Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 164 - 29. august 2002 Nr. 164 - 29. august 2002 7 Nýggjar tíðir í SMS Umfatandi umvæling- arnar hjá SMS ganga eftir ætlan. Um ein lítlan mánað lata handlarnir upp sum vant. Harímillum eisini onkur nýggjur handil. 9. oktober byrjar føroyska Burger King ævin- týrið. Nýggjar tíðir við stórum matar- staði og strongum krøvum liggja fyri framman SMS Heri á Rógvi Tað hevur vakt ans hjá teimum flestu, at SMS í hesum døgum er farið und- ir umfatandi byggiarbeiði á miðhæddini. Ikki tí tað hevur skortað við umtalu, so tóku vit túrin niðan í ein- astu sølumiðstøð av sínum slag í Føroyum – SMS. Nýggja matarstaðið hjá SMS verður góðar 750 m2 til støddar. Matarstaðið kemur at umfata Perluna, Sunset Boulevard og Burg- er King. Av hesum trimum er Burger King nokk tað mest forkunnuga, sum eisini er kent úr øðrum londum. – SMS er faktiskt niður- slitið og óhóskandi til nú- tíðarkrøv, segði Hans Mort- ensen, stjóri og annar av eigarunum av SMS, fyri einari tíð síðani um orsøkir- nar til, at teir eru farnir undir hesar nógvu og stóru umbyggingarnar. Niels Mortensen, stjóri fyri SMS, sigur, at teir í eitt ár og nakrar mánaðir hava arbeitt við hesum hugskot- inum við at hava Burger King v.m. í SMS. – Burger King var tað fyrsta, vit royndu at fáa hendavegin, tá vit gjørdu av at fara undir hesar umvæl- ingarnar. Tað var av trupult at fáa teir at ganga við til hetta, men orsakað av teim- um nógvu vitjandi í SMS, so gekk Burger King við til at koma hendavegin, sigur Niels Mortensen. Hann las um Sunset Boulevard í einum blað og helt, at hetta virkaði rætti- liga áhugavert. Sunset Boulevard leggur seg eftir at gera sunnan mat, ið inni- heldur sum minst av feitti. Afturat hesum báðum verð- ur eisini Perlan at síggja í SMS í framtíðini. Hetta verður kortini ikki Perlan, sum vit kenna hana í dag. Perlan fer at selja tey best umtóktu produktini hjá sær, t.e. morgunbreyð o.a. um morgunin og matvørur sum steak o.a. seinnapartar og seint fyrrapart. Øll trý matarstøðini fara at virka á tann hátt, at tú stendur í kø uttanfyri ein disk. Tað verður ikki sum nú, at tú kanst ganga inni í Perluni. Hetta sparir heilt fitt av plássi. Fyri sovítt verður talan um trý ymisk støð við hvør sínum sitiplássum, men ætlanin er, at fólk skulu kunna seta seg hvar tey vilja. Í alt verða 260 siti- pláss til tær tríggjar mat- stovurnar. – Vit satsa uppá alla fam- iljuna og at nøkta hvønn tørv. Við hesum trimum matstovunum hava vit eitt ógvuliga breitt útboð, sum skuldi verið nakað fyri øll, sigur Niels Mortensen. Burger King kemur at vera longst vestureftir, t.e. móti Sparikassanum, Sun- set Boulevard fer at vera í miðjuni og Perlan verður longst eystureftir. Allar tríggjar matstovurnar fara at liggja á rað, og siti- plássini vera so útfyri mat- stovurnar. Útsjóndin hjá Burger King verður í 50’ ara stíli og ógvuliga amerikanst. Sunset Boulevard hevur somuleiðis sín egna stíl, sum tó ikki fer at víkja nógv frá stílinum hjá Perluni. Í vestara endanum verður eisini Drive-in. Hetta verð- ur kortini bert um kvølda- rnar, tí økið skal nýtast til parkeringsøkið um dagar- nar. Enn er ikki heilt greitt, hvussu frá- og tilkoyringina verður skipað í sambandi við drive-in. Eisini verður stórt spæli- plás til børn knýtt at teim- um trimum matstovunum á nýggja 750 m2 hjá SMS. Millum 25 og 30 fólk koma at arbeiða í alt á teim- um trimum støðunum. Hig- artil hava fýra fólk verið í Malmø í Svøríki fyri at fáa venjing frá Burger King. Eisini eru trý fólk í Esbjerg og lærast upp í sambandi við Sunset Boulevard. Seinni fara átta fólk afturat avstað til Malmø fyri at læra kynstrini í øllum sum ger og er Burger King. Burger King, Sunset Boulevard og Perlan lata upp 9. oktober. Franchise Bæði Burger King og Sun- set Boulevard eru skipaði sum franchise fyritøkur. Hetta merkir, at tú kanst keypa rættindin til at kalla teg fyri Burger King. Fyri at sleppa at kalla teg hetta, so skalt tú eisini halda sama støðið, ið tær verður álagt. Tað er meiningin at ein vøra frá eitt nú Burger King skal smakka tað sama í Føroyum ella Avstralia. – Hetta setir ógvuliga strong krøv til okkara. Krøvini eru ikki nakað, sum vit eru vanir við í Før- oyum, og hetta halda vit eisini er gott fyri okkum, tí støðið má vera høgt, sigur Nielse Mortensen. Burger King eiga am- erikumenn. Burger King er so við og við vorðið kent um allan heimin. Sunset Boulevard hinvegin er ein donsk keta, ið veruliga hevur fingið vind í seglini í Danmark. Strongu krøvini merkja m.a. at eina ferð um mánaðin kemur eitt umboð frá Burger King og/ella Sunset Boulevard á vitjan. – Hesin persónurin kem- ur inn og keypir sær okkurt. Vit fáa einki at vita. Tríggj- ar dagar eftir vitjanina fáa vit eina rapport, har vit fáa skoðsmál fyri mat, tænastu, reinføri v.m. Halda vit ikki sama støðið, so kunnu vit missa loyvið, sigur Niels Mortensen. Talan er um størstu um- byggingina hjá SMS síðano 1986, tá bilkjallarin v.m. vórðu bygd. Leiðslan fyri SMS hevur góðar vónir – Vit meta, at hetta kann bera til, sigur Niels Mort- ensen, sum sigur á ongan hátt vóna, at hetta stigið hjá teimum fer at ganga útyvir kappingarneytarnar aðra- staðni í býnum. Benetton og Sportsmaster Umbygginginar geva SMS einar 200 m2 av gólvplássi afturat. Hetta merkir m.a. at Skálkur fær meira rúm á ovastu hæddini. Ein lyfta er eisini sett upp millum mið- hæddina og ovastu hædd við sunnaru inngongdina. Posthúsið er flutt og eitt stórt vesi verður har ístaðin. Barnahandilin Schann fer í søguni. Har, sum Schann heldur til, verður ístaðin Benetton, sum eisini fyri tað nógva selir barnaklæðir. Sportsmaster verður eisini at síggja í SMS í framtíðini. Klivin verður fluttu longur eystureftir, og har Klivin hevur hildið til verður í framtíðini Sportsmaster. Mynd”SMS1”: Í løtuni er alt eitt stórt byggipláss í SMS. Til vinstru á myndini verður tað stóra matarstaðið við trimum matstovum. Ein nýggj inngongd verður eisini gjørd norðureftir. Í loftinum kemur dagsljós at streyma inn. Í alt 200 m2 er bygdur afturat verandi gólvplássi. Mynd: Álvur Haraldsen Niels Mortensen, stjóri fyri SMS, sum her vísir Sosialinum tekningarnar av nýggja matarstaðnum, sigur, at nýggju matstovurnar seta stór krøv til SMS, og hetta metir hann vera positivt. Mynd: Álvur Haraldsen Fríðka um Fuglafjørð Nú verður farið í gongd við at fríðka um í Fuglafirði. Ætl- anirnar eru nógvar og víttfevnandi, men tá komið er á mál, er ætlanin at hava eitt torg og yvir 80 park- eringspláss at bjóða íbúgvunum mitt í bý- num MIÐBÝARÆTLAN Ingrid Bjarnastein – Tað hevur í nógv ár ligið frammi ætlan um at breiðka vegin frá Gjógvará norð á havnarlagið, so at vit fáa ein góðan og breiðan veg ístaðin fyri tann smala, sum er nú, sigur Sigurd Simon- sen, borgarstjóri í Fugla- firði. – Men fyrr stóðu so nógv hús í vegin, sum forðaðu fyri at breiðka vegin, og nú haldi eg, at tað eru eini 18 hús tikin niður. Men hetta er hent yvir eini 30- 40 ár. Alt hetta arbeiðið við at breiðka vegin og annað steðgaði upp tá kreppan byrjaði, men nú er ætlanin at hetta arbeiðið skal takast upp aftur. Torg Vegurin er longu breiðkað- ur eitt stykkið. Frá Gjógv- ará og norð til Sparikassan er vegurin nú breiður og góður, men ætlanin er, at bøtast skal um hann allan vegin norð til havnarlagið. Tað fyrsta kommunan hevur gjørt er eisini at gera eina gongubreyt við Spari- kassan, sum er steinløgd, og sær ógvuliga snotulig út. Og ikki nóg mikið við tí. Eisini skal eitt stórt parker- ingsøkið gerast við nýggja og snotuliga Mentanarhús- ið, og uttanfyri Mentanar- húsið skal eisini gerast eitt torg. – Vit byrjaðu týsdagin at gera eina gongubreyt rund- an um Mentanarhúsið, bæði á ovaru og niðaru síðu. Á ovaru síðu skal so eisini gerast eitt torg, sum Niels Midjord hevur tekn- að. Hetta torgið er longu góðkent av býráðnum. Torgið verður stórt og rúmligt við flísum og skráningum. Eisini verður ein lítil »standur« av glasi, har til ber at hava eitt lítið kór, røðarar og annað. Restin av ætlanini gongur annars út uppá at breiðka restina av vegnum. Frá Toftagøtu og norðeftir verður tikið tveir metrar niðan í garðin hjá fimm húsum. Soleiðis verður vegurin eitt sindur breiðari, og so verður gongubreyt eisini gjørd har. – Tað verður tryggari hjá gongufólki at ganga har og tað er ein stórur fyrimunur. Ferðslan eftir høvuðsveg- num í Fuglafirði er so tung. Yvir 100.000 tons verða flutt eftir vegnum árliga, greiðir Sigurd Simonsen frá. Borgarstjórin sigur eisini, at ein grótgarður skal lagast yvir eftir ovaru síðuni, og á niðaru síðuni verða stuðlar gjørdir, tí vegakanturin er ógvuliga ófantaligur. – Størsta takið er runt um Mentanarhúsið, men tá parkeringsøkið er liðugt har, verður pláss fyri eini 80 bilum. Og Mentanarhús- ið liggur eisini so mikið væl fyri, at tað ber væl til hjá fólkum, sum fara til dømis í Siloa ella í kirkju at parkera bilin har niðri, vísir Sigurd Simonsen á. Tað fer at taka eini 2-3 ár áðrenn hetta arbeiðið verð- ur liðugt, men tá tað eina- ferð verður, so er Sigurd Simonsen sannførdur um, at Fuglafjørður fer at hava ein góðan, snøggan og breiðan høvuðsveg, sum býurin kann verða errin av. Fuglafjarðar Kommuna fer nú veruliga í holt við at fríðka um býin. Ætlanin er at breiðka høvuðsvegin allan vegin frá Gjógvará og norð til havnarlagið, og ætlanin er eisini at gera eitt torg við Mentanarhúsið Savnsmynd SIGLING Ingrid Bjarnastein Mánakvøldið noyddist Teistin, sum siglir til Sand- oyar, at avlýsa sístðu túrar- nar vegna tekniskt brek. – Tað er ein turbina, sum er farin, segði Magnus Magnussen, leiðari á tekn- isku deild hjá Strandfara- skipum Landsins, fyrra- partin í gjár, mikudagin. – Eg vóni, at tann vant- andi deilurin kemur í kvøld, tí so fer Teistin aftur at sigla í morgin tíðliga. Tann vantandi deilurin skuldi koma úr Týsklandi í gjárkvøldið. Teistin aftur at sigla í dag Teistin hevur seinastu tríggjar dagarnar ligið í Havn. Ein turbina var farin, og bíðað hevur verið eftir vantandi deilinum úr Týsklandi Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6