Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-06-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ITROTTARBRØV Ein gloymd deild Vanliga, tá ein av forvitni og áhuga blaðar upp á ítróttin í teimum ymsu bleðunum (nøkrum fáum av teimum) fyri at kanna, hvat teir nú munnu hava fingið sett saman um ta feroysku fótbóltskapping- ina aftan á enn eitt umfar, ja, so hendir tað meira enn so, at ein aftan á at hava lisið alt igjøgnum, situr við eini kenslu av, at her líka sum restar nakað í. 1. deild, lutvis 2. deild og megulig kut úr 3. deild — hetta er tað, ein vanliga kann lesa um fótbólt í fer- oysku bleðunum (her verður serliga hugsað um Dagblaðið, Sosialin og Oyggjatidindi). Tó tað einasta blaðið av hesum trimum, ið veruliga tykist at taka uppgávu sína í álv- ara í ár, er Sosialurin. Teir hava ikki minni enn fýra fastar síður vi- ítrótti um vikuna og skriva so at siga bert um feroyskan ítrótt, og hetta síðsta eiga teir rós uppi- borið fyri. Hví alt hetta fjasið (avskrivingina, hevði eg nær sagt) um út- lendskan fótbólt í føroysk- um bleðum (sí Dagblaðið), tá ið vit hava eina rúgvu av útlendskum bleðum, ið ikki skriva um annað? (t.d. Tipsbladet, Alt om Sport, Shoot, BT og Ekstra-Bladet). Náh, fyri at koma til sakina aftur. Sum sagt, Sosialurin man uttan iva vera tað blaðið, fólk flest keypa, um tey hava áhuga fyri føroyskum ítrótti. Teir hava stutt sagt gjert eitt megnararbeiði higar- til. Men, men, tí tað er altíð eitt men. Teir eru hóast alt bert menniskju eins og vit ell onnur, og tískil er eisini eitt mark fyri, hvat teir kunnu náa. Og nú eri eg endiliga komin til tað, sum í grundini fekk meg at skriva alt hetta. Alt gott um skrivingina viðvíkjandi 1., 2. og 3. deild (4. deild?), men hvat so við restini, t.v.s. tær yngru deildirnar? Hava tær ikki uppiborið at verið nevndar av og á? Jú, tað hava tær, og her skal sig- ast eitt sindur um kjarn- una í føroyskum fótbólti, Hetta er ein sera týdn- ingarmikil aldursbólkur, hygg bert at teimum eldru deildunum. Ein heilur hópur av hesum leikarum hava í veruleikanum aldur 4. deild er tað besta demi hesum viðvíkjandi. Tað er bert gott, at unglingarnir eisini kunnu gera seg gald- men tað hevur sínar keði- ligu síður, eitt nú fyri ung- lingadeildina sjálva. Í ár eru einans 6 ung- lingalið: B36, GÍ, HB, KÍ, NSÍ og VB. Eitt syrgiliga lítið tal. Hvussu ber tað til? Jú, fyri at byrja við byrjanini, so kann sigast, at áðrenn kappingin nakrantíð byrj- aði, hevdu TB og ÍF longu tikið unglingalið síni úr kappingini. Orsekin var, at teir ikki kláraðu at manna lið, men tær eldru deildirnar (serliga 3. og 4. deild) hava uttan iva átt sin lut í hesum. Og so hendir tað, at hesi seks lið, ið nú eru eftir, missa ikki færri enn fýra lands- kappingardystir + onkr- an dyst i steypakapping- ini. Ogvuliga kediligt Men nú er kappingin, ið fægstu føroyingar vita nakað sum helst um, so nøkulunda komin í helvt, og stødan er, sum sæst niðanfyri (tað ólíks talið í dystum er orsaka av, at TB og ÍF tóku seg úr, og tess vegna kom óskil í fót- bóltskappingina) : HB 5 500 192 10 VB 4 301 125 6 NSÍ 3 111 38 3 GÍ 4 1089 1212 2 KÍ 4 103 619 2 B36 4 013 39 I Sum tað sæst á støduni, er tað í grundini bert ein toppur og ein botnur, einki mitt ímillum. Botn- urin er NSÍ (teir hava tó tveir útsettar dystir móti KÍ og VB), GÍ, KÍ og B36. Toppurin er HB og VB, og verða tað uttan iva hesi bæði liðini, ið fara at avgera, hvar meistaraheit- ið skal enda í ár. Seinasta ár endaði tað hjá HB í harðari kapping við TB (tá hevði VB tikið seg úr kappingini), og okkurt bendir á, at HB- ararnir hava ætlanir um at »kapra« tað aftur í ár. HB hevur vunnið allar sínar dystir higartil, t.v.s. teir hava vunnið á ellum hinum liðunum. Men teir skulu als ikki kenna seg ov tryggar. Teir vunnu gaman i »toppupp- gerðina< móti VB i Havn. Men tað var ein tepur 1—0 sigur, so í seinna dystinum í Vági 4. sept. kunnu teir væl vera í vanda fyri at fara av velli- num sum taparar. Botnurin tykist at vera ein heldur »anonymur« partur av unglingadeild- als ikki so vánalig, sum sær. HB vann t.d. við neyð og deyð 2—1 móti GÍ, og VB bardi seg upp frá 0—2 til ein 3—2 sigur móti KÍ, og teir høvdu eis- ini sínar trupulleikar við B36, men megnaðu tó at fáa tað málið, ið avgierdi dystin. So tað nýtist kanska als ikki at vera í Vági, at av- gerðin fellur. Men um tann gongdin, ið hevur verið inntil nú, heldur fram, so verður tað uttan iva málmunurin millum HB og VB, ið kemur at avgerða um steypið skal til Havnar ella til Vágs í ár. Um HB og VB vinna allar sínar dystir, áðrenn teir metast í Vági, so stendur HB best i ti, við tað at teir kunnu vera negdir við javnleik. Um VB vinnur dystin, verður målurtøkan avgerðandi. Tað eru nógv »um« i fótbólti, og tað er megu- liga te”, sum ger tað heila so spennandi. Fá fótbólts- áhuga við einum sindri av vitan um unglingarnar munnu ivast í, at tað verð- ur antin HB ella VB, sum fer við føroyameistara- heitinum i år. ØIl úrslitini i unglinga- deildini higartil i år eru: Unglingarnir hava eisini sina egnu steypakapping. Teir kappast um tad so- kallaða Thomas Dam á Co.-steypið. Og her er staðan júst tann sama sum í landskappingini. Tað eru nevniliga aftur HB og VB, sum gera mest um seg. VB kom uttan dyst (TB tikið seg úr) beinleiðis i semifinaluna móti KÍ, sum í kvartfinaluni hevði vunnið 2—1 á GÍ í Klaks- vík. Men í fyrra semi- finaludystinum (móti VB) megnaðu klaksvíkingar púrt einki móti einum væl- leikandi VB-liði, ið uttan stórvegis trupulleikar pakk og sekk og einum tapi upp á 6—0. Seinna semifinalan verð- ur 18. juli, og tá skulu KÍ- ararnir heilt avgjert vera nógv meira enn hepnir, um teimum skal eydnast at fáa ein málmun upp á 7 mál, ið er treytin fyri at koma í finaluna. Fyrra finaluliðið er longu funnið. Og ikki legi eru HB-ararnir enn eina ferð við heilt frammi. Teir vóru eisini í finaluni í fjer, ítróttar- oddagrein Útbúgvingarverk okkara er í dag so nógv útbygt sum tað ongantíð hevur verið fyrr. Og tað skuldi so havt við sær, at vit nú eiga at vera alt meira upplýst um ymisk evnir. Læknavísundin er eisini mun- andi fremri, so hvat heilsu o.t. við- víkir, so skuldu vit í dag vita rættuliga fitt um ávirkanina, ið tey ymisku evnini hava á likam og sál. Millum tey evnir, ið hava skaði- liga ávirkan á fólk, eru alkohol, nikotin og tjøra. Hesi evnir fáa vit í okkum við nýtslu av rúsdrekka og tubakki. Hóast ferð eftir ferð er ávarað ímóti nýtslu av hesum evnum, um ein veruliga vil leggja nakað í ítróttarvenjing, so vísir tað seg, at í nógvum ferum verður talað fyri deyvum oyrum. Tey, ið íðka ítrótt, kunnu býtast upp í tveir hevuðsbólkar: tey, ið einans idka ítrótt fyri at vera aktiv í síni fritid, og so tey, ið íðka ítróttin við tí fyri eyga, at vera so frammalaga sum meguligt innan ta ítróttargrein, sum tey hava valt. Allar flestu ítróttarfólk munnu hoyra við til tann seinna av hesum bólkum. Men tað hava vit nógv ilt við at trúgva um tey fara í dans eitt vikuskifti, ella serliga um ein fer á onkra av stevnunum, tí tá er tað mangan, at ein metir hesum so mu ítróttarfólkum í eini roynd at »upptradka« sum »balansukunst- narar«, heldur enn nakað annað. Taka vit t.d. róðrarfólkið, ið hevur eina stytsta tíðarskeið, ið kappingarnar fara fram í. Tey byrja at venja í apríl og halda so fram til Ólavseku, t.v.s. umleið 3 mánaðir. Ein skuldi trú, at tað mátti ikki verið so ringt at hildið seg frá rús- drekka í einans tríggjar mánaðir av árinum, tá tey so kundu nýtt hetta evni hinar 9 mánaðirnar. Men tað vísir seg at vera nærum ógjerligt hja nógvum at koma aftur av eini stevnu uttan ávirkan av hesum evnum. Men tó er tað ymiskt. Summi kunnu halda sær ta einu stevnuna, um tey skulu Ítróttur, royking og rúsdrekka Nr. 59 — 29. juni 1982 rógva eina viku seinni, men um tað eru tvær vikur til næstu stevnu, er heilt ein onnur steða. Í nógvum ferum koma tey tá aftur af stevnuni meira rullandi enn gangandi. Og nógv av hesum ítróttarfólk- um eru rættiliga ung. Fleiri einans 14—16 ára gomul eru at síggja nakað eftir róðurin við stórari sigarett í munninum og við góðari kenning. Eisini sæst ofta at leið- arin letur tey fáa ein dropa, og tað sýnir best, at ein tílíkur leiðari ikki er uppgávu sína vaksin. Og hvat er so tosið hjá hesum hálvfullu ítróttarfólkum. Jú, í dag gekst einki serligt við róðrinum, men næstu ferð skulu tey nokk vísa hinum, hvussu ein skal róg va. Ort! Heldur enn at bjóða hesum ungu ein lítlan, skuldi leiðarin sagt teimum, at rúsdrekka ikki gevur neyðugu venjingina, ið krevst til, um ein skal gera sær vónir um at náa betri úrslit. Sum nevnd fyrr, halda summi, at um tað eru 14 dagar til næstu stevnu, so ger einki um tey drekka, tí í teir 14 dagarnar skulu tey nokk koma so mikið fyri seg, at tey kunnu vísa góð úrslit tá. Men tað passar bara ikki. Um ein drekkur tann eina dagin, ganga minst 14 dagar ella meira, til ein hevur vant upp aftur tað, ið fór fyri skeyti við tí einu kenningini. So tað einasta, ið hjálpir, um ein ætlar at náa góð úrslit samla í FM-kappingini í róðri, er at halda seg vekk frá rúsevnum til henda kappingin er av. Og tað skuldi ikki verið so ringt. Tí á Olavsøku eru kappingarnar av, so tá kann leggjast í vaði aftur, um ein hevur so stóra trongd eftir rúsdrekka. Men nú skulu vit endiliga ikki trúgva, at tað bert er galdandi fyri okkara róðrarfólk. Tverturímóti er tað galdandi fyri ítróttarfólk innan allar ítrótt- argreinir. Og steðan er ikki góð í nekrum ítróttargreinum fram um aðrar. Men ikki kann væntast, at hesi orð gera nakra ávirkan til tað betra. Bert er at vóna, at ítróttar- fólk sjálvi koma at síggja fyri- munirnar við ikki at drekka ella roykja, meðan kappingarnar vara, í hvussu er, og sjálvi gera nakað fyri at betra um steðuna. men taptu tá móti TB (HB—TB 1—0, TB—HB 3—1), so í ár er møguleik- in aftur til staðar. HB leikti í kvartfinaluni móti B36, og vunnu teir her ein lættan 6—1 sigur. Eins og VB vunnu HB-ararnir eis- ini 6—0 i fyrru semifinal- + uni. Mótsteðuliðið hesa ferð var NSÍ, sum uttan dyst (ÍF tikið seg úr) vóru komnir í semifinaluna. Seinna semifinalan varð framskundað frá 18. juli til 22. juni. Í Runavíkini skuldi NSÍ sostatt útinna sama bragdið, sum klaksvíking- arnir ganga og droyma um, nevniliga at vinna við 7 málum, um teir skulu koma í finaluna. Men HB- ararnir vildu tað upp á ein annan máta, og fingu teir ein 2—0 sigur heim við sær til Havnar aftur. eftir ellum at dema VB. So her tykjast at vera tvær spennandi uppgerðir afturat í næstu framtíð millum hesi bæði klárt bestu unglingaliðini í ár. Spennandi verður at síggja, hetta er Ísafjarðar- súlan í »miniformat«. M.M. '82