlondum
taka lívið í so álvarsamt,
men føroyingar duga fram-
vegis at hava tað stuttliga og
at vera eitt sindur barnsligir
við hvørt. Tað er stuttligt at
sleppa at uppliva tann
føroyska mentalitetin aftur,
sigur Dagfinn Ellefsen.
Almenn umboð
Gluntan kom til Føroya við
Norrønu, og longu í morgin
skulu teir út í almennum
ørindum. Tey vórðu fyri
fleiri árum síðani útnevndir
ambassadørar fyri Trónd-
heim, og tá norski býurin er
vinarbýur við Klaksvík,
skulu
tónleikararnir
í
Gluntan á vitjan í Norð-
oyggjum.
Teir skulu vitja Klaksvík-
ar býráð hósdagin, og við
sær úr Tróndheimi hava teir
gávur
frá
kommunalu
myndugleikunum.
– Vit eru stoltir av at
verða umboð fyri okkara
bý, og tað verður eisini
stuttligt at sleppa til Klaks-
víkar á vitjan. Hvør veit,
um vit fáa møguleikan at
spæla onkran sang har,
sigur Dagfinn Ellefsen.
Tvey tiltøk
Fríggjakvøldið skulu teir
gera tað, sum teir fyrst og
fremst eru komnir til Før-
oya fyri at gera – nevniliga
spæla til dans. Fyrra til-
takið við Gluntan verður í
høllini í Trongisvági. Leyg-
arkvøldið spæla teir í Ment-
anarhúsinum í Fuglafirði.
– Tað eru fimm ár síðani,
at vit vóru í Føroyum sein-
ast, so vit eru sera fegnir
um, at vit nú sleppa aftur til
Føroya at spæla.
– Vit hava eisini fingið
tveir nýggjar tónleikarar,
síðani vit vóru í Føroyum
seinast, og vit fegnast um,
at vit nú kunnu spæla við
nýggju manningini í Før-
oyum. Nú sleppa teir eisini
at uppliva Føroyar.
Hava úr at gera
Gluntan hevur úr at gera,
hóast talan er um eina bólk
við 37 árum á baki. Tað eru
ikki bara føroyingar, sum
fegnast um tónleikin hjá
bólkinum. Eisini heima í
Noregi eru teir nógv um-
bidnir, og teir hava fleiri
enn
hundrað
uppgávur
hvørt ár.
– Seinastu 14 árini hava
vit verið í miðal 110 ferðir
úti og spælt hvørt árið. Vit
spæla hvørt vikuskiftið, og
harafturat eru nógvar aðrar
uppgávur um summarið.
Vit spæla mest í Noregi,
men vit eru eisini sindur í
Svøríki og spæla.
Fyrr í hesum árini kom
bólkurin við eini nýggjari
útgávu, sum teir kalla Flaks.
Tað verður millum annað
tónleikur av hesi fløguni,
sum teir fara at spæla.
– Men vit fara sjálvandi
eisini at spæla nógvar av
teimum góðu, gomlu sang-
unum. Og gongur alt sum
ætla, so vera eisini nakrir
Creedence-sangir á skránni.
Teir hoyra til, tá Gluntan
spælir, sigur Dagfinn.
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið
31
august fara nakrir nýggir
bólkar á pallin í Losjuni
í Gøtu. Á hesum sinni er
talan serliga um ungar
tónleikarar
úr
Eysturoynni, so sum Sic,
Spyleg,
Knút
Eysturstein og aðrir,
eisini verður frítt jamm.
Umframt hesar bólkar er
eisini Krit á skránni, ið
er ein meira royndur
bólkur. Krit, ið júst eru
komnir inn á 15 tær
bestu, skuldu spæla í
Losjuni
fyri
góðum
mánaði síðani, men tann
konsertin bleiv avlýst, so
í staðin verður høvi at
hoyra teir leygarkvøldið.
Nú styttist til Prix Før-
oyar kappingin aftur
verður á skránni, og í tí
sambandi byrja fleiri
nýggir bólkar so smátt at
koma
undan
vatn-
skorpuni. Til síðstu Prix
Føroyar kappingina vóru
ikki minni enn 48 bólkar
í luttóku, og tað er ikki
smávegis.
Ætlanin við konsertini
leygarkvøldið er, at geva
bólkunum
høvið
at
framføra fyri fólkið,
soleiðis at teir hava fleiri
royndir á bakið, um teir
ætla sær t.d. at luttaka í
Prixnum.
Í Grót vóna teir at
fleiri
nýggjir
bólkar
koma fram í ljósið teir
næstu
mánaðinar,
soleiðis at fleiri áhuga-
verdar konsertir kunna
verða í væntu.
Grót:
Nýggir
bólkar á
pallin
– Fasta sambandið
hevur altíð havt mín
stóra áhuga. Eg havi
altíð viljað, at vinnu-
lívið í Vágum skal
kunna virka á jøvn-
um føti við vinnulívið
á meginlandinum,
sigur Vilhelm Nielsen,
fyrrverandi løgtings-
maður í Sandavági,
sum fekk ein túr
gjøgnum undirsjóvar-
tunnilin í 90 ára
føðingardagsgávu
90 ÁR
Eirikur Lindenskov
– Hetta er fantastiskt, tað er
vist og sannheit. Á denn
broyting hetta verður fyri
Vágoynna.
Hetta segði Vilhelm Niel-
sen, fyrrverandi løgtings-
maður, í Sandavági, sum í
gjár fylti 90 ár.
Fyri at heiðra Vilhelm
Nielsen á degnum, hevði
stjórin fyri Vágatunlinum,
Dávur Reinert Hansen,
boðið honum ein túr gjøgn-
um Vágatunnilin.
Vilhelm Nielsen varð
valdur á ting fyri Fólka-
flokkin í Vágum í 1958, og
sat hann á tingi flestu árini
fram til 1980. Einamest
gjørdist hann kendur fyri
uppskotið um fasta sam-
bandið um Vestmannasund
— eina heingibrúgv — sum
á fyrsta sinni kom fram ein-
aferð í sekstiárunum, men
sum hann legði fram á ting
saman við Halldor Hansen,
tingmanni fyri Javnaðar-
flokkin, miðskeiðis í sjeyti-
árunum.
– Fasta sambandið hevur
altíð havt mín stóra áhuga.
Eg havi altíð viljað, at vinn-
ulívið í Vágum skal kunna
virka á jøvnum føti við
vinnulívið á meginlandi-
num, sigur Vilhelm Nielsen
við Sosialin – og tí havi eg
altíð trúð upp á fasta sam-
bandið, leggur hann afturat.
Dóttirin, Sólgerð, veit at
siga, at undirsjóvartunnilin
er á skránni hjá Vilhelmi
hvønn dag.
– Hann hevur verið sera
spentur, og hann hevur
fylgt væl við í bløðunum,
sigur hon.
Allar tær blaðgreinar,
hann hevur klipt úr bløðu-
num, staðfesta stóra áhug-
an, hann framvegis hevur
fyri tunlinum.
At sleppa at koyra í-
gjøgnum tunnilin á níti ára
degnum, heldur Vilhelm
sjálvandi vera sera spenn-
andi – og spentur er hann
eisini til tunnilin um tríggj-
ar mánaðir skal takast í
brúk.
Men hann er tó bangin
fyri, at hátíðarhaldið fer at
fara fram á Streymoyar-
landinum, og tað heldur
hann vera skeivt.
Men stjórin fyri tunnilin
ger skjótt av við hendan
óttan.
– Hátíðarhaldið verður
sjálvandi á Vágalandinum,
tí tunnilin er fyri vágafólk,
hóast allir føroyingar fáa
gleði av honum, sigur Dáv-
ur Reinert Hansen.
Og hetta fegnast Vilhelm
um.
Túrurin gjøgnum tunnilin
gongur væl. Steðgað varð
sum sagt á, tá vit vóru á
lægsta punktinum. Tað er
105 metrar undir vatn-
skorpuni,
miðskeiðis
í
sundinum – ella 987 metrar
undir Slættaratindi. Síðani
varð hildið fram til tunnils-
munnan Streymoyarmegin.
Gott er at koyra í tunlinum,
breytin er asfalterað – bara
slitlagið vantar.
Komin út Streymoyar-
megin heldur Vilhelm fyri:
– At eitt býtt úr Sanda-
vági sum eg skuldi koma
við uppskotinum um fast
samband, tað er løgið at
hugsa sær í dag.
Vilhelm er týðuliga rørd-
ur, og abbasonurin og navn-
in, sum tók ímóti honum
Streymoyarmegin heldur
fyri, at tunnilin kanska
skuldi fingið navnið »Vil-
helmstunnil«
–
hesum
plaga vit at skemta við,
sigur hann.
Tað er einki dulsmál, at
uppskotið hjá Vilhelmi um
heingibrúnna í sjeytiáru-
num varð hildið at vera
luftkastellir – og tað heldur
Dávur Reinert Hansen vera
áhugavert.
– Tað eru kanska 35 ár
síðani, at uppskotið varð
nevnt fyrstu ferð. Fyrst sum
brúgv, síðan sum byrging,
og nú hava vit koyrt
ígjøgnum tunnilin, sigur
hann.
Vilhelm
Nielsen,
fyrrverandi løgtingsmaður
og
vinnulívsmaður
í
Sandavági var sera fegin
um føðingardagsgávuna frá
Vágatunlinum – túrin undir
sundinum.
– Hetta er fantastiskt
Vilhelm Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður:
Vilhelm Nielsen,fyrrverandi løgtingsmaður, Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunnilin, og
sonur Vilhelm, Pauli Nielsen, á lægsta punktinum í Vágatunlinum, 105 metrar undir
vatnskorpuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Vilhelm Nielsen saman við
soninum, Paula, abbasoni-
num, Vilhelmi, á Streymoy-
arlandinum eftir fyrsta túrin
gjøgnum tunnilin. Ella, sum
hann sjálvur hevði sagt,
»gjøgnum fasta sambandið
til meginlandið«, eitt mál,
hann íðin stríddist fyri sum
tingmaður fyri Vágoynna í
mong ár
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2
SCANBAD BAÐIRÚMSINNBÚGV
60 cm sett við Athene hurðum 90 cm sett við Athene hurðum
ARIA kranar
-25%
fyrr 5.274,-
fyrr 4.175,-
fyrr 7.255,-
Nú 4.045,-
Nú 5.120,-
Nú 2.960,-
120 cm sett við Athene hurðum
V.V.S. HORNI
V.V.S. HORNI
Landavegur 2 · Tórshavn
Tel. 318023 · Fax 310963