leygardagur 12. juni 1982síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 12. juni 1982
Ella tá ið svíkjarin avdúkar seg. Henda skaldskapin
brúkar yrkjarin eisini, tá hann skal siga frá djúpari sorg
ella stórum vakurleika
Í tí fyrra yrkingarsniðinum eru orðini frásigandi. Tað
býr sjáldan annað undir teimum enn tað, tú lesur. Í ti
seinna yrkingarsniðinum fáa orðini vekt, fáa dám av
ófrættum, av ljósi ella myrkri, gerast sekklaðin av
symbolikki.
Taka vit eina mynd úr natúruni, kunnu vit siga, at her
er talan um dalar og tindar. Uttan dalar eingir tindar
og evugt. Teir partar av kvæðunum, har yrkjarin,
skaldsliga, gongur á slettum, hava til uppgávu at undir-
strika hæddirnar í kvæðunum, at vekja spenning í les-
arum og áhoyrarum, at leggja aftrat hesum spenningi,
at tenja hann.
Taka vit eitt kvæði sum Høgna tátt, verður kanska
lættari at síggja, hvat eg meini við. Hesin seinasti
tátturin av Sjúrðarkvæðunum er ikki so kendur og
verður ikki so ofta kveðin. Kortini er tað ein spurningur,
um hann, sum skaldskapur og sega, stendur aftan fyri
hinar báðar fyrru tættirnar. Sjúrður Sigmundarson er
deyður. Men fyri tað er hann ikki horvin úr seguni.
Deyði hansara dvelir sum ein skuggi yvir hending-
unum í Hegna tátti. Tátturin er um fylgjurnar av
Sjúrðar deyða. Vit hoyra um hjúnalag millum Guðruna
og Artala kong, um ferðina hjá Gjúkagarpum, um
bardagarnar á Húnalandi, um tann unga Hegna
Høgnason og ta hevnd, hann tekur yvir faðir sín. Inn í
millum koma, sum tinnur av dramatikki, hesar leturnar,
tá ið skaldið hevjar seg upp um ta vanligu frásegnina
Tá ið Hegni biður systur sína eira teimum yngru
breðrunum, Gíslari og Hjarnari. Lopini um aldýrshúð-
irnar. Tá ið Hegni ríður á heiðin skóg og hoyrir Sjúrðar
tungu tala
Heim til hallar rd tú nú
bæði við gleði og gleim,
eg fari aftur á heiðin skóg
so vítt yvir verøld og heim
Skaldskapur er líka so gåtuførur og ógjerligur at greina
sum tónleikur. Vidhvørt veit tú ikki, hví eitt erindi, eitt
Soleiðis er tað, og
orð ella ein regla hugtekur teg
soleiðis eigur tað at vera. U.n onkur spurdi meg, hvat
erindi í einum nýggjari, minni upprunaligum kvæði sum
Viljormi Kornus eg helt bera av hinum, so hevði eg
uttan at blunka nevnt hetta erindið
Minnist tú nakað um svarðirnar,
sum vit á skógum ótu,
eg liggi deyður á flotuni
har sum vit saman sótu
Ikki fyrr enn aftaná kemur ein at hugsa um, hví ein
nettup nevnir hetta erindið. Orsekin er einfeld Ørindid
sigur frå einum dreymi. I øllum heimsins bókmentum,
bæði fornari yrking og nútíðar skaldskapi, er tað
dreymaskaldskapurin, ið rakar okkum meinast og
nemur djúpast við okkum. Í dreymum opinberast
okkara kenslur. ótálmaðar av vitsins verjutiltøkum
Sorg, ótti, ófrættir, girnd. Í dreymum hóma vit leikin
handan tjald. síggja vit tað stóra lagnumynstrið, sum
vit eru
Fe kåman hóma
Tann mest fullfiggjada dreymalysingin i føroysk
vit als ikki gåa eftir ella bara
vakin u
um kvæðaskaldskapi eru tey fimm ørindini í Margretu
kvædnum, har Margreta droymir um eldin í Norånesi
Hetta er kanska eisini hæddin í foroyskum kvæðaskald
skapi og føroyskum skaldskapi yvirhøvur
Í eini umreðu av føroyskum kvæðaskaldskapi sleppur
ein ikki undan at siga eitt sindur um málið í kvæðunum
Í innganginum til Antologiina tekur Hammershaimb til
tað fynduga og ramliga orðalagið hjá feroyingum tå í
tíðini. Í kvæðunum finna vit hesa fynd í reinasta sniði. Í
teimum bestu av teimum glógvar málið sum onga aðra
staðni í føroyskum bókmentum, yðjandi av orðatekum,
føgrum bílet um, rámandi tiltøkum. Tá ið tú hoyrir ella
lesur eitt nú Margretu kvæði og sær, hvussu erindi
kemur eftir erindi, hegt, við kynstrugari hond, uttan
drál ella himpr, úr málsins blágrýti, kennir út á tær, at
hetta er grundin, vit standa á. Ein grund, sum tey ið
skriva ella yrkja ella vilja eitast at hava áhuga fyri
føroyskum skaldskapi, ikki sleppa undan at ve nda aftur
til, umaftur og umaftur
Í Nornagests rímu, hesi gátuferu leivdini av einum
longri kvæði, finna vit hesar báðar reglurnar
Vær ríðum so fram á Fávnis ból,
har skein gull sum geisar av sól
Í mínum huga hava hesi orðini leingi staðið sum eitt
bílæt. Av lesaranum, ið leitar eftir tí stóra skald-
skapinum. Av yrkjaranum, ið leitar eftir teimum fogru
orðunum
American Pictures komnar
aftur — nú sum filmur
Amerikanskar = myndir
eru aftur í Feroyum. Nú
sum filmur.
Amerikanskar myndir
eru frásegnin hjá danska
prestasoninum Jacob
Týska stórblaðið Die
Zeit skrivaði um Ameri-
can Pictures:
>Tá Jimmy
(hann var forseti tá) sær
amerikanskar = myndir,
Carter
Holdt, sum í fimm ár var
noyðist hann at spyrja
vallari i USA. Hann seg sjálvan, hvussu
ferðaðist einar 160.000 eftirfarandi ein forseti
km í statunum. Hann er, sum frómur og sleisk-
búði í 381 amerikonsk- ur berst fyri frælsi aðra
um heimum. Hjá staðni, men ikki er so
teimum fátækastu og
hjá sjálvum Rockefeller.
Hann avgjerdi at fara
frægur, at hann kann
milliónum av
borgarunum
geva
egnu
heim aftur til Dan- sínum tað mest grund-
markar, tá tveir av bestu leggjandi frælsið: rættin
vinum hansara blivu til at liva, áðrenn tey
myrdir. Tá hevði Jacob doyggja«.
Holdt mist 12 vinir har
yviri. Allir myrdir.
Amerikanskar myndir
vísa fyrst og fremst tað
ovurstóra sosiala órætt
vísi í hesum ríka landi,
har fleiri ikki
at lesa og skriva
milliónir
duga
Har uppaftur fleiri milli
ónir svelta
Amerikanskar myndir
er í tveimum pertum
Hetta er fyrri partur, har
Jacob Holdt vitjar tey
svertu í suðurstatunum
Hann greiðir eisini frá
um aðrar kúgaðar hópar
í USA:
Tad fer at fjara nakað í
kassanum hjá Sjón-
varpsfelagnum, nu
heimsmeistarakappingin
i fótbólti verður.
Sjónvarpsfelagið hev-
ur avgjert at senda alt,
sum danska sjónvarpið
sendir frá HM í Spania.
Tað er 55 tímar. Ætlanin
er at senda dystirnar
dagin eftir, teir verða
sendir í Danmark. Fyri
at hetta skal lukkast,
fær Sjónvarpsfelagið
bondini við flogfrakt.
Ikki við posti, sum va n-
liga verður gjørt. Og tað
er nógv dýrari at senda
indianarar, tey
fátæku hvítu. Hann var
á einum Ku Klux Klan
fundi og hann búði hjá
teimum ríku
Leikhus Bio.
ESPANA 82 | felagnum dýrur
HM-fotboltur
Sjonvarps-
eitt sjonvarpsband sum
frakt
Heimsmeistarakapp-
ingin endar við finaluni í
Madrid sunnudagin 1l
juli. Tað vil siga, at vit
sleppa at síggja hana
mánadagin 12.
Men, sjálvandi, tað er
treytað av veðrinum í
Vágum. Fær flogfarið
ikki lent ein dag. so
verða dystirnir, sum eru
ararnir úr Argentina og
Belgia í Barcelona.
Hesin dystur verður
vístur i Førovum mána-
dagin kl. 21,15.
Sjónvarpsfelagið fer at
senda hvert kveld tann
mánaðin, HM varar
Fótbólturin kemur at
ávirka vanligu skránna
nakað. Men tað, sum
noyðist at víkja fyri fót-
bóltinum, verður flutt til
okkurt av hinum kveld-
unum. Til demis verður
TV-Aktuelt, sum plagar
at vera tyskvøld, sent
månakvøld i stadin
å bandinum tann dagin,
ikki tiknir av aftur
skránni. Teir verða kort-
ini vístir skjótast til ber.
HM byrjar í morgin.
Tá spæla heimsmeist-
Ein vanligan dag í síðstu viku var horn-
blástur at hoyra úti í Perskonugetu.
Dagurin var ikki heilt vanligur kortini.
Hann var fødingardagurin hjá einum
kvinnuligum spælara í unglingadeildini
hjá GHM. Hini í orkestrinum avgjerdu at
heiðra hana við at blása henni eitt stykki.