hósdagur 29. august 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 29. august 2002
25
KÍ stendur fyri stórari avbjóðing
Setningurin er at
byrgja uppfyri, at
gongdin í dag ikki
skal líkjast henni í
ungverska høvuðs-
staðnum fyri fimm
árum síðani, tá klaks-
víkingar orduliga
fóru niður við nakk-
anum
EUROPA CUP
Jóannes Hansen
Stóra KÍ ferðalagið kom
tíðliga týskvøldið í øllum
góðum niður til ungverska
høvuðsstaðnum Budapest.
Donau skikkar sær betri,
enn tað eina tíð kundi sæð
út til, at hon skuldi gera, og
tað er greitt, at dysturin
verður
spældur
seint
seinnapartin føroyska tíð.
Fyri fjúrtan døgum síðani
megnaði KÍ 2–2 á Svanga-
skarði. Allan Mørkøre skor-
aði bæði málini, sum vóru
tey fyrstu í europeisku
liðkappingini hjá vetaran-
inum, sum 22. november
verður 31 ár. Tað var eitt
sera gott úrslit ímóti Újpesti.
Men sjálvandi er ung-
verska liðið stórfavorittur at
vinna í dag og harvið at
vera við í lutakastinum til
næsta umfarið. Lutur verð-
ur kastaður á UEFA høv-
uðsborgini í Sveis í morgin.
KÍ hevur eina ferð áður
spælt í Budapest ímóti
Újpesti. Tað var í 1997, tá
liðini eisini hittust í UEFA
Cup kappingini. Ta ferðina
varð fyrri dysturin spældur í
Budapest. 23. juli í 1997
tapti KÍ 6–0. Tann dystin bar
til at fylgja í Sjónvarpi
Føroya. Longu tá fimm
minuttir vóru farnir kom hol
á, og í sera nógva hitanum
gekk skjótt. Tá spælararnir
fóru til sera kærkomnu
hvíldina, var støðan 5–0. Í 2.
hálvleiki fekk heimaliðið eitt
mál afturat, og tí var eingin
spenningur, tá teir eina viku
seinni vóru á Svangaskarði.
Tá stóðu klaksvíkingar seg
heilt væl. KÍ var á odda bæði
1–0 og 2–1, men í síðstu løtu
eydnaðist tað Újpesti at
skora til 3–2.
Hesa ferð var fyrri dyst-
urin í Føroyum. Tað kann
ivaleyst verða ein fyrimun-
ur hjá KÍ. Hetta skal skilj-
ast soleiðis, at tað verður
ikki neyðugt hjá ungverska
liðnum at vinna stórsigur
fyri at byrgja uppfyri tor-
føru uppgávuni í Føroyum.
Tað er nóg mikið hjá ung-
verjunum at vinna við
einum máli.
Kurt Mørkøre segði und-
an Europa Cup luttøkuni, at
KÍ ætlaði at spæla sítt spæl,
og tað gjørdu teir eisini á
Svangaskarði. Men sjálv-
andi fer størri dentur at
verða lagdur á verjupartin í
dag. Venjarin og spælarar-
nir vilja sjálvsagt sleppa
undan eyðmýkingini, sum
teir løgdu rygg til fyri
fimm árum síðani.
Ta ferðina gjørdu klaks-
víkingar eina rúgvu av
persónligum
mistøkum.
Hitin er ikki so nógvur hesa
ferð, sum hann var fyri
fimm árum síðani. Um tað
slepst undan so mongum
persónligum
mistøkum
hesa ferð, sum vórðu gjørd
seinast, so átti tað ikki at
verið heilt ómøguligt at
komið undan við heiður-
ligum úrsliti. Eitt heiðurligt
úrslit í hesum sambandin-
um er eitt tap upp á 3–0 ella
minni enn tað.
KÍ hevur nógvar royndir í
Europa Cup, og fleiri spæl-
arar, sum vóru við í fyrsta
dystinum á Svangaskarði
ímóti Skonto Riga í 1992,
eru framvegis við. Talan er
um Harley Bertholdsen og
Jan Andreasen, sum báðir
hava verið nógv á beinkin-
um seinastu ferðirnar, All-
an Mørkøre, Jan Joensen og
so Kurt Mørkøre, sum ikki
tykist ætla sær at spæla við
hesa ferð.
Tá KÍ fyri fimm árum
síðani var í Budapest, sá
liðið soleiðis út: Gunnar á
Steig – Harley Bertholdsen,
Jan Andreasen, Jóannes
Jakobsen, Símun Waag
Høgnesen, Heðin á Lakjuni
– Eyðun Klakstein, Jan
Joensen, Arnold Joensen
(Jóhan Lützen, 88.), Rógvi
Jacobsen – Kurt Mørkøre
(Sørin Petersen, 46.). Ta
ferðina var núverandi mál-
verjin, Meinhardt Joensen,
á beinkinum saman við
Niclas Niclasen og Kristian
Andreasen.
KÍ ferðalagið verður aft-
ur í Vágum fyrrapartin í
morgin. Landskappingar-
dysturin hjá KÍ í 14. um-
farinum er í skipanini út-
settur til mánakvøldið. Tá
skulu klaksvíkingar norður
á Mølina á Eiði.
Hóast klaksvíkingar aftur
hesa ferð hava ætlanir um at
spæla sítt egna spæl, so skerst
ikki burtur, at stórur dentur
helst verður lagdur á
verjupartin hóskvøldið
Væntandi brots-
spørkini til Toda í
FCK-Brøndby dystin-
um eru millum bein-
leiðis atvoldirnar til,
at danski altjóða fót-
bóltsdómarin nú hev-
ur fingið serstaka
virðisløn
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Kim Milton Nielsen, sum
føroyingar helst kenna best
frá tveimum væntandi brots-
sparksdómum
í
stór-
dystinum millum FCK og
Brøndby, hevur nú fingið
sokallaðu Lundberg-virðis-
lønina, sum á hvørjum ári
verður latin persóni, sum
hevur sýnt góðan ítróttarsið.
Hóast Todi Jónsson helst
heldur vildi havt fingið
danska meistaraheitið, so er
føroyski landsliðsleikarin
ein av beinleiðis atvoldun-
um til, at Milton nú hevur
fingið hesa virðisløn.
Í grundgevingunum fyri
handanina verður millum
annað sagt, at hóast dóm-
arin í vár fekk nógvar
ákoyringar á seg, og millum
annað mátti lata sær lynda
at verða nýttur í eini lýsing
hjá
brillufyritøku
eftir
væntandi brotssparksdóm-
ar, so hevur hann framhald-
andi sama alsk til fótbólts-
spælið, sum áður.
Berti Vogts hevur
fyribils tikið út 25
leikarar til lands-
dystin móti
Føroyum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Týski venjarin hjá Skot-
landi, Berti Vogts, er í
ringum skørum, nú hann
fyri fyrstu ferð skal leiða
liðið í einum teljandi
dysti.
Undan
hesum
dystinum hevur Vogts
staðið á odda fyri liðnum
fimm
ferðirnar,
og
hvørja ferð hevur talan
verið um tap, og hetta er
vánaligasti byrjanin, sum
nakar skotskur landsliðs-
venjari hevur havt.
Tí er lítið at ivast í, at
Vogts ræðist eini endur-
tøku av javnleikinum, sum
Føroyar
fingu
móti
Skotum, tá Hans Fróði í
seinastu løtu stútaði eitt
hornaspark í kassan á
Svangaskarði. Um so er,
verður talan um eina end-
urtøku, sum væl kann
kosta týskaranum venjara-
sessin, longu áðrenn hann
veruliga er komin ígongd.
Til dystin móti Føroy-
um hevur Vogts í fyrstu
atløgu sent boð eftir 25
leikarum. Hetta tal verð-
ur tó seinni skorið niður í
18 mans, men at somikið
nógvir eru boðsendir til
bruttohópin, ber boð um,
at venjarin ivast nógv í,
hvørjar leikarar hann
skal seta sítt álit á.
Í skotsku miðlunum
verður nógv gjørt burtur
úr, at miðvøllruin ikki
riggar nóg væl, men hóast
hetta, so er lítið at ivast í, at
leikarar sum Barry Fergu-
son og Paul Lambert fara
at teljst millum tryggu
evnini til miðvøllin.
Umframt teir báðar,
sum spæla við ávíkavist
Rangers og Celtic, so
telir skotska liðið fleiri
leikarar úr júst hesum
báðum feløgum, um-
framt at talan í stóran
mun er um leikarar, sum
hava sína dagligu gongd í
bestu deildunum í ávíka-
vist Onglandi og Skot-
landi.
Teir 25, sum eru við í
skotska bruttohópinum
eru annars hesir:
Neil Alexander (Car-
diff),
Robert
Douglas
(Celtic), Paul Gallacher
(Dundee), Graham Alex-
ander (Preston), Stephen
Crainey (Celtic), Christian
Dailly
(West
Ham),
Maurice Ross (Rangers),
Robbie Stockdale (Middl-
esbrough), David Weir
(Everton), Lee Wilkie
(Dundee), Barry Ferguson
(Rangers), Scot Gemmill
(Everton), Paul Lambert
(Celtic), Derek McInnes
(WBA), Kevin McNaugh-
ton (Aberdeen), Dominic
Matteo (Leeds), Gary
Naysmith (Everton), Scott
Severin (Hearts), Gareth
Williams (Nottingham F.),
Stephen Crawford (Dun-
firmline), Paul Dickov
(Leicester), Scott Dobie
(WBA), Allan Johnston
(Middlesbrough), Kevin
Kyle (Sunderland), Steven
Thompson (Dundee).
Skotar rigga til
Milton heiðraður
Kim Milton Nielsen fekk av at vita í fjølmiðlunum eftir dystin millum FCK og Brøndby í fjør, tá
hann í tveimum førum lat vera við at geva Toda Jónsson brotsspark
25
Fótbóltsmentan á Tórsvølli
Áskoðararnir á
Tórsvølli hóskvøldið
kunnu uttan iva gleða
seg til at síggja,
hvussu fótbólturin úr
einum av fremstu fót-
bóltsskúlunum í
Europa sær út
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan verður uttan iva um
eina sera trupla uppgávu, tá
GÍ á Tórsvølli tekur ímóti
Kroatiska Hajduk Split. Ja,
kanska tann truplasta hjá
GÍ, síðani teir á sinni
spældu heimadyst ímóti
skotska
stórfelagnum,
Glasgow Rangers.
Eingin ársungi
Hajduk Split er nevnliga
eingin ársungi í europeiskum
høpi. Tá liðið var partur av
gamla jugoslavia, vóru teir
annar parturin í æviga tví-
dystinum um jugoslaviska
meistaraheitið, og tó at
Reyða Stjørna sum oftast var
stinnari parturin, so hendi tað
seg meira enn so, at proletar-
arnir úr Split fingu knógvað
stórfelagnum.
Ikki minst kundi hetta
lata seg gera, tí felagið
ígjøgnum mong ár hevur
uppalt eina framúrskarandi
fótbóltsmentan, sum man
teljast millum tær fremstu í
Europa. Javnan var tað jú
soleiðis, at bestu leikararnir
meira ella minni vórðu
noyddir at skifta til Reyðu
Stjørnu, so skuldi Hajduk
teljast millum tey stóru, var
alneyðugt hjá teimum við
einum framhaldandi ar-
beiða at finna og uppala
evnaríkar fótbóltsleikarar.
Úr Gøtu eru boðini eftir
fyrra dystin eisini greið, nú
teir gera seg til at taka ímóti
kroatisku gestunum.
– Eg skal ikki siga, at
hatta er besta lið, sum eg
havi leikt ímóti, men mill-
um tey sterkastu er tað so
avgjørt. Í útidystinum vóru
teir omaná í mest sum øll-
um lutum, so tað er einki at
ivast í, at vit hava eina sera
trupla uppgávu, heldur
Magni Jarnskor, sum av-
gjørt má teljast millum vet-
eranarnar á GÍ liðnum.
Vónir um javnleik
Hóast hesa sannroynd, so
hevur GÍ-liðskiparin á ong-
an mist vónina um at fáa
eitt líkinda úrslit burtur úr
dystinum hóskvøldið, og
tað vildi heldur líkst gøtu-
monnunum, um teir soleið-
is góvu skarvin yvir undan
dystarbyrjan.
– Tað sigur seg sjálvt, at
vit fara á vøllin at gera okk-
ara besta, og vit ætla okku-
m eisini at fáa eitt gott úr-
slit. Og fyri okkum merkir
eitt gott úrslit í minsta lagi
javnleikur, heldur hann.
Og tað er eisini okkurt,
sum bendir á, at hóast
Hajduk framhaldandi hevur
eitt gott lið, so verður talan
kanska ikki um heilt so
trupla uppgávu hesaferð,
sum var tað í Split til fyrra
dystin.
Í heimligu kappingini
skal Hajduk sunnudagin
spæla toppdyst, og tað kann
merkja, at onkrir leikarar
verða spardir hesaferð, og
so fer tað helst eisini at gera
mun, at teir nú hava eina 3-
0 leiðslu at dúva uppá.
Og tó at talan gjørdist um
ein tryggan og uppibornan
sigur í fyrra dystinum, so
iðrar Magni seg kortini um,
at tapið har niðri gjørdist
somikið stórt.
– Sjálvandi vóru teir
betra liðið, men tvey av
teimum trimum málunum
hava vit mest sum skuldina
fyri sjálvir, so fáa vit rættað
okkara mistøk, er kanska
ikki so langt á mál.
Um liðið hjá GÍ, sigur
Magni, at teir hava allar
mans tøkar til dystin.
– Verður sæð burtur frá
Henning Jarnskor og Ás-
laki Petersen, sum báðir eru
fluttir niður til Danmarkar,
so hava vit allar mans tøkar,
og eg rokni eisini við, at
byrjunaruppstillingin fer at
verða á leið hin sama, sum
hon var, tá vit sunnudagin
spældu móti HB.
– Tá vit vóru í Split hevði
Johan valt at spæla við
einum áleypara, men hesa
ferð verður helst talan um
tveir. Bæði tí arbeiðsum-
støðurnar har frammi á
vøllinum tá verða munandi
betri, og so rokni eg ikki
við, at vit verða heilt so
nógv trýstir, nú teir hava trý
mál at geva av, sigur Magni
Jarnskor at enda.
Tó at kroatiska liðið sýndi
eina mest sum ræðandi
styrki á heimavølli, so hevur
GÍ-liðskiparin, Magni
Jarnskor, góðar vónir undan
dystinum hóskvøldið
Lítið er at ivast í, at
Todi Jónsson verður
við frá fyrsta bríksli,
tá FCK á útivølli skal
verja 3-1 leiðsluna
móti georgiska
Kutaisi
UEFA-CUP
Jákup Mørk
Ferðalagið hjá FCK fór
mikudagin til Georgia, har
teir hósdagin skulu spæla
seinna UEFA-Cup dystin
móti Kutaisi. Fyrra dystin í
Parkini vann FCK 3-1, og tí
er einki at taka seg aftur í,
at danska høvuðsstaðafel-
agið er favorittur undan
dystinum. Eisini hóast tað á
ongan hátt kann metast
sum nøkur løtt uppgáva at
spæla útidyst í Georgia.
Todi helst við
Í fyrra dystinum millum
liðini var Todi dagsins
maður hjá FCK, tá hann
fyrst javnaði georgiska
leiðslumálið, og síðani
skeyt týdningarmikla málið
til 3-1. Og tó at donsku
bløðini hava gjørt nógv
burturúr, at Todi var at
finna á beinkinum móti
Brøndby leygardagin, so er
lítið at ivast í, at føroying-
urin hesa ferð verður partur
av álopinum, og allar helst
saman við Sibusiso Zuma.
FCK-venjarin,
Hans
Backe, hevur nevnliga so-
mikið góðar leikarar at taka
av, at hann altíð kann laga
seg eftir, hvussu mótstøðan
spælir. Leygardagin merkti
hetta, at hann tók fysiskt
sterku Petterson og Møller
fram um kviku Jónsson og
Zuma, men hesa ferð er
støðan helst øvugt. Einki er
at ivast í, at FCK í stóran
mun fer at dúva upp á skjót
snarálop, og til hetta slagið
av fótbólti er neyvan nakað
betri álopspar í Danmark
enn føroyska/suðurafrik-
anska duettin. Spurningur-
in er so bert, um venjarin
heldur letur Zuma sleppa at
hvíla seg, eftir at hann
hevur verið eitt sindur plág-
aður av skaðum í seina-
stuni.
FCK fær tørv á skjótleika
Tá talan er um kontraspæl, telist Todi millum teir bestu í
Danmark, og tí er lítið at ivast í, at hann verður við frá fyrsta
bríksli hóskvøldið
Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Álvur Hansen hevur
sent boð eftir 18
leikarum, nú U-19
landsliðið hjá
kvinnum skal royna
seg í EM-minikapp-
ing
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyrst í oktober mánaði
skal føroyska U-19 lands-
liðið í kvinnufótbólti
royna sg í sonevndari
EM-minikapping í bulg-
arska
høvuðsstaðnum,
Sofia.
Fyrireikingarnar
til
ferðina eru nú av álvara
farnar í gongd, og í dag
hevur landsliðsvenjarin,
Álvur Hansen, boðsent
18 leikarum til bæði
venjingardystir
og
venjingar undan fráferð-
ini.
Tær 18, sum manna
landsliðshópin, eru hesar:
Randi Wardum, Kristina
D.
Simonsen,
Linda
Weihe, Malan á Dunga,
HB, Jóhanna Ólavsdóttir,
Elsa Maria Simonsen,
Petra Sjóstein, KÍ, Asta
E. Magnussen, Maria
Michelsen, Elin Katrina
Haraldsen, AB, Rósmari
Haraldsen,
Selma
D.
Erol, Ása Christiansen,
Ása Dam á Neystabø,
Unn Kragesteen, Heidi
Hansen, B36, Maibritt
Olsen, Mary Ann Isak-
sen, B68.
Við á ferðini verða eis-
ini
landsliðsvenjarin,
Álvur Hansen og hjálpar-
venjari hansara.
U-19 landsliðið
úttikið
C
M
Y
K
24