hósdagur 29. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tey, sum týsmorgun-
in komu á gátt hjá
Anne-Lene og Peter
Olofson at heilsa
teimum á silvurbrúd-
leypsdegnum, gjørd-
ust ikki sørt ovfarin.
Silvurbrúðarparið var
ikki sum væntað há-
tíðarklødd, men
»høvdu latið seg í« og
sóu nærmast út sum
grýlur í føstu
SKEMT OG ÁLVARA
Rúna Sivertsen
Peter Olofson kenna vit øll,
so mikið hevur hann gjørt
um seg, síðani hann kom til
Føroyar. Men tað, Peter er
kendur fyri, er mest tað
álvarsliga.
At Peter eisini dugir at
skemta, fingu tey at sanna,
sum týsmorgunin komu at
heilsa honum og konuni,
Anne-Lene, nú tey høvdu
verið gift í 25 ár.
Tey høvdu »klædt sig
ud« sum danir siga. Anne-
Lene í eini alt ov lítlari
mynsturbundnari troyggju
og ternutum skjúrti. Turri-
klæðið, Anne-Lene hevði á
høvdinum, setti prikkin yv-
ir i’ið. Peter í reyðhúgvu,
stúku og ullintum undir-
buksum líktist ikki presti-
num, tey flestu kenna.
Tað var fyri næmingum
og lærarum á HF-skúlanum
og øðrum, sum komu at
syngja fyri teimum silvur-
brúðarmorgunin,
Anne-
Lene og Peter høvdu »pynt-
að« seg.
- Da de ville overraske
os, ville vi også overraske
dem, segði Anne-Lene, tá
Sosialurin slóg upp á tráðin
hjá silvurparinum seinna-
partin týsdagin.
Tað var Peter, ið tók tele-
fonina, tá vit ringdu, men
hann var skjótur at lata
Anne-Lene hornið.
Hvør teirra var meistari
fyri sjáldsomu brúðarklæð-
unum, sigur søgan einki
um.
Ferð til Pólands
Í silvurbrúðargávu frá for
eldrunum hjá Peter, fingu
tey eina ferð. Ætlan teirra
var at fara til Ísrael, men av
tí, at har er so ófriðarligt,
gjørdu tey av at fara til Pó-
lands í staðin. Saman við
børnunum, Thomas 22, Sil-
as, 18 og Line 14 ár, hava
tey verið á kurhotelli í Pól-
andi.
Familjan Olofson kom
aftur til Føroya til ólavsøku.
Men familjan í Danmark
var ikki við sviðu soð; á
vegnum heimaftur steðg-
aðu tey á í Danmark — og
á somu matstovu, sum
Anne-Lene
presenteraði
Petur fyri familju sínari
fyrstu ferð, tann dagin hon
fylti 25 ár, varð familjan
aftur bjóðað. Hesuferð var
borðið sjálvsagt størri.
Sjálvan silvurbrúdleyps-
dagin høvdu Anne-Lene og
Peter opið hús í Bøgøtu í
Klaksvík.
Fjórðings føroyingur
Anne-Lene er av føroyskari
ætt. Omma hennara á faðir-
síðu var føroyisk og hevði
Midjord til eftirnavn. Hetta
navnið, helt omma hennara
vera so vakurt, at hon kall-
aði børn síni við sínum
eftirnavni.
Anne-Lene ferðaðist sum
ung genta í Føroyum, og
minnist aftur á tíðina, tá
leguhúsið á Kamsdali var
einasta húsið har.
- Tá eg í 1971 var á legu
á Kamsdali, hugsaði eg
ikki, at hetta einferð fór at
verða ein lítil býir við ein-
um studentaskúla, har eg
sjálv kom at verða lærari.
Anne-Lene og Peter hava
búð 13 ár í Føroyum. Tey
trívast væl í her, siga tey.
- Í Føroyum finnast
dygdir eg sakni í Danmark.
Her kanst tú vera tann, tú
ert, og her er pláss fyri
teimum, sum eru øðrvísi,
sigur hon.
- Klaksvík er en dejlig by
og her bor søde mennesker,
sigur Anne-Lene at enda.
Í løtuni starvast Anne-
Lene sum lærari á HF-
skúlanum í Klaksvík og á
Kambsdali. Peter arbeiðir
hálva tíð í laksi og hálva tíð
við prestavirksemi.
Eitt »øðrvísi« par
Tað vóru ikki Anne-Lene og Peter, sum vórðu tikin á bóli
týsmorgunin. Til stóra frøi fyri tey, sum vóru komin at syngja
fyri silvurbrúðarparinum, høvdu tey »klædt sig ud«. Ullintu
undirbuksirnar hjá Olofson síggjast ikki á myndini, men hann
riggaði væl í teimum, sigst.
Anne-Lene og Peter Olofson
ílatin sum »sig hør og bør«.
4
Nr. 164 - 29. august 2002
Nr. 164 - 29. august 2002
5
Nógv dýrari at hyggja at parabol í Føroyum
Tey, sum hava parabol
skulu nú eisini betala
mvg og harafturat
skal gjaldast eyka fyri
DR 1 og DR 2. Men
Canaldigital hevur
eitt gott tilboð til
føroyingar afturfyri
FYLGISSVEINA-
SJÓNVARP
Áki Bertholdsen
Allir teir túsundtals føroy-
ingarnir sum hava parabol,
skulu nú fyrireika seg til at
betala munandi meiri fyri at
hyggja at sjónvarpi.
Tí nú skulu vit nevniliga
eisini betala mvg av tí, sum
tær ymsu rásirnar kosta.
Sostatt skulu 25% her-
eftir gjaldast av upphædd-
ini, sum tað annars hevur
kostað at fáa rásirnar niður
úr luftini.
Tað verður frá 1. oktober
í ár, at mvg fer at verða
kravt av tí, sum rásirnar
annars kosta.
Tað er Toll- og Skattstov-
an í Føroyum, sum hevur
kravt, at mvg eisini verður
goldið av tí, sum rásirnar
kostað og avtalað er nú
gjørd við tey, sum bjóða
fylgissveinasjónvarp út í
Føroyum um, hvussu gjald-
ið skal krevjast inn.
Eftir, hvat skilst er ein or-
søk til hetta tann, at Føroya
Tele ætlar sær eisini at
bjóða føroyingum fylgis-
sveinasjónvarp og tey, sum
fáa sjónvarp frá Føroya
Tele, koma at gjalda mvg.
Fyri at kappingin ikki skal
vera ójøvn, verður tískil
eisini mvg kravt av teim-
um, sum síggja Canal-
digital.
Eyka fyri DR
Næstan allir føroyingar,
sum hava parabol, hava
Canaldigital. Millum rásir-
nar, sum Canaldigital hevur
at bjóða føroyingum eru
tær báðar almennu donsku
rásirnar, DR 1 og DR 2.
Men hereftir verða tær
ikki longur við í pakkun-
um, sum Canaldigital fer at
selja.
Frá 1. oktober verða DR
1 og DR 2 í einum pakka
fyri seg sjálvan, sum tey, ið
vilja hava hesar rásir, skulu
gjalda eyka fyri.
DR 1 og DR 2 fara at kosta
beint omanfyri 2.062 krónur
um árið, við mvg. Hetta er
tað sama, sum hyggjara-
gjaldið í Danmark er.
Peter From, umboðsmað-
ur hjá Canaldigital, sum í
hesum døgum er í Føroy-
um, sigur, at Danmarks
Radio heldur, at teir føroy-
ingar, sum síggja DR 1 og
DR 2, eiga at gjalda tað
sama sum teir donsku
hyggjararnir gjalda.
– Men so halda vit tað
eisini vera sjálvsagt, at fer
nakar annar at bjóða DR 1
og DR 2 út í Føroyum,
verður tað undir somu
treytum, sum vit hava
fingið, sigur Peter From.
Í Danmark betala við-
skiftafólkini hjá Canal-
digital mvg, ella moms,
sum tað eitur á donskum.
Eitt gott tilboð
Canaldigital vil ikki upp-
lýsa, hvussu nógv við-
skiftafólk tað hevur í Før-
oyum, men ein vælkvalifis-
erað meting sigur, at tað
liggur
omanfyri
6.000
krónur.
Tey, sum hava allar rás-
irnar hjá Canaldigital, tað,
sum tey nevna “Entertain-
pakkan”, rinda 2.828 krón-
ur um árið, sum er. Men nú
mvg kemur afturat, kemur
gjaldið upp á 3.535 krónur.
Sostatt fer “Entertainpakk-
in” at kosta góðar 707
krónur meir í mvg.
Tey, sum hava tann bílig-
ara Familypakkan, har tey
ikki síggja tær tríggjar
Canal + rásirnar, betala,
sum er, 1.260 krónur um
árið. Tey koma hereftir at
betala 1.575 krónur, ella
315 krónur meiri.
Men tann, sum so vil
hava DR 1 og DR 2 afturat,
skal sostatt hereftir betala
2.062 krónur afturat um
árið.
Fyri at viga upp ímóti
hesum, fer Canaldigital nú
undir eina lýsingaherferð í
Føroyum, har teir hava eitt
gott tilboð til føroyingar.
Lýsingaherferðin byrjar
1. oktober og varar tað, sum
eftir er av árinum. Peter
From vil ikki enn siga, hvat
tilboðið er, men aðrastaðni
hava vit fingið upplýst at tá
fara parabolkassar at fáast
til keyps fyri slakar 1.500
krónur.
Tað kostar alsamt meiri og meiri at hyggja í sjónvarp. Tey, sum hyggja at fylgissveinasjónvarpi
mugu nú tríva djúpari í lumman, men afturfyri fáa tey nú eitt gott tilboð
– Tíbetur er rokni-
stykkið hjá næstfor-
manninum í sam-
bandsflokkinum heilt
við síðina av, sigur
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum
LANDSKASSA-
ROKNSKAPUR
Áki Bertholdsen
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður heldur lítið um
roknistykkið hjá næstfor-
manninum í sambands-
flokkinum í Dimmalætting
nú ein dagin.
Har hevði Alfred Olsen,
roknað seg til, at lands-
kassans í ár fór at hava eitt
undirskot upp á ímillum
300 og 400 mió. krónur.
– Hetta er ein áhugaverd
útrokning, men hon er tí-
betur púrasta skeiv, sigur
Karsten Hansen.
Hann sigur, at nýggjasta
metingin hjá Fíggjarmála-
ráðnum vísur tvørturímóti,
at landskassin í ár fer at
hava eitt avlop upp á 100 -
150 millónir krónur.
– Tað vil siga, at Alfred
Olsen skjýtur 450 mió. ella
nærum eina hálva milliard
krónur við síðuna av. leggur
hann afturat.
Púrasta misskilt
Karsten Hansen sigur, at
tað, sum Alfred Olsen púr-
asta hevur misskilt, er, at
hann tekur tølini fyri fyrra
hálvár í ár og faldar tey við
tvey og so kemur hann fram
til, at undirskotið hjá lands-
kassanum í ár verður 300-
400 milliónir.
– So einfalt er rokni-
stykkið ikki, sigur Karsten
Hansen.
Hann sigur, at tað er stórur
munur á, hvussu útreiðsl-
urnar hjá landskassanum
ígjøgnum árið fella og tað er
eisini stórur munur á, hvussu
inntøkurnar fella.
– Eitt nú vita vit, at inn-
tøkurnar av partafelags-
skattinum og rentuskattin-
um koma ikki, fyrrenn í
seinnu helvt í ár.
Hinvegin vita vit eisini,
at vit hava goldið 200
milliónir í rentu av statsláni
og vit hava goldið fyrsta
gjaldið upp á 89 milliónir
til nýggja suðuroyarskipið.
– Hetta eru gjøld, sum
fella í fyrra hálvárið, men
sum eru galdandi fyri alt
árið og Karsten Hansen sig-
ur, at fleiri slík dømi eru.
Hækka slakar 200
milliónir
Karsten Hansen sigur, at tá
ið mett verður um rokn-
skapin hjá landskassanum,
eiga vit at leggja upp fyri,
at útreiðslur og inntøkur
ikki fella javnt yvir alt árið.
–Tí ber heldur ikki til at
samanbera tøl fyri fyrra
hálvár við tølini fyri seinna
hálvar.
– Skal nøkur meting ger-
ast við skili í, er tað rættast
at samanbera 1. juli í ár við
1. juli í fjør.
Hann sigur, at í juli í fjør
átti
landskassin
1.866
milliónir í Landsbankan-
um, men 1. juli í ár er
gjaldið komið upp á 2.048
milliónir.
Talan er sostatt ein hækk-
ing uppá knappar 200 mió.
krónur og ikki eina lækking
uppá 400 milliónir, sum
Alfred Olsen vil vera við.
Landskassin átti 1. januar í
ár 2.458 milliónir í Lands-
bankanum og mett verður,
at talið verður á leið tað
sama 1. januar komandi ár,
men hetta er eftir, at av-
dráttur er goldin av lands-
kassans skuld fyri 2002.
At enda upplýsir Karsten
Hansen, at hesi seinastu
fýra árini eru umleið 800
milliónir goldnar av skuld-
ini hjá landskassanum.
Útfrá sínum egna rokni-
stykki, legði Alfred Olsen
sostatt eisini upp til, at var
samgongan ábyrgdarfull,
legði hon eina fíggjarlóg
fram, har almennu útreiðsl-
urnar vórðu lækkaðar
– Tað er tað ongin orsøk
til, sigur Karsten Hansen.
Men sjálvsagt miðja vit
eftir at tálma útreiðslunum,
og tað haldi eg, at allir
politikarar eru samdir um-
eisini sambandsfólk.
Alfred roknar eina hálva milliard skeivt
Roknistykkið hjá Alfred Olsen er áhugavert- men tíbetur púra skeivt, sigur Karsten Hansen
C
M
Y
K
5
4