Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Heimur ísbjarnana Klaus Kiesewetter heldur fyrilestur og ljósmyndir um Svalbard ÆVINTÝRFERÐ Tíðindaskriv Kendi týski ævintýrarin og upptøkumaðurin, Klaus Kiesewetter, sum í mong ár búði í Føroyum, hevur tikið nakrar sjáldsamar og eina- standandi ljósmyndir í Svalbard, sum hann ætlar at vísa fram fyri almenninginum. Tiltakið verður mikudagin 4. september kl. 19.30 í Kappróðrarneystinum niðri á Støð á Glyvrum og hósdagin 5. september kl. 19.30 í skúlanum á Skála. Fyrilesturin tekur umleið 1- 2 tímar og kostnaðurin er kr. 60 fyri hvønn. Klaus greiður sjálvur frá um ferðina í Svalbard, sum eisini verður nevnd Heimur Ísbjarnana. Hann kemur at greiða frá siglingini frá Hamburg til Nordkap í Noregi og víðari til Bjarn- oynna, har ferðaliðið varð sett í land av “Zodiacs” á norðurstrondini tætt við norsku veðurstøðina, har 12 fólk búgva fast alt árið. Greitt verður frá gongu- túrinum til eina vík, nevnd “hvalrossbugten”, har um 600 roysningar vórðu dripnir um dagin, til russ- isku loðskinn-fangaragrav- irnar og leivdirnar av eini týskari fiskiísstøð frá 1906. Síðani verður siglt til Svalbard gjøgnum ís, og gjøgnum Hinlopenssundið millum Norðaustland og Spitsbergen. Ymisk søgulig støð verða vitjaði á leiðini, m.a. flogstøðin hjá Amundsen og Nobiles í Ny Ålesund og ballónstøðin á “Danskøen”, har svensk- arin Andrées í 1897, sum fyrsta fólk, royndi at flúgva til Norðurpólin. Størsta norðatlantiska hvalastøðin frá 17. hundratalinum verð- ur vitjað, eins og russiski kolgravarabýurin Barents- burg, har vit eisini uppliva norðasta bóndagarðin í heiminum. Hetta og mangt annað fær ein høvi at uppliva til fyrilesturin. Við nærmynd- um av ísbjarnum, roysning- um og kópum fæst ein upp- living fyri lívið, siga Ment- anarhúsfelagið í Runavíkar Kommunu & Skála Komm- una í tíðindaskrivi. 18 Nr. 164 - 29. august 2002 Politistur Meira kunning Tey, ið ynskja meira at vita, kunnu venda sær til politistøðina á staðnum, ella politistøðina í Tórs- havn, at fáa vegleiðing, spurningar svaraðar og kunningartilfar útflyggjað ella sent. Føroya Landfúti Politistøðin Jónas Broncksgøta 17 Boks 3018 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 48 48 ella 31 82 66 Heimasíða: www.politi.fo Nr. 164 • hósdagur • 29. august 2002 • 76. árg. Týsdagin 27. august vóru liðin 50 ár síðan Carl Herup Olsen, mikudagin 27. august í 1952, sýndi blað- monnum í Havn fyrsta Fólkavognin í Føroyum. Í ár eru eisini liðin 25 ár síðan sølan av VW/Audi bilum byrjaði í Hoy- vík BILASØLA Magnus Gunnarsson Í Dagblaðnum fyri 29. au- gust 1952 stóð hendan greinin: Fyrsti týski fólkavognur- in í Føroyum »Mikudagin løgdu havn- arfólk ivaleyst til merkis ein nýggjan bil sum koyrdi í Havn, sum líktist einum bussi men var ikki størri enn ein bilur. Hetta er fyrsti av teimum sokallaðu fólka- vognunum ið komin er til Føroya. Hann er keyptur til Carl Jensen í Kollafirði til rutukoyring. Umboðsmað- ur fyri fólkavognarnar í Føroyum er Carl Herup Olsen ið mikudagin vísti blaðmonnum vognin. Hann tekur 8-10 ferðafólk, mot- orurin er aftan. Hetta slagið av vognum verður nýtt í Danmark og Noreg til drosjukoyring, men fólkavognar fáast eis- ini sum líkjast vanligum bilum, og teir hava eisini motorin aftan og bagagu- rúmið framman. Sagt verður at vognarnir brúka lítið av bensini og motorurin er luftkøldur«. Farodane stovnað í Keypmannahavn Carl Herup Olsen var tá stjóri á Farodane, ið um- boðaði Fólkavognarnar í Føroyum. Á vári 1949 av- gjørdu Poul Als Jensen og Carl Herup Olsen, ið arb- eiddu hjá J.F.Kjølbro í Klaksvík, at gevast, og stovnaðu teir partafelag saman við Børge Husted- Andersen landsrættarsak- førara. Poul Als og Carl Herup fluttu so báðir við familju til Keypmanna- havnar, har teir stovnaðu A/S Farodane P/F. Teir byrj- aðu við at selja ymiskar matvørur til handlar í Før- oyum. Eisini keyptu teir føroyskan saltfisk og fryst rogn, ið blivu seld í Dan- mark og aðrastaðni. Fyri at hjálpa uppá søluna ferðað- ist Carl Herup fleiri ferðir til Føroyar. Tað sást skjótt, at best mundi verða at Carl Herup bleiv fastbúgvandi aftur í Føroyum. Hann flutti tí heimaftur og bleiv 1. sep- tember 1950 leiðari av Farodane & Co., ið helt til í Bókbindaragøtu 6 í Havn. Fyritøkan keypti og seldi nógvar ymiskar vørur. Fyrsti fólkavognurin til Kollafirðar Um hetta mundið hevði A/S Skandinavisk Motor Co. í Keypmannahavn fingið aðalumboð uppá VW bilarnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Deildin hjá Farodane í Keypmannahavn setti seg í samband við Skandinavisk Motor Co. um at lata teir fáa søluumboð fyri Føroy- ar. Tað var teimum játtað í 1952. Teir gjørdu so avtalu við Hans Johs. Clementsen, sum tá hevði bilverkstað við Landavegin í Havn, um at standa fyri tænastu, eykalutum og umvælingum av VW bilunum. Verkstað- urin flutti í 1957 heim í Lucas Debesargøtu. Hans Johs. Clementsen hevði tænastuna alla tíðina með- an Farodane hevði VW um- boðið. Fyrsti VW bilurin varð tann 27. august í 1952, seldur til Carl August Jen- sen keypmann í Kollafirði. Hetta var ein bussur, ið tók 8 ferðafólk, ið hann koyrdi rutu við millum Kollafjørð og Vestmanna. VW bussar- nir og vørubilarnir, vanliga nevndir »rugbreyð«, vórðu nógv seldir sum rutubilar og vørubilar hjá handlum og fyritøkum. Fyrsti VW persónbilur »boblan« varð seldur til Hjalmar Jacobsen, el-verk- stjóra, norðuri á Strond í Klaksvík. Hesin bilurin, nummar Fø315, bleiv skrá- settur 17. juli 1953. Fimm umboð í 50 ár Í 1954 flutti Farodane í nýggjan virkisbygning við Tinghúsvegin. Í fleiri ár høvdu teir framsýningar- hølir og eykalutagoymslu í húsunum hjá Mikkjal Helmsdal við Hoydalsveg- in, har Hans Johannes Clementsen hevði eyka- lutagoymsluna um hendur. Fyrst í sjeytiárunum góv- ust Farodane og Hans Jo- hannes sum VW umboð. Eftir tað seldu Føroya Mot- or Co. í Hornabø VW bilar- nar, til Audi og VW bil- verksmiðjurnar vóru lagdar saman og frá 1975 at rokn- að skuldu teir seljast av sama umboði. Tá fekk Norrøna v/Beinar Vester- gaard, ið tá seldi Audi, um- boð fyri bæði bilmerkini. Í 1977, tá Norrøna v/Beinar Vestergaard flutti í nýggjan virkisbygning í Hoyvík, kom Hans Johannes at arb- eiða har sum serkønur í Fólkavognum. Frá 1. juli 1985 yvirtók Ásmund Joensen fyritøkuna í Hoy- vík og VW/Audi umboðið. Í november 1993, meðan búskaparkreppan herjaði og bilasølan var heilt í botni, yvirtók Øssur Johannesen VW/Audi umboðið, í sama bygningi í Hoyvík. Bilasøl- an v/ Øssur Johannesen fekk í 1994, eisini umboð fyri sponsku Seat bilarnar, ið tá komu við í VW kon- sernina. Fólkavognurin 50 ár í Føroyum Núverandi VW umboðsmaður í Føroyum, Øssur Johannesen, saman við Carl Herup Olsen, ið seldi fyrsta VW bilin í Føroyum tann 27.august í 1952 Mynd: Álvur Haraldsen Fyrsti Fólkavognurin í Føroyum varð seldur 27.august 1952. Bussurin hjá Carl August Jensen keypmanni í Kollafirði, Fø135. Hann koyrdi rutu millum Kollafjørð og Vestmanna. Bussurin tók 8 ferðafólk. Viðførið, sum ikki passaði inn í bussin, varð lagt uppá takið Myndaeigari: Børge Jensen Í 1954 flutti Farodane í nýggjan virkisbygning við Tinghúsvegin. Teir lýstu á endavegginum við VW bilum og øðrum vørum. Í dag stendur bygningurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag frammanfyri hendan bygningin Myndaeigari: Farodane C M Y K 19 18