hósdagur 29. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 164 - 29. august 2002
Nr. 164 - 29. august 2002
13
Føroyingur týðandi starv hjá Statoil
Í kjalar vørrinum av
avgerðini hjá Statoil
at flyta sítt leitivirk-
semi í Føroyum úr
London til Stavanger
er tað hent, at stjórin
hjá Statoil fyri ver-
andi leiting í Føroy-
um Rúni Hansen, er
settur sum ein av ov-
astu stjórunum í
nýggju deildini fyri
leiting í Europa
OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Fuglfirðingurin Rúni Han-
sen, stjóri fyri leitideildini
hjá Statoil í Føroyum er
settur sum fíggjarstjóri fyri
nýggja leitipartin hjá Stat-
oil í Europa. Hann man so-
statt vera ein tann føroying-
ur, sum hevur hægsta leið-
andi starvið í einum stórum
altjóða
oljufelag.
Rúni
Hansen hevur arbeitt hjá
Statoil seinastu fimm árini.
Fyrst var hann hjá Statoil í
Danmark, gjørdi økonom-
iskt analysuarbeiði í sam-
bandi við leiting hjá Statoil
í Grønlandi og danska
partinum av Norðsjónum
men fór seinni at standa
fyri fíggjarleiðslu hjá Stat-
oil á Viðanesi. Men skjótt
vórðu boð eftir Rúna í ein-
um øðrum parti av Statoil,
nevniliga leitideildini hjá
felagnum í Føroyum. Har
hevur
hann
samskipað
kanningar og leiting saman
við Statoil í London. Nú
Statoil hevur broytt bygn-
aðin og hevur flutt sítt før-
oyska leitivirksemi úr Lon-
don til Stavanger.
Eftir turru boringina í
Føroyum í fjør tók Rúni
Hansen sær av uppgávum
fyri Statoil í Noregi eitt
skifti men varð síðani send-
ur til Saudi Arabia og Pers-
araflógvan at standa fyri
eini útbyggingarætlan har.
Eftir eitt hálvt ár vóru boð
eftir Rúna at fáa hann at
vera við til at mynda leiðsl-
una í nýggja broytta bygn-
aðinum hjá Statoil í altjóða
leiting. Hann skal standa
fyri tí meira handilsliga
partinum í leiðsluteaminum
fyri
Europa,
herundir
standa fyri keypi og sølu av
feltum. Heitið er Business
Development
Manager.
Rúni fer at hava fasta arb-
eiðspláss sítt í Havn, men
nú Statoilvirksemi fyri Før-
oyar verður flutt úr London
til Stavanger fer Rúni Han-
sen at ferðast nógv ímill-
um. Hann fer eisini at hava
fast kontór á Forus høvuðs-
deildini hjá Statoil í Stav-
anger.
Rúni Hansen heldur ann-
ars, at tær broytingar, sum
eru gjørdar í leiðslubygn-
aðinum hjá Statoil innan
leiting í Europa er eitt tekin
um, at Statoil vil varðveita
og helst styrkja sítt leitisíð-
una á Atlantsmótinum og
samskipa hana við alla ta
vitan og ekspertisu, sum
felagið longu hevur á
norskum øki. Nú leitingin
fer longur og longur út á
djúpt vatn í norskum øki
merkir tað eisini, at leiting-
in og kanningarnar nærkast
føroyskum øki. At talan í
báðum førum er um djúpt
vatn og í nógva staðni á
báðum landgrunnunum um
øki við tjúkkum basaltflá-
um, so er skilabest og nátt-
úrligt at samskipa kanning-
arnar í framtíðini.
-Her skal eitt stórt arbeiði
gerast og verður tað sera
spennandi, hvussu fer at
ganga hjá Amerada Hess
hinumegin markið. Tað er
ein stór avbjóðing fyri alla
leitingina við Føroyar eis-
ini. Men lat okkum ikki
seta ov stórar vónir, at nak-
að skal henda her og nú.
Enn kann vera langt á mál.
-Tað skal gerast eitt
miðvíst arbeiði skulu
føroyskar fyritøkur
fáa lut í arbeiðinum,
sum stóru oljufeløg-
ini lata undirveitar-
um. Hetta ber kanska
til hjá smærri før-
oyskum veitarum
heldur Rúni Hansen,
stjóri hjá Statoil. Týs-
dagin fingu fyritøkur-
nar innlit í, hvussu
eitt felag sum Statoil
letur undirveitarum
arbeiði
OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Fyrrapartin týsdagin vitj-
aðu føroysku fyritøkurnar,
sum eru við á altjóða olju-
messuni í Stavanger, á
høvuðsborgini hjá Statoil.
Oljuvinnufelagið,
sum
skipar fyri føroysku luttøk-
uni á ONS saman við Atl-
antic Offshore Base, kom í
samband
við
føroyska
stjóran í Statoil, Rúna
Hansen og varð tað hildið
vera skilagott at lata tær
hoyra nærri um, á hvønn
hátt Statoil ger sáttmálar
við og brúkar undirveitarar.
Hetta er eisini í tráð við før-
oyska ynski at kunna
sleppa inn á útlendska
marknaðinum við vørum
og tænastum. Føroyingar
hittu tí fleiri fólk frá kon-
traktdeildini hjá Statoil.
Sosialurin skilur á luttak-
arunum, at teir fingu nógv
burtur úr. Rúni Hansen,
stjóri sigur, at teir royndu
at greiða føroyski fyritøk-
unum, hvat skal til fyri at
koma inn á útlendska
marknaðin eitt nú norskt
øki.
Men hvørjir eru møgu-
leikarnir hjá føroyingum at
koma inn á tann stóra
norska marknaðin at kapp-
ast við royndar og stórar
norskar og altjóða fyritøkur
um sáttmálar?
Rúni Hansen sigur, at vit
mugu hava bæði beinini á
jørðini. Men nú høvdu
virkini so møguleika at fáa
at vita, hvat skal til. Tað eru
einstakir smáir undirveitar-
ar, ið hava møguleika at
koma inn á marknaðin.
Men tað skal gerast eitt
stórt arbeiði. Tað er ikki
bara at knipsa við fingrun-
um og halda, at man er inn-
anfyri. Ætla føroysk virki at
fáa lut í teimum sáttmálum,
sum verða latin undirveitar-
um, so skal eitt neyvt mið-
víst arbeiði gerast. Og tað
er eingin garanti fyri at man
fær arbeiði, hóast hetta
verður gjørt. Tað er hørð
kapping.
Oljufeløg sum Statoil
gera oftani avtalur við stór-
ar undirveitarar. So gera
teir aftur avtalur við smærri
undirveitarar. So Statoil og
onnur stór oljufeløg gera
fáar sáttmálar við smærri
undirveitararnr, sum eitt nú
teir føroysku mugu metast
at vera.
-Er tað ikki nettupp ein
stórur trupulleiki hjá før-
oyskum veitarum, at olju-
feløgini gera bara avtalur
við stórar veitarar, sum so
aftur hava sínar føstu undir-
veitarar, sum ikki eru før-
oyskir!
-Hvat viðvíkur arbeiði í
føroyskum øki, so hava vit
eina lóggávu, sum sigur, at
føroyskir veitarar skulu
hava møguleika at bjóða.
Hetta er so eisini útviklað
meira við skrásetingarlista-
num FOIR, har alt skal
bjóðast út um hesa elek-
tronisku skráseting. Tað
gongur tann rætta vegin,
men hetta tekur tíð at venja
seg til tað.
Rúni Hansen heldur tað
vera skilagott av føroyskum
virkjum, sum vilja koma
inn á norska marknaðin, at
vera við til slíkar messur
sum ONS. Tær mugu sjálv-
ar gera eitt arbeiði fyri at
koma í samband við fyri-
tøkur, sum arbeiða á norska
landgrunninum.
Á
kunningarfundinum
hjá Statoil kom fram, at
hetta er ikki tann besta tíðin
fyri útgerðarskip í einum
parti av heiminum. Men
Sosialurin skilur at eitt
virki sum Thor í Hósvík,
sum hevur lagt seg eftir
hesi vinnu, hevur dugað at
finna sínar egnu marknaðir.
Thor, sum hevur fleiri olju-
útgerðarskip siglandi ymsa
staðni í heiminum, hevur
júst yvirtikið eitt stórt út-
gerðarskip í Singapore.
Rættiliga nógv skal gerast
við skipið, áðrenn tað verð-
ur sett í sigling.
OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Týsdagin lat upp 15. altjóða
oljuráðstevnan og messan í
norska
oljubýnum
Sta-
vanger. Tiltakið er annað-
hvørt ár. Annaðhvørt ár er
hon í Aberdeen. Meira enn
1000 framsýnarar eru á
framsýningini og mett verð-
ur, at eini 30.000 fólk vitja
messudagarnar.
Millum
útlendsku fyritøkurnar eru
eisini 12 úr Føroyum, sum
hava ein felags bás. Tíðini
líkt – har bíðað verður eftir
nýggjum
úrslitum
frá
leitingini við Føroyar – er
føroyskur básurin lítil og av-
markaður. Talið á fólki á
básinum er eisini avmarkað,
so hetta fer ikki at teljast
millum teir dýru framsýn-
ingarbásarnar í føroyskum
høpi. Oljuvinnufelagið og
Atlantic Offshore Base í
Runavík stíla fyri tiltaki-
num, sum annars Menning-
arstovan hevur staðið fyri øll
árini. Kjartan Kristiansen,
sum hevur gjørt eitt veldugt
arbeiði at selja Føroyar og
føroyska vørur og tænastur
í
eitt
mannaminni
er
hesaferð avloystur av Mal-
uni Johannesen frá Vinnu-
húsinum og Lassa Borðoy
frá Atlantic Offshore Base.
ONS er ikki bara fram-
sýning av tøkniligum út-
búnaði og øðrum við til-
knýti til oljuvinnu. Her er
eisini ein ráðstevna við
fyrilestrum við kendum
nøvnum úr nógvum lond-
um, sum luttaka. Høvuðs-
evnið fyri ONS 2002 er
»Energising a new Gene-
ration«. Tað er inn at tosa
um reint umhvøri og fara
eisini tankar til heimsráð-
stevnuna í Rio um burðar-
dygga menning, tvær ráð-
stevnur, sum í veruleika-
num hava rættiliga tætt til-
knýti til hvørja aðra, nú
heimsins lond royna at
minka um dálkingina, sum
stavar frá nýtsluni av kol-
vetnum. Her er eisini
spurningurin um alternativ-
ar og varandi orkukeldur av
alstórum týdningi, eisini
fyri tey stóru oljufeløgini,
sum leggja seg meira eftir
at gera íløgur í reinar og
varandi orkukeldur, her-
undir sól, vind, hydrogen
oa.
Føroyskar fyritøkur royna at koma
á altjóða oljumarknaðin
ONS og burðardygg menning
Rúni Hansen, stjóri fyri leitingini hjá Statoil í Føroyum er settur sum Business Development Manager fyri allari leiting hjá Statoil í Europa. Hann fer framvegis
at hava Føroyaøkið sum part av sínum arbeiði. Her er hann saman við ovasta stjóranum fyri leiting í Europa Yngve Vassmyr og Arnt-Eirik Rørnes, jarðfrøðiliga
oddamanninum fyri Føroyaøkið
Mynd Jan Müller
Rúni Hansen heldur tað vera skilagott av føroyskum virkjum, sum vilja koma inn á norska marknaðin, at vera við til slíkar messur sum ONS. Tær mugu sjálvar
gera eitt arbeiði fyri at koma í samband við fyritøkur, sum arbeiða á norska landgrunninum
C
M
Y
K
13
12