Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 164 - 29. august 2002 Nr. 164 - 29. august 2002 21 Cadillac 100 ár Tann 22. august vóru liðin 100 ár síðan fyrsti Cadillac bilurin koyrdi út av bilverk- smiðjuni í Detroit. Navnið Cadillac stavar frá franska heryvir- manninum, Antoine de la Mothe Cadillac, sum í 1701 grundaði býin Ville d'Etroit. Bý- urin broytir seinni navn til Detroit Kelda: Motor Magasinet Mini politibilar BMW Mini Cooper koyra sum politibilar í München. Bilarnir eru sergjørdir við styrktum undirvogni, upphangi, fjaðrum og bremsum Kelda: Motor Magasinet Nýggjur Rover motorur Rover koma nú við einum nýggjum motori til 75-seriuna. Talan er um 1.8T motorin við 150 hk. Motorurin vig- ar einans 100 kg, koyr- ir frá 0-100 km/t uppá 9,5 sek. og toppferðin er 210 km/t Kelda: Motor Magasinet Fólkavognurin - bilurin til vanliga fólkið VW Type 1, Boblan, bleiv ein av heimsins mest seldu bilum. Grundarsteinurin til Fólkavognsverksmiðj una varð lagdur 26. mai 1938. Men fram- leiðslan byrjaði ikki fyrr enn eftir seinna heimsbardaga BILAR Magnus Gunnarsson Hugskotið um Fólkavognin kom fyrstu ferð fram í 1920, tá ein greivi legði eitt uppskot fram fyri Ferdi- nand Porsche um ein bil til leikmannin, ið ikki hevði so nógvar pengar at ráa yvir. Í 1931 kom Porsche við eini ætlan, ið nevndist »projekt 12« ið má metast sum tann fyrsta ætlanin, ið skuldi føra til VW Type 1. Fíggjarorkan í bilídnaði- num var so vánalig, at ong- in hevði orku til at menna eitt nýtt bilmodell og at gera tey neyðugu fram- leiðslutólini. Ferdinand Porsche og Adolf Hitler Á bilaframsýningini í Ber- lin var vanligt at ríkisovast- in helt røðu. Fyrsta al- menna røðan hjá Adolf Hit- ler sum ríkiskanslari var við hesa bilaframsýning í 1933, har hann lovaði, at nýggir motorvegir skuldu gera eitt net um alt Týsk- land, og hvør týsk familja skuldi hava ráð til egnan bil. Ferdinand Porsche sendi eina frágreiðing um Fólkavognin til Hitler, og avtalaðu teir at møtast í Berlin. Sum vanligt legði Hitler alt fram, sum um tað var hansara hugskot. Porsche hevði roknað út, at ein Fólkavognur kom at kosta 1.550 Markar. Til tað svaraði Hitler at alt undir 1.000 Markar var í ordan. Hann segði eisini at um bil- ídnaðurin ikki megnaði at gera ein Fólkavogn til rætta prísin, so skuldi staturin nokk klára uppgávuna. Hetta førdi við sær at Porsche bleiv sendur eina námsferð til USA. Heim afturkomin varð hann sann- førdur um, at Fólkavognur- in kundi framleiðast til tann ásetta kostnaðin, um hann fekk somu framleiðslutól- ini, sum amerikanarnir høvdu. Grundarsteinurin lagdur í 1938 Grundarsteinurin til Fólka- vognsverksmiðjuna varð lagdur tann 26. mai 1938 við gamla Wolfsburg slottið nærhendis lítla býnum Fall- ersleben í Týsklandi. Tá heimsbardagin brast á, var verksmiðjan ikki liðug. Tá so framleiðslan kom í gongd, vóru tað hernaðar- bilarnir VW Kübelwagen, ið vóru framleiddir har. Tá kríggið var av, vóru 60 pro- sent av verksmiðjuni í sori eftir øll loftálopini. Endur- reisingin var sera stríggin, men teir komu so líðandi í gongd aftur. Í 1945 vóru framleiddir 1785 bilar, í 1948 høvdu teir framleitt 19244 bilar og tíggju ár seinni, í 1958, vórðu fram- leiddir yvir hálv millión VW boblur, umframt buss- ar og vørubilar. VW kláraði at sláa sítt egna met tá VW Golf nummar 21.517.415, tann 25 juni í 2002 fór av samlibandinum í Wolfs- burg. Harvið fór Golfurin fram um bobluna og er so- statt tann VW bilur, ið er framleiddur í størst nøgd- um nakrantíð. Fólkavognurin hjá Katrin Joensen á Argj- um. Bilurin er ein Volkswagen 1200 »Jeans« jubileums- modell frá 1973. Á Jeans útgávuni eru setrini betrekt við cowboystoffi. Motor- urin er ein 4 syl. 1,2 litur boxermotorur við 34 DIN hk. Bilurin er heilt originalur og sær út sum nýggjur. Bilurin bleiv keyptur frá Føroya Motor Co., ið tá hildu til í Hornabø. Hann bleiv settur í stand um heystið í 1994. Her er ættartalvan hjá bilinum: 1973-78 Jonhard Egholm, Streymes 1978-79 Wenzel Petersen, Tórshavn 1979 Eiler Poulsen, Hoyvík 1979-94 Poula Klein, Vestmanna 1994- Katrin Joensen, Argir Fyrsta Fólkavognsboblan í Føroyum. Bilurin bleiv seldur til Hjalmar Jacobsen, el- verkstjóra norðuri á Strond í Klaksvík. Hetta var 17. juli 1953. Á myndini, ið er tikin í 1954, síggjast døtur hansara, Ingun Joensen og Elin Súsanna Jacobsen Myndaeigari: Randi Jacobsen Hans Johannes Clementsen og Beinar Vestergaard. Bilasølan Norrøna v/ Beinar Vestergaard seldi Fólkavognar frá 1975 til 1985. Hans Johannes var ímyndin av Fólkavognunum í Føroyum. Hann arbeiddi í meira enn 30 ár við Fólkavognum Myndaeigari: Beinar Vestergaard Lýsing hjá Hans Johs. Clementsen frá 1958 Katrin Joensen á Argjum við sínum sera væl hildna Volkswagen 1200 »Jeans«, Fø 54.025, frá 1973 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum CITROEN SAXO 1.5D 3H Árg Jan´01, Km 35.000 . Kr. 116.000. CITROEN XSARA 1.9HDI 5H Árg Juni´99, Km 117.000 . Kr. 137.000. CITROEN XSARA 1.6I STC Árg Sept´00, Km 18.000 . Kr. 135.000. CITROEN XANTIA 1.9TD 5H Árg Aug´97, Km 120.000 . Kr. 121.000. CITROEN XANTIA 1.9TD STC Árg Mars´99, Km 45.000 . Kr. 160.000. MITSUBISHI GALANT 1.8GLSI SPORT Árg Juni´92, Km 150.000 . Kr. 37.000. MITSUBISHI CARISMA 1.6GL 5H Árg Okt´96, Km 81.000 . Kr. 85.000. MITSUBISHI LANCER 1.3I 4H Árg Aug´98, Km 28.000 . Kr. 112.000. MITSUBISHI LANCER 1.5GLXI Árg Mei´92, Km 145.000 . Kr. 48.000. FORD SIERRA 2.0I CLX 4H Árg nov´91, Km 112.000 . Kr. 45.000. MAZDA DEMIO 1.3 5H Árg Feb´99, Km 50.000 . Kr. 87.000. JEEP CHEROKEE 2.5TD 5H Árg Juli´97, Km 80.000 . Kr. 135.000. PEUGEOT 306 1.9D 4H Árg Mei´95, Km 163.000 . Kr. 79.000. SEAT CORDOBA 1.9SDI STC Árg Aug´99, Km 36.000 . Kr. 105.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo FORD ESCORT STV. 1,6 110 HK Árg des.95, Km 111.000. sleipikrók, eyka felgur. Kr. 55.000. 319626 FORD ESCORT HATCHBACK DIESEL Árg des.96, Km 105.000. Nýliga sýnaður. Í góðum standi. Kr. 80.000. FORD FOCUS CHIA Árg mar.99, Km 51.800. Sera væl hildin, sentrallás, CD anlegg, hita í setrunum, el-síðuspegl v.m.. Kr. 135.000. KIA SEPHIA 1.5 GTX Árg aug.99, Km 26.700. Sera væl hildin, sleipikrók. Fyrr kr.108.000. Tilboð nú, uttan bil í býti kr.90.000. FORD ESCORT STATIONCAR DIESEL Árg okt.95, Km 104.500. Kr. 95.000. DAIHATSU SIRION 5/HURÐAR Árg apr. 2000, Km 51.000. Kr. 80.000. ROVER 75 2.0 V6 CLUB Árg jun. 2000, Km 36.000. Klimaanlegg, el- rútar, el- síðuspegl, CD anlegg+nógv eykaútstýr. Kr. 248.000. DAIHATSU COURE 1. DELUXE Árg sep.2000, Km 8.700. Sera væl hildin. Til sølu vegna útbúgving uttanlanda. Sentrallás el- rútar, el- síðuspegl, servostýring v.m.. Kr. 88.000. HYUNDAI ATOS Árg jun.99, Km 39.000. Vælhildin. Kr. 68.000. CITROEN 1.6 GTI HATCHBACK Árg Jan. 92, Km 64.900. Sera vælhildin,1.eigari, bert koyrt 64.900 km eyka hjólsett fylgir við.. Kr. 48.000. ROVER 620 TI 200 HK Árg Juli.99, Km 72.000. Sera vælhildin Leður inntrekk Aircon.C.D.Anlegg fjarðstýrt centrallás El.rútar El.spegl Anti spin v.m.. Kr. 220.000. NISSAN SUNNY COUPE Árg Nov.88, Tilboð. Kr. 6.000 Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 C M Y K 21 20