hósdagur 29. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 164 - 29. august 2002
Nr. 164 - 29. august 2002
11
Politikkarar brúka nógv ymisk hjálpartól at halda seg
flótandi. Serliga tá eitt val nærkast. Men at politikkarar
eisini kunnu skapa sær fjølmiðlatekki eftir eitt val, sóu
vit eitt dømi um í Degi og Viku mikukvøldið.
Hetta kvøldið avdúkaði vágatingmaðurin, Marjus
Dam, seg sum ein stóran populist. Samstundis sum
hin vágatingmaðurin, Jóanis Nielsen, vísti seg sum
ein seriøsan politikkara, sum ikki letur sær lynda eitt
bíligt veljaratekki.
Um sambandsmaðurin ikki nú skjýtur upp, at tað skal
vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin, tá hann
letur upp um ársskiftið!!! Tað hevði verið í lagi, um tað
ongatíð hevði verið upp á tal at gjalda fyri at koyra
gjøgnum fyrsta undirsjóvartunnilin her á landi.
Men sum fólkafloksmaðurin so greidliga vísti á, so var
tað ein fyritreyt fyri at fremja verkætlanina, at íløgan
skuldi fíggjast við brúkaragjaldi, eins og gjørt verður á
sjóleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Sjálvandi kunnu vit altíð seta spurnartekin við, sum
ein vágamaður gjørdi, hví ikki krevja gjald fyri at
koyra á ávísum vegastrekkjum ella koyra um brúnna
við Streymin, men hesir vegir ella henda brúgv eru
ikki gjørd við teirri fyritreyt, at »bummpengar«
skuldu krevjast.
Tað kunnu eisini liggja aðrar orsøkir aftan fyri tað at
taka pening fyri at fara gjøgnum ein tunnil ella eftir
eini brúgv. T.d. kann eitt endamál vera at avmarka
óneyðuga ferðslu. Kanska koyrigina hjá teimum
ungu - rukkukoyringina - sum jú hevur nógvar
óhugnaligar avleiðingar.
Venda vit aftur til tilmælið hjá Marjusi Dam at koyra
ókeypis ella gjalda 20 krónur fyri at sleppa at koyra
undir Vestmannasundi, og siga, at tað var ein
meiriluti fyri hesum, so eiga vit at taka allan
spurningin um ferðing og ferðagjald upp.
– Hvat høvdu tey, sum dagliga skulu sigla um
Leirvíksfjørð, Skopunarfjørð ella Suðuroyarfjørð,
sagt, um tað var ókeypis at fara um Vestmannasund,
tá tað alla tíðina hevur ligið í kortinum, at tað skuldi
kosta at sleppa úr og í Vágar eftir at undirsjóvar-
tunnilin loysir Ternuna og Sam av?
Tað hevði verið kollvelting!
Afturímóti hevði tað verið meiri seriøst, um Marius
Dam ella onkur annar politikkari tók spurningin um
brúkaragjald upp til umrøðu. – Áttu vit t.d. ikki at
lívgað um útoyggjar ella útjaðara við at lækka mun-
andi um ferðagjøldini og ístaðin játtað Strandfara-
skipum Landsins á fíggarlógini?, kunnu vit spyrja.
Men hetta uppskotið um ókeypis koyring ella at
gjalda 20 kr. fyri túrin er einki annað enn eitt
populistiskt flopp!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Populistiskt flopp!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Avlop landskassans fyri 2002 verður
væntandi 100-150 milliónir krónur
Karsten Hansen
landsstýrismaður
Næstformaður sambands-
floksins, Alfred Olsen,
roknar seg í Dimmalætting
í gjár fram til, at úrslit
landskassans fyri 2002
verður eitt undirskot uppá
millum 300 og 400 mió.
krónur. Hetta er ein áhuga-
verd útrokning, men hon er
tíbetur
púrasta
skeiv.
Nýggjasta metingin hjá
Fíggjarmálaráðnum vísur,
at úrslit landskassans verð-
ur eitt stað millum 100 og
150 millónir krónur - í av-
lopi. Tað vil siga, at Alfred
Olsen skjýtur 450 mió. ella
nærum eina hálva milliard
krónur við síðuna av.
Alfred Olsen hevur inni á
tí frálíka hentu heimasíðuni
hjá Føroya Gjaldsstovu
funnið fram nøkur tøl, ið
hann við vanligari hús-
mansrokning faldar við
tvey - tí at tølini higartil eru
fyri fyrra hálvár. Einfalda
niðurstøðu næstformansins
er síðani, at landskassin í
2002 fer at hava 300-400
milliónir krónur í halli.
Hesin hátturin at fram-
rokna uppá er sum so ikki
skeivur, men hædd eigur tá
at verða tikin fyri, at inn-
tøkur og útreiðslur ikki
falla javnt yvir alt árið.
Hetta vita til dømis allir
virkis- og roknskaparleið-
arar og øll, sum fáast eitt
sindur við roknskap. Fíggj-
armálaráðið og eg sjálvur
taka sjálvsagt eisini hædd
fyri hesum viðurskiftum í
okkara metingum, eins og
vit eisini taka hædd fyri
møguligum broytingum í
útreiðslum og inntøkum.
Sum dømi uppá útreiðsl-
ur, ið falla fyrra hálvár,
kunnu nevnast renturnar
uppá statslánið uppá útivið
200 milliónir krónir og
fyrsta gjaldið til nýggja
Smyril uppá 89 milliónir
krónur.
Dømi uppá inntøkur, ið
falla seinna hálvár, eru
partafelagsskatturin
og
rentuskatturin.
Nógv hevur eisini verið
tosað um landskassans inni-
standandi í Landsbankanum,
og einaferð í fjør var fyrr-
verandi
formaður
Sam-
bandsfloksins, Edmund Jo-
ensen, frammi við eini grein,
har hann eftirlýsti milli-
ardirnar í Landsbankanum. Í
hesi grein varð m.a. komið
inn á ríkisleiðarar í øðrum
londum, sum hava stungið
milliardir av vegnum.
Alfred Olsen nevnir í síni
grein, at landskassans inni-
standandi í Landsbankanum
er minkað við 400 mió.
krónur, og meðan tað ikki er
vert at gera viðmerkingar til
tað, sum Edmund Joensen
bar fram, so er til viðmerk-
ingina hjá Alfredi at siga, at
tað ber ikki til at samanbera
tøl fyri januar mánaða við
tøl fyri juli sama ár, tí tað er
sum nevnt ymiskt, hvussu
útreiðslur og inntøkur falla í
einum ári.
Skal ein samanbering
gerast við juli í ár, so má
hon gerast við juli í fjør.
Landskassans
innistand-
andi í Landsbankanum í
juli í fjør var 1.866 mió.
krónur, meðan innistand-
andi í juli í ár er 2.048 mió.
krónur. Her er sostatt ein
hækking uppá knappar 200
mió. krónur.
Innistandandi landskass-
ans í Landsbankanum 1.
januar í ár var 2.458 mió.
krónur, og mett verður, at
talið verður á leið tað sama
1. januar komandi. Hetta er
eftir, at avdráttur er goldin
uppá landskassans skuld
fyri 2002.
At enda skal verða sagt,
at tað hesi seinastu 4 árini
er goldið niður uppá lands-
kassans skuld við umleið
800 millónum krónum.
Som regel skriver man et
læserbrev for at deltage i en
debat – fordi man er util-
freds over et eller andet
eller måske har et andet
synspunkt om det, der er
„in" for tiden.
Vi har lyst til at skrive et
læserbrev, fordi vi nu efter
mere end seks dejlige år
forlader Færøerne.
Da vi kom til Færøerne i
1996 var det med stor for-
ventning om at skulle bo og
leve heroppe i de næste 2 til
3 år.
Hurtigt kom vi til at
holde af dette smukke lille
land og dets venlige og
imødekommende befolkn-
ing. Vi blev modtaget med
smil og hjertelighed og vi
havde ikki boet her ret
længe før vi søgte om for-
længelse, så vi kunne være
her til vor pensionering. Vi
fik forlængelsen, og det har
vi aldrig fortrudt.
Vi føler en stor glæde,
taknemmelighed og yd-
myghed efter at have haft
mulighed for at leve her og
blive accepteret, som en del
af jer i alle disse år.
Vi har med stor stolthed
vist utallige familiemed-
lemmer, gode venner og
officielle gæster rundt på
øerne og vi kan rejse herfra
med mindet om et land, vi
virkelig kender.
Tak til jer alle for jeres
gæstfrihed – tak for dejlige
oplevelser – tak fordi I er,
som I er.
Held og lykke med jer og
Færøernes fremtid.
Ingelise og Jesper Dinesen
Gammel adresse: Yviri við
Strond 14
Fremover; Mors
Tak til jer alle
VIÐMERKINGAR
10. flokkur á Eysturskúlanum
Eilif Samuelsen
Tað var ikki sørt órógvandi
at hoyra tíðindi í fjølmiðl-
unum,
at
Eysturskúlin
hevði býtt næmingarnar í
ein 10. flokk eftir, hvussu
væl teir dugdu í einari ein-
stakari lærugrein, nevniliga
støddfrøði.
Órógvandi var tað fyri
okkum,
sum
minnast,
hvussu tað var at liva undir
eini skúlaskipan, har tú
sum lærari skuldi undir ta
ótýdligu
uppgávuna
at
skilja børnini sundur í tveir
bólkar: ein bókligan og so
hini, sum ikki skuldu verða
egnað til bókligan lestur!
Fyrst var sundurbýtið, hvør
av teimum 10 ára gomlu, ið
slapp í millumskúlan ella
ikki. Síðani hvør ið slapp í
realskúlan 3 ár seinni. Var
tað ein ótýdlig uppgáva hjá
lærarunum, hvussu mundu
so ikki børnini og tey
heima kenna tað, tá ið tey
fingu dómin at hoyra?
Við skúlalógini frá 1962
vórðu tey fyrstu veruligu
stigini tikin til at linka eitt
sindur viðvíkjandi sundur-
býtingini. Teir fyrstu 8. og 9.
flokkarnir vórðu settir á
stovn, sum eitt veruligt alter-
nativ til realskúlan, aftaná at
7 ára undirvísingarskyldan
var av, men mannagongdin
við sundurbýtingini gjørdi
framvegis mannamun, og
lærararnir vóru tilvitaðir um,
at býtið hevði sera lítið við
rættvísi at gera.
Við fólkaskúlalógini frá
1979 eydnaðist endiliga at
gjøgnumføra eindarskúlan.
Ein valskúla við saman-
hildnum flokkum frá 1. og
til 9. ella 10 flokk. Næm-
ingarnir, sum koma í 1.
flokk skulu í prinsippinum
fylgjast í flokki heilt upp til
10. flokk.
Í fólkaskúlalógini frá
1997 eru tær seinastu leivd-
irnar
frá
sundurbýting
(niveaubýti) ruddaðar út,
og undirvísingarskyldan er
víðkað úr 7 árum í 9 ár.
Í hesi lóg stendur í § 30,
stk.2: Skúlarnir verða býttir
í flokkar eftir næminga-
talinum..... Í stk 3 stendur:
Tá ið børnini á fyrsta sinni
verða býtt sundur í flokkar,
eigur dentur at verða lagdur
á, at tann einstaki flokkurin
verður varðveittur, allur
sum hann er, tey komandi
skúlaárini. Vanliga kann
nýtt floksbýti ikki gerast
vegna val av lærugreinum
eftir § 12, stk. 3.
Tað er ikki tilvildarligt, at
hetta er sett inn. Henda áset-
ingin skal tryggja, at vendast
skal ikki aftur til gomlu
næmingasundurbýtingina.
Flokkarnir skulu skipast eftir
tí mest neutrala kriteriinum,
nevniliga næmingatalinum.
Her verður eisini undirstrik-
að, at tann einstaki flokkurin
verður varðveittur, allur sum
hann er, og at nýtt floksbýti
kann vanliga ikki gerast
vegna val av lærugreinum
(men kanska orsakað av at
t.d. 3 flokkar verða lagdir
saman til 2 vegna lágt
næmingatal).
Tann gamla næminga-
differentieringin
var
ómenniskjanslig, órættvís
og ópedagogisk, og tað er
einki, sum talar fyri, at
føroyski fólkaskúlin eigur
at venda aftur til nakað,
sum ber brá av hesi avold-
aðu skipan.
Tað er ein royndur lutur, at
spjaðingin í flokkunum kann
vera rættiliga stór.Tað eru
næmingar, sum hava lætt við
at læra og tí loysa uppgávur-
nar skjótt, og tað eru næm-
ingar, sum brúka longri tí til
tað sama. Í staðin fyri at
differentiera næmingarnar
eigur skúlin framhaldandi at
menna undirvísingardiffer-
entieringina, t.v.s at geva
teimum kviku næmingunum
uppgávur, sum hóska til
teirra stig og teimum tyngru
tað, sum hóskar til teirra.
Framvegis er stórur tørvur
á at menna undirvísing-
artilfarið og undirvísingar-
umstøðurnar í skúlunum.
Framhaldandi eftirútbúgv-
ing av lærarunum er ein
fyritreyt fyri, at næmingar-
nir skulu kenna skúlatíðina
sum ein meiningsfulla tíð.
Næmingarnir í framhalds-
deildini og serliga teir í 10.
flokki hava nógv alternativ,
sum kappast við fólkaskúl-
an. Tí ræður um at gera nak-
að serstakt fyri teir, og tað
leggur nýggja fólkaskúla-
lógin í ríkiligt mát upp til.
Tað einasta, hon ikki
leggur upp til, er at fara aft-
ur til tann ómenniskjansliga
sundurbýtingarmátan, har
lærarar skulu dygdarflokka
næmingar eftir sera iving-
arsomum metingarstøði.
Fremja føroyska virðisbrævamentan
Kristina Háfoss,
Løgtingskvinna
Tjóðveldisfloksins
Í samband við, at føroyski
virðisbrævamarknaðurin
skjótt verður til reiðar, hevði
eg fyri stuttum viðmerking í
bløðunum við heitinum:
“Føroyski”
virðisbræva-
marknaðurin
verður
ís-
lendskur. Endamálið við hesi
viðmerking varð, at fáa í lag
eitt kjak og upplýsing um
komandi ætlanirnar, og var
tað tí gleðiligt, at nevndin fyri
virðisbrævamarknað Føroya
(VMF) mikudagin kom við
sera góðari og upplýsandi
grein í Sosialinum. Hetta
vórðu upplýsingar, ið nógv
óivað hava fingið gleði av.
Eg varð tó kunnug við
hesar upplýsingar og vórðu
tær ikki í andsøgn við, og
broyta heldur ikki niður-
støðurnar í, undanfarnu
grein míni.
Føroysk/íslendska
loysnin
Sum nevndin fyri VMF
eisini vísir á, verður talan
um ein føroyskan virðis-
brævamarknað, har virðis-
brævamiðstøðin og “clear-
ing’in” kemur at liggja í
Danmark (eins og hon
hevði gjørt við eini før-
oyskari
loysn),
meðan
handilsstaðurin kemur at
liggja í Íslandi, har før-
oysku virðisbrøvini verða
skrásett.
Tað er tí eftir mínum tykki
ivasamt, hvussu føroyskur
hesin virðisbrævamarknaður
verður, hóast tað verða før-
oyskir peningastovnar og
aðrir meklarar, ið fara at
fremja handlar v.m. vegna
føroysku
viðskiftafólkini.
Hetta er ein møguleiki, ið
føroysk viðskiftafólk somu-
leiðis hava í dag, men nýta
lítið.
Handilslig atlit
Eg eri samd í, at tá talan verð-
ur um virðisbrævamarknað,
eru tað fyrst og fremst hand-
ilsligu atlitini, ið hava áhuga
og við hesum í huga, kann
tað fyri so vítt verða líka
mikið hvørt ein virðisbræva-
marknaður liggur í USA,
Íslandi ella Føroyum. Men
fyri mítt viðkomandi hevur
tað tó eisini týdning, at vit
menna ein førleika á virðis-
brævaøkinum – ikki bert við
samskipan og mekling, men
eisini við at menna egnan
handilsstað, serstakliga við
atliti til, at heitið Virðis-
brævamarknaður
Føroya
verður nýtt.
Føroyskan marknað
Nevndin í VMF vísir á, at tað
er ov kostnaðarmikið at seta á
stovn føroyskan marknað,
men viðvíkjandi fíggjarlig-
um krøvum til eginpening, so
eru krøvini um 8 mió. í
eginpeningi fyri lóggildaðan
marknað
ikki
nógv.
Serstakliga, tá hugsað verður
um, at tey, ið standa aftan fyri
partafelagið, ið skal seta á
stovn marknaðin, eru stórur
partur av størstu fyritøkum,
feløgum og stovnum lands-
ins. Verður valt at seta á stovn
‘fondsbørs’er kravið 40 mió.
og er hetta sjálvsagt munandi
størri krav. Viðvíkjandi teldu-
skipanum v.m. eigur ikki at
verða neyðugt at menna tílíkt
av nýggjum. Tílíkar handils-
skipanir kunnu keypast og
tillagast.
Kunning og
samskipan avgerandi
Tað skal als ikki verða
nakar ivi um, at eg taki fult
undir við, at farið verður
undir at skapa betri um-
støður
fyri
føroyskum
virðisbrævahandli og fer
komandi
virðisbræva-
marknaðurin at bøta um
hetta.
Føroyskar fyritøkur og
íleggjarar hava í dag møgu-
leika fyri at nýta útlendskar
virðisbrævamarknaðir, men
verður hetta gjørt í avmark-
aðan mun. Stóra uppgávan
frameftir liggur tí í, at
fremja kunning og sam-
skipan á virðisbrævaøkin-
um soleiðis, at føroyskar
fyritøkur
og
íleggjarar
kunnu verða hvørjum øðr-
um at gagni. Í hesum sam-
bandi
fer Virðisbræva-
marknaður Føroya vónandi
at fáa stóran týdning og fer
harvið vónandi, at fremja
eina føroyska virðisbræva-
mentan.
Heðin Zachariasen,
løgtingsmaður fyri
fólkaflokkin
Seinastu tíðina hevur stovn-
setan av einum føroyskum
virðisbrævamarknaði verið
umrøtt. Politikarar, búskapar-
frøðingar,
bankafólk
og
onnur eru komin við teirra
hugsan um hetta, fyri okkum
føroyingar,
nýggja
og
rættiliga ókenda fyribrygdi.
Men hvat er ein virðis-
brævamarknaður og hvat
týdning hevur ein virðis-
brævamarknaður. Hví er
tað so umráðandi við einum
føroyskum
virðisbræva-
marknaði og fer ein før-
oyskur virðisbrævamarkn-
aður at vera til gagns fyri
føroyingar og føroyska
samfelagið?
Eitt av endamálunum við
einum virðisbrævamarkn-
aði er at fyritøkurnar, sum
verða skrásettar á marknað-
inum harvið fáa tilført
størri eginpening, og tað er
gott fyri fyritøkuna og bú-
skapin sum heild. Á einum
virðisbrævamarknaði hava
øll sama møguleika at
bjóða uppá partabrøvini.
Hetta fer somuleiðis at føra
við sær, at eigaraviðurskift-
ini í føroyska vinnulívinum
verða munandi broytt.
Eitt, sum eyðkennir før-
oyska búskapin eru allar tær
smáu fyritøkurnar, bæði á
sjógvi og landi, sum eru
rættiliga fleksiblar og tískil
skjótar at umstilla seg eftir
útboði og eftirspurningi. Tær
flestu av hesum fyritøkum
koma helst ongantíð at vera
skrásettar á einum virðis-
brævamarknaði.
Og hvør fer at keypa
partabrøv á einum føroysk-
um virðisbrævamarknaði?
Einstaklingar? Føroyingar?
Útlendingar?
Fyritøkur?
Pensiónsgrunnar?
Íløgu-
feløg?
Eitt av endamálunum við
virðisbrævamarknaðinum
er, at váðin og harvið vinn-
ingurin,
verður
meiri
spjaddur, so at føroyski
búskapurin gerst stabilari.
Tí er sera umráðandi, at
føroyingar gera íløgur í
bæði føroyskar og út-
lendskar fyritøkur og at vit
eggja útlendingum til at
gera íløgur í Føroyum, so-
leiðis at útlendskur kapital-
ur verður við til at fíggja
føroyska vinnulívið.
Eitt skulu vit gera okkum
greitt, at tá vit seta pening í
partabrøv, er vandin mund-
andi størri at missa peningin,
enn tá vit seta pening í
bankan. Eg hugsi um støðuna
í 90´unum, tá ið nógvar
føroyskar fyritøkur fóru á
húsagang og eigararnir mistu
allan partapeningin.Vanligi
føroyingurin, sum hevði
spart nakað av pengum sam-
an í bankanum, misti tó ikki
alt. Hevði øll uppsparingin
verið sett í føroysk partabrøv,
sótu nógv eftir við ongum.
Hvussu hevði støðan verið
tá? Høvdu vit havt reist
okkum so skjótt aftur, um
hvørt oyra var sett í partabrøv
við vón um størri avkast,
heldur enn at ein partur hóast
alt stóð tøkur í bankunum?
Ein av orsøkunum til, at
gongd kom á aftur vinnu-
lívið var, at hesi fólk høvdu
møguleikan og viljan til at
brúka teirra uppsparing til at
seta nýggja vinnu í gongd.
Vit skulu eisini minnast til, at
ein partur av hesum virkjum
vóru sett á stovn í tøttum
samstarvi við útlendingar og
útlendskar fyritøkur, sum
vóru sinnað at seta pening í
føroyska vinnulívið.
Ein annar spurningur er,
um føroyingar framvegis
fara at hava líka stóran hug
til at seta nýggjar og spenn-
andi ætlanir í verk, um tey
uttan hóvasták og kanska
við minni váða, kunna seta
sparipeningin í verandi
fyritøkur bert við egnum
vinningi fyri eyga.
Virðisbrævamarknaður og íløgur
Framhald á síðu 14
C
M
Y
K
11
10