Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 164 - 29. august 2002 Nr. 164 - 29. august 2002 17 Tað er gott at búgva á Húsum Hetta sigur Silja, sum er av Tvøroyri. Hon flutti til Húsar fyri nøkrum árum síðani. Hon og Kristian eiga trý børn. Sosialurin fekk eitt lítið prát við tey, meðan tey tóku rabarbur upp PRÁT Solby A. Eliasen Húsar: - Tað er gott at vera her, tað er púra vist, men ein má sanniliga venja seg við tað, sigur Silja. - Tað er sjálvandi stórur munur á at vera uppvaksin á Tvøroyri og so at flyta til Húsar, men tað havi eg vant meg við. Og tað er altíð nóg mikið at takast við her, leggur hon aftur at. Silja vísir á, hvussu óhugaligt tað er, um hon ætlar sær at fara til Tvør- oyrar ein túr. - Tað er ein sera langur túrur at fara, tí ein nýtir ein heilan dag til at ferðast í hvønn vegin, so tað er ong- in møguleiki at fara ein vikuskiftistúr til Suðuroyar. - Tá vit eru farin ein túr suður, so hava vit altíð steðgað í eina viku – ikki minni, skoytir Kristian uppí, tí tað letur seg ikki gera at ferðast so langan veg við børnum og so bert kunna steðga ein dag. Barsskor, sum røkir far- leiðina um Kalsoyarfjørð, siglir tvær ferðir um dagin millum Klaksvík og Syðra- dal, sum er sunnasta bygdin á oynni. Ein túr um morg- unin og ein um kvøldið. Nógv kalsoyingar ferðast hvønn dag til Klaksvíkar at arbeiða og yvir um aftur eftir arbeiðstíð. Men tað eru tó fleiri, sum arbeiða á oynni. Eitt nú liggur ein smoltstøð hjá Faroe Salmon millum Húsar og Syðradal. Kristian greiðir frá, at Húsa bygd er ein bygd í menning, tá tað kemur til fólkatal. Barnatalið er økt munandi seinastu árini, og tað heldur hann sjálvandi vera sera gott fyri bygdina. - Tað setur lív í bygdina, at tað renna nógv børn úti og spæla, sigur hann. Og tað leggur ein eisini væl merki til, tá ein gongur gjøgnum bygdina. Hendan dagin vóru heilt nógv børn at síggja úti, tí hóast sólin ikki skein, so var veðrið gott, og tað var avbera lýtt. Meðan, vit soleiðis standa og práta um leyst og fast, gongur fýra ára gamli Óli aftur og fram við eini trillibøru. Á henda hátt hjálpir hann mammuni, sum tveitir alt, sum hon sker av rabarbunum niður í børuna. Ása, sum er tvey ára gomul gongur eisini melur har, men hon verður eitt sindur órógvað av, at fremmant fólk kemur fram- við, so hon veit ikki rætti- liga, hvat hon skal. Men so at enda finnur hon eitt hvørt at spæla við og setur seg so við tí. Níggju mánaðar gamli Jón situr bert og eygleiðir tað, sum fer fram, meðan hann jaglar eina rabarbu, sum hann hevur tikið úr baljuni hjá mammuni. - Teimum dámar væl at vera við í tí, sum okur tak- ast við, sigur Silja og smíl- ist, meðan hon eygleiðir børnini. Ov høgur prísur Kristian er maskinmeist- aralærdur, og hann hevur verið nógv burtur. Hann sigldi við Norrønu í fjúrtan ár, men er nú farin í land. - Tann einasti av børnun- um, sum eg havi fingið ta fyrstu livitíðina við, er Jón, sigur hann og peikar á tann yngsta, sum tykist hava fingið smakkin fyri rabarb- um av álvara. - Eg var burtur í fýra mánaðir einaferð, tá Ása var um eitt ára aldur. Tá eg kom heimaftur, vildi hon slettis ikki kenna meg. Hon skríggjaði og græt, tá hon sá meg, og vildi als ikki hava nakað við meg at gera. Tað var sera hart, og tá tók eg avgerðina um, at tað var ein ov dýrur prísur at rinda fyri at vera burtur so langa tíð av árinum, greiðir Krist- ian frá. Silja sigur, at tað er heilt stutt síðani, at Ása byrjaði at góðtaka pápa sín av røtt- um. - Men nú rennur hon eis- ini allatíðina aftan á hon- um, sigur hon og so flenna tey. Nú ger tann lítli vart við, at hann tímir ikki meira á hesum sinni, og Silja leggur knívin frá sær og tekur hann upp. Beinanvegin fer Óli eftir knívinum. Eg hugsi, um eg skal gera vart við, at hann hevur tikið knívin, tí tað letur ikki til, at foreldrini varnast tað. Hann er jú ein- ans fýra ára gamal. Men eg velji at tiga, tá eg síggi, hvussu væl hann dugir at handfara knívin. Hann sker frá sær, og um ein skal samanbera hann við mammu sína, so stend- ur hann onki aftanfyri hana í skjótleika. Tað er bara eitt, tvey, trý, so er tann fyrsta rabarban grýtuklár, um ein kann siga tað so. Og hann heldur fram eina rabarbu fyri og aðra eftir. Vit standa øll og hyggja eftir honum, meðan hann arbeiðir, og eg hugsi við mær sjálvari, at her er talan um eina familju, sum fær nógv frá hondini saman. Vit takka fyri prátið og fara víðari í bygdini við myndini av einari familju, sum í felag var um at taka rabarbur upp til greyt og súltutoy, í huganum. Níggju mánaðar gamli Jón hevur fingið fatur á eini rabarbu og sær út til at dáma væl Mynd: Álvur Haraldsen Fýra ára gamli Óli og tvey ára gamla Ása rokast her í millum allar rabarburnar Mynd: Álvur Haraldsen Danska løgreglan í andglettinum Meiri pengar til kjarnorku Hvarv 11. september - funnin aftur á lívi Leiðslan á danska blaðnum Jyllandsposten er í øðini, tí løgreglan roynir at noyða blaðið til at avdúka sínar keldur í tí islamska samfelagn- um í Danmark. Sum lið í sínum royndum hevur løgreglan hótt við at koyra ein av blaðmonn- unum í fongsul, vil hann ikki samstarva við løg- regluna. Leiðslan á Jyllands- postinum sigur, at løg- reglan hevur lurtað eftir telefonsamrøðum hjá í hvussu er einum av blaðmonnunum á blaðn- um fyri at fáa at vita, hvaðani hann hevur tær upplýsingar, sum hann hevur nýtt í greinum um viðurskiftini millum jødiskar og palestinskar bólkar í Danmark. Ein dómari hevur gjørt av, at Jyllandspost- urin skal upplýsa, hvørj- ar keldurnar hjá blaðn- um eru, men tað vil blaðið ikki. Sambært úr- skurðinum hjá dómar- anum kann blaðmaðurin fáa bót, men hann kann eisini enda í fongsli. Jørgen Ejbøl, blað- stjóri á Jyllandspostin- um, sigur, at manna- gongdin, sum løgreglan nýtir, er einki annað enn valdsmisnýtsla, sum als ikki kann góðtakast í einum demokratiskum samfelagi. Hann heldur, at løgreglan misnýtir dómsvaldið fyri at fáa fatur á upplýsingum, sum løgreglan ikki megnar at fáa fatur á sjálv. ES-nevndin hevur skotið upp at játta umleið 15 milliardir krónur eyka til kjarnorku. Pengarnir skulu latast sum lán. Úr Bruxelles verður sagt, at meginparturin av pengunum er ætlaður kjarnorkuverkætlanum í teimum eysturevrope- isku londunum. Eitt nú hevur ES fyrr latið peng- ar til at bøta um trygdina á fleiri kjarnorkuverkum í Russlandi, Bulgaria og í Ukraina. Nýliga hevur Rumenia biðið ES um fíggjarliga hjálp til eitt nýtt kjarn- orkuverk, sum landið ikki megnar at gera liðugt. Sambært keldum í Bruxelles standa fleiri kjarnorkuverk í Ukraina, Bulgaria, Russlandi og Slovakia eisini í hálvum gekki orsakað av vant- andi fígging. Tann 46 ára gamli am- erikanarin George W. Sims var millum teirra, sum amerikansku mynd- ugleikarnir skrásettu sum deyð í yvirgangsat- sóknini at World Trade Center tann 11. septem- ber í fjør. Maðurin arbeiddi í øðrum tornin- um og kom ikki aftur- íaftur. Men nú er hann brád- liga komin afturíaftur. Tað vísir seg, at George W. Sims fekk stóran skaða í atsóknini, og at hann varð fluttur á sjúkrahús í New York, og har hevur hann verið síðani. Skyldfólk hjá George W. Sims siga, at hann hevur mist minnið, og at hann kennir ongan av sínum næstu aftur. 90 fólk, sum arbeiddu í World Trade Center, eru framvegis skrásett sum horvin. Danska stjórnin, sum hevur formansskapin í ES, hevur lagt eina nágreiniliga friðar- ætlan fyri Miðeystur. MIÐEYSTUR Árni Joensen: Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sum fer at leggja nýggju friðarætlan- ina fyri sínar starvsfelagar í hinum ES-londunum um vikuskiftið, sigur, at ætlan- in er í trimum stigum. Tað fyrsta stigið umfatar tiltøk, sum skulu setast í verk undan palestinska valinum tíðliga næsta ár, annað stig snýr seg um tað, sum skal gerast aftan á valið, og triðja og seinasta stigið er sjálv fyrireikingin til eitt sjálvsstøðugt palestinskt ríki. Sambært donsku ætl- anini skulu palestinar hava egið ríki í 2005. Per Stig Møller sigur, at í hesum sama tíðarbilinum skulu ísraelsmenn og palest- inar loysa trætuna um Eysturjerusalem og støðuna hjá teimum palestinsku flóttafólkunum. Samstundis skal tað endaliga markið millum Ísrael og tað kom- andi palestinska ríkið setast. Danski uttanríkisráðharrin hittir í morgin sínar starvs- felagar úr hinum ES-londun- um á einum fundi í Helsing- ør, og har fer hann at leggja donsku friðarætlanina á borðið á hotellinum Marien- lyst. Hóast ætlanin er donsk, hava embætismenn hjá utt- anríkisráðnum í Keypmannahavn havt nógv samband við starvsfelagar í Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi um ætlanina, og tað verður hildið fyri vist, at hini londini fara at taka undir við henni. -ES eigur at nýta teir møguleikar, sum eru, og vit eiga at nýta tær fráboðanir, sum koma úr USA, til at leggja trýst á partarnar í stríðnum fyri at fáa teir at taka tær politisku samráð- ingarnar uppaftur, sigur Per Stig Møller. Semjast ES-uttanríkisráð- harrarnir um danska upp- skotið, verður tað lagt fyri fundin, sum tann sonevnda Miðeysturkvartettin skal halda í New York tann 16. september. Í kvartettini eru ST, USA, ES og Russland. Danir hava friðarætlan fyri Miðeystur Seinastu veljarakann- ingarnar í Týsklandi vísa, at sosialdemo- kratarnir toga seg fram á teir kristiligu demokratarnar. TýSKA VALIÐ Árni Joensen: Sosialdemokratarnir hjá Gerhardi Schrøder, kansl- ara eru av álvara farnir at toga seg fram á kristiligu demokratarnar og kanslara- valevni teirra, Edmund Stoiber. Fyrr í summar lógu teir kristiligu demokratarnir væl framman fyri sosial- demokratarnar, men sein- astu vikurnar er munurin minkaður, og sambært teimum seinastu veljara- kanningunum heldur hend- an gongdin fram. Tann seinasta kanningur vísir, at 36 prosent ætla sær at atkvøða fyri sosialdemo- kratunum hjá Schrøder, og at 39 prosent ætla sær at atkvøða fyri teimum kristi- ligu demokratunum og Ed- mundi Stoiber. Samanborið við seinastu kanning er tal- an er tvey prosent fram- gongd hjá sosialdemokrat- unum og tilsvarandi aftur- gongd hjá CDU. Nýggja kanningin gevur Teimum Grønu, sum eru í stjórnarsamgongu við sosi- aldemokratunum, sjey pro- sent av atkvøðunum. Fríu demokratarnir, sum Stoiber ætlar at skipa samgongu saman við, fáa eftir kann- ingini níggju prosent. Valið til týska samveldis- dagin verður um tríggjar vikur. Schrøder tekur seg inn á Stoiber Líkt er til, at valið í Týsklandi verður meiri spennandi, enn veljarakanningar fyrr í summar bendu á. Kanska kann Gerhard Schrøder, kanslari vinna valið kortini. Alt bendir á, at eitt norsk tangaskip sigldi eitt franskt fiskiskip niður mánanáttina. VANLUKKA Árni Joensen: Fronsku myndugleikarnir kravdu í gjár, at norska tangaskipið "Bow Eagle" skuldi koma í franska havn, tí illgruni er um, at skipið sigldi eitt franskt fiskiskip niður úti fyri strondini í Bretagne mánanáttina. Manningin á norska skip- inum viðgekk mánadagin, at skipið hevði borið við eitt ella annað um náttina, og at hol var komið á ein tanga har frammi. Tað sást eisini týðiliga á skipinum, at tað hevði siglt á okkurt. Mánanáttina sendi tann 26 metrar langi franski trolarin "Cistude" út neyðarkall 60 fjórðingar úr landi í Bre- tagne. Fýra av teimum sjey monnunum druknaðu. Fronsku myndugleikarnir ivast ikki í, at tað var tað 25.000 tons stóra "Bow Eagle", sum sigldi trolaran niður, og tí góvu myndug- leikarnir í gjár norska skip- inum boð um at koma í havn í Fraklandi. "Bow Eagle" var annars á veg til Amsterdam. Fronsku myndugleikarnir siga, at verður tað staðfest, at norska tangaskipið sigldi tann franska trolaran niður, kann norski skiparin verða ákærdur fyri dráp. Norskur skipari kann verða ákærdur fyri dráp C M Y K 17 16