Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 29. august 2002 15 Í hesum døgum eru pápi Calix, Joe Ndiaye, og ein av venjarunum hjá honum, Woody Wilson, frá Green Bay og vitja í Klaksvík. Meiningin var, at Calix eisini skuldi verða í Føroyum nú, men hann er upptikin við at spæla kurva- bólt fyri norska landsliðið, so hann er ikki við. Men Sosialurin nýtti høvi til at fáa eitt prát við pápan og venjaran um evnaríka kurva- bóltsleikaran SAMRØÐA Solby A. Eliasen Klaksvík: Venjarin Woody Wilson, sigur, at hann sjálvdan hev- ur sæð ein leikara við so nógvum sjálvdisciplini og passion for the game, sum Calix. – Hann venur sera nógv. Eisini uttan fyri venjingar- tíðir, og tað er tað, sum ger hann so góðan. Tí um tú ætlar tær allan vegin innan kurvabólt í USA, so noyðist tú at venja sera nógv og hart. Og tað er júst tað, sum Calix ger, sigur Woody Wilson. Hann greiðir frá, at Calix venur umleið tveir, tríggjar og fýra tímar hvønn dag. Og onkuntíð meira enn tað. – Hann kann blíva sera góður, um tað er tað hann vil, heldur venjarin, sum hevur 17 ár á baki sum uni- verstetslið venjari. Hann hevur vant kurvabólt í yvir 30 ár í alt. – Eitt sum eisini er so gott við Calix er, at tá tú sigur nakað við hann, so lurtar hann og hann ger alt fyri at betra seg allatíðina. Og tað sermerkir ein góðan leikara, heldur Woody. Hann leggur aftur at, at tá leikárið endaði í mars, helt Calix á fram at venja líka nógv inntil mei, tá kapp- ingin byrjaði aftur. – Og eg havi ongantíð áður sæð ein leikara betra seg so nógv uttan fyri leik- árið. Fyrsti dystur góður Calix slapp ikki at spæla við átta teir fyrstu dystirnar hjá Green Bay, tí hann hevði verið professionellur í Noregi, men Woody sigur, at tað professionella støðið í Noregi kann samanberast við “high school” støðið í USA, so tað er munandi hægri støðið á kurvabóltin- um í USA. Hann greiðir frá, at tá Calix so endiliga slapp at spæla við, tá skoraði hann 16 stig. Eg hyggi upp á hann fyri at lesa hansara andlits- bragd, tí tað sigur ikki mær so nógv, eg sum ikki kenni nakað sum helst til kurvabólt. Tað sær út sum tað má metast at hava verið sera gott, men eg má so spyrja kortini. Svarið er, at tað er rættiliga gott, og venjarin sær út, sum hann er errin av Calix. Og pápin, sum situr undir liðini av honum ikki minni errin. – Annars er at siga, at av 20 dystum, slapp Calix at byrja inni í 10 av teimum, sigur Woody og leggur enn einaferð aftur at, at tað er sera gott. Frælsi við ábyrgd Pápi Calix, Joe, sum er úr Senegal, men nú býr í Noregi, sigur, at tá tey fluttu úr Føroyum, tá Calix var um ellivu ára aldur, var tað ikki kurvabóltur, sum upptók Calix. – Nei, tað var fótbóltur, men so dalaði áhugin fyri tí, samstundis sum áhugin fyri kurvabólti bara mentist. – So kom hann ein dagin til okkum og segði, at hann hevði heldur hug at satsa upp á kurvabólt. Vit søgdu við hann, at tað var ongin framtíð í kurvabólti í Noregi, men hann hevði tikið sína avgerð, og sjálvandi stuðlaðu vit honum, sigur Joe. – Eg segði við hann tá, at um hann hevði hug at íðka ítrótt, óansæð hvat fyri ítrótt, so skuldi hann sleppa tað. Og, at um hann vildi nakað við kurvabólti, so noyddist hann at venja sera nógv. Men við tí treyt, at út- búgvingin til eina og hvørja tíð var ovast á raðfestingar- listanum. Eg segði við hann, at um hægsti miðalkarakterur, sum ein kundi fáa, var 6, so skuldi hann koma heim við einum miðaltalið upp á 5. Og megnaði hann at halda tað, so skuldi hann sleppa at íðka so nógvan ítrótt í síni frítíð, sum hann vildi. Hann gløddi fyrst upp á meg, men so spurdi hann meg, um eg meinti tað. Tá eg játtaði, gekk ein lítil løta, so tók hann mína hond og segði: “ Tað er ein avtala” Hetta var fyri umleið tíggju árum síðani, og hann hevur hildið hana allatíð- ina, sigur Joe, og tað sást á øllum brøgdum, hvussu errin hann er av soninum. Á universtitetinum, sum hann gongur á nú, kom hann heim við einum mið- altalið upp á 3,8 við árs- enda. Tað hægsta ein kann fáa er 4, so tað gongur framúr væl hjá Calix. – Summir av grannunum har yviri í Noregi hildu meg ikki vera í ordan, tí Calix slapp at vera úti longi um kvøldarnar, og hann stutt sagt gjørdi, sum hann vildi. Men eg visti, hvat eg gjørdi, so eg var heilt róligur. Eg gav honum frælsi, men við ábyrgd, og tað haldi eg er sera sunt fyri ein ungan drong, sum Calix var tá. - Tá so tíðin kom, at hann fekk møguleika til at fara yvir til USA at leika, vórðu vit so at siga niðurringd av universitetum, sum vildu hava hann. Tað var torført at halda skil á, men vit royndu so eftir besta føri- muni at hjálpa honum at velja. Vit gingu, sum foreldur fyrst og fremst, eftir trygdini á universitet- inum. Onki broyttur Hóast Calix nú er ein stjørna í Noregi, og at hann so smátt er við at gerast kendur í USA, so halda hvørki Joe ella Woody, at tað hevur broytt Calix nakað sum helst. – Hann er sera jarðbund- in, og hann kann tosa við ein og hvønn, siga teir báðir við ein munn. Tað er týðuligt, at her sita tveir menn, sum hava verið tætt upp at Calix í hansara lívi, tí teir sita mest sum bert og hugna sær, meðan teir práta um hann. Og tað er sera hugnaligt at lurta, men tíverri er ikki tíð til meira prát á hesum sinni, so eg takki fyri meg. Teir skula út at eta saman við vinum og kenningum hjá Joe í Klaksvík um eina lítla løtu. Venjari hjá Calix: Calix hevur tað, sum skal til Venjarin hjá Calix, Woody Wilson, heldur so avgjørt, at Calix hevur tað, sum skal til fyri at kunna gerast ein professionellur kurvabóltsleikari Mynd: Dávur Winther 15 14 Nr. 164 - 29. august 2002 Framhald frá síðu 11 Munur er eisini á, at eiga og reka egna fyritøku – einsamallur ella saman við øðrum – og við árræði og ágrýtni royna at fáa sum best burturúr. Øðrvísi er at vera passivur partabræva- eigari í eini fyritøku, har tú lítla og onga ávirkan hevur. Tú hugsar kanska meiri um teg sjálvan og egnan vinn- ing, heldur enn, hvat er best fyri fyritøkuna. Samgongan hevur sett sær fyri, at ein føroyskur virðis- brævamarknaður skal setast á stovn. Tá er umráðandi, at vit fara fram á rættan hátt og ikki undirmeta týdningin av vinnulívinum, sum vit kenna tað ídag. Privatisering av landsins ognum, sum t.d. Føroya Fiskavirking og Føroya Banka hava verið knýtt at orðaskiftinum um ein før- oyskan virðisbrævamarkn- að. Í hesum sambandi kom fram, at nógvir føroyingar eru ikki sinnaðir til, at hvør sum helst fer avstað við landsins ognum. Vit krevja best møguligan prís fyri fyritøkurnar, men vilja sjálvi sleppa at gera av, hvør skal keypa fyritøkurnar. Tá er ikki vist, at tey, sum vit meina skulu eiga fyritøk- urnar eru tey somu, sum kunnu geva besta prísin. Orðaskiftið um privatis- eringar er ikki liðugt enn og ætli eg at koma nærri inn á hetta í aðrari grein. Samanumtikið kunnu vit rokna við, at ein føroyskur virðisbrævamarknaður fer at føra til grundleggjandi broytingar í føroyska vinnulívinum og føroyska búskapinum. Vit eiga at taka væl ímóti einum virð- isbrævamarknaði, men skulu fyrireika okkum væl og fara hóvliga fram, so- leiðis at ein føroyskur virð- isbrævamarknaður verður til gagns fyri alt tað før- oyska samfelagið. C M Y K 14 Internet