leygardagur 12. juni 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
lamagnus gierdist rín hetja. So skjótt sum eg
dugdi so frægt at lesa, fór eg at lesa alt, eg fekk hendur
3, U keisaran intologiina, kvædabøkurnar hjå
esi Pa = Corpus Carminum Faeroensium
ú koma trupulleikarnir. Tað er eingin ivi um, at
kvæði nir hava hildið við teimum kristnu. Teir
kr s dust sannleikans stríð móti myrkursins
heidnu fjeldur Men kvædayrkjararnir vóru
samstund yrkjarar, sum teirra enntá frálíkir
lóast eg ógvuliga treyðugt vildi viðganga
3, skilti sum eg las, innast inni, at summir av heid
gunu vóru bæði erligari, djarvari og
niskjansligari enn teir kristnu. Skaldagávurnar hjá
kvæðayrkjaranum tóku steðið undan sjónarmiðum
hansara
Pak t.d. Angulund kong. Hann var høvudsfiggindi
Karlamagnusar. Hann var oddamaður hjá heidning-
inum. Hann var sjálvur myrkursins drottur. Hann átti
av rettum at verið ein íholdan av ellum, ið ónt og ljótt
var. Hetta helt eg eisini í fyrstuni. Men kvæðini vísa
okkum nakað annað. Tá ið teir báðir, ljósins og
myrkursins umboð. metast í Runtsivalsstriånum, og
Karlamagnus heggur beinini á Angulund kongi av um
knøini, verður sagt soleiðis frá:
Tað var reysti Angulund kongur
læt ikki á sær finna,
stubbarnar setti hann niður í jorð
og bardist ikki minni
Ruddu teir á Angulund kong
g
fjoruti mannabúkar,
n var ikki við vápnum vegin
Hesi erindini sáddu iva í mítt sinni. Hetta var ikki fyri
nark. Her var ikki gingið rætt til. Samstundis birtist í
virðing
minun1 sinni ein loyr ikki heilt viðgingin
Angulu kor kki vera nøkur bløka
i
Eisini í Ámunds rímu var ein tilburdur, sum vik
d kongi. At teir heidnu
ava kenslur sur ur fólk, var sjálvandi pura
Kortini verður sagt soleiðis frá, tá ið Gyðin
Angulund kong við hevdinum á
Til
døkku myndina av Án
sSKUIGU
Tad var Á
alla gleði misti,
ngulund kongurin
triggjar reisur á einum sinni
blóðugt høvur kysti.
Hetta erindið er, við sínum barbariska glæstri, so hug-
takandi, at hann ið einaferð hevur hoyrt tað sum barn,
gloymir tað ongantíð aftur. Ein illgruni var vaknaður í
mær. Hann, sum soleiðis bar seg at, var ikki bara eitt
kensluleyst ómenniskja. Tann svart-hvíta myndin, har
teir kristnu vóru teir góðu og teir heidnu teir óndu, var
skeiklað.
Hóast bílætið av heidningunum broyttist, helt eg trú-
liga fast við mína virðing fyri keisaranum. Hann var
hetjan yvir ellum hetjum. Hann var kanska, djúpast
sæð, eitt faðirbílæt. Ivaleyst havi eg eisini sett meg
sjálvan í hansara stað.
Men sum eg las víðari, kvæði fyri kvæði — og rím-
urnar um Karlamagnus eru sum kunnugt nógvar, —
fekk mín skínandi hetjumynd ein smeitin fyri og annan
eftir. Keisarin leyp framav. Hann læt aðrar vinna sær
neisur. Hann brúkti sjálvur snildir, ið vóru honum óver-
dugar. Viðhvert var tað ikki sørt, at hann gjørdi sær
fyri skommum. Í Aligast rímu lá hann og lúrdi inni
undir eini song. Eg helt ikki hetta sømdi seg einum keis-
ara. Í Oddvalds rímu kemur heidningurin Oddvald inn
á borgina og, sum ríman tekur til, »hann tók um keis-
Leygardagur 12. juni 1982
arans hvíta skegg og lyfti hann upp úr sætis. Hetta var
at lata ov nógv um seg ganga og enntá á síni egnu
borg! Í Geipa tátti spyr keisarin, um nakar veit hansara
yvirmann, og tá kona hansar. nevnir keisaran á Mikla-
: hana á báli!
hjá einum barni, at fáa
garði, lovar hann at brenn
Tað var ikki torført, sjålvt
eyga á tann illsinta og fåfongda reyparan, ið goymir seg
undir hesum orðunum.
Men tann dyggasta smeitin fekk mín hetjumynd, tá
eg kom til Flóvants rímu. Orkur minnist kanska, hvat
ið hendir í hesum kvæði. Flovant, frændi keisarans,
kemur av óvart at stoyta niður á ein hertoga, tá hann
skal skeinkja við hóvið hjá Karlamagnusi. Hertogin
slær hann, so hann fer at bloða nasablóð. Flóvant
heggur eftir hertoganum, sum fellur deyður niður fyri
foturnar á Karlamagnusi. Flóvant flýggjar, við keis-
aranum í helunum á sær. Hann kemur til frúnna Ljósu-
lind, sum biður hann krógva seg í skóginum. Men keis-
arin finnur hann. Tá veit Flóvant sær ikki onnur ráð enn
at royna at verja seg, so frægt hann er mentur. Tað vísir
seg tå, at Flóvant, »putusveinurin«, vinnur á keisaran-
um. Hann letur keisaran úr og blakar hann í eitt skarns-
díki. Tað var ikki við góðum tannabiti, eg las hetta
erindi um mína mætu hetju og håttvirdu fyrimynd:
Har komu sveinar ríðandi,
tóktust komnir í vanda,
naknan sóu teir harra sín
djúpt í díki standa
Sum lesarin ivaleyst grunar, var keisarin blivin meira
livandi í mínum huga enn tey fólk. eg metti á áljósum
degi. Og eg haldi meg vita, at ikki bara eg, men mangur
annar feroyingur — og fyrr í tíðini flestu foroyingar —
hevur kent tað soleiðis. Fyri teimum hevur kvæðaheim-
urin næstan verið veruleiki. Men tað var munur á
kvæðakappunum
Sjúrður Sigmundarson og Brynhild Buðladóttir
hoyrdu heima í eini fjarari sagnaeld, tá menn skiltu
fuglamál, og tá ormar goymdu at dýrum gripum. Karla
magnus stóð teimum gomlu feroyingunum nærri. Hann
menniskja enn hetja. meira veruleiki enn
segn. Hann hevði dygdir. Men hann heyði eisini
veikleikar. Hann kundi verið ein teirra. Tad hevði ikki
verið torført at hugsa sær hann, sitandi við endan á
brúdleypsborðinum, ella ríðandi inn um begarðarnar,
meðan Ljósivant skygdi í sólini. Í Amunds rímu er eitt
erindi, sum sigur eitt sindur um hesa lýsingina av keis-
aranum sum menniskja. Keisarin er, sum ikki eina ferð,
lopin framav, hevur herjað á ein heidning, sum vísir seg
at vera hansara yvirmaður. Hann kemur livandi frá
hesum, men ikki av egnum ávum. Keisarin tekur
soleiðis til, tá hann er komin heilskapaður heim:
var meira
storar
Svaraði keisarin Karlamagnus,
tað var mær so líkt,
Stuttsøga eftir
Hanus Andreassen
Seinni partur (fyrri partur var í
blaðnum 5. juni)
tað verður ikki í mínari ævi
eg komi mær aftur í slíkt
Í ørindinum er meira enn ein feril av
skal siga, nú er tíð at gevast. Orðini kundu ve
einum eldri manni, eftir ta seinastu ferðina á fjalli ella ta
Hver
1 .
sjalyspei
rið segd av
seinastu bjargaferðina.
Fyri at venda aftur til mín sjálvan, so gjørdist mín
keisaradyrkat. at enda so stór, at eg hålvavegna kom í
neyð av henni. Keisarin var við í mínum spæli um dagin.
Eg droymdi um hann um næturnar. Eg hevði marruna
Til endans rann hann eftir mær í svevni, ikki
aftur, í óhugnaligum, krypilskendum
av honum
til at kenna
dreymalíki.
Men so hendi nakað, sum, hugsi eg, var við til at gera
enda á hesum skili, ella óskili. Í triðja Bragdar tátti kom
eg til hetta erindi:
Keisarin av Fraklandi,
hann skuldi til kirkju ríða,
tá ið hann kom har mitt á leið,
fekk hann helsótt stríða.
Hesar reglurnar vóru mær eitt sindur torskildar. Eg
visti ikki, hvat helsótt merkti. Men eg grunaði á tí eitt
sindur hátíðarliga ordalagnum, at her var einki gott í
væntu. Eg las víðari. Nekur erindi seinni var eingin ivi
um, hvat ið hent var:
Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka tal,
dimmur er hesin dapri dagur
niður í mold at fara.
Keisarin var deyður.
Eg gekk leingi og mestsum øtadist innan i mær
sjálvum. Eg hevði livað so leingi við keisaranum, og tað
var mær næstan ógjerligt at skiljast frá honum
Umaftur og umaftur fór eg eftir bókini, nærkaðist var-
liga. við etan í huganum, staðnum. har orðini stóðu.
Men tað segði tað sama. Keisarin var deyður
Hesa kensluna av tómleika, henda svára saknin, ið
kundi vara í vikur. kom ein at kenna umaftur og
umaftur í framtidini, tá ið ein persónur læt lív, ið var so
livandi yrktur, at hann í eins huga hevði fingið hold og
blóð.
VI
Fólk nú á degum, sum lesa ella hoyra kvæðini, fáa
ógvuliga ymiskt burturúr. Summum tykjast tey
ivaleyst fjar, ikki til at skilja, óviðkomandi — forn
hugsan, fornar myndir, fornt yrkingarlag. Onnur aftra
seg kanska av teimum blóðugu tilburðunum og teimum
mangan ógvisligu og avgjørdu myndunum. Men fyri øll
bókmentaáhugað og fyri ell, sum nærkast kvæðaskald-
skapinum við opnum sinni, og fyri ell, sum eru vaksin
upp við kvæðunum og dansinum, eru tey skaldskapur, í
steðum so høgur skaldskapur, at einki, sum er ella
verður yrkt á føroyskum, fær rokkið hægri.
Hyggja vit gjellari at hesum skaldskapinum, sæst, at
hann er ójavnur og ymiskur í dygd og slag. Ein stórur
partur av hverjum kvæði er vanlig, hóvlig frásegn. Vit
koyra um skip, sum sigla yvir hev. Um menn, sum ríða í
bardaga. Um drongin, sum veksur upp í ríkinum. Uppi í
hesum partinum av kvæðaskaldskapinum eru fest
erindi, sum ganga aftur í ellum kvæðum, endurtekur,
ífylla, erindi, sum líkjast, óneyðug erindi.
Inn ímillum hesi erindini kemur eitt heilt annað slag
av skaidskapi, har yrkjarin líkasum hevjar seg uppfrá,
við ramiigari máli, glógvandi myndum, innblástum líkn-
ilsum. Í hesum partinum av kvæðaskaldskapinum
verður sagt frá teimum stóru hendingunum og avger-
andi letunum. Tá ið kappin letur lív. Tá ið hann ella hon
í sjónum ella dreymum sær sína lagnu. Tá ið rokin
stendur til skýggja upp, og mótsteðumenninir hittast.