Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 164 - 29. august 2002 Nr. 164 - 29. august 2002 9 HAVHESTAVEIÐA Vilmund Jacobsen Nei, bummtúrur er ikki rætta orðið, tí vit komu fegnir og vælhýrdir aftur at landi eftir at hava drukkið ein deiligan kaffimunn inni á MBM-Kjøti í Hósvík. Men sum havhestatúrur, var hann lítið verdur. Vind- ur, illfýsið og eingin hav- hestur at síggja. Týsmorgunin kl. 05 loystu vit úr Oyrunum á Toftum. Svágurin, Alberg, var skipari og eigarin av norsktbygda timburbátin- um, Norðkapp, sum er 25 føtur langur. Báturin hevur ligið síðan tíðliga í summar. Ein góðan morgun, tá ið eigarin, Alberg og skjótt áttatiára gamli nesmaðurin, Hans Jakku á Gadd, skuldu fara ein túr á flot, tók skrúvan í botn í Oyrahavnini. Har var einki at gera, og túrurin mátti avblásast. Báturin mátti uppá land, og tað hevur tikið langa tíð at fáa alt uppá pláss aftur. Men samstundis, nú veðrið hev- ur verið so turt og gott, er báturin so eisini vorðin málaður. Á havhestaveiði Týsmorgunin skuldi so fyrsti túrurin gerast, eftir at báturin hevur ligið so leingi. Alberg er royndur hav- hestamaður. Ein dagin í fjør heyst fingu hann og ein vinmaður 520. Mær dámar eisini væl at taka havhest. Vóru ein túr síðsta heyst sum eisini gav slakar 500 fuglar. Stuttligt at taka, tó eitt ómetaligt stríð at fáa alt undan. Men tað stuttliga er, at tað letur seg gera – eisini, tá ið talið er so stórt. Tað hevði verið ómøguligt fyri nøkrum árum síðan hjá tveimum monnum at fingið eitt so stórt tal av fugli undan, men síðan vit fingu tær góðu roytingarmaskin- urnar, sum næstan taka alt dúnið av eisini, letur tað seg gera. Veðrið, sum sá út til at vera eitt sindur ivasamt kvøldið fyri, var gott á Tangafirði hendan morgun- in. Kanska fór tað at eydn- ast. Minkaði hann lotið uppaftur meira, skuldi veðrið ikki verið nakar bági. Vestligur í ættini. Komnir suður móti Fríðrikskirkjuni, hevði motorurin hug at steðga. Kendist, sum fekk motor- urin ikki nóg mikið av olju. Vit løgdu inn á Toftagjógv. Skiparin var skjótur og loysti oljufiltrið undan. Tað var júst skift nakrar dagar frammanundan. Setti tó eitt nýtt filtur undir, og motor- urin reyk beinanvegin í gongd aftur. Vit løgdu suður ígjøgn- um fjørðin og í ein landsynningeystan úr Eyst- nesi. Eystanfyri var frískt lot, men makaði hann, hevði verið roynandi. Ætlanin var at koma út á opnan Kalsoy- arfjørð og síðan halda leið- ina í Fugloyarfjørð. Umleið ein tími var eftir av vestfallinum, mettu vit, so vit høvdu mótstreym. Sjógvurin var einki at tosa um, rímiliga slætt, men ikki besta havhestaveður. Onkuntíð tóktist at vera meira lot, onkuntíð minni. Eingin havhestur var at síggja allan vegin út á opnan fjørðin. Tað er nú ikki óvanligt. Men tá ið vit reiðiliga vóru komnir út á fjørðin, og einki havhesta- bein framvegis var at síggja, fóru vit at ivast í, um hetta nú fór at gerast tann stóri dagurin, sum vit vón- aðu. Kanska heldur tíðliga , hugsaðu vit. Men tá ið nak- að av havhesti fekst leygar- dagin fyri, átti tíðin ikki at verið verri, nú tríggjar dag- ar seinni. Úti á Kalsoyarfirði var frískur vindur, og óhugaligt var at halda norður í Fugl- oyarfjørð. Valdu Djúpini Vit avgjørdu at halda norð- ureftir, norður í Leirvíks- fjørð og norður ígjøgnum Djúpini. Tað rak hart norð- ur eftir, og tess longur norð- ur vit komu, jú harðari rak. Báturin, sum vanliga gong- ur 6-7 míl, gekk heilar 12 míl, tá ið vit nærkaðust Galvinum og Kallsoynni. Væntaðu lívd í Leirvíks- firði, men hendan lívdin kom ongantíð. Lotið var allatíðina ríkiliga frískligt til havhestatøku. Men tað gjørdi sum so ikki nakað serligt, tí einki fuglabein var at síggja kortini. Vit stevndu longur norður, og nú vísti tað seg, at hann var hækkaður. Tí gjørdist tað eitt sindur tvassut, tá ið vit komu norður um Fugla- fjørð. Har eru ivaleyst íður, sum ikki høvdu verið so penar, um vindurin vaks uppaftur meira. Einar tvær ferðir fekk báturin »framm- aná«, men ikki meira enn tað, at vit valdu at halda leiðina fram norðureftir. At venda suðureftir aftur, fór hvørki at geva eitt ella ann- að, vóru vit sanførdir um. Og so høvdu vit eisini skula togast við harða rákið í Leirvíksfirði. Tað tímdu vit so slett ikki. Komnir norður á Oyndar- fjørð, høvdu vit fingið tveir havhestar; tað var alt – og vit høvdu heldur ikki sæð meira enn hesar somu. So, her var snøgt sagt stein- deytt við fugli. Eingin svartfuglur heldur... Vit sigldu beint norður ígjøgnum Djúpini, og vest- anfyri norðara part av Kallsoynni, duttu vit á nakrar heilt fáar havhestar. Framvegis rak eystur, og tað fór tað at gera nakrar tímar aftrat. Tíbetur. Nú var so tvassut, at hevði vestfall- ið verið ov nær, er ivasamt, um vit ikki høvdu verið noyddir at vent suðuryvir aftur. Tað hevði heldur ikki verið takandi, um nakar havhestur var. Báturin setti so nógv, at sjógvur javnan legði seg afturyvir húsið. So, har var ikki standandi – í hvussu er ikki í ongum oljuklæðum og við sigarett í munninum! Trupulleikin við oljuklæðunum kundi verið loystur, tey oljuklæð- ini hjá skiparanum lógu inni í húsinum. Vit avgjørdu nú at toga okkum vestur í Eiðisflógva, einar 3-4 fjórðingar úr landi. Hetta fór at taka langa tíð, vistu vit. Helst nakrar tímar... Alt gekk væl. Hóast keðiligu havhestalíkindini, hugdu vit, um nakar hav- hestur var, men tað var sum lundi á jólanátt. Vit sóu bara onkran hendinga fugl. Og so slett einki at tosa um. Leingi at vinna upp Eiðisflógva Framvegis rak norður, so ógvuliga seint gekk vestur- yvir. Onkuntíð lá ferðin um 2-3 míl; tað var alt. Tá ið vit vóru komnir nakað væl vestur, mettu vit, at vit høvdu ein tíma eftir í Eiðis- flógva, men hesin tímin gjørdist til tveir. Drúgt var at hála okkum vestur móti Risanum og Kellingini og uppaftur drúgvari at sleppa so mikið langt vestur, at Torvanes og Víkarnes vóru yvir eitt, soleiðis at vit kundu leggja leiðina inn í Eiðisflógva. Men umsíðir kundu vit leggja á Flógvan, og ferðin inneftir gekk væl. Tað var ein stórur lætti, tá ið vit komu inn um, tí tað hevði verið so strævið at »trampa« allar hesar tím- arnar vesturyvir. Tíbetur vóru vit fyrr enn vestfallið, tí tá hevði tramp- aríið ivaleyst verið uppaftur meira... Vit sigldu suður ígjøgn- um Sundalagið og høvdu viðstreym, tá ið vit nærkað- ust brúnni við Streymin og allan vegin suðureftir. Á leiðini við brúnna kom ferðin uppá slakar 11 míl. Skiparin er til dagligt slaktari á MBM-Kjøti, so tá ið vit komu suður til Hós- víkar, løgdu vit at landi og fingu ein góðan kaffimunn. Ferðin úr Hósvík og heim á Toftir tók tað mesta av einum tíma. Tá ið vit løgdu at aftur á Toftum, høvdu vit siglt runt alla Eysturoynna. Fongurin var ikki nevniverdur, men vit høvdu so roynt bátin og kundu fegnast um, at alt hevði riggað, sum tað skuldi. Enn er góð tíð til havhest. Lítið er at ivast í, at fuglur- in er lagstur nakrar dagar seinni enn vanligt. Tí kunnu menn, sum ætla sær ein ella fleiri havhestatúrar, gleða seg um, at tað er ikki ov seint at fara avstað í vikuskiftinum og heldur ikki í komandi viku. Ein bummtúrur runt Eysturoynna Her eru vit komnir inn í Sundalagið. Fongurin er ikki nevniverdur Mynd: Vilmund Jacobsen Norðanfyri sigldu vit fram við línuskipinum, Havsbrún, sum lá og dróg svart hesa løtu. Mynd: Vilmund Jacobsen Tað kemur ikki óvart á fyritøkurnar, sum ES hevur valt at kanna eftir skuld- setingar um dump- ing, at tað júst gjør- dust tær, sum sjónar- eygað nú verður sett á. Árið 2001 hjá Vestlax, Fiskasøluni og Bakkafrost skulu nú endavendast DUMPING Jón Brian Hvidtfeldt Eftir ákærurnar frá skotsk- um og írskum alarum, um at føroyingar hevur selt laks á ES-marknaðinum fyri dupming-prís, hevur ES nú valt at kanna tríggjar før- oyskar fyritøkur, Vestlax, Føroya Fiskasølu og Bakkafrost. Kanningin av hesum fyritøkum er rættu- liga umfatandi, tí øll fram- leiðsla og søla av laksi til ES í fjør skal kannast niður í smálutir. Niðurstøðan av kanningini, sum fevnir um øll feløg, sum fyritøkurnar eiga í, skal so nýtast sum meðaltal fyri alla føroysku alivinnuna, og sum út- gangsstøði fyri, hvørt ES skal seta tiltøk í verk móti føroysku alivinnuni. Til- samans umboða hesar tríggjar fyritøkurnar umleið 54 prosent av framleiðsluni og søluni av laksi til ES- marknaðin. Kemur ikki óvart á Niels Dann West, stjóri í Vestlax, er ikki bilsin av, at Vestlax er ein av fyritøkun- um, sum ES hevur peikað á. -– Tað hevði verið ringt at sloppi undan, av tí at vit eru so stórir á føroyska markn- aðinum, sigur Niels Dann West og leggur afturat, at Vestlax eisini er við í allari framleiðsluketuni, bæði framleiðslu og sølu, um- framt at fyritøkan hevur eina deild innanfyri ES, nevniliga í Hirtshals. Fiskasølan er í somu støðu sum Vestlax. Fiska- sølan er sølufyritøka, og eigur harumframt í eini fyritøku í framleiðsluliðn- um. Eisini hevur Fiskasølan deildir, bæði í Danmark, Onglandi og Fraklandi. Triðja fyritøkan. Bakka- frost bæði framleiðir og selir sjálvt sína vøru. Kann skaða fyritøkurnar At hesar tríggjar fyritøkur nú eru settar í samband við eitt dumpingmál hjá ES, kann í ringasta føri skaða fyritøkurnar, áðrenn úrslit- ið av kanningini fyriliggur, metir Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Føroya Fiskasølu. Hann vísir á, at tað altíð er keðiligt at koma í ringt ljós hjá ES, og verða settur í samband við eitt tílíkt mál. Men sum støðan er í løtuni, dugir hann ikki at meta um, hvørt tað fer at skaða umdømið hjá Føroya Fiskasølu. Stjórin á Vestlax er ikki so dapurskygdur, men metir, at kanningin skal síggjast í tí ljósi, at ES hevur valt fyritøkur, sum breitt umboða føroysku ali- vinnuna. Niðurstøðan av kanningini kann tó fáa stór- an týdning, ikki bara fyri hesar tríggjar fyritøkurnar, men alla føroysku alivinn- una, vísir Niels Dann West á. Tí í ringasta føri kann hon elva til, at ES fer at seta revsitiltøk í verk móti før- oysku alivinnuni. Á Bakkafrost hevði leiðslan mikudagin fund við sakførarar um málið, og stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, var tí ikki at hitta. Duga ikki at spáa um úrslitið Hvørki stjórin á Vestlax ella stjórin á Fiskasøluni duga at meta um niðurstøðuna av kanningini hjá ES. Hans Johannes á Brúgv vísir á, at sera trupult er at fáa greiðu á, hvat ES metir sum dump- ing, og hvussu tað verður definerað. – Vit mangla at fáa greiðu á, júst hvat ákærurn- ar snúgva seg um, og hvat ES leggur í orðið dumping, sigur Hans Johannes á Brúgv. Fyrru helvt av árinum í fjør vóru laksaprísirnir ikki so lágir, men seinnu helvt vóru teir óvanliga lágir. Kanningin hjá ES fevnir um alt árið í fjør, og spurt verður niður í smálutir, »einkultfaktura-niveau«, sum stjórin á Vestlax tekur til. Noyðast at akta Føroysku fyritøkurnar hava ongan annan møguleika enn at akta boðini frá ES og svara uppá spurningarnar í kanningini, tí annars kann føroyska alivinnan so í øllum føri vænta tiltøk frá ES, eru stjórarnir í Vestlax og Fiskasøluni samdir um. Harafturímóti hevur tað stóran tídning, tá niðurstøð- an av kanningini er gjørd, at føroyingar duga at gera sína ávirkan galdandi, og duga at tosa sína søk. – Í síðsta enda er tað ein politisk avgerð, hvørt revsi- tiltøk skulu setast í verk. Kanningin er bara grundar- lagið undir henni. Tí hevur tað alstóran týdning, at før- oyingar duga at leggja nið- urstøðuna fram, sæð við okkara eygum, vísir Hans Johannes á Brúgv á. Høvdu væntað at verið útvaldar Hans Jacobsen formaður í Hav- búnaðarfelagnum, metir, at tær tríggjar fyritøk- urnar, sum skulu kannast í samband við ákærurnar um dumping, geva eina reella mynd av føroysku alivinn- uni, sum hon sá út í fjør DUMPING Jón Brian Hvidtfeldt Formaðurin í Havbúnað- arfelagnum, Hans Jac- obsen, fer ikki at mót- mæla, at tað júst vera Fiskasølan, Vestlax og Bakkafrost, sum skulu kannast nærri. Hann metir, at hesar fyritøkur, tá niðurstøðan fyriligg- ur, geva eina reella mynd av, hvussu árið í fjør sá út hjá føroysku alivinnuni. – Eg meti, at føroying- ar við hesum hava eina reella sak. Sjálvandi er ilt at meta um, hvør niðurstøðan verður, tí vit hava ikki roynt tílíkt áður, og tíðum kann ES vera tungt at arbeiða við, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðar- felagnum. Hann vísir á, at tað vóru nógv ymisk viður- skifti, sum ávirkaðu árið í fjør hjá alivinnuni. Til dømis sjúka og neyð- slakt. Tí kundi tað, hevði ES valt at kanna aðrar fyritøkur, givið eina aðra mynd av alivinnuni. Havbúnaðarfelagið hevur verið í samband við belgisku sakførara- fyritøkuna Van Bael & Bellis, sum er serkøn í dumping-málum, og ráðgevar hjá fyritøkuni eru í løtuni í Føroyum at hjálpa føroysku fyritøk- unum at svara teimum mongu spurningunum í kanningini. Hans Jacob- sen sigur, at vinnan hev- ur valt at leita sær ser- køna hjálp, tí summir av spurningunum eru sera torskildir. Tá fyritøkurnar, í seinasta lagi 3.oktober, hava svarað spurningun- um, skal ES gjøgnum- ganga og kanna teir, og eisini væntar formaður- in í Havbúnaðarfelagn- um, at fólk úr ES kemur til Føroya at eftirkanna tilfarið. Síðan verður ein niðurstøða gjørd, og vís- ir tað seg tá, at ES metir at ákærurnar um dump- ing eru grundaðar, so skulu samráðingar til, áðrenn tiltøk verða sett í verk. Vit hava eina reella sak Hans Johannes á Brúgv, stjóri er ikki bilsin av, at Fiskasølan er millum fyritøkurnar, sum ES hevur valt at kanna nærri. Hann heldur, at føroyingar hava rímilig kort á hondini P/F Bakkafrost er ein av trimum fyritøkum, sum skulu kannast. Niðurstøðan av kanningin skal nýtast sum meðaltal fyri alla føroysku alivinnuna C M Y K 9 8